Wednesday, December 15, 2010

Bara ein byrsumaður

Víkingar hava búð í Søltuvík og danir komu víðari í semifinaluna - ja,og so er ein byrsumaður handtikin í Funningsfirði.

Friday, December 10, 2010

Høgni gloymir eitt álvarligt mál


Høgni nevnir trý mál, sum ein breið bjargingarstjórn eigur at loysa í vár: fíggjarlógaruppskotið, fiskivinnureform og bankakervi.
Men Høgni!
Tú gloymir eitt sera umráðandi mál, sum í mínari verð liggur omanfyri hasi trý.
Vit skulu hava eina almenna fyristing, sum byggir á demokratisk prinsippir og ikki eina fyrisiting, sum byggir á persónlig og enntá privat áhugamál hjá ráðgevum, deildarstjórum, aðalstjórum og landsstýrismonnum.
Her er brúk fyri eini álvarsamari upprudding.
Opinleiki, innlit og heiðurligheit eru høvuðsorðini.
Ein fyrsiting, sum vit ikki hava álit á, kann ikki standa á odda.
.
Greinin á portalinum kann lesast her:
portal.fo - Mugu fáa løgtingsval í mai

Thursday, December 2, 2010

Nú kom hevndin úr Vinnumálaráðnum

Jógvan Thomsen fingið átalu og ávaring frá landsstýrismanninum í vinnumálum.
Sambært Vágaportalinum hevur landsstýrismaðurin sagt sína hugsan um Eik-málið. Men Jógvan Thomsen var ikki stjóri á Skrásetingini, tá avgerðirnar í Eik-málinum vóru tiknar. Jógvan Thomsen bleiv stjóri fyri Skrásetingina í summar.
Hvat hevur hann so fingið ávaring fyri?
Tað sigur Vágaportalurin ella landsstýrismaðurin í vinnumálum einki um.
Jú, lítið er at ivast í, at talan er um reina hevnd fyri telefonnotatið um samrøðu við Bjarna Djurholm og í heila tikið fyri grannskoðarafrágreiðingina frá umboðsmanninum.
Boðini úr Vinnumálaráðnum eru greið: Eingin undir okkum skal halda seg sleppa væl frá at siga sannleikan, um hann kritiserar okkara arbeiði.
Vit mugu síggja ávaringina.
Men trúgv mær! Har síggjast hógvarnir!
vagaportal

Saturday, November 27, 2010

Mín deiligi jólakalendari

Ja, kona mín hevur keypt 24 øl, sum jólagávukalendara til mín.
Hon undrar seg yvir, hví til ber at keypa útlendskar øl eina og eina, meðan føroyskar skulu keypast seks og seks.

Tí er bara ein Okkara-øl ímillum - tann einasta føroyska ølin, sum kann keypast einsamøll.

Tuesday, November 23, 2010

Sjáldsama ljótt búmerki

Hetta er skemt í høgum flokki, soleiðis skrivar Portal.fo:
"Búmerkið er millum annað ætlað limunum at nýta í sambandi við teirra marknaðarføring og er eisini gjørt fyri at gera koyrilærarafelagið meira eyðkent.
Búmerkið myndar eina ketu, sum er ímynd fyri samanhaldi. Samstundis er kjarnan í miðjuni ímynd av álvarsemi við ferðslufrálæran í miðdepilin. "


Ímynd fyri samanhald? Millum koyrilærarar ella millum Akstovuna og koyrilærarar ella millum næmingar og koyrilærarar. Og hvat hundin verður sagt um kjarnan í miðjuni. Hon vísir álvarsemið í ferðuslufrálæru, ja Guð viti, hvussu heilarnir á koyrilærarum er skrúvaðir saman.
Og annars skuldu koyrilærarar vita, at ein reyður sirkul er merki fyri forboð ella halt teg burtur. Hyggur tú eina løtu eftir svørtu ketuni, so er Hitler-krossurin ikki langt burtur. Ja, og so stendur Føroya ikki sentrerað, ja og har eru tveir ymiskir fontar í reyða ringinum.
Eitt sum tey eisini kundu skriva fyri at gera hatta totalt meiningsleyst er: hvita flatin við svarta prikkinum skal eisini ímynda eina skotskivu, sum tey ið íðka skískjóting brúka. Hetta minnir okkum um, at tað kann vera hált í kava, og at vit skulu hava eina hálkubreyt.
portal.fo - Koyrilærarafelagið nýtt búmerki

Sunday, November 21, 2010

300 orð

"Tveir ungir grønlendingar hava lisið yvir 300 orð á grønlendskum inn á forritið."
Um tað skal gera mun, so vóni eg, at orðini eru ordiliga lang.
portal.fo - Nú kunnu øll læra grønlendskt

Saturday, November 20, 2010

Vegleiðing til føroysku masokismuna í fýra stigum

1 stig:
“Nei, hvor er her smukt!”
“Takk, takk!”

