Friday, December 7, 2012

"Utak er verdens løn"

"Tjóvur trýr, at hvør maður stjelur", er eitt orðatak á heimasíðuni hjá føroysku málnevndini.
Men sambært oddagreinini í Dimmu í dag skal hetta orðatak sigast á donskum.

Hetta kann sjálvandi verða fyri, at donsku prentararnir eisini skulu skilja nøkur orð av tí teir prenta.
 
Dimma kann í næstu viku vísa til danska orðatakið: "Ude er godt, men hjemme er bedst" . Tá tað nú ikki ber til at prenta heima, so er tað OK at prenta í Danmark.  
Mulig fortolkning: Det er spændende at besøge fremmede steder, men man har det bedst hjemme.

Ella kanska:
"Utak er verdens løn."
Mulig fortolkning: Man kan ikke forvente taknemlighed for sin indsats. Af og til mistolkes ens gode intentioner

Í morgunsendingini í morgun var eisini neyðugt at brúka danskt, tá vísast skuldi á trý føroysk mentanarmið:

Sunday, December 2, 2012

Sunt at hoyra Kjartan Hoydal í hesum døgum

Meðan nógv brúka nógva orku at renna frá síni fortíð. At renna frá sínum sympatium fyri londum, sum ikki valdu siðbundnu kapitalismuna.
Men Kjartan rennur ikki frá síni fortíð.
Tvørturímóti sær hann alt í einum nógv, nógv størri perspektivi.

Wednesday, November 28, 2012

Løgtingið átti at viðurkent, at Palestina fær eygleiðarastøðu í ST

Føroya Løgting átti skjótast til ber at gjørt greitt, hvørja støðu Føroyar hava í málinum um at geva Palestina eygleiðara-status í ST.

Sambandsflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin settu 28. februar 2003 fram uppskot um, hvørja støðu Føroyar skuldu hava til eina innrás í Irak og Løgtingið samtykti, at "øll tiltøk til tess at fáa Irak og Saddam Hussein at ganga undir ST-samtyktirnar skulu góðkennast av ST".
Eg haldi, at Løgtingið eisini nú skuldi gjørt greitt, hvørja støðu Føroyar hava í málinum at geva Palestina eygleiðara-status í ST.
ST viðurkennir vónandi eygleiðarastøðuna í morgin, men Føroyar kunnu í hesum føri vísa sín stuðul til atkvøðugreiðsluna hjá danska uttanríkisráðharranum - tað hevði einki gjørt!

Her sæst tað málið.

Thursday, November 22, 2012

20 uppsagnir kosta 10 øðrum starvið í Kringvarpinum

Roknistykkið, sum Kringvarpsstýrið hevur sent mentamálaráðnum í hesum mánaðinum, vísir, at 20 fólk skulu sigast upp og tað kostar 4 mill. kr í uppsagnarpengum í 2013. Og 4 mill. kr er so nógv, at Kringvarpið má siga 10 fólkum upp afturat, bara fyri at hava ráð til at siga teimum 20 upp. Soleiðis verður komið til 30 fólk.
Og hetta er ikki lygn.

Frágreiðingin kann lesast á leinkinum niðanfyri (trýst á filnavnið):

Frágreiðing frá stýrinum til MMR - nov. 2012

Tuesday, November 20, 2012

Eg vil hava, EG vil hava..



Í støðuni, sum Kringvarpið er komið í, sæst aftur hesin ódámligi hugburðurin: "Eg vil hava, eg vil hava. Um eg ikki fái nakað, so vil eg heldur ikki gjalda. Hvís skal eg gjalda fyri onnur?
Eg vil ikki rinda fyri hasi dovnu og ódugnaligu fólkini í Kringvarpinum."

