Wednesday, September 30, 2015

Kinesisk kensla í rættinum í dag


Sat við eini løgnari kenslu í Landsrættinum í dag.
Eina løtu fekk eg eina ófrættakenda kinesiska kenslu. Valdið móti fýra journalistum, tí teir høvdu gjørt sína skyldu: roynt at lýst, hvussu ein landsstýrismaður í fíggjarmálum hevði eina fortíð, har hann hevði latið vørur um diskin uttan at gjalda toll.
Gamaní fyri nógvum árum síðani.
Eingin hevur noktað, at vørur vóru tiknar úr goymsluni uttan at tollur var goldin. Og eingin noktar, at seinasti landsstýrismaður i fíggjarmálum var stjóri í fyritøkuni, tá tað hendi.
Og tað hendi í Sørvági.
Og nú sótu fýra journalistar á ákærubeinkinum fyri at hava roynt at lýst hesa støðuna fyri Føroya fólki.
Rættarmál átti ongantíð at komið upp á tal.

 Onga viðmerking
Tá portal.fo segði søguna fyrstu ferð í desember 2013 vildi Jørgen ikki gera viðmerkingar, og tað vildi hann heldur ikki til útvarpið næstu mánaðarnar. (rætting kl. 20:38 - Jørgen gav eina viðmerking til úf kl. 18 og eina viðmerking til D&V kl. 19 fyrsta dagin).
Heldur vóru journalistarnir hóttir við fongsulsrevsing, um tey skrivaðu um hetta sonevnda toll-málið.
Landsstýrismaðurin átti at virt pressuna so mikið, at hann segði frá síni síðu. Í staðin valdi hann at kasta illgruna á sjálvar miðlarnar fyri forfylging og annað.
Kringvarpið, sum í eina tíð hevði siglt í tungum sjógvi, var eitt lætt offur at seta undir illgruna um alt millum himmal og jørð.
Her er hóskandi at nevna, at eg haldi ikki at alt, sum kringvarpið hevur sagt í hesum máli er eins væl frágingið - fakliga. Tað er týdningarmikið, at journalistikkur, sum er hvassur eisini er fakliga væl frágingin. Men at lýti eru í hvassa journalistikkinum eigur ikki at skugga fyri tí týdningarmesta.
At gera hvassan journalistikk - at tora - eisini tá man verður hóttur við fongsulsrevsing.
Í hesum førinum at lýsa tollmálið var sera týdningarmikð: Valdssterkasti politikarin í landinum hevði verið uppi í einum máli, har vørur vóru seldar uttan at rinda toll.
Og nú sita journalistarnir á ákærubeinkinum og kunnu guðsdoy verða dømdir.
Høvuðsspurningurin tykist verða, um Portal.fo ella kringvarpið hava sagt, at Jørgen hevur gjørt nakað revsivert. Tað kann vera ærumeiðandi. Hvat merkir setningurin: Jørgen snýtti í tolli. Er tað at snýta, at hann ikki rindaði toll ella er at snýta at hava gjørt nakað revsivert. Ella svika, hvat er tað?
Forbannað keðiligt, at kritiskur journalistikkur skal enda í rættinum.
Sum í Kina.

Tuesday, September 29, 2015

Rætta svarið fingu vit ikki frá Anniku


Ein sera lang samrøða við Anniku Olsen í kvøld, sum mest var ein umbering fyri ivasama politiska dømikraft.
At Annika fór úr Fólkaflokkinum gjørdi ikki so nógv bilsin, men at hon fór eina viku eftir valið, var kanska ikki væntandi. Hon hevði sjálv staðið í fremstu røð, tá arbeiðið hjá fráfarnu samgongu skulu seljast og vekslast til fýra ár afturat.
At hon so segði ja til Framsókn og forkvinnusessin í fíggjarnevndini vísir bara, at hon er ein  politikari við persónligum ambisjónum, sum einhvør maður (og hví skuldi hon ikki tað?)
Men so hendir okkurt: persónligt trýst er orðið, sum Annika brúkar.
Ein so royndur politikari, sum smekkar til forkvinnusessin í fíggjarnevndini í eini handavending, má vera von við politiskt og persónligt trýst - og tað sigur hon eisini at hon er.
So má tað vera okkurt annað, sum fekk hana at venda øllum bakið og krógva seg og part av síni familju í ein viku. Var talan um okkurt slag av trýsti, sum hon ikki er von við.
Beinta royndi at spyrja í sjónvarpinum í kvøld, men rætta svarið ivist eg í at vit fingu.
Annika vavdi í longum frágreiðingum um, hví hon fór úr Fólkaflokkinum, og hví hon fóri upp í Framsokn og úraftur.
Fyri mær sá tað út, sum krógvaði hon veruligu grundgevingina.
Og sum skjól brúkti hon ópolitiskar grundgevingar, sum eg eri eisini eitt menniskja, og eg hevði ikki samvitsku til annað, og eg hugsaði um familjuna.
Alla virðing fyri tí, men er tað ein orsøk hjá einum so royndum politikara, sum Anniku?
Eg hvørki kann ella vil krevja nakað svar, men vil bara siga, at vit neyvan hava fingið veruliga svarið enn.