2. stig:
“Nei, hvor er færinger gæstfrie!”
“Takk, takk!”

3. stig:
“Jeg elsker ræst kød!”
“Takk, takk!”

4. stig:
“Men ellers kan færinger ikke finde ud af en skid!"”
“Takk, takk!”

Friday, November 19, 2010

Astrup, sum trojanskur hestur


Íbúgvarnir í Troja drógu sjálvir tann stóra holaða træhestin inn í býin. Teir hildu seg gera kvettið at fáa hendan fína træhestin. Men inni í hestinum fjaldi fíggindin seg. Hermenninir inni í hestinum sníktu seg út á náttartíð og lótu býarportrið upp fyri griska herinum.
Summi halda, at tað var eitt kvetti at fáa Astrup aftur til Føroya fyri einum mánaði síðani. Men hansara uppgáva var at lata portrið upp fyri danska "Finansiel Stabilitet"-herinum. Tann heruin var her í gjár. Í sendingini í sjónvarpinum segði Astrup "vi" tá hann tosaði um føroyingar. Snilt hjá einum trojanskum hesti. Jú longri føroyingar kunnu dragast upp á tráð, jú effektivari, tá ordiligi herurin slapp inn. Og kann hann so eisini lata sum um hann er ráðgevi hjá landsstýrinum samstundis, ja so kann tað ikki gerast betri.
Og í gjár hevði Astrup so latið hurðarnar upp fyri "Finansiel Stabilitet"-herinum: Nú var klárt hjá umboðum fyri eitt danskt aktieselskap og danska statin at seta treytirnar fyri, hvussu vit skulu leggja vápnini.
Vit mugu leypa upp um trojanska hestin og krevja samráðingar við donsku stjórnina beinanveg. Hatta er ikki nakar virðiligur arbeiðsmáti.

Wednesday, November 17, 2010

...og hví vóru tit so ikki í farloyvi, Sjúrður og Bjørt

Lesi grein hjá Sjúrði og Bjørt. Mest er greinin ein undran yvir, at Sosialurin og Miðlahúsð yvirhøvur undrar seg yvir teirra renniútferð til New York, uttan at spyrja tey. Og tað áttu tey í Miðlahúsinum at gjørt. Men eg haldi, at Sjúrður og Bjørt - nú tey sjálvi velja at svara - kundu svara spurningum um, hvi tey ikki tóku farloyvi frá tinginum, tá tey fóru til New York at renna.

Um svarið er greitt, so átti annar tykkara, at duga at skriva tað.
Tykkara bræv er ikki nakað svar uppá, nær tingfólk kunnu fara uttanlands uttan at fara í farloyvi ella um onkrar reglur - formellar ella óskrivaðar - eiga at vera hildnar.
Og hvat halda tit? Nær skulu løgtingsfólk taka farloyvi úr tinginum?
Ella er tykkara svar bara, at Eirikur ikki er seriøsur?

Greinin hjá teimum báðum á Vágaportalinum

Sunday, November 14, 2010

Tjena pengar upp á tey deyðu - uttan at spyrja tey livandi


Vit journalistar plaga at taka upphavsrætt í álvara - serliga tá tað snýr seg um okkum sjálvi. Nú haldi eg, at Dimmalætting hevur gloymt tað. At finna gomul minningarorð fram og redigera í teimum - uttan at spyrja - og geva tey út í bók fyri at tjena nakrar krónur eyka, ljóðar ikki rætt í mínum oyrum. Skulu vit, sum hava skrivað okkurt hissini lesarabræv ella eina grein, vænta at Pól á Kletti ella onkur annar fer at redigera og geva tað út í bók.
Sum Árni sigur í samrøðuni við útvarpið, so kom hugskotið av eini misskiljing um, hvussu tey gjørdi í Íslandi. Eg haldi Dimma beinanvegin skulu umborið hesa misskiljing og sum tað minsta sagt, at sjálvandi verður eingin nýggj bók gjørd, uttan at tey sum hava skrivað verða spurd og góðkenna redigering og siga eitt møguligt krav um samsýning frá sær.
Samrøða við Árna um minningarorðabókina