Vit eru um at broyta Føroyar til eitt enn grellari EG-samfelag, heldur enn eitt VIT-samfelag.
Eg, eg og eg.
Tað er í lagi at spyrja spurningar um, hví Kringvarpið er komið í hesa álvarsomu støðu. Tað er eisini í lagi, at spyrja um leiðsla og stýrið hava gjørt sítt arbeiði nóg gott. Og nógvir aðrir spurningar eru eisini viðkomandi. Nú kringvarpið hevur fráboðað ógvusligar broytingar í skránni, er eisini viðkomandi at spyrja, hvussu komið er til hasa raðfestingina.
Men mær dámar einki tær niðurstøður, ið antin taka støði í egnum nalva og ongum øðrum ella tær, sum velja útspilling av dugnaligum, ídnum og uppoffrandi starvsfólkum.

Tað er stórur munur á at vera atfinningarsamur móti onkrum, sum Kringvarpið framleiðir, og so at banna stovnin og starvsfólk niður til heljar.
Vit hava í okkara samfelag uppgávur og tænastur, sum VIT gjalda fyri, men sum EG ikki brúki. Men tað merkir ikki, at alt hetta skal strikast. Fyrst og fremst kunnu vit taka sjúkrahúsverkið. Vit gjalda, men tíbetur eru tað ikki øll, sum brúka tað.
Tað er tekin um eina samfelagsliga VIT-uppgávu, tað er tekin um, at okkurt eitur samhaldsfesti.

At hava eitt kringvarp, sum er óheft av seráhugamálum – fíggjarligum, politiskum, átrúnaðarligum osv. – er ein týðandi partur av einum demokratiskum samfelag. Hetta er ein VIT-uppgáva, sum ikki bara skal metast eftir, um EG fái nakað burturúr her og nú.
Tað er ikki víst, at vit í løtuni gera tað á rættan hátt, men lat okkum sleppa undan ódámligu grundgevingunum: Eg fái einki til mín og starvsfólkini eru dovin og ódugnalig.
Hetta hevur størri týdning enn bara at bjarga kringvarpinum.
Hetta er niðurlagingin, sum vísir kløur.

Monday, November 19, 2012

Niðurpíningin av kringvarpinum má steðgast



Sera skelkandi tíðindi um, at millum 15 og 30 fólk skulu sigast upp í Kringvarpinum.
Løgtingið má upp í leikin, so kringvarpið ikki fánar burtur og hvørvur, sum tann týðandi miðla- og mentanarstovnur, sum hann er í dag.
Higartil hava vit hoyrt, at inntøkurnar vera ikki tær 60 milliónirnar, sum roknað var við. Rúni Heinesen, stýrisformaður, segði við útvarpið seinnapartin, at hann væntaði eitt undirskot í ár – helt eini 3-4 milliónir krónur.

Samstundis segði hann, at helst skuldi kringvarpið seta samlaða kostnaðin fyri stovnin niður. Hann nevndi 55 milliónir krónur ella minni fyri at fáa frið í nøkur ár. Stýrisformaðurin segði eisini, at allar inntøkurnar høvdu svikið, færri pengar frá spølum, lýsingum og kringvarpsgjaldi.
Støðan vísir, hvussu blóðskeivt tað er, at eitt alment public-service kringvarp skal liva av, at føroyingar spæla gekk og V4 ella, at fyritøkur vilja lýsa í kringvarpinum. Hetta syndaliga høvi átti at verið nýtt til at enduskoða fíggingina av kringvarpinum og í minsta lagi slept spølunum og ljóðlýsingum.
Hetta hoyrir yvirhøvur ikki heima í einum public-stovni.

Og sama høvi átti eisini at verið nýtt til at kravt kringvarpsgjaldið ella part av gjaldinum inn yvir skattin. Um ikki, so átti løgtingið, sum tað allarminsta at gjørt eina skipan, sum tryggjar Kringvarpinum ta inntøku, sum fíggjaræltanin, ið stýrið hevur góðkent, vísir. Fyri ikki at koma í hesa vónleysu støðu, at spælihugurin hjá føroyingum avger lagnuna hjá so nógvum fólkum.

