Wednesday, April 27, 2016

Bankarnir: Gjald partafelagsskatt við grønum fingrum

Gott, at vit hava bankar, sum hugsa um okkum.
Í Radaranum mikukvøldið hoyrdu vit, um ivasama huglagið hjá summum bankum - í hvussu so er altjóða bankum.
Men føroysku bankarnir - teir eru øðrvísi.
Rendi meg í hesar báðar lýsingarnar á Facebook.
Onnur frá Bank Nordik, sum nú hugsar so øgiliga nógv um sínar partabrævakundar og vil tryggja sær, at teir gjalda skatt.

Og hin frá EIK, sum hugsar um gróðurin og várið og tað grøna.


Lurta eftir Radaranum her: Stairway to Tax Heaven

Tey 10 prosentini blivu til 80%

Ein sera áhugaverd gjøgnumgongd av søguni um sølu av fiskirættindum í sendingini "Tey 10 prosentini", sum var sent i sjónvarpinum týskvøldið.
Afturlítandi kann eg taka í egnan barm og undrast yvir, hví vit, sum stóðu frammalaga í Kringvarpinum hesi ár, ikki dugdu betri at síggja, hvat fór fram fyri nøsini á okkum.
Gott, at Kringvarpið gjørdi tað í gjárkvøldið.
Ein væl úr hondum greidd sending, sum lýsti eitt áhugavert tíðarskeið, tá fiskirættindini hópaðu seg upp hjá nøkrum fáum, og nógv seldu seg rík við rættindum, sum tey høvdu fingið frá landinum.
Problematikkurin var sera væl lýstur.
Fyri einhvønn - eisini fyri reiðararnar - sást, at hetta hevur ikki verið ein serliga góð skipan. Summi eru sloppin at válkað sær í almennum gávum.
Við vælsignilsi frá politisku skipanini - vitandi ella óvitandi.
Í dag standa vit so við spurninginum: Hvussu gera vit best nú?
1. januar 2018 nærkast og ósemja er í fólkinum um, hvussu ein fiskivinnunýskipan skal gerast.
Veikleikin við sendingini - sum við tí fyrru - var, at uppboðssøla slapp at standa eftir sum eitt gandaorð, sum bara vinnur á øllum øðrum tankum.
Kortini legði sendingin í gjárkvøldið - saman við fyrru sendingini - eitt gott grundarlag, sum væl ber til at kjakst útfrá.
Public Service eitur tað eisini.
Spennandi komponeraðir minuttir við eini framúrskarandi myndasíðu.
Í umrøðu av fyrru sendingini segði eg, at fyrra sendingin var 10% av tvørskurðinum gjøgnum fiskivinnupolitikkin seinastu árini. Í gjárkvøldið fingu vit - um ikki hini 90 prosentini - so hini 80 prosentini.

Monday, April 25, 2016

Ókvalifiserað møsn

Tordur Niclasen og Bjarni Djurholm leggja eftir Kringvarpinum og Miðlahúsinum, sum hava gjørt eitt sera viðkomandi journalistiskt val at biðja Gallup gera eina kanning millum føroyingar, um teir taka undir við, at hjúnarbandslógin verður broytt.
Og ein stórur partur sigur seg taka undir við at broyta hjúnarbandslógina.
Tordur og Bjarni halda seg vita betri, og tað er í lagi, men at finnast at journalistiska valinum at gera eina Gallupkanning um hendan spurning, er ókvalifiserað møsn.
Og hesir vilja báðir seta seg omanfyri redaktionella frælsið.
Bjarni Djurholm staðfestir, at tað vóru KvF og Miðlahúsið,
- sum avráddu, nær spurningarnir vóru settir
- sum formuleraðu spurningarnar
- sum avgjørdu, hvørjir spurningar vóru
- og sum gjalda fyri kanningina.
Ja, góði Bjarni Djurholm - hetta verður nevnt pressufrælsi!
Og Tordur Niclasen vil sleppa at formulera spurningarnar, sum Gallup skal seta og tulka úrslitið.
Og góði Tordur Niclasen - hevur tú heldur ikki hoyrt um pressufrælsið?
Kaj Leo Holm Johannesen formulerar á sínum Facebook-vanga, hvussu spurningarnir skuldu verið.
Kaj Leo Holm Johannesen, hevur eisini tú gloymt, at vit hava pressufrælsi í landinum.?


Lesarabræv hjá Bjarna Djurholm
Lesarabræv hjá Thordi Niclasen

Friday, April 22, 2016

Eljustríð í Eik

Sera áhugavert at fylgja við í keglinum um skattafrádráttin, um Eik kanska hevur rætt til ella kanska ikki hevur rætt til. Ivist í, hvussu nógv tíma, men tað er so tað.
Journalistiskt eru tvey áhugaverd sjónarhorn.
Í fyrsta lagi, hvør dokumentasjón er komin fram, og hvat vísir henda dokumentasjónin?
Í øðrum lagi samstarvið millum Kringvarpið og Miðlahúsið.