Saturday, November 13, 2010

Eg kenni tárini aftur

 Eg kenni tárini aftur.
Tey, sum runnu á kjálkanum fyri 14 árum síðani, tá eg saman við Bodil og tveimum smágentum sat á heita asfaltinum uttanfryi húsini, har Aung San Suu Kyi sat í húsarvarðhaldi.
Tað var leygardagur, og tá savnaðust fleiri túsund fólk á gøtuni uttanfyri hennara hús.
Vit - kanska teir einastu evropeararnir tann dagin - vórðu flutt fremst - heilt fram til læsta portrið inn til húsini. Vit sótu á vegnum og øll ferðsla var steðgað.
Framman fyri portrið stóðu eini 10-12 ungir mans við apilsinlittum pannubondum. Teir stóðu við rygginum til læsta portrið. Djarvir ungir menn, sum stóðu á varðhaldi. Í dag eru teir 14 ár eldri.
Og so hendir nakað innanfyri. Aung San Suu Kyi kemur til sjóndar. Hon hevur helst okkurt slag av trappustiga innanfyri. Hendan kvinnan, sum hevur fingið friðarheiðursløn Nobels fyri sítt stríð fyri fólkaræði og menniskjarættindum.
Og hon hugdi eftir okkum, smíltist og nikkaði. Vit sótu fremst. Við frískum blómum í hárinum stóð hon har og sá trúgvu fjøldina, sum hvønn leygardag møttu upp, at síggja hana og hoyra hana og leita eftir vónini. Løtan var so søguligt, so innilig og so ræðsluvekjandi.
Her sótu vit bara tveir metrar frá eini innilæstari kvinnu, sum hevði vunnið eitt demokratiskt val, men sum hernaðarstýrið stongdi inni. Tárini runnu sølt í teimum 30 stigunum og vunnu á sveittanum. Vit skiltu ikki eitt orð, men í eygunum á burmesarunum sást virðingin og vónin. Aftaná kennist ræðslan har. Vit fóru heimaftur tríggjar vikur seinni, men hini vóru eftir saman við einum av harðrendastu hernaðarstýrum í søguni.
Í dag havi eg smakkað somu søltu tár, men hesiferð ikki í nakari kapping við sveitta.
Aung San Suu Kyi er latin leys.
Sjónvarpsmyndirnar vísa sama portur, sum í 1996. Aung San Suu Kyi kom fram við somu styrki og gav somu vón.
Í 1999 doyði maður hennara av krabbameini í Bretlandi, og hernaðarstýrið beyð henni at fara til Bretlands at siga manninum farvæl, men hon fór ikki, tí hon væntaði ikki at sleppa innaftur í Burma. Synirnar hevur hon ikki sæð í eini 20 ár og heldur ikki ommubørnini. Yngsti sonurin er føddur í 1977.
Nú er aftur trýst aftanfyri eyguni.
Hetta er eisini ein dagur, sum eg altíð fari at minnast.
Bara Aung San Suu Kyi kemur livandi út í tað skirvisliga frælsi, sum Burma kann bjóða sínum íbúgvum.
Eg kenni tárini aftur.

Wednesday, November 10, 2010

Teljararnir klárir

Nú eru vit komin har til á mínum arbeiði, at teljararnir eru til reiðar at fara út at savna spurnabløð inn. Týsdagin fingu teljararnir upplæring, so nú er bara á bíða, um fólk í royndarøkjunum vilja svara.
Manntal

Friday, November 5, 2010

Nýtt mentanartíðarrit komið

Framúrskarandi tiltak.
Inger og Kinna hava skrivað hvønn einasta dag síðani juli og pláss var verri enn so fyri øllum í eini bók.
Men John Dalsgarð langaði til og beyð sær at geva eitt úrval út.
Hetta vísir so væl, hvussu lítið tey bæði stóru bløðini virða hetta slagið av tilfari.

portal.fo - Nýtt mentanartíðarrit komið

Wednesday, November 3, 2010

Hans Pauli Strøm dýrandi fullur í Vestmanna

Fulkomuliga burturvið at draga hetta fram á portalinum við eini loyniligari keldu.
Hetta er reint privatlív, sum eigur at verjast, heldur enn at varpast út.
Um tað hevði havt nakran almennan týdning og um tónleikararnir hildið Hans Paula órógva sína konsert, so kundi tað havt eitt sindur av týdningini.
Men eitt navnleyst gleps eigur ikki at koma her til.

portal.fo - Hans Pauli Strøm dýrandi fullur í Vestmanna

Wednesday, October 27, 2010

Bjarga mær burtur úr misskiljingini


Kann onkur greiða mær frá samanhanginum í hesum? Haldi meg hava hoyrt eitt krav um, at vit skulu hava fleiri bjargingartyrlur ella í hvussu so er eina afturat.
Samlaða talið á skipum í føroyskum sjógvi er minkað munandi síðani løgtingslógin um tyrlutænastu var løgd fram í 2000. Í 2000 vóru 157 skip í føroyskum sjógvi og 1. januar 2008 var talið 132. Størsta minkingin er í línu- og trolbátum.
Eg giti, at skipini verða betur og betur útgjørd og krøvini um trygdarskeið eru bara vorðin strangari seinastu árini, men kortini verður bara brúk fyri fleiri bjargingartyrlum. Nei eg skilji tað ikki rættuliga.