90 starvsfólk
Sambært starvsfólkayvirlitinum á heimasíðuni hjá Kringvarpinum eru hetta verandi starvsfólk:
Starvsfólka- og Umsitingardeildin 9 fólk
Tøkni 14 fólk
Programmdeild 25 fólk
Dokumentardeild 10 fólk
Tíðindadeild 23 fólk
Miðladeild 9 fólk
Lærlingar 5
Íalt 90 fólk, umframt 5 lærlingar

Haldi meg ikki duga at síggja freelance fólk í millum. Tey vera ivaleyst tey fyrstu, sum verða uppsøgd, men samstundis eru tey ikki tey dýrastu. Men ein partur av hesum 90 fólkunum arbeiðir partstíð, so í alt eru áleið 75-80 ársverk – haldi eg meg hava hoyrt. Eitt ársverk við øllum man kosta áleið 500.000 kr. Ment vert er at minnast til, at flestu starvsfólk hava millum 3 og 6 mánaðar uppsagnartíð, har tey skulu hava løn.
Tað vil siga, at skulu sparingarnar sláa í gjøgnum í 2013 – einar 5 til 8 milliónir – ja, so skulu minst 20 fólk sigast upp.
So er tað deyðadómur til eitt føroyskt kringvarp.
Eg vóni, at løgtingið blandar seg og vísir seg skilja, hvussu týðandi eitt føroyskt kringvarp er og finnur eina loysn, so kringvarpið kann vera verandi tann týdningarmikli miðilin, sum kringvarpið í dag er.
Hetta er sanniliga ein stór avbjóðing.
Nú mugu vit standa saman um eitt óheft føroyskt kringvarp.

Friday, November 16, 2012

Bara tað týdningarmesta skal fram

Miðlarnir kunnu sjálvandi skriva um Piddamálið júst sum teir vilja. Tí er tað eisini møsn at snakka um sensur, bara tí onkur loyvir sær at pippa eitt sindur um mátan, sum hevur verið valdur seinastu vikurnar.

Sjálvandi ynskir eingin sensur.
Men hvørja uppgávur hava miðlarnir so í hesum málinum, sum áðrenn nakað lík og áðrenn nakran dóm verður nevnt drápsmál?
Summi halda, at pressan skal varpa allar upplýsingar út til Føroya fólk, so almenningurin kann taka støðu. Hetta haldi eg ikki er uppgávan hjá pressuni.

 

Kunning og upplýsing

Eins og í øllum journalistikki er uppgávan at kunna og upplýsa okkum um, hvat av týdningi fyriferst kring okkum. Uppgávan er ikki at velja summi rættarmál, og siga, at her skal alt fram, so almenningurin kann taka støðu. Vit hava innrættað okkara samfelag soleiðis, at Rætturin tekur støðu til hvør er sekur ella ósekur í einum rættarmáli.
Pressan kunnar um rættarmál, sum hon heldur eru viðkomandi, spennandi, týðandi ella áhugaverd, ja, ella undirhaldandi. Hendan rættin hevur pressan og skal okkara vegna velja og vraka millum rættarmál og velja og vraka,hvat verður kunnað um frá teimum valdu rættarmálum.

 

Vit skulu ikki vera dómarar

Pressan skal ikki lata, sum um hon leggur alt fyri okkum og so skulu vit taka støðu. Í fyrsta lagi ber tað ikki til, í øðrum lagi er tað heldur ikki uppgávan og í triðja lagi kann ein roynd at leggja alt fram bara grugga alt málið, tí summir smálutir lættliga kunnu fáa ovurhonds stóran týdning, sjálvt um teir í løgfrøðiligum høpi kanska ikki fara at vera avgerandi prógv.
Tað vil verða ymiskt, hvørji rættarmál pressan velur at fylgja við í, og hvussu pressan velur at bera tíðindi frá teimum.
Og sjálvandi er “Pidda-málið” eitt rættarmál, sum stórur áhugi er fyri og sum miðlarnir velja at fylgja við í. Og so hvørt, sum miðlarnir leggja brellbitar fyri okkum, so gerast vit svangari og svangari.

