Thursday, October 24, 2013

Kom til Føroya - tað er her vit búgva

Pínadoy hevur rokilsi um eina danska horisont-sending ikki lagt seg, har Kringvarpið ruddaði skránna fyri 25 donskum minuttum afturat, so heldur Kringvarpið fram í síni donsku verð við enn einum dømi um óvanliga ringa dømimegi.
Bæði í tíðindunum - kl. 17.00 - og á heimasíðuni skal Kringvarpið rætta eina grein í danska blaðnum Information. Tað er fulkomuliga burturvið, at almenna útvarpið skal átaka sær at rætta greinir í útlendskum bløðum, har politikarar halda seg vera skeivt umsettar ella endurgivnar.
Hetta kann ongantíð verða eina public-service uppgáva.
For hundin, altso!
Kom til Føroya - tað er her vit búgva!

Wednesday, October 23, 2013

Ein einsamallur landsstýrismaður avger, hvar 2 milliardir krónur skulu fara

Radarin í útvarpinum er eitt stórt fet framá fyri tilfar, sum ikki bara er tað bera roks. Tvørturímóti er hugaligt at hoyra, at dugnalig fólk sleppa framat - bæði útvarpsfólk og gestir.
Legði í dag serliga merki til innslagið um korrupsjón, har Grækaris Djurhuus Magnussen hevði Kára av Rógvi og Kára Petersen í útvarpsststovuni.
Her er eitt brot, sum eg leygði merki til:


Til ber at hoyra Radaran her:

Sunday, October 20, 2013

Snópisligur grindapartur í Sandavági

Var í grind í Sandavági herfyri.
Ikki kann sigast, at tað hilnaðist serliga væl – og tað var ikki bara mín skyld.
Fóru úr Havn seint fyrrapart og gjørdu okkum vátar á sandinum í Sandavági mitt seinnapartin. Ein politistur í politibúna skrivaði okkum upp.
Men tá vit ongan kendu í Sandavági var einki at gera enn at fara aftur til Havnar at bíða til seðlarnir komu út.
Eftir at hava klikt nakrar hundrað ferðir inn á Vágaportalin sást, at seðlarnir komu út á midnátt. Koyrdu so aftur til Miðvágs, har hvalirnir vóru heysaðir upp.
Har lógu 108 hvalir - tilsamans góð 700 skinn.
Og so kom sýslumaðurin og fór at lesa, hvussu hann hevði skift. Fyrst teir á sandinum segði hann, men mítt navn var ikki millum nøvnini. So bátarnir og so hugdi sýslumaðurin fram fyri seg og sá einar 50 mans standa á keiini – nógvir í termodraktum.
”Hvat gera tit? Vóru tit eisini í grind?” spurdi sýslumaðurin.
”Ja, vit vóru á sandinum”, svaraðu vit – minst annar hvør svaraði.
”So er okkurt galið. Eg skal fara í bilin at vita um eg finni seðilin”, segði sýslumaðurin og fór.
Afturkomin mátti hann staðfesta, at seðilin við okkum minst 50 monnum, umframt nøkrum fáum kvinnum, var burtur.
Eftir eina løtu hoyrdist sýslumaðurin aftur:
”Tit taka hval nummar 65 og 66 – tit finna bara út av tí sjálvir!”
Ja, hetta vóru boðini til okkum umleið 50 mans, umframt nakrar fáar kvinnur, á keiini í Miðvági kl. 02.00 um náttina.
Tað gekk væl at skera upp. Vit býttu okkum so lagaliga, sum gerast kann í grind mitt um náttina.
Haldi eini 20 hvalir vóru merktir til drápspartar – í mesta lagi.
Og hetta gjørdist drápsparturin hjá mær. Ein flá og eitt tvøstpetti.


Tíðliga morgunin eftir lýstu tey í útvarpinum eftir fólki at skera upp á keiini í Miðvági til heimapartar. Seinni lýstu tey eftir fólki – eisini aðra staðni frá – at koma og fáa sær grind.
Uppi á Brandstøðini í Havn lá grind til allar smærru bygdirnar í Suðurstreymoy og í Vestmanna og Kvívík skulu fólk møta, so fingu tey grind.
Og dagin eftir seldu onkrir menn grind í Vágsbotni í Havn.
Eitt sindur snópisligt, haldi eg, at tað skuldi hilnast so illa.

Tuesday, October 15, 2013

Navnið spillir ongan

Gott vit hava so nógvar portalar, sum kunnu bera okkum viðkomandi og týðandi tíðindi:
Tórsportalur
In.fo

Kringvarpið
Vágaportalurin




Wednesday, October 9, 2013

Tunnilssendingin: Politiska handalagið hjá løgmanni væl lýst

So fantastiska deiligt at síggja eina føroyska sending í sjónvarpinum, sum er so væl frágingin.
Ein vælgjørd sending í allar mátar.

Bygd upp í einum róligum frásøgustíli. Vit blivu førd trygt gjøgnum hetta stóra mál. Vælskrivaðir og lættskiltir tekstir, nógvar nýggjar myndir, sum stuðlaðu søguna væl og útbygdu hana. Óræddar og viðkomandi samrøður – bæði tær nýgjørdu og tær gomlu.

Við tí ”gamla” tilfarinum, sum var brúkt, vitnaði sendingin eisini um, at Kringvarpið – bæði útvarp og sjónvarp – hava sett nógvar viðkomandi spurningar í hesum málinum.

