Wednesday, October 24, 2012

Kann løgmaður sýta at svara?

Kann løgmaður  vísa spurningum frá løgtingsfólkum frá sær, tí tilfar ikki er tøkt, tí spurningurin hevur ikki verið partur av málsviðgerðini.
Her er tilfar, sum er viðkomandi fyri hetta mál:

Høgni Hoydal spurdi 7. september løgmann henda spurning:
Fyrispurningur nr. 12: Mismunur í fyrisitingini, søla av makrelloyvum, skeivir upplýsingar til Løgtingið og inntøkur hjá fiskimonnum av at selja makrelkvotur

Tað løgna eru svarini upp á spurning 9-12:
9.   Hvussu nógv kann kvotan hjá ávikavist línuskipum, hjá rækjuskipum og hjá møguligum øðrum skipabólkum verða seld fyri í krónum og oyrum?
Svar til spurning 9
Landsstýrismaðurin hevur ikki tilfar tøkt til henda spurning, tí spurningurin hevur ikki verið partur av málsviðgerðini.
10. Hvussu nógv fær tann vanligi fiskimaðurin burtur úr hesum sølum, og hvussu nógv fáa reiðararnir?
Svar til spurning 10
Sí svarið til spurning nr. 9.
11. Hvør manning er mynstrað við teimum skipum, ið selja (hvussu nógvir, úr hvørjum londum og við hvørjum sáttmálum), og hvussu nógv fær hvør fiskimaður í krónum og oyrum á einstøku skipunum fyri søluna?
Svar til spurning 11
Sí svarið til spurning nr. 9
12. Eftir hvørjum sáttmálum verður manningin avroknað í sambandi við at keypa og selja makrelkvotur?
Svar til spurning 12
Sí svarið til spurning nr. 9.

Her síggjast allir spurningarnir og øll svarini:.
Fyrispurningur nr. 12 og svar løgmannsins
Alt orðaskiftið um fyrispurningin kann hoyrast her.

Summi ivast í, um talan kann vera um brot á onkra lóg ella brot á tingskipanina.

Her er greinin í stýrisskipanarlógini, sum umrøður fyrispurningar.

§ 21. Heimilt er hvørjum løgtingsmanni við tingsins loyvi at leggja fram til viðgerðar eitt og hvørt alment mál og tí viðvíkjandi krevja frágreiðing frá løgmanni ella landsstýrismanni.
Stýrisskipanarlógin

Hetta er greinin í tingskipanini um skrivligar spurningar. Í tingskipanini verður víst til grein 21 í stýrisskipanini.

§ 53. Vil tingmaður fáa ávíst alment mál til umrøðu og í hesum sambandi leggur skrivliga nágreiniliga orðaðan spurning fyri løgmann ella landsstýrismann, sbrt. reglunum í stýrisskipanarlógini § 21, verður áheitan við grundgeving handað formanninum. Formaðurin sigur tinginum frá á sama ella næsta fundi.
Stk. 2. Á næsta fundi eftir fráboðan formansins ger tingið av við atkvøðugreiðslu uttan umrøðu, um fyrispurningurin skal verða svaraður. .... Skal hann verða svaraður, sendir formaðurin løgmanni ella landstýrismanninum fyrispurningin.
Stk. 3. Fyrispurningurin skal verða svaraður skrivliga, og skal løgtingsformaðurin hava svarið í hendi í seinasta lagi 14 yrkadagar eftir, at spurningurin var góðkendur sbrt. stýriskipanarlógini § 21.
Tingskipanin

Í tíðindunum í útvarpinum var eisini lógin um ábyrgd landsstýrismanna nevnd. Helst verður hugsað um grein 5.

§ 5. Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.

Thursday, October 18, 2012

Ísland fær nýggja grundlóg í ovurmorgin

Eg veit nøvnini á øllum møguligum donskum SF-arum, sum seinastu vikurnar hava verið uppi í stríðnum um, hvør skal verða formaður í danska sosialistiska flokkinum.
Píniligt haldi eg í dag, tí:
Eg visti ikki, at í ovurmorgin - ja í ovurmorgin - skulu íslendingar atkvøða um nýggja grundlóg.
Haldi meg ikki hava hoyrt eitt orð í føroysku miðlunum um hesa stóru politisku hending.
Í ovurmorgin skulu íslendingar atkvøða um at alt tilfeingið í Íslandi skal verða fólksins ogn. Íslendingar skulu eisini atkvøða um fólkakirkjan skal slítast frá statinum.
Í trý ár hevur fólkið í Íslandi arbeitt við einum uppskoti til nýggja grundlóg. Arbeiðið er gjørt leyst av Altinginum.
Grundlógin skal avloysa umsettu donsku grundlógina.
Hetta, sum eg skrivi veit eg ikki ordiliga, men haldi meg vita tað.
Men eg veit, at Wozniacki er ein donsk tenniskvinna.

So góðu miðlar - her er eitt hugskot til evni at viðgera.

http://www.stjornarskra.is/

Uppskot til grundlóg

http://sans.is/

Annars ber væl til at googla stjórnarskrá

Tuesday, October 9, 2012

Ha? Fótbóltslandsdystur? Hvar og nær?


Eg eri als ikki líkaglaður við fótbólt - heldur ikki landsliðsfótbólt.
Men seinastu árini er fótbólslandsliðið hjá monnum vorðið mær alsamt meiri líkagildugt.
Og tað er ikki bara mín egna skyld.
Um tveir dagar skal landsliðið spæla her í Føroyum móti Svøríki. Og tað havi eg funnið út av í dag, tí eg las tað á Facebook, har Edmund og Sjúrður bjóða til fótbólskvøld á Christiansborg.
Og í hesi greinini á Portalinum verður skrivað um, at svenska sjónvarpið hevur eina grein um landsdystin.
Annars havi eg ikki funnið nakað stuttligt ella spennandi tilfari um landsdystin fríggjadagin.
Eg haldi, at Fótbóltssambandið seinastu árini hevur dugað stak illa, at hildið áhuganum uppi fyri fótbóltslandsliðnum hjá monnum.
Á heimasíðuni hjá FSF er einki rættuligt gjørt burtur úr landsdystinum ella landsdystunum, tí vit skulu eisini spæla móti Írlandi í næstu viku. Jú, har ber til at keypa atgongumerki, men hví vit skulu tað, dugi eg ikki at finna nakað um.
Samanumtikið haldi eg, at FSF sjálvt hevur verið við til at drigið áhuga fyri fótbóltslandsliðnum hjá monnum niður á eitt syrgiligt minimum.
Áhugin fyri landsliðnum kann ikki byggja á, at vit nokk einaferð aftur fara at vinna ein stóran dyst. Áhugin skal byggjast á teir spælarar, sum eru á landsliðnum, á tær upplivingar sum eru knýttir at landsliðnum, á upplivingar á Tórsvølli, á upplívingar fyri børn og foreldur, á upplivingar áðrenn og aftaná dystin osv.
Men sum er, so eri eg blivin ein, sum ikki leggi alt annað til viks, bara tí landsdystur er á Tórsvølli.