Vit liva í eini tyknistíð, har
næstan øll vera firtin av onkrum. Eftir drápið á George Floyd í
USA stinga sjónarmið seg fram um at reinska almenna rúmið fyri
minnismerki, ið heiðra trælahaldi ella rasismu. Hvussu við
standmyndini av føroyska nobelvinnaranum Niels R. Finsen í
Keypmannahavn – er eingin firtin av, at hon stendur uttan fyri
Ríkissjúkrahúsið i Keypmannahavn og ikki í Vágsbotni.
Øssur Winthereig, PRESS
Eg leigaði mær eina súkklu í nakrar
dagar í Keypmannahavn. Eina gamla damusúkklu. Veit ikki um tað
loysti seg so øgiliga væl. 70 krónur um dagin. Men veðrið hevur
verð gott, og einum eldri manni dámar seint tempo ella tempo, sum
hann sjálvur stýrir.
|
Oyrasundskollegiið er eitt av eyðkenninum hjá føroyingum í Keypmannahavn. Bygningar, sum minna føroyingar um føroyingar. |
Leygardagin skuldi eg súkkla av
Oyrasundskollegium út á Nørrebro at vitja yngru dóttrina og
abbasonin.
Inn í Fakta at keypa djús til
abbasonin.
Súkklaði inn eftir Amagerbrogøtu. Eg
súkklaði 100 prosent spakuligast av øllum.
Hevði júst slept
Oyrasundskollegiinum, einum av føroysku eyðkenninum hjá føroyingum
í Keypmannahavn. Ikki bara lesandi, men so sanniliga eisini teirra
familjum og okkum, sum framleiga okkum ein íbúð eitt skifti.
Súkklaði framvið
uttanríkismálaráðnum. Har aftanfyri stendur spegilskupulin hjá
Tróndi Patursson – Kosmiska Rúmið. Eisini eitt eyðkenni, men
kanska mest eitt sum skal vísa at FærørneFindesFaktisk.
|
Kosmiska Rúmið hjá Tróndi
Patursson stendur við uttanríkisráðið í Keypmannahavn. Enn hava
Sea Shepard ella onnur rætthugsandi umhvørvisfólk ikki kravt
Kosmiska Rúmið tikið niður.
|
Súkklaði fram við Gammel Strand á
høgru hond og Thorvaldsen Museum á vinstru hond. Og so niðan eftir
H. C. Andersens Boulevard niðan móti Ráðhúsplássinum. Ein tann
størsti vegurin í Keypmannahavn er H. C. Andersens Boulevard, sum
minnir øll í Keypmannahavn um ein av heimsins størstu
ævintýrskaparum. Nakað at virðismeta og uppkalla ein veg eftir.
Komin beint framvið Ráðhúsplássinum
ansi eg eftir, at eg havi mist mappuna. Fari fleiri ferðir gjøgnum
lummarnar – aftanfyri, í síðuni, men eg havi súkklað mappuna
burtur úr reyvalummanum.
Frata.
* * *
Nú eru nógvir dagar síðani
George Floyd var myrdur í USA, men mótmælini eru ikki hildin
uppat. Heldur hinvegin.
Her í Keypmannahavn vóru
eini 15.000 fólk og mótmæltu seinasta sunnudag.
Miðlarnir hava lagt stóran
dent á, at mótmælisfólkini stóðu øgiliga nær hvørjum øðrum
og neyvan hildu koronafrástøðuna. Miðlarnir hava eisini funnist
hvassliga at, at talskvinnan fyri Black Lives Matter í Danmark
kravdi, at svørt og hvít ikki stóðu síð um síð í
mótmælisgonguni, og hon skírdi Amnesty International fyri ein
rasistiskan felagsskap.
Høvuðsboðskapurin um
rasismu í Danmark og USA, hvarv eitt sindur í fyrsta lagi.