Monday, October 11, 2010

Royndarteljingin i Góðan morgun Føroyar

Fekk sum uppgávu at greiða frá royndarteljingini í Góðan morgun Føroyar.
Haldi sjálvur at tað gekk OK.
Samrøða í ÚF um royndarteljingina

Friday, October 8, 2010

Bókin hjá verfaðir


Verfaðir hevur skrivað eina nýggja skaldsøgu, sum eg enn ikki havi lisið, men har plagar at vera gott skil á. Konan sigur, at tað er ein góð bók.
Og tað veit eg, tá vikuskiftið er farið.

Listin: Listin viðmælir.

Tuesday, September 21, 2010

Ger tað betur enn Sosialurin


Nú veri eg endurgivin í Sosialinum fyri at hava sagt, at Dimma skal gera sum Sosialurin. Tað er næstan rætt. Dimma skal gera tað betur enn Sosialurin, so eru tey á vinnarakós. Ella tað miðlahúsið, sum dugir best at breiða seg, setur vinnarakósina.
Her brotið úr Degi og Viku fríggjakvøldið:


http://www.sosialurin.fo/main.cfm/e/3378/s/2/article/138234

Thursday, September 16, 2010

portal.fo - Dimmalætting verður seld áðrenn týsdagin












Sum eg haldi tað er keðiligt at lesa ein grein um Dimmu og so síggja eina mynd av Schousen og Skemmuni. Fyri nøkrum mánaðum síðani var sama mynd brúkt, tá grein var um Landsbankan.
Ja, tað er strævið at hava eina fyritøku ella ein Landsbanka og so skal man siga, at vit búgva uppi á Schousen.
portal.fo - Dimmalætting verður seld áðrenn týsdagin

Wednesday, September 15, 2010

Klaksvík verður verandi hvalvág - men bara til stórar grindir

Eg haldi, at klaksvíkingar skulu halda fram við at drepa grind á vánni, tí so læra vit onnur, hvussu vit ikki skulu gera.
Tað heldur Norðlýsið eisini:
Klaksvík verður verandi hvalvág

Friday, September 3, 2010

Heini í Skorini og eitt lesarabræv

Allir medarbeiðarar á øllum almennum stovnum – og privatum – hava rætt til alment at siga sina hugsan um øll verðins viðurskifti – eisini sítt egna arbeiðspláss.
Rætturin hjá alment settum starvsfólki, og krøvini til tey eru júst tey somu sum til øll onnur.
Journalistar ella tey sum arbeiða sum journalister ella tey, sum hava frí frá sínum journalistiska arbeiði, hava eisini hesi rættindi, og tey hevur Heini brúkt í eini frálíkari grein í bløðunum.
Hvussu trúvirðið hjá einum journalisti er, eigur leiðslan at meta um í hvørjum einstøkum føri.
Í summum førum – t.d. tá journalistar stilla upp til val, men ikki verða valdir – kann verða nóg mikið at halda journalistarnar burtur frá mikrofonunum ella bara frá tíðindamikrofonunum í longri ella styttri tíðarskeið. Í øðrum førum kann leiðslan meta, at trúvirðið er so skatt, at viðkomandi als ikki skal fram at mikrofonunum. Hetta er ein leiðsluspurningur. Hvat fyri trúvirði vil ein leiðsla hava.
Nú hevur Heini sagt sína hugan hart um nøkur politiskt viðurskifti.
Eg haldi tað er nógv verri við teimum alment settu journalisturnum, sum í loyndum arbeiða fyri fyritøkur ella politiskar flokkar. Tað skuldi lurtarin og hyggjarin eisini vita um, um leiðslan ikki beinleiðis velur at bannað slík “arbeiði við síðuna av”.
So vit vita, hvar vit hava Heina, men vit vita ikki, um onnur eru onkra aðrastaðni.

Lesarabrævið hjá Heina stendur beint niðanfyri.

Her ein viðmerking hjá Solby Eliassen, programleiðara í Kringvarpinum.
portal.fo - Kringvarpið: Heini í Skorini hevur mentan sum arbeiðsøkið.