Dokumentasjónin
Fyrstu tíðindini ljóðaðu, at Eik hevði lumpað ella villeitt TAKS. Eg haldi meg ikki hava sæð dokumentasjón fyri tí. Eg haldi meg hava sæð dokumentasjón fyri, at í Eik og TF Holding vóru ymisk sjónarmið um Eik átti og um Eik hevði rætt til 90 millióna frádráttin. Eg haldi meg hava sæð dokumentasjón fyri, at Eik ikki spurdi TAKS um rættin til frádráttin, men spurdi, hvussu frádrátturin skuldi innganga í skattaroknskapin hjá Eik. Eisini haldi eg meg hava sæð dokumentasjón fyri, at Eik ikki sendi allar upplýsingar, sum Bankin hevði, til TAKS, nevnliga, at tað vóru nógv ymisk sjónarmið, og at ósemja var í nevndini um rættin til frádráttin.
Men eftir stendur, at eg dugi ikki at síggja dokumentasjón fyri, at Eik hevur lumpað ella villleitt TAKS.
Fyri mær sær tað út, sum har hevur verið eitt eljustríð millum stjóran, partar av nevndini í EIK og Jørn Astrup Hansen. Tað kann í fyrstu syftu síggja út, sum eitt reinleikans stríð, har annar parturin roynir at lumpa TAKS og hin parturin ikki vil. Men eg fái meg so illa at trúgva, at ikki okkurt annað motiv eisini má vera onkrastaðni.
Dokumentasjónin sum er løgd fram, er fyrst og fremst um, at tað eru fleiri ymisk sjónarmið - innanfyri og uttanfyri EIK og meiri og minni kvalifiserað - og at øll sjónarmið og allar metingar ikki eru send til TAKS.

Eg standi eftir við spurningunum: Heldur Taks seg hava fingið nøktandi upplýsingar frá Eik ella er nýggja viðgerðin í TAKS tekin um, at nústandi heldur TAKS seg hava nøktandi upplýsingar? Heldur TAKS, at Eik við fyrsta fyrispurningum royndi at lumpa ella villleiða? Um so er, verður tað helst meldað til løgregluna, giti eg. Hvat eigur TAKS at spyrja um og hvat eigur TAKS at vænta ein so stórur aktørur sum Eik sendur við.

Tíverri vil TAKS ikki svara upp á spurningar nú meðan alt frádráttarmálið verður viðgjørt av nýggjum.
Men higartil dugi eg ikki at síggja dokumentasjón fyri, at Eik hevur lumpað ella villeitt TAKS. Tað KANN vera at Eik hevur lumpað ella villeitt - tað er nakað annað. Tað eru nógv, sum kunnu vera løgd undir at lumpa ella villleiða, men uttan greiða dokumentasjón er tað vandamikil journalistikkur.

Miðlasamstarvið
Hin parturin er samstarvið millum Kringvarpið og Miðlahúsið.
Tað er blivið til, at Kringvarpið og Miðlahúsið eru annar parturin og Eik og teirra fólk er hin parturin. Men tá eingin dokumentasjón er fyri høvuðspástandinum - um lumping og villeiðing - so velja Kringvarpið og Miðlahúsið at halda seg til egnar tulkingar og metingar. Tulkingar og metingar, sum koma at standa upp móti tulkingum og metingum hjá Eik (sum tó er sera pírin á hesum økinum).
Men Eik valdi so at ganga móti einari meting hjá miðlunum og sendi rætting út í tíðindaskrivi við einum ráðgevarasetningi, sum stjórin helt undirbygdi hansara meting. Í sjónvarpinum og in.fo gjørdu tey nýggja tulking og meting av hesum eina setninginum, og brádliga tók Eik tíðindaskrivið aftur. Sambært in.fo tí ráðgevin, sum hevði sagt setningin, ikki vildi góðtaka skrivið (tíðindaskrivið giti eg). Men í báðum førum var spurningur um tulkingar av nøkrum setningum. Seinnapartin hósdagin kemur so nevndarformaðurin í Eik við sínum tulkingum og metingum. Og so kunnu Kringvarpið og Miðlahúsið aftur koma við sínum metingum.
Vandamikil journalistikkur.
Eik banki, eins væl og aðrir bankar, hava ikki heimsins størsta trúvirði og goodwill millum fólk, tí forargast vit, um Eik hevur roynt at kradda sær 90 milliónir úr landskassanum.
Kringvarpið og Miðlahúsið hava tað trúvirði, sum tey einaferð hava, men í eini roynd at styrkja henda tíðindaflutningin, so standa størstu miðlarnir lið um lið við sínum tulkingum og metingum. Og miðlarnir báðir halda, at tað styrkir sannleiksvirðið, at teir vísa til hvønn annan. Kringvarpið vísir til Sosialin og Soslialurin og in.fo vísa til Dag og Viku - men tað styrkir einki, tí tey arbeiða út frá sama tilfari - og nógv bendir á - at nógv er frá somu keldum eitt nú Jørn Astrup Hansen. Tó ikki tað, sum er komið fram eftir, at Astrup tók seg út nevndini.
Tað besta hevði nokk verið, at latið Astrup sjálvan staðið fram við sínum tulkingum og metingum, so Kringvarpið og Miðlahúsið ikki komu í ta sera keðiligu støðu, at vera beinleiðis mótpartur í hesum eljustríði og noyðast at leggja alt sítt trúvirðið í egnar tulkingar og metingar.