 

Bløð og kringvarp eru hvør sítt

Vit kunnu skilja millum privatu miðlarnar og public service miðlarnar ella kringvarpið.
Privatu miðlarnir – serliga bløðini – skulu royna at selja bløð, samstundis, sum tey siga seg hava eina samfelagsuppgávu – at verja talufrælsið, at upplýsa, at glepsa eftir ella avdúka valdsharrarnar. Men yvir øllum tykist í hesum málinum at vera at selja bløð.
Men so skulu bløðini bara  standa við sín arbeiðshátt: Vit vænta at selja fleiri bløð, um vit gera tað soleiðis. Og her kunnu fólk so frítt velja um tey tíma at keypa bløðini ella ikki.

 

Kringvarpið hevur aðra uppgávu

Men so er tað kringvarpið. Tey haldi eg ikki hava sum fremstu uppgávu at oysa alt í høvdið á okkum og – nær sagt – yvirláta til almenningin at døma. Um Kringvarpið heldur seg hava ta uppgávuna, ja, so skal almenningurin hava alt at vita. Men tað er ikki uppgávan haldi eg.
Kringvarpið skal geva kunning og upplýsingar, sum lýsa hetta mál uttan at fara í óneyðugar smálutir. Kringvarpið skal skyna millum undirhald og týðandi upplýsingar. Og har er lætt at fella skeivu meðni við. Haldi sjálvur, at Høgni Djurhuus er sera korektur í sínum frásagnum, men haldi eisini, at hann helst í summum førum hevur lagt í so nógv á undirhaldsbógvin.
Eg fari ikki at siga, at tað er nakað avgjørt mark millum svansandi blóðundirhald og týðandi kunning, men eg haldi, at kringvarpið skal síggja sín leiklut øðrvísi enn tann hjá bløðunum.

 

Hugsið um tey raktu

Kringvarpið eigur at lesa sera gjølla hesar reglur í “Leiðreglur um góðan fjølmiðlasið”.
4.3 Tað er góður fjølmiðlasiður at sýna virðing fyri serkennum, samleika, privatlívi, uppruna, tjóðskapi og lívsáskoðan. Tað er ikki góður fjølmiðlasiður at taka fram persónlig og privat viðurskifti, um tey ikki eru avgerandi neyðug fyri at lýsa málið.
4.6 Hugsið um tey raktu, teirra avvarðandi og vitni, tá ið vanlukkur og brotsmál verða umrødd. Deyð ella horvin fólk eiga ikki at verða nevnd við navni ella á annan hátt kunna kennast aftur uttan so, at tey, ið varða av, frammanundan eru kunnað. Havið fyrilit fyri fólki í sorg ella sálarligari kreppu.
Eg sigi heldur ikki, at miðlarnir hava brotið hesar leiðreglur, men ein public-service støð eigur at lesa leiðreglurnar sera gjølla og ikki lata seg kroysta, sjálvt um aðrir miðlar kanska fara heilt út á kantin.

Nógv av blóðuga undirhaldinum í hesum máli er óneyðugt undirhald.

Eitt nú skrivar Birgir Kruse nakað um tað her:

Katrin Petersen skrivar nakað um tað her:

Kinna Pousen skrivar um pressufrágreiðingarnar:

Leiðreglur um góðan fjølmiðlasið

Wednesday, November 14, 2012

Heðin á veg til himmals


Helst mann leiðslan í Sambandsflokkin iðra seg um, at Heðin Mortensen var tveittur úr flokkinum eftir valið 2004. Sambandsflokkurin hevði 4 limir í býráðnum, men hevur nú bert tann eina. Úr 25 prosentum í 2000 niður á 10 prosent hesiferð.
Og fólkaflokkurin í býráðnum fekk eisini ein undir vangan. Úr 27 prosentum í 2004 niður í 16 prosent. Eisini tjóðveldi tapti hesiferð.
Men grøna linjan hjá Heðini sær út til at vera á veg til himmals.