Heinasa lesarabræv

ABC-samgongan er ein joke. Miðlarnir geva henni loyvi til tað. Og eftirhondini er ruðuleikin vorðin reglan heldur enn undantakið.

Heini í Skorini
MA í samfelagsfrøði og religión

Tingið var ikki meiri enn savnað aftur, so fór tann slitna plátan aftur í gongd: "Samgongan fær tveir mánaðir", segði ein álvarsamur Jørgen Niclasen fyrst í august, og ein annar samgongufelagi, Hans Pauli Strøm, gav samgonguni fjúrtan dagar.

Wednesday, September 1, 2010

1.500 húski fáa vitjan av Manntali í november

So er ein fín - og ikki minst týðandi :-) - grein í Dimmu.
Eg eri rættuliga spentur uppá, um royndarteljingin fer at rigga. Tí vit eru í gongd við eina søguliga hending, sum okkara ommu- og abbabørn fara at frøðast um.
Stóra fólkateljingin í november næsta ár verður ein neyv lýsing av føroyska samfelagnum 11/11-11.
Dimma.fo - 1.500 húski fáa vitjan av Manntali í november

Tuesday, August 31, 2010

Ólavsøkudagur frídagur


Haldi ikki, at uppskotið hjá Sjúrði Skaale um at gera ólavsøkudag til frídag hevur so stóran týdning, at tað skuldi vera eitt av høvuðstíðindunum í útvarpinum á middegi í dag.
Men tað hevur einki við Sjúrð at gera - hann ger sítt besta.

Sunday, July 11, 2010

portal.fo - Heit var náttin í DK

portal.fo - Heit var náttin
Ja, ja...gott at portalurin kann siga okkum, at tað hevur verið heitt í DK.
Tey kundu umhugsað at skriva eitt sindur um føroyska veðrið.
Mín varðhugi er, at føroyingar tosa meiri um okkara veður.

Thursday, July 8, 2010

Sjáldsamt val av føroyskari sending


Tit, sum knarra um føroyskar sendingar í sjónvarpinum, munnu nú tagna. Í kvøld valdi dokumentardeildin at týða eina heila sending um at brúnka sær kroppin til føroyskt.

Wednesday, July 7, 2010

Nærsýni í Steinprent


Fín framsýning í Nærsýni, sum kona mín hevur hongt upp. Og á myndini flennir hon saman við Terja.
Posted by Picasa

Sunday, July 4, 2010

Kringvarpið skal siga nei takk

portal.fo - Eingin vandi fyri fólkaræðið
Eitt er at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum roynir at keypa sær positiva umrøðu í almenna kringvarpinum. Men tann stóri trupulleikin er, at kringvarapið letur seg keypa.
Tað er sjáldan valdsharrarnir, sum tryggja frælsa pressu. Tað eru redaksjonella leiðslurnar og journalistarnir, sum skulu royna tryggja tann óhefta tíðindaflutningin.
Sjálvandi skal eitt Ráð ikki royna av geva einum miðli frammíhjárættindi - tað sigur seg sjálvt.
Men at Kringvarpið tekur av er nógv álvarsamari og bendir á eina skeiva gongd, har ein public-service miðil kastar saman við valdsharrunum - tað er ikki gott.

Ísland besta norðurland í bridge EM

Tíverri gekk tað ikki hjá Íslandi at vinna EM í bridge.
Leingi lógu teir á odda.
Ísland endaði í fjóðra plássi.
Endaliga úrslitið

Saturday, July 3, 2010

Bara 17 hval

Óvanliga nógvar villur í einari grein, ha?
Ekstra Bladet - Kæmpe blodbad på Færøerne
Og vit sum vóru í grind fingu ikki ein bita.

Sunday, June 13, 2010

Tann óndi við síðuna av Jesusi

Eg havi einaferð roynt at verða modell hjá Torbirni Olsen, tá hann skuldi mála altartalvu til Sunds í Miðjútlandi.
Eg var saman við Marius - sum er føddur Jesus - og Andreas Andreassen.
Tórbjørn lovaði mær, at eg ikki var tann óndi, sum hekk undir liðini á Jesusi. Og tí trúi eg:-)
Omma genturnar, genturnar og fyrrverandi konan vóru í kirkjuni, tann dagin altartalvan varð vígd.
Og um ikki presturin segði, at tað var so týðiligt at síggja, hvør var tann óndi, sum bara vildi hava jarðarinnar góðs. Tað var hasin uttasti í høgra borði.
Síðani hevur Torbjørn umborið seg - og hevur ikki biðið meg aftur um at vera modell.
Sjálvt um eg fegin hevði viljað verið tað.
Posted by Picasa