Forkláringarnar kunnu vera mangar, burturforkláringarnar fleiri, men eftir stendur, at eitt uppskot um yvirtøkur fall við 2. viðgerð, og tað hevði tað ikki gjørt, um fýra tjóðveldisfólk høvdu møtt á løgtingsfundi.
Vit mugu viðganga, at hetta var eitt álvarsamt mistak.
Sjálvandi skulu tey, sum velja tjóðveldi, vita, at vit taka arbeiðið í álvara og sjálvandi skulu vit atkvøða fyri hvørjum einasta stigi á sjálvsstýrisleið.
Tá tað er sagt, so er kortini ein uggi í hesum, at vit mistu ikki nakra yvirtøku á stokkinum.
Yvirtøkan av eitt nú útlendingaøkinum hevði undir ongum umstøðum komið í gjøgnum eina triðju viðgerð.
Val hevði verið útskrivað áðrenn.
Hetta var eitt mistak, sum sær ljótt út, men sum ongar fylgjur fekk, aðrar enn at seta tjóðveldi í eitt keðiligt ljós beint undan valinum.
Men tí betur hava vit mál, sum kunnu og skulu røkkast.
Tá á stendur svíkja vit ikki.