Wednesday, December 17, 2014

Hugleiðingar um Venjingarskúlan í 70-unum og morðini í Peshawar

Var biðin at hugleiða um skúlaárini í 70-unum. Men dagurin í dag var eisini annað. Hetta eru orðini, sum eg valdi at siga:

Í dag er sorgardagur í Pakistan. Í dag er sorgardagur í heiminum.

Sonur mín fór í skúla í morgun i skúlauniformi og nú liggur hann í eini kistu” segði ein pápi, tá hann fann sonin deyðan á einum sjúkrahúsi í Peshawar.
Í gjár hendi ein ræðuleiki, sum ikki er at skilja.
Á einum skúla í Peshawar i Norður-Pakistan tætt við markið til Afganistan lupu nakrir alvápnaðir talibanar á skúlan og drupu umleið 130 børn.
Tað ljóðar, at skúlin fyrst og fremst var ein skúli hjá pakistanska herinum, men har gingu onnur børn eisini.
Taleban skal hava sagt, at hetta var hevnd fyri, at pakistanski herurin síðani í summar hevur framt álop á taleban-deplar við markið til Afganistan.
Men meiningsloysi er óskiljandi.
Børn í sama aldri, sum tey, ið ganga her á Venjingarskúlanum.
Tey fóru í skúla í gjár og 130 børn komu ikki heimaftur til síni foreldur.

Sonur mín – Jens Brandur – fór í skúla í morgun í einum jakka, sum partú skuldi venda á ranguni.
Eg slepti honum uttanfyri, tí hann vil ganga einsamallur seinasta teinin inn í Gula Skúla.

Og sjálvandi visti eg, at hann kom aftur seinni í dag – ja, nú situr hann her.

Í Pakistan vænta tey, at henda andskræmiliga niðurskjótingin av skúlabørnum kanska fer at venda tí undirtøku, sum taliban hevur havt í útnyrðinspartinum í Pakistan.
Eg veit væl, at støðan í Pakistan er torskild, men at skjóta til deyðis 130 børn, sum eru í skúla – er ófatuligt – ein devulsins atsókn.

Skúlin er ein týðandi miðdepil í okkara lívi.
Ikki bara tey árini vit ganga í skúla, men verður akkersketan, sum vit restina av lívinum kunnu líta á. Hjá flestu okkara ketan, sum heldur.
Ein miðdepil, har vit trygt kunnu og vilja senda okkara børn. Har vit sjálvi hava kent okkum trygg. Ein miðdepil, har kenslur og minni venda aftur alt lívið - bæði í gleðistundum og sorgarstundum.
Tveir næmingar á Venjingasrskúlanum fylgja í hesu løtu teirra lítlabeiggja til gravar.

- - -

Eg eri ikki ordiliga venjingarskúladrongur.
Byrjaði ikki her í 1. flokki, tí tá búðu vit heilt uppi á fløtuni hjá Hilmar Kass í Hoydølum.
Vit fluttu út undir Heyggin í 1968, og í sætta flokki flutti mamma meg út á Venjingarskúlan, tó ikki heilt út á Frælsið, men bara í Brúna Skúla, sum skúlin í Fríðrik Petersensgøtu at.
Haldi har vóru 5. 6. og 7. flokkar. Haldi, at tá gingu tey 1. til 4. flokk á, tí sum í dag eitur Guli Skúli. So har vóru flokkar, sum høvdu gingið saman øll árini.

Eg var tjummaður í ein flokk við argjabørnum, sum vóru komin um brúnna og heim til Havnar at ganga í skúla og við børnunum vestanfyri, sum Ólavur Dalsgarð hvønn morgun koyrdi um Velabstaðháls - tey av Velbastað og úr Kirkjubø.
Og vit fyltu ein heilan flokk. C-flokkin.
B-flokkurin, sum hevði verið har áðrenn, var rættur venjingarskúlaflokkur - helt seg nokk vera meiri enn okkum, men eg minnist tað, sum at vit skjótt sluppu upp í part í skúlagarðinum. Vit sluppu at sparka við hinum.
Vit vóru tikin við í felagsskapin.
Lærararnir tá fyrst í 70-unum vóru millum aðrar Páll Johannesen, Petur Martin Danielsen og Jeffrei Hendriksen og Hans Erland í Brekkunum.
Og tá vit skulu í sjeyna flokk fór gramlið at ganga, at vit skuldu hava ein nýggjan lærara. Og eg minnist, hvussu lítið eg helt um tað.
Tí eg hevði hoyrt – ja, hvaðani ein 12-13 ára gomul drongur hoyrir slíkt fra veit eg ikki – men vit høvdu hoyrt, at nýggi lærarin var kommunist – einki vistu vit, hvat tað var, men vit høvdu hoyrt tað sum verri var – at hann ikki trúði upp á Guð.
Og hvør tað var, jú, tað var tann maðurin, sum í dag, haldi eg, er útbúgvin teologur og hevur skrivað søguna um Brøðrasamkomuna í Føroyum.
Eingin annar enn Tórður Jóannesarson.
Eg minnist, at eg hopaði bara ikki, at hann fór at tosa um Guð – og tað gjørdi hann ikki.
Sjálvandi – mundi eg sagt - vísti tað seg, at hann var ein frálíkur lærari.