Wednesday, September 9, 2015

Annika vann 961 atkvøður, men meinti hon ikki tað, sum hon segði

961 atkvøddu fyri Anniku Olsen úr Fólkaflokkinum. Men tað er ivasamt, um hon meinti tað, tá hon segði seg stuðla Fólkaflokkin.

Uttanifrá síggja politisk floksskift ofta løgin út og eisini illgrunaverd. Løgin, tí vit trúðu vit høvdu við persónar at gera, sum høvdu sjónarmið, sum flugtaðu við flokssjónarmiðini og sum vardu flokssjónarmiðjini. Løgin tá man letur seg velja fyri ein flokk og beint aftaná takkar fyri seg, tí man er so ósamd við floksins politikk. Janus Rein takkaði fyri seg í Framsókn, Kristianna Winther Poulsen í Sjálvstýrisflokkinum. Løgið bara at skifta sjónarmið frá degi til dags,  men løgnast at gera tað beint eftir at vera vald.
Tá gerst tað eisini illgrunasamt.


Annika Olsen kundi verið farin úr Fólkaflokkinum, tá Poul Michelsen fór, men gjørdi tað ikki. Og tað var rætt sæð, um politikur er soleiðis háttaður, at tað er møguleikin fyri persónligari karrieru, sum telur mest.
Í fýra ár hevur Annika Olsen vart politikkin hjá samgonguni.

Og eisini í valstríðnum var hon eitt av fremstu valevnunum hjá Fólkaflokkinum, har hon eisini vardi politikkin seinastu fýra árini. Væntaði Annika, at møguleikin fyri persónligari karrieru var størstur við at vera verandi í Fólkaflokkinum, so var tað ikki rætt sæð - hesuferð.
Er politikkur soleiðis, at nú hevur hon sæð, at møguleikin fyri persónligari karrieru er størstur uttanfyri Fólkaflokkin?
Ja, nú verður spennandi at hoyra, hvat Annika meinar, tí efir 14 døgum hevur hon slept hesum meiningunum:























Wednesday, September 2, 2015

Bara trý vunnu einsamøll inn á ting

Bara Aksel, Sonja og Høgni vunnu inn á ting við einum atkvøðutali, sum var hægri enn kostaðurin á einum tingsessi.
Í alt vóru greiddar 32.375 atkvøður, og býta vit tað við 33, so kostaði ein tingsessur 981 atkvøður.
Aksel V. Johannesen fekk 2405 atkvøður - tað svarar til 2,5 tingsess til Aksel, Høgni Hoydal fekk 1142 atkvøður og tað svarar til 1,2 tingsess og Sonja Jógvansdóttir fekk 1020 atkvøður - svar til beint yvir ein tingsess.
Øll hini eru vald við hjálp frá atkvøðum til listan ella við atkvøðum frá øðrum valevnum, sum ikki vóru vald. Jacob Vestergaard og Annika Olsen vóru rættuliga nær við einsamøll at vinna sínar sess - Jacob fekk 965 atkvøður og Annika 958 atkvøður.

Annars vænti eg, at tað var óneyðugt at seta iva um býtið millum Nýggja Sjálvstýrið og Framsókn.
Niðanfyri sæst dømi um, hvat skal til í finteljingini fyri at Framsókn fær ein afturat og Nýtt Sjálvstýri missir ein. Í hesum døminum skulu 22 atkvøður flytast beinleiðs frá Nýggjum Sjálvstýri til Framsókn.
Sjálvandi kunnu aðrar broytingar henda, men ikki serliga sannlíkt.