Í roynd og veru var hatta ikki mest ein sending um Skálafjarðatunnilin, men ein sending um politiska handalagið hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni

Haldi ikki, at sendingin dokumenteraði, um nakað ólógligt fór fram í gongdini frá tí, at Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, setti ferð aftur á arbeiðið at gera tunnilin, til landsstýrismaðurin var koyrdur frá.

Hinvegin dokumenteraði sendingin væl, at vit hava ein løgmann og eina fyrisiting, sum ikki hevur verið serliga demokratisk sinnað í hesi gongdini.
Vit hava ein løgmann og eina fyrisiting, sum bæði er óprofessionell og veik.
Vit hava ein løgmann, sum avgjørt ikki hevur hildið nakað effektivt eftirlit við Kára P. Højgaard og toppinum í Innlendismálaráðnum.
Vit hava ein løgmann, ein løgmannstjóra og eina løgmanfyrisiting, sum ikki duga at lesa týdningin av, hvat bløðini skriva, ikki duga at seta tað inn í ein demokratiskan samanhang. Ikki vilja síggja, at demokrati krevur opinleika.
Vit hava eisini ein løgmann, sum í versta føri leyg fyri løgtinginum, í besta føri var óvanliga kargur við sannleikanum, tá hann umrøddi sín leiklut í avtaluni um milliónaendurgjaldið. Í hvussu so er royndi hann ikki at upplýsa Løgtingið um allar síður av málinum, men hinvegin at tøla Løgtingið.

Sendingin lýsti sera væl leiklutin hjá løgmanni og hansara fyrisiting í málinum.

Á ein stillisliga, men kortini konsekventan hátt, legði sendingin fram, hvussu leikur var farin fram.
Hon legði dentin á leiklutin hjá løgmanni og eftir stendur, at vit hava ein løgmann, sum ikki tekur sínar leiðsluuppgávur í Tinganesi í størsta álvara. Heldur skýtur hann ábyrgdina frá sær. Ger gjøldur. Og sum tað nýggjasta er farin at tosa um heksajakt og persónsforfylgjing. At taka hetta álvarsmál í álvara kemur honum ikki til hugs.

Í einum broti verður løgmaður spurdur um støðuna, nú Innlendismálaráðið er burtur og sera trupult tykist vera at sleppa fram at upplýsingum, tí fyrispurningar verða meylaðir víðari og ringt er at finna rætta persónin at svara. Løgmaður hyggur spyrjandi og svarar: Hatta kenni eg einki til!
Júst hesin setningurin er prógvið fyri, at eingin tekur ábyrgdina, nú Innlendismálaráðið er burtur. Løgmaður, sum tók Innlendismálaráðið av, kennir einki til tað!
Svarið skuldi sjálvandi verið: ”Hatta havi eg ábyrgdina av, og um tað er rætt sum tú sigur, so skal eg syrgja fyri at hatta verður í lagi í dag!”

Sendingin ”Skálafjarðatunnilin – kosta hvat tað kosta vil” var ikki ein sending um Skálafjarðatunnilin, men ein sending um handfaringina hjá løgmanni av einum stórum politiskum máli – dømið var Skálafjarðatunnilin.

So hugaligt at síggja, at føroyskt public service sjónvarp kann verða besta sjónvarp, sum vit kunnu fáa. Sjálvandi, mundi eg sagt!

Gott arbeiði!

Thursday, October 3, 2013

Eitt sindur um fólkatalið

Fólkatalið í Føroyum sveiggjar mánaða fyri mánaða, tí kann tað vera misvísandi at samanbera fólkatalið 26. september eitt ár við 1. juli eitt annað ár, sum løgmaður ger á Facebook.

Soleiðis sveiggjar fólkatalið. Vaksandi til og við juli og so fellur tað munandi í august og septembermánaði, har nógv flyta av landinum. Tí ger tað sjálvandi stóran mun, hvørjar dagfestingar man velur, tá samanberast skal millum tvey ár.
Um vit taka munin millum august 2012 og juli 2008, var fólkatalið næstan 800 fólk hægri í 2008. Samanbera vit hinvegin juli 2012 og august 2008, ja, so vóru 70 færri í 2008.
Altso ein munur upp á meiri enn 800 fólk millum 2008 og 2012 - alt eftir, hvørju megin juli tú gert uppteljingina.
So tá løgmaður velur at samanbera 26. september 2008 við 1. juli 2013, so haldi eg vit mugu siga, at tað er missvísandi.

Um vit taka 1. september 2008 og hyggja eftir fólkatalinum pr. 1. sept. 2008-2012 so er hetta gongdin í fólkatalinum:
1. sept. 2008 : 48.550
1. sept. 2009 : 48.476
1. sept. 2010 : 48.457
1. sept. 2011 : 48.267
1. sept. 2012 : 48.062.

Altso ein fólkaminking hvørt ár frá 2008:-74,-19,-190,-205 ella í alt -488.




Um vit taka 1. juli 2008 til 2013 er gongdin í fólkatalinum ein onnur:
2008 : 48.619
2009 : 48.859
2010 : 48.723
2011 : 48.634
2012 : 48.414
2013 : 48.424
 Her er myndin nakað øðrvísi, tí fólkatalið 1. juli 2009 var sera høgt
+240,-136,-89,-220,+10 ella í alt -195.





Sostatt hava vit 3 ymisk tøl:
Løgmanstølini: samanberingin 26. september 2008 til 1. juli 2013: -67 fólk
1. september 2008 til 1. september 2012: -488 fólk
1. juli 2008 til 1. juli 2013: -195 fólk

Bara gott at vita.