Tuesday, December 6, 2011

Hvør skal arbeiða meiri?


Ein løgin logikkur, at tað skal loysa seg at arbeiða meiri. Hvør skal arbeiða meiri?

Tey alment løntu?
Skulu tey alment løntu arbeiða meiri? Ella skulu tey alment løntu niður í løn, tí so fara tey at arbeiða meiri? Ella skuldi tað almenna niðurlagast? Eru tað so tey, sum eru eftir, ið skulu arbeiða fyri tey, sum verða søgd upp? Og tað skal kanska verða yvirtíð, sum hvør skal gjalda – landskassin, kanska?

Fiskimenninir?
Skulu fiskimenninir fiska meiri? Skal steðgurin millum túrarnar styttast? Ella skulu fiskimenn arbeiða meiri í landi millum túrar? Ella skulu fleiri mans umborð á hvørt skip? Eru stovnarnir nú vorðnir so stórir, at fleiri skip kunnu fara til fiskiskap? Ella eru tað teir við nótabátunum, sum skulu arbeiða meiri? Eg møtti einum manni, sum segði seg hava verið umborð umleið 100 dagar og tjent væl yvir milliónina, skal hann arbeiða meiri, tí tað loysir seg? So má onkur í land giti eg. Ella kanska vil hann heldur vera saman við familjuni?

Flakafólkið?
Ella kanska eru tað tey, sum eru undir fiskavirkisskipanini, sum skulu arbeiða meiri? Hvar skulu tey arbeiða?

Hondverkarar?
Hondverkararnir, sum skuldu byggja skúladepilin í Marknagili sleppa so ikki fyribils at arbeiða meiri, heldur ikki teir, sum skulu byggja Tjóðpall. Ella skulu vit vóna, at tað koma fleiri ódnir, so arbeiði verður til fleiri hendur?

Tey arbeiðsleysu ella tey sjúku?
Ella eru tað tey arbeiðsleysu, sum skulu arbeiða meiri. Frálíkt hugskot, men hvar skulu tey arbeiða? Um øll hini fara at arbeiða meiri, so kann gerast trupult hjá teimum arbeiðsleysu at sleppa framat ella hvussu? Ella skulu tey sjúku arbeiða meiri?

Tey lesandi?
Kanska skulu tey lesandi, sum nú ikki fáa lestrarstuðulin hækkaðan, út at arbeiða, heldur enn at roksast við útbúgvingar.

Spekulantarnir kanska?
Kanska eru tað teir, sum í dag tjena milliónir, sum skulu arbeiða meiri, fyri at njóta skattalættan.

Nei eg spyrji bara.
Eg havi næstan mist hugin at arbeiða.