Wednesday, January 19, 2011

Tíðindaskriv frá Fólkaflokkinum

Fólkaflokkurin hevur avgjørt, at Jørgen Niclasen leggur frá  sær sum uttanríkisráðharri, tí uttanríkismál skulu styrkjast og tey hava so stóran týdning.
Eisini hevur flokkurin samtykt, at løgmaður skal seta størsta diplomatin í flokkinum, Jacob Vestgergaard, til landsstýrismann í uttanríkismálum.
Fólkaflokkurin skal profilera seg, tí setir flokkurin ikki ein nýggjan landsstýrismann.
Flokkurin skal skipast av nýggjum, tí fer royndasti løgtingsmaður frá beinanvegin.
Og avgjørt er, at Jørgen Niclasen nú fer í arbeiðsklæði. Hann hevur higartil verið í seingjaklæðum, tí tað eru, sambært Jørgen Niclasen, einastu klæðini, sum fólkaflokkurin eigur afturat arbeiðsklæðum.

Wednesday, January 5, 2011

Vónandi er hetta ikki rætt...

..og tað sum verri er, er um Kári Durhuus, Høgni í Jákupsstovu og Beinta Løwe Jacobsen ganga við til hatta.
Um settu leiðararnir halda hetta, ljóðar tað ikki serliga gott.
Eg havi verið í Kringvarpinum, har fyribilsstørv - so ella so - eru konverteraði til føst størv og tað kann kritiserast.
Men tey mest týðandi leiðarastørvini eiga for hundin at lýsast leys.

portal.fo - Kringvarpið lýsir ikki størv leys