Tað gjørdi boðskapurin í
Føroyum ikki á sama hátt, men eisini í Havn var spurningurin
reistur, um tey mótmælandi ikki stóðu í so tætt – eftir
koronatilmælunum.
Dagin eftir, at eg hevði
mist mappuna, súkklaði eg av Oyrasundskolleginum inn á
Amalienborg.
Inn á opna plássið har
Drotningin plagar at veitra til fólkið. Súkklaði yvir móti
tveimum av vaktunum, sum stóðu har í bjarnaskinnshúgvu í
hitanum. Eg súkklaði í t-troyggju inn til vinstru fram við
vaktunum og beint aftan fyri bústaðin hjá drotningini stóð
húsið, sum í dag verður rópt ”Det Gule Palæ”.
Nú verður tað brúkt, sum
umsiting hjá kongshúsinum.
Men tað var liðugt bygt í
1762.
Um tað mundi tá Ryberg
flutti inn í Vágsbotni í Havn.
Gitni
franski arkitekturin Nicolas-Henri Jardin teknaði ”Det Gule Palæ”
- og byggiharrin var ríki handilsmaðurin
Frederik Bargum.
Og júst hesi stóru húsini
beint aftan fyri drotningabústaðin eru drigin fram í ljósið
eftir, at George Floyd doyði, tí Frederik
Bargum var ein av ríkastu handilsmonnunum í
Danmark um tað mundi og hann vann sær bara meira peing.
|
Byggiharrin av hesum gula
bygninginum beint við Amalienborg var Frederik
Bargum ein av stóru trælahandlarunum seinast í 1600-talinum.
Skuldi ein minnispláta verið fest á bygningin, sum sigur søguna
um danska trælakeypmannin.
|
Hann átti reiðaríið ”Det
danske Guineiske Kompagni”.
Og pengarnir tjenti hann við
at keypa svørt fólk í Guinea, sigla tey í leinkjum yvir til
Vesturindia, sum Danmark ráddi yvir. Tey svørtu, sum ikki vóru
deyð á ferðini, fingu eitt lív sum trælir í Vesturindia.
Trælir hjá donskum
plantasjueigarum, ið vóru væl stuðlaðir av Fríðrikki fimta,
sum var kongur tá.
Vóru hesi stóru gulu
húsini eini hús, sum man í dag skuldi vera errin av eru ein partur
av donsku kongsborgini.
Ella var ein søga knýtt at
húsunum, sum skal sigast hart.
Húsini hava verið eitt
eyðkenni um ein framfýsnan danskan handilsmann, sum hann ofta hevur
verð róptur. Men hann var trælahandilsmaður og livdi í sokallaði
trýhyrningshandlinum.
Keypti trælir úr Guinea í
Vesturafrika fyri vápn, brennivín og jarn og silgdu teir vestur um
hav til Vesturindia til plantasjueigarar har, sum keyptu trælirnar á
uppboðssølu. Afturfyri fingu Frederik Brgun og aðrir reiðarar og
handilsmenn sukur og tubakk og onnur ráevni við sær aftur til
Danmarkar at selja, og fyri pengarnar bar til aftur at fara til
Vesturafrika.
Eftir drápið av George
Floyd verður rasisma tikin fram og spurt verður, hvussu nógv
minnisverk og standmyndir skulu danir hava eftir trælahandlarum.
Skulu vegirnir hava nýggj
nøvn og skal ein serlig pláta setast upp á ”Det Gule Palæ”,
sum minnir á, hvat søgan eisini sigur um eigaran og bygningin?
* * *
Frata.
Har var einki at gera.
Mappan var vekk. Eg mátti venda súkkluni har á Ráðhúsplássinum
og fara aftur sama veg fyri at vita, um eg fann mappuna aftur. Kanska
lá hon har onkrastaðni. Har vóru tvey kontokort í og so koyrikort
og eitt FK-kort. Men eingin peningur.
Eg var sjálvandi noyddur at
koyra í vinstru síðu aftur sama veg, tí eg skuldi leita á
súkklubreytini, sum eg hevði súkklað á.