Nøkur tøl, sum tala eitt sindur



Heðin og hini


Í Havn var tað Heðin og hini. Heðin einsamallur fekk fleiri atkvøður enn næststørsti flokkurin - Tjóðveldi - fekk til samans. Og í botninum var hart stríð um javnaðarsessirnar. 5 tey seinast valdu vóru av javnaðarlistanum og tað sæst hvussu tætt tey lógu. Helena fekk flestar atkvøður av teimum fimm niðastu - 200 atkvøður. 5 uppstillaði fingur fleiri persónligar atkvøður enn Halla, sum var síðst vald í býráðið.


 Fimm fólk á sama lista onga atkvøðu

Á Eiði vóru tríggir listar. Í alt vóru umleið 450 atkvøður. Tríggir listar vóru, og eitt sindur sjáldsamt at síggja lista B við 11 uppstillaðum bert klára at vinna 28 atkvøður. Og at tað á listanum eru 5 fólk, sum onga atkvøðu fingu. Kundi næstan sæð út, sum onkur er settur á listan móti sínum vilja.

Gerhard misti


Í Skopun er gingið eitt sindur afturá hjá Gerhard Lognberg. Í 2000, 2004 og 2008 fekk Gerhard yvir 100 atkvøður, men hesiferð fekk hann bara 76 atkvøður.

Páll ella Brandur

Á Sandi stóð vali millum lista A við Páll á Reynatúgvu á odda og Lista C við Brandi Sandoy á odda. Listi A fekk 194 atkvøður og 4 bygdaráðslimir og listi B fekk 151 atkvøður og 3 bygdaráðslimir. Páll á Reynatúgvu gjørdist toppskorari við 68 atkvøðum - Brandur Sandoy fekk 58 atkvøður.

Tjóðveldi vann í Vági, men Hergeir var vrakaður

Í Vági sær út til at Tjóðveldi vann borgarstjórasessin frá Javnaðarflokkinum. Dennis Holm var toppskorari við 73 atkvøðum. Tjóðveldi fekk 4 býráðslimir, men tað rakk ikki til fyrrverandi løgtingsformannin Hergeir Nielsen, sum gjørdist nummar seks á listanum við 36 atkvøðum.

Jóna er ikki longur Jóna

Ikki kann sigast, at løgtingskvinnan í Sambandsflokkinum - Jóna Mortensen - hjálpti flokkinum nógv í Suðurstreymi. Hon fekk bara 26 atkvøður.Á listanum vóur 13 valevni og bara tvey valevni fingu færri atkvøður enn løgtingskvinnan.





Wednesday, October 24, 2012

Kann løgmaður sýta at svara?

Kann løgmaður  vísa spurningum frá løgtingsfólkum frá sær, tí tilfar ikki er tøkt, tí spurningurin hevur ikki verið partur av málsviðgerðini.
Her er tilfar, sum er viðkomandi fyri hetta mál:

Høgni Hoydal spurdi 7. september løgmann henda spurning:
Fyrispurningur nr. 12: Mismunur í fyrisitingini, søla av makrelloyvum, skeivir upplýsingar til Løgtingið og inntøkur hjá fiskimonnum av at selja makrelkvotur

