Monday, April 8, 2013

Óli Breckmann, Thatcher og eg 4. mai 1979


Hósmorgunin 4. mai 1979 hevði eg morgunvakt í útvarpinum, sum helt til á Bryggjubakka í Havn.
Eg tømdi telex-rullurnar, sum vit gjørdu tá, og eg lurtaði eftir norðmanninum og danskaranum.
Jú tíðindini vóru, at ein kona, sum at Margaret Thatcher hevði vunnið bretska tjóðartingsvalið.
Og hesi tíðindi bar eg so føroya fólki tíðliga hendan hósmorgunin.
Eg havi helst sagt nakað soleiðis:
"Margaret Tatcher vann bretska valið í gjár!"
Eg hevði ikki meiri enn lisið tíðindini, so ringdi telefongin á 1380.
"Hetta er Óli Breckmann. Nýggji forsætisráðharrin, sum vann valið í gjár eitur Margaret Thatcher!"


So lærdi eg tað.
Men í dag kann eg so minna Óla Breckmann á, at hann var lærari hjá mær í enskum í 2. real í 1974. Í staðin fyri at læra okkum at úttala Thatcher, so lærdi hann okkum "Blowin' in the Wind" hjá Bob Dylan.
Ja, høvi at lurta eftir hesum:
Blowin' in the Wind