Allan vegin aftur eftir H.
C. Andersen Boulevard. Líkt er til, at hansara gøtu sleppur at
varðveita sítt navn. Enn havi eg ikki hoyrt nakað um, at okkurt
ævintýr er so rasistiskt ella diskriminerandi, at man eigur at
umhugsa at geva gøtuni eitt nýtt navn.
Fram við Uttanríkisráðnum
aftur og har aftan fyri stendur kubilin hjá Tróndi Patursson. Hann
verður helst eisini standandi nakað afturat. Havi ikki hoyrt, at
Sea Shepard ella onnur krevja spegilsrúmið burtur.
Súkklaði heilt útaftur á
Oyrasund, men har var einki at finna – heldur ikki inni í Fakta.
Eg vendi damusúkkluni aftur
og súkklaði sama túr eina ferð afturat.
Fram við Uttanríkisráðnum,
sum stendur fyri viðurskiftunum hjá Danmark við onnur lond. Og sum
í dag hevði havt sambandið við Vesturindia, um Danmark ikki seldi
oyggjarnar í 1917.
Fann heldur onga mappu á
vegnum aftur og súkklaði heilt út á Nørrebro, har dótturin býr.
Tað fyrsta eg mátti gera,
var at fáa netsamband við mína telefon, so eg kundi sperra
kontokortini.
Betri Banki var stongdur, so
eg skuldi ringja til donsku fyritøkuna NETS.
Ein fyritøka, sum umboðar
føroysku bankarnar.
Ja, sum er blivin eitt nýtt
eyðkenni fyri donsku peningaskipanina í Føroyum.
* * *
Í Bristol í Stórabretlandi
fóru mótmælisfólk beinleiðis eftir eini standmynd av
trælahandilsmanninum Edward Colston. Tey rivu standmyndina niður og
tveittu hana á bláman í havnini í Bristol.
Tað var ikki eitt
minniseyðkenni, sum mótmælisfólkini vildu hava standandi í
Bristol.
Eftir drápið á George
Floyd var stundin komin at gera upp við tey, ið høvdu staðið
fyri tí ringastu rasismuni í søguni yvirhøvur. Tey skuldu ikki
hava minnis- og heiðurspláss í býunum.
Í danska býrarpartinum
Holte er ein gøta, sum
eitur Frederic
de Conincks Vej.
Og Frederic
de Coninck var ikki bara onkur,
men kanska ein av ríkastu handilsmonnum og reiðarum í Danmark
nakrantíð.
Á vegaskeltinum stendur
sera vinarlig handelsmand undir navninum.
|
Í
Holte í Danmark eitur ein gøta de
Coninck Vej. Frederic de Coninck eitur handelsmand, men var ein av
ríkastu monnun í Danmark – og ríkidømi var uppbygd við millum
annað trælahandli.
|
Men felagið hjá Frederic
de Coninck var trælahandlarir. Felagið hjá honum De Coninck &
Co átti yvir 60 handilsskip og fleiri sigldu við trælum úr
Vesturafrika til Vesturindisku oyggjarnar. Hann og hansara reiðarí
vunnu nógvan pening við trælahandli.
Frederic
de Coninck var hollendari, men var
fluttur til Danmarkar. Her var hann væl í øgn við Kongshúsið og
fekk nógv frammíhjárættindi, tá tað snúði seg um
trýhyrningshandilin.
Enn eitur gøtan
í Holte Frederic
de Conincks Vej
.
* * *
NETS.
Ja, ja, um NETS nú er
blivið eyðkenni fyri Betri Banka, so má eg heldur ringja har fyri
at steingja kontokortini.
Áðrenn eg ringdi bæð
dótturin meg kanna, um onkur kanska hevði skrivað á Facebook, at
mappan var funnin.
Nei – eingin hevði
skrivað.