Ikki so løgið, at argjabørnini hildu eitt sindur saman, og tey vestanfyri hildu eitt sindur saman. Eg var so heppin, at eg kendi børn úr báðum støðum, so eg minnist tað eisini, sum at eg fall væl til í c-flokkinum á brúna skúla.

Júst hetta eigur at vera eyðkennið fyri ein almennan kommunuskúla, at her er pláss fyri øllum.
At tú í skúlanum møtir nógvum sløgum av børnum – úr øllum sløgum av heimum. Í okkara føri eisini úr fleiri bygdum. Tað var loyvi at kalla argjafrensar fyri bygdarfrell, sjálvt um teimum kanska ikki dámdi tað so væl. Nú – haldi eg – at tey gjarna vilja verða kalla argjafrensar og bygdafrell.

So umframt at møta ymsum næmingum, so – ja rendu vit okkum í ein táverandi guðloysing og kommunist – men sum tók lærarauppgávuna á seg í so stórum álvara, at fyri okkum næmingar var tað bert eitt høvi at læra, at vit eru ymisk.

Tað sum eisini vísti seg longu í sætta flokki í Brúna Skúla var, hvussu ein skúli knýtir ættarlið saman.

Minnist ikki rættuliga, um næmingarnir á Læraraskúlanum vóru oftari í praktikk hjá okkum, sum gingu á Venjingasrskúlanum, men tað haldi eg. Í hvussu so er tóku ungir læraraskúlanæmingar - um 20 ára aldur - okkum við í tann undirvísingarheim, sum tey vóru at veg inn í.
Tey vístu, hvussu spent tey vóru at útbúgva seg til hetta ábyrdarfulla starv - at vera lærari og lærarinda.
Vit lærdu hesi fólki at kenna, sum skulu gerast okkara lærarar í eldri flokkum, men sum eisini skuldi gerast lærarar hjá okkara børnum og abbabørnum.
Sjálvt um vit gingu á Brúna Skúla, so høvdu vit onkrar tímar úti á Venjingarskúlanum - har vit bardst við 7. a og ræddust dreingirnar. Men vit sóu eisini aftur læraraskúlanæmingarnar.
Natti var ein av teimum, hann var eisini granni hjá mær undir Heygnum.
Og eg helt við NFL - sum var flogbóltsliðið hjá læraraskúlanæmingum. Eg sat mangan meiri ella minni kleimdur niðri í fimleikahøllini leygardagar, tá FM var í flogbólti.
Tað var ein annar lærari á Læraraskúlanum – Árni Dahl – sum skrivaði ítróttin fyri Dimmalætting, sum hevði funnið uppá, at volley-ball skuldi eita flogbóltur.
Hetta hendi alt á mínum skúla.
Eg dvølji við hetta, tí hetta í mínari tíð gjørdi Venjingarskúlan til meiri enn ein skúla fyri børn. Hetta var eisini skúlin har lærararnir vórðu útbúnir, og vit sum børn sluppu at síggja tey, arga tey og hálova tey, sum skuldu mynda framtíðarskúlan.
Sjálvur slapp eg - sum børnini vestanfyri esini gjørdu - at eta døgurða í kantinuni hjá læraraskúlanæmingunum.
Onkursvegna kendi eg tað, sum hesi ungu - bara tí tey vóru har - góvu skúlanum eitt virði - eina tign - sum skaraði framúr.
Og tað var eisini tí eg í áðni segði, at skúlin knýtir ættarlið saman.
Tey ungu fólkini, sum vóru okkara lærarafyrimyndir, tey hava eg rent meg so ofta í seinni og tíbetur geri tað enn.
Jógvan Asbjørn Skaale, sum var ein av læraraskúlanæmingunum, sum hurraði við okkum í sjeynda flokki, gjørdist seinni mín stjóri í Sjónvarpinum.
Ein annar, sum gekk í B-flokkin hinumegin gongina í Brúna Skúla – Tróndur Djurhuus – gjørdist eisini mín stjóri ein skifti.
Kristian Johansen – Kristan hjá Hanneba – hevur útroknað streymtalvurnar í Skipalistanum.
Jeffrei Hendriksen havi eg mangan møtt á Facebook, har hann hevur lagt lag á tað føroyska.
Á Hvonn standa floksfelagir hjá eldru døtrum og selja øl.
Næstan hvønn dag knýta vit traðrir, sum vóru spunnir á hesum skúlanum – bæði til smábørn og ti gomul.
Natti, sum vit høvdu, gjørdist skúlastjóri hjá báðum døtrunum, sum í nøkur ár gingu á venjingarskúlanum og mín sann, nú tá eg havi sent ein nýggjan sjeyára gamlan son í Gula Skúla, so er Natti aftur stjóri og ringir til mín 40 ár eftir eg tók realprógv og biður meg siga okkum um Venjingasrskúlan, tí nú verðurt hann niðurlagdur.