Saturday, April 16, 2016

Er hatta eitt marknaðarátak fyri Astrup?


Hví vil Sosialurin ikki gera egnan journalistikk burtur úr skjølum, sum blaðið hevur fingið hendur á? Skilji ikki rættuliga. Sosialurin hevur fingið fatur á skjølum, sum hava almennan áhuga - tað er gott.
Men hevur Sosialurin ikki álit á sær sjálvum, sum miðli?
Hví ikki lamtera tíðindini út?
Hví ikki vísa: Hygg hvat vit duga á Sosialinum?
Herfyri vóru redaktørurin á Vikuskiftissosialinum og tíðindaleiðarin í Kringvarpinum í útvarpssstovuni. Tær skiftust um at siga, hvussu nógv størri kraft tað hevði, um Miðlahúsið og Kringvarpið vóru saman.
Saman um hvat?

Fyri mær sær tað út, sum at Astrup roynir at vinna sær fyrimunir, áðrenn TAKS tekur avgerð um frádrátturin var í lagi ella ikki.
Og eg havi ikki nakað grundarlag at siga, at Eik ikki hevur roynt - við vilja ella av grovum ósketni - at fingið ein frádrátt frá TAKS av órøttum.
Men fyri mær sær eisini út, sum um Astrup og TF Holding ikki síggja handilin millum Fíggjarligt Støðufesti og TF Holding við somu brillum.
Onkuntíð plaga vit at siga "follow the money"... í hesum málinum eiga vit eisini at siga "follow Astrup".

Havi lisið seinasta brotið í tíðargreinini hjá Astrup fleiri ferðir:
"Sagen er en skandale. Den er komprimitterende for TAKS, og den er stærkt belastende for TF Holding. Den er en fornærmelse mod Finansiel Stabilitet, en sammensværgelse mod landskassen og en svinestreg mod de færøske skatteborgere. Det er synd for Eik Bank, der har fået sin troværdighed beklikket."
Tað er TF Holding, sum hevur skyldina. Tað er bara synd fyri Eik Banka. Og tað er fornermandi mótvegis Fíggjarligum Støðufesti, har Astrup er. Og so er tað at sameina seg við føroyska skattgjaldaran.
Astrup vísir í tíðargreinini til eitt skriv frá nevndini í nýggja Eik Banka og grannskoðarunum, har sagt verður, at eingin rættur er til frádrátt.
Og í samrøðu við Boga Godfred sigur Súni Schwartz, stjóri í Eik, bara, at hann er ósamdur. Og so var Bogi typtur.
Og Eik roynir kortini at fáa frádráttin - og fær hann í tveimum umførum - fyrst sum beinleiðis frádrátt og í øðrum lagi, sum goodwill-frádrátt yvir 10 ár. (tí er tað "komprimitterende for TAKS".)

Er tað so platt, at TF Holding hevur gjørt ein handil við Astrup (umboðandi Fíggjarligt Støðufesti), sum Astrup ikki dugdi at gjøgnumskoða - og Astrup so í januar 2016 sigur: "Hasum skulu tey ikki sleppa gott frá", Kanska tí hann áður hevur havt okkurt koyrandi við TF Holding ella tí hansara umdømi í DK er um at skakast uppaftur meiri? Eru ovastu stjórarnir í Fíggjarligum Støðufesti eftir honum, tí at ein møguligur frádráttur átti at verið ein partur av keypsprísinum?

Hví hugsi eg, at alt hetta er okkurt slag av "pay back" frá Astrup?
Og nú bar til at spenna Miðlahúsið og Kringvarpið fyri vognin hjá Astrup í eini roynd fáa avgerðina hjá TAKS at fella hansara veg?
Men hetta er bara ein annar vinkul, sum onkur annar miðil kundi hugsað um.
Men at alt hetta luktar er nakað annað - luktar av heilt vanligari kapitalismu.


ES. Og kemur eisini úr mínum munni, at hetta stóra samstarv millum Miðlahúsið og Kringvarpið kann ganga út yvir rættartrygdina hjá Súni Schwartz, stjóra í Eik. Eg eri ikki fyri miðla-mastodontum.