Og telfonnummar var einki í
mappuni, tí tað kendi eingin, og tað bar ikki til at sláa upp
nakrastaðni, tí eg hevði keypt mær eitt danskt talitíðarkort.
So einki nyttaði at leita eftir Øssur Winthereig nakrastaðni.
Ringdi til NETS og tað var
ein drúgv løta.
Telefonsvararin segði
allatíðina: ”Alle vores medarbejdere er optaget”. Eg hugsaði
mítt, at har situr garanterað bara ein persónur.
Meðan eg bíðaði so vísti
mín nýggja telefon, at onkur ringdi til mín.
Eitt ókent danskt nummar.
Skuldi eg leggja á og
ringja hatta nummarð og vita. Men hví tað, eingin hevði mítt
nummar.
Bað dóttrina ringja, meðan
eg bíðaði eftir onkrum av teimum mongu medarbeiðarunum,sum vóru
til arbeiðis hjá NETS..
Nei, hatta var okkurt
call-sentur.
OK.
Langt um leingi var hol í
gjøgnum til NETS
Torben í hinum endanum.
Torben skilti beinanvegin,
hvussu støðan var, tá eg segði, at eg einki CPR-nummar hevði
enn. SO spurdi hann beinanvegin um p-tal.
Spurdi, hvar eg búði og so
vórðu kortini sperrað.
NET og Betri enn eg hevði
trúð.
-Tak!
- Selv tak. Hav en fortsat
god dag!, segði Torben áðrenn eg legði á.
* * *
|
Vesturindiska Pakkhúsið á Lange Linje í Keypmannahavn. |
Navnaskeltið í Holte
stendur enn, men fleiri eru, sum vilja hava, at gøtan skal hava eitt
annað navn. Navnið Frederic
de Coninck er eitt eyðkenni fyri
nakað, sum vit skulu gera upp við.
Men hesin hollendarin -
Frederic
de Coninck - sum var endaður í
Keypmannahavn og gjørdist ein av ríkastu monnunum í Danmark,
arbeiddi eitt skifti saman við einum øðrum – vælkendur í
Føroyum - sum eisini eitur handilsmaður – nevnliga Niels Ryberg.
Niels Ryberg fekk í 1766
loyvdi at gera eina umskipingarhavn í Vágsbotni í Havn.
Hendan umskipingarhavnin
skuldi brúkast at sleppa undan tolli og avgjøldum, tá vørur
skuldu seljast til eitt nú Stórabretland og var í roynd og veru
eisini brúkt sum smuglingarhavn.
Skip úr India og úr
Vesturindia sigldu til Føroya, har vørurnar vóru umskipaðar og
smuglaðar til Stórabretlands.
Ivaleyst eisini skip sum
Frederic de Conink átti, hann arbeiddi saman við Ryberg.
Stórabretland og Frakland
vóru í kríggi, og Stórabretland hevði hækkað tollin fyri vørur
úr India sera nógv. Tí var stórur áhugi at smugla vørur til
Stórabretlands.
Flestu skipini í bretska
flotanum vóru í kríggi, tí bar væl til at hava ein
umskipingarhavn í Havn og sigla til Stórabretlands uttan at vera
steðgaður – fyrst og fremst til oynna Man, sum ikki tá var
partur av Stórabretlandi.
Meðan Ryberg hevði handil
í Havn hevði hann eisini verið uppi í trælahandli við felagnum
Ryberg & Thygesen.
Ryberg var sera virkin, men
var sambært keldum ikki av teimum ringastu í trælahandlinum, men
hann var virkin handilsmaður – eisini á í Vesturinda.
Men Ryberg var eisini
sosialt virkin í Danmark og hevði nógv álitisstørv hjá kongi.
Umskipingarhavnin hjá
Ryberg var virkin í Vágsbotni frá 1766 og eini 20 ár fram.
Og í Føroyum verður sagt,
at júst hendan tíðin flutti Føroyar úr óvitandi
bóndasamfelagnum inn í ein nýggja næstan altjóðagjørdan heim.