Tað løgna eru svarini upp á spurning 9-12:
9.   Hvussu nógv kann kvotan hjá ávikavist línuskipum, hjá rækjuskipum og hjá møguligum øðrum skipabólkum verða seld fyri í krónum og oyrum?
Svar til spurning 9
Landsstýrismaðurin hevur ikki tilfar tøkt til henda spurning, tí spurningurin hevur ikki verið partur av málsviðgerðini.
10. Hvussu nógv fær tann vanligi fiskimaðurin burtur úr hesum sølum, og hvussu nógv fáa reiðararnir?
Svar til spurning 10
Sí svarið til spurning nr. 9.
11. Hvør manning er mynstrað við teimum skipum, ið selja (hvussu nógvir, úr hvørjum londum og við hvørjum sáttmálum), og hvussu nógv fær hvør fiskimaður í krónum og oyrum á einstøku skipunum fyri søluna?
Svar til spurning 11
Sí svarið til spurning nr. 9
12. Eftir hvørjum sáttmálum verður manningin avroknað í sambandi við at keypa og selja makrelkvotur?
Svar til spurning 12
Sí svarið til spurning nr. 9.

Her síggjast allir spurningarnir og øll svarini:.
Fyrispurningur nr. 12 og svar løgmannsins
Alt orðaskiftið um fyrispurningin kann hoyrast her.

Summi ivast í, um talan kann vera um brot á onkra lóg ella brot á tingskipanina.

Her er greinin í stýrisskipanarlógini, sum umrøður fyrispurningar.

§ 21. Heimilt er hvørjum løgtingsmanni við tingsins loyvi at leggja fram til viðgerðar eitt og hvørt alment mál og tí viðvíkjandi krevja frágreiðing frá løgmanni ella landsstýrismanni.
Stýrisskipanarlógin

Hetta er greinin í tingskipanini um skrivligar spurningar. Í tingskipanini verður víst til grein 21 í stýrisskipanini.

§ 53. Vil tingmaður fáa ávíst alment mál til umrøðu og í hesum sambandi leggur skrivliga nágreiniliga orðaðan spurning fyri løgmann ella landsstýrismann, sbrt. reglunum í stýrisskipanarlógini § 21, verður áheitan við grundgeving handað formanninum. Formaðurin sigur tinginum frá á sama ella næsta fundi.
Stk. 2. Á næsta fundi eftir fráboðan formansins ger tingið av við atkvøðugreiðslu uttan umrøðu, um fyrispurningurin skal verða svaraður. .... Skal hann verða svaraður, sendir formaðurin løgmanni ella landstýrismanninum fyrispurningin.
Stk. 3. Fyrispurningurin skal verða svaraður skrivliga, og skal løgtingsformaðurin hava svarið í hendi í seinasta lagi 14 yrkadagar eftir, at spurningurin var góðkendur sbrt. stýriskipanarlógini § 21.
Tingskipanin

Í tíðindunum í útvarpinum var eisini lógin um ábyrgd landsstýrismanna nevnd. Helst verður hugsað um grein 5.

§ 5. Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.

Thursday, October 18, 2012

Ísland fær nýggja grundlóg í ovurmorgin

Eg veit nøvnini á øllum møguligum donskum SF-arum, sum seinastu vikurnar hava verið uppi í stríðnum um, hvør skal verða formaður í danska sosialistiska flokkinum.
Píniligt haldi eg í dag, tí:
Eg visti ikki, at í ovurmorgin - ja í ovurmorgin - skulu íslendingar atkvøða um nýggja grundlóg.
Haldi meg ikki hava hoyrt eitt orð í føroysku miðlunum um hesa stóru politisku hending.
Í ovurmorgin skulu íslendingar atkvøða um at alt tilfeingið í Íslandi skal verða fólksins ogn. Íslendingar skulu eisini atkvøða um fólkakirkjan skal slítast frá statinum.
Í trý ár hevur fólkið í Íslandi arbeitt við einum uppskoti til nýggja grundlóg. Arbeiðið er gjørt leyst av Altinginum.
Grundlógin skal avloysa umsettu donsku grundlógina.
Hetta, sum eg skrivi veit eg ikki ordiliga, men haldi meg vita tað.
Men eg veit, at Wozniacki er ein donsk tenniskvinna.

