Sunday, August 30, 2015

Helena, Hanus, lygnirnar og skúlasamanlegging


Lygn 1
I skúlasamanleggingini av Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum hava leiðsla, skúlastýrið og politiski myndugleikin lovað at ongir flokkar skulu syndrast. Her er lyftið frá Helenu Dam á Neystabø.

Longu fyrsta skúladag eftir summarfrítíðina blivu allir 8. flokkarnir í Skúlanum á Fløtum syndraðir sundur, uttan nakra sum helst kunning frammanundan til foreldur ella næmingar. Onkur flokkur hevur ongar av somu lærarunum, sum teir høvdu í Venjingarskúlanum.

Lygn 2
Hanus Joensen, skúlastjóri, segði, at tað hevði týdning at savna allar flokkar á sama aldursstigi. Afturtfyri lovaði hann, at børnini á Venjingarskúlanum skuldu hava somu tilboð, sum børnini í Kommunuskúlanum. (Sum átti at verið sjálsagt, tá tey ganga í sama skúla)
Soleiðis segði Hanus í útvarpinum:



Tað var lygn. Nú tvær vikur eru farnar av skúlaárinum, hava vit foreldur at børnum í Venjingarskúlanum fingið at vita, at okkara børn ikki fáa sama tilboð um tónleikaundirvísing og myndlistundirvísing.

Her sæst meiri um tónleikatilboðið í Kommunuskúlanum.

Av onkrari orsøk hevði tað týdning at leggja skúlarnar saman mitt í einum skúlaári. Helena Dam á Neystabø hevði eina frágreiðing i Sosialinum seinasta vikuskiftið, men at svara foreldrum aftur, tað hirðir hon ikki. Hetta hevur í eina viku staðið ósvarað á síðuni hjá Helenu Dam á Neystabø
 
Vit kenna ikki røttu frágreiðingina til at samanleggingin skuldi skundast ígjøgnum, men eftir at hava sæð alment innlit bæði úr Menamálaráðnum og Fíggjamálaráðnum, halda vit, tað helst var einasti máti at gera Hanus Joensen til stjóra, uttan at lýsa starvið leyst á virðiligan hátt. Tá eitt stjórastarv skal latast uttan um vanligar setanarreglur, mugu børnini bara liva við tí.

Saturday, August 15, 2015

Føroyingahavnin: Restirnar rotnaðar

Føroyingahavnina er í bakborði, tá vit stevna inn eftir fjørðinum í dýrdarveðri. Tað tók bara tveir tímar at stima úr Nuuk og suðureftir. Summarið er komið og sólin stendur sterk á saltgoymsluna, sum er fyrsti bygningur, sum sæst, tá vit sigla inn eftir fjørðinum.
Tað sær ikki vandaleyst út at leggja at træbryggjuni, tí leggja vit bátin fyri kýla og rógva í land í einum lítlum gummibáti.
Tað er púra kvirt og tómt.
Ringt at síggja fyri sær, at fyri nógvum árum síðani hava stór frystiskip lagt til bryggjuna og flutt fleiri túsund tons av flaki og saltfiski til meginlandið. Og larmandi kranar sveiggjaðu inn og úr saltgoymsluni.
Á landi vóru fleiri hundrað fólk – summi á flakavirkinum, summi í salfiskinum, summi á sjómansheiminum, summi í smiðjuni, summi í norska vælferðahúsinum. Summi í ”Himmelbjerget”, sum skrivstovu- og handlishúsið var rópt og sum eisini gjørdist eitt eyðkenni fyri Nordafarstøðina í Føroyinghavnina. Arbeiðsfólkið búði í barakkunum. Kanska onkur stóð og fekk sær ein pylsu í pylsuvogninum, sum stóð við smiðjuna.
Nordafar-støðin var bygd í 50-unum, tá gamla Føroyingahavnin – longri úti á fjørðinum - var niðurløgd og føroyingar kastaðu saman við norðmonnum og danskarum.
Har var stór saltgoymsla, flakavirkið og frystarí, og Føroyingarhavnin virkaði sum inn- og útskipingarhavn og var eisini týðandi útgerðarhavn hjá fremmandum skipum í Grønlandi.
Fyrst í 80-unum minkaði virksemið í Føroyingahavnini, men roynt varð at halda lív í Nordafar. Løgtingið og Fiskasølan royndu at blása lív í støðina í 80-unum, men tað bar ikki til.
Síðst í 80-unum fór Nordafar á húsagang. Roynt varð at selja, tað sum seljast kundi.
Síðani 1920-unum hava føroyinar róð út og fiskað í Grønlandi. Okkurt árið vóru væl yvir hálvt hundrað bátar í Grønlandi – smáðir útróðrabátar, sluppir, línuskip og trolarar.
Í 25 ár hevur støðin ongan góðn átt. Í dag standa bygningarnir tómir og oyddir - sum eitt søgufrøðiligt prógv um, hvat hendir við einum lítlum býi, tá øll eru rímd.
Ikki ein rútur var heilur – fleiri síggja út at vera skotnir í knús - og kanska eitt ella tvey borð stóðu á fýra beinum.
Eini 18 tons av salti standa enn inni í saltgoymluni og enn liggur pakningur at L/F Fiskasøluni og sløðist á gólvinum.
Men í dag er púra kvirt á Nordafar-støðini.