Rolf Guttesen skrivar í
grein í Fróðaskaparrit, at føroyingar stevndu til Havnar og lærdu
nýggj hondverk og møttu fremmandafólki og handlaði við tey.
Hetta var menninartíð í Føroyum.
Eyðkennið fyri nógvar av
stóru handilsmonnunum hetta tíðarskeiðið var, at teir vóru høgt
virdir og teir fingust eisini við ymiskt annað vældámt alment
virksemi.
Og vert er eisini at minnast
til, at í Danmark var eingin mótstøða móti trælahandli ella at
handlað var við keypmenn, sum brúktu trælir.
Hinvegin var hesin handil
við at seta Danmark á heimskortið.
* * *
Ja, handan mappan var farin
í stórbýnum.
Eg súkklaði útaftur á
Amager og steðgaði á á Ráðhúsplássinum.
Og meðan eg bara siti har,
ringir telefonin aftur.
Sama nummar, sum úti hjá
dóttrini.
Jú, tað var Brita frá
Tivoli-call-center. Hon stóð var við einari mappu. Har vóru tvey
kontokort í. Og har var eisini leigusátmáli fyri ein súkklu í og
á sáttmálan hevði hon funnið hetta telefonnummarið, sum hon nú
ringdi til.
Eg sprakk teir fáu
metrarnar yvir í Tivoli og mín sann um eg uttan at blunka fekk
mappuna aftur við øllum í.
Koyrdi mappuna í ein
síðulumma við snarlási.
Og so uppáaftur
damusúkkluna. Ha? Skrivaði eg damusúkklu?
Eg meinti sjálvandi súkklu.
* * *
Eingin standmynd ella
minnisvarði er av Ryberg, sum eg hava funnið. Hvørki í Havn ella
Keypmannahavn.
|
Standmyndin av Niels R.
Finsen stendur uttan fyri Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn, men
átti at verið tikin niður í hesum tyknistíðum. Eiga føroyingar
at vera firtnir av, at Niels R. Finsen situr í Keypmannahavn og ikki
í Vágsbotni.
|
So slepst undan at taka
støðu til um nakað skal broytast í býarmyndunum av hansara ávum
og hansara verkum.
Ein av teimum, sum fór at
sigla og fekk altjóða útsýn í Ryberg-tíðini var Nólsoyar
Páll, og Nólsoyar Páll hevur fingið sína egnu standmynd beint
uttan fyri gamla Ryberg-handilin í Vágsbotni.
Men tann standmyndin skal
eftir øllum at døma nú takast niður.
Í Keypmannahavn stendur ein
standmynd, sum eisini er eitt eyðkenni fyri føroyingar í Danmark.
Sum Oyrasundskollegiið, sum kubilin hjá Tróndi Patursson.
Tað er standmyndin av Niels
R. Finsen, sum stendur til vinstru á veg inn móti høvuðsinngongdini
til Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn. Niels R. Finsen situr
skeivt á einum stóli og starir niður í gólvið.
Nobelvinnarin, sum ikki
verður róptur føroyingar, sjálvt um hann var føddur her. Uttan
av okkum sjálvum.
Ja, kanska skuldi tann
standmyndin verið tikin niður og flutt til Føroya – kanska í
Vágsbotn.
Vit hava eina skirvisliga
minnisplátu um Niels R. Finsen á garðinum kring Ríkisumboðið.
Men hví ikki krevja Niels
R. Finsen heim í Vágsbotn, tí so kundu, tann standmyndin
samstundis verið eitt minnismerki um stórkeypmannin Niels Ryberg.
Tí føroyski nobelvinnarin
var uppkallaður eftir Ryberg-keypmanninum.
Niels Ryberg Finsen.
Keldur:
Wikipedia
Rolf Guttesen: Sendingsgods
fra Færøerne 1805-1855. Fróðskaparrit nr. 61