So góðu miðlar - her er eitt hugskot til evni at viðgera.

http://www.stjornarskra.is/

Uppskot til grundlóg

http://sans.is/

Annars ber væl til at googla stjórnarskrá

Tuesday, October 9, 2012

Ha? Fótbóltslandsdystur? Hvar og nær?


Eg eri als ikki líkaglaður við fótbólt - heldur ikki landsliðsfótbólt.
Men seinastu árini er fótbólslandsliðið hjá monnum vorðið mær alsamt meiri líkagildugt.
Og tað er ikki bara mín egna skyld.
Um tveir dagar skal landsliðið spæla her í Føroyum móti Svøríki. Og tað havi eg funnið út av í dag, tí eg las tað á Facebook, har Edmund og Sjúrður bjóða til fótbólskvøld á Christiansborg.
Og í hesi greinini á Portalinum verður skrivað um, at svenska sjónvarpið hevur eina grein um landsdystin.
Annars havi eg ikki funnið nakað stuttligt ella spennandi tilfari um landsdystin fríggjadagin.
Eg haldi, at Fótbóltssambandið seinastu árini hevur dugað stak illa, at hildið áhuganum uppi fyri fótbóltslandsliðnum hjá monnum.
Á heimasíðuni hjá FSF er einki rættuligt gjørt burtur úr landsdystinum ella landsdystunum, tí vit skulu eisini spæla móti Írlandi í næstu viku. Jú, har ber til at keypa atgongumerki, men hví vit skulu tað, dugi eg ikki at finna nakað um.
Samanumtikið haldi eg, at FSF sjálvt hevur verið við til at drigið áhuga fyri fótbóltslandsliðnum hjá monnum niður á eitt syrgiligt minimum.
Áhugin fyri landsliðnum kann ikki byggja á, at vit nokk einaferð aftur fara at vinna ein stóran dyst. Áhugin skal byggjast á teir spælarar, sum eru á landsliðnum, á tær upplivingar sum eru knýttir at landsliðnum, á upplivingar á Tórsvølli, á upplívingar fyri børn og foreldur, á upplivingar áðrenn og aftaná dystin osv.
Men sum er, so eri eg blivin ein, sum ikki leggi alt annað til viks, bara tí landsdystur er á Tórsvølli.

Sunday, September 16, 2012

Fitt er tað

Portalurin veit í dag at siga í sambandi við at kapping um Føroya flottasta kropp var í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið:
"Fitness kappingar hava í fleiri ár verið í Danmark, og eru tær sera væl umtóktar har."
Og ikki minst hetta:
"Rune Petersen, ið er stigtakari til kappingina, hevur fylgt við í teimum mongu fitness kappingunum, ið hava verið í Danmark."
Áhugaverdu upplýsingarnar kunnu lesast her:
 
Søgan á portalinum...

Friday, August 10, 2012

Sannleiki fyri milliónir

Soleiðis skrivar løgmaður á FB í dag 10. august.
Sjálvt ein løgmaður skal rinda fyri vanligar tænastur, sum farmagjald, skatt, mvg og lønir.
Og so rør hann framundir, at tað ger ikki so nógv, um hann kanska hevur sagt okkurt ósatt ella skeivt, tá hann hevur rindað so nógv.
Vit skulu øll gjalda fyri vanligar tænastur - og tað hevur einki at gera við, um man sigur satt ella ósatt.
Sannleikin er ikki knýttur at, hvussu nógv man rindar fyri vanligar tænastur.
At royna at gera seg betri við at siga seg hava rindað tað sum man eigur, er sum at royna at vinna politiskan vælvilja við at siga seg viðurkenna, at Nólsoyggin liggur eystanfyri høvuðsstaðin.

Hesa viðmerking hevur Norðlýsið