- - -

Kona mín og eg hava sent okkara drong í Venjingarskúlan, tí sannførd eru vit um, at tað er rætti skúlin fyri okkum. Hann liggur í grannalagnum, hann er almennur kommunuskúli, har pláss er til øll.
Lítið og einki brúkaragjald.
Her hava verið nøkur virði knýtt at skúlanu, sum vit fegin vildu varðveita, sum – vit kunnu siga – hava verið góð fyri okkum.
Enn einaferð kunnu ættarliðini knýtast gjøgnum skúlan. Hann fer at síggja fólk, sum fara at fylgja honum alt livið ella hann fer at fylgja onkrum alt lívið. Onkur av teimum fara at enda á sama arbeiðsplássi, á somu útbúgvin, í sama politiska flokki ella vera so ósamdur við - ja kanska óvinur við - sum ikki ber til at síggja fyri sær í dag.
Skúlin missir ikki hetta eyðkennið - soleiðis eru skúlan.
Men kortini!
Eftir nakrar mánaðir fáa vit at vita, at okkara Venjingarskúli er burtur ella skal hvørva.
Tað er ein eitt sindur løgin kensla.
Og nú standi eg her so sigi farvæl við Venjingarskúlan!
Skúlin er ein so týðandi miðdepil og tí skulu vit stúra um okkara skúla. Vit skulu bæði stúra og standa saman um skúlan og tey virði.

Vit skulu stúra, men vit mugu eisini seta okkara trupulleikar, okkara ynski og okkara dreymar í tað perspektiv, har tað hoyrir heima.
Her er trygt hjá okkum at senda okkara børn í skúla.
Tey koma heimaftur við jakkanum á ranguni og hoyra foreldrini knarra um, at tey altíð gloyma húgvuna.

- - -

Fyri 35 árum síðani var eg í Peshawar, sum blaðungur maður. Hetta var árið eftir sovjetisku innrásina í Afganistan. Flóttarfólkalegurnar vóru á tremur við vaksnum og børnum, sum vóru flýdd úr Afganistan.
Pakistan var eitt land við stórum mannfólkayvirskoti og nógv droymdu um at flyta til Vesturevropa.
Tá ein ungu maður – Ali – hoyrdi á hotellinum, at eg hevði danskt pass, spurdi hann meg um eg kundi hjálpa honum, tí hann hevði fingið eitt bræv úr Danmark, sum hann skuldi svara, men tað var skrivað á donskum.
Gaman í.
So legði hann eitt útklipp úr Politiken á borðið í matstovuni og peikaði á eina lýsing á síðuni, har fólk søkja makar og eitt bilettmerki stóð undir. Hann hevði fingið ein danskara, sum hevði verið har í arbeiðsørindum í Peshawar fleiri mánðar frammanundan at sett lýsingina í Politiken:
Á enskum stóð, at ein ungur pakistani ynskti samband við danska kvinnur við tí í hyggju at giftast.
Og nú hevði hann fingið svar – ja, fyri nøkrum mánaðum síðani – men eingin dugdi at lesa svarið. Men hann var sannførdur um, at hann nú skuldi giftast til Danmarkar. Tað hevði hann eisini sagt fyri vinmonnunum.
Teir sótu einir 6-8 átta ungir menn spentir kring borðið, tá hann gav mær hondskrivaða brævið. Vit drukku gult te og ótu hetta søta, søta góðgæti.
Eg læs og sá beinanvegin, at her var okkurt galið.
Lat sum um eg las víðari, meðan eg hugsaði, hvat eg skuldi siga við Ali.
Fyrstu orðini í brævinum vóru ”Kære Alenepige i Odder!”
Eg hugdi so nærri eftir hansara lýsing og sá, at Politiken hevði blandað lýsingarnar. Lýsingin beint undir tí hjá Ali var frá ”Alenepige í Odder”.
Eg mátti siga honum um misskiljingina.
Hann og vinmennirnir blivu sjálvandi keddir.
Ali segði bara: So bíði eg bara – kanska kemur eitt annað svar!

Eg hugsi um Ali í dag, um hann er giftur í Peshawar – kanska fingið børn og abbabørn.
Eg vóni tey kunnu liva eitt lív, har tey sum eg og vit kunnu knýta ein vælspunnan tryggan tráð aftur í ein av okkara lívsins miðdeplum.
Almenna fólaskúlanum fyri øll!

Takk fyri hesi mongu árini.