Wednesday, August 31, 2011

Marknaður er ikki gudur rættvísins

Tað er so umráðandi at styrkja vinstravongin her á landi. Ný-liberalistarnir spríkja upp allastaðni. Eg haldi, at á tjóðveldislistanum til løgtingsvalið ber til at styrkja tey, sum arbeiða fyri einum samhaldsføstum samfelag og vísa aftur, at marknaðarkreftirnar er gudur rættvísins.

Vit skulu arbeiða fyri einum opnum samfelagi, ið tolir og viðurkennir, at vit eru ymisk. Vit skulu ikki forera okkara ríkidømi til nakrar spekulantar. Munurin millum rík og fátøk skal ikki hámetast sum nøkur drívmegi. Tvørtur í móti merkir samhaldsfesti, at tey stekastu hava natúrliga ábyrgd mótvegis teimum veikaru.
Vit skulu arbeiða fyri so javnbjóðis møguleikum, sum til ber, til eitt nú arbeiði, skúla, sjúkrahús, tilfeingi og til at lata sína rødd telja við.

Bjóða av
Vit skulu síggja virði í mentan í breiðasta týdningi. At mentan og list eru meiri enn hjáputur, men ein partur av merginum. Vit skulu ikki bara fjálga um føroyska mentan, sum ofta verður tikið til, men vit skulu styrkja hana og stuðla hana og lata mentan og list bjóða okkum av, tí mentan og list eru grundleggjandi fyri, at vit tíma at vera her og flyta higar.

Vit arbeiða fram móti einum frælsum Føroyum, ið er partur av heimssamfelagnum. Tey sum í dag vísa leiðina móti einum samhaldsføstum samfelagi, skulu eisini standa sterk í arbeiðinum at gera einar frælsar Føroyar til eitt land, har øll tíma og vilja búgva,.
Á tí grundarlagnum byggja vit eitt gott og trygt samfelag. 

Djúp sannføring
Politikkur er ikki pragmatiskur, men byggir á sjónarmið. Tað er ein sterk sannføring um, hvussu okkara samfelag best verður ment. Vit skulu standa fyri visjónum og virðum sum bera fram til batar.

Míni politisku sjónarmið hava støði í hesum grundleggjandi virðum, sum sita djúpt í mær. Virði sum samhaldsfesti. Áskoðanin um, at vit koma longst við at vera felags at bera byrðurnar.Virði sum tolsemi og viðurkenning. Ynskið um eitt opið samfelag, har pláss er til øll og rúm er til ymiskleika. Virði sum javnrættur.

Vitan telur
At siga “vitan telur”, er ikki at banna.
Meiningar, sannføringar, virði og visjónir eru týðandi fyri hvønn veg eitt samfelag fer. Men vitan hevur eins stóran týdning.

Vit skulu alla tíðina lurta eftir og taka tey við, sum hava vitan. Vitanin verður drigin inn í sjónarmiðini og í politiska arbeiði. Vit skulu lurta eftir teimum, sum hava vitan um havið og fiskiskap.Vit skulu lurta eftir teimum, sum hava vitan um skúlar og útbúgving. Vit skulu lurta eftir teimum, sum hava vitan um burðardygga orku. Vit skulu lurta eftir teimum, sum hava skil fyri mentan og list. Vit skulu lurta eftir teimum, sum vita um handverk, mál, um sjúkrahús, bygging, ja, um alt hevur við okkara lív at gera.

Hesa vitan skulu vit brúka í arbeiðinum at skipa okkara samfelag eftir okkara politisku sjónarmiðum – bæði á veg til loysingina og eftir loysingina. 

Ábyrgd skal takast
Vandin fyri serfrøðingaveldi er ikki til staðar í løtuni. Tá politikkur byggir á sjónarmið, so styrkir tað bara sjónarmiðini at hava vitanina.
Vit skulu vísa teimum, sum taka útbúgvingar og ogna sær vitan, at vit hava brúka fyri teimum og at vit lurta eftir teimum, og at tey skulu og at tey sleppa at taka eina ábyrgd í samfelagnum.
Vitan gevur teimum sum taka avgerðir, eitt betri grundarlag og tey, sum hava vitanina, vilja búgva her og flyta higar.
Politisk virði og vitan skulu vera grundarsteinurin, meðan vit byggja land.

Monday, August 29, 2011

Alt barnatilfar skal vera á føroyskum


Eitt av mínum hjartamálum. Øll verða vit spulaði við útlendskum – serliga donskum – tilfari av øllum líkinda slag. Vit vaksnu kunnu so nøkurlunda standa ímóti.
Men hetta er trupult hjá børnunum.
Og her eiga vit at gera nógv. Bæði við at stuðla og eggja teimum, sum framleiða føroyskt tilfar og við forboði. Eg haldi, at tey sjónvarpsfeløg, sum bjóða útlendskt sjónvarp í Føroyum skulu kroystast til at føroyska barnatilfarið. Eg haldi, at vit við lóg skulu krevja, at barnasjónvarp, sum verður sent í Føroyum, skal vera á føroyskum. Vit kundu kanska í fyrstu syftu kravt føroyskt tilfar ávísar klokkutímar um dagin, men sum frálíður skal alt barnatilfar, sum verður sent í Føroyum, verða føroyskað.

Rættindi eiga at vera her
Og vit eiga eisini sum skjótast at fáa rættindini hjá útlendskum feløgum til DVD-filmar yvir til føroysk feløg, sum vilja bjóða seg fram.
Í fyrsta lagi hugsi eg um barnatilfar.
Ein byrjan kundi verið, at Kringvarpið fekk sær rættindini til tað tilfar, sum longu er føroyskað og gav tað út.
Eg havi verið í samband við bæði donsk og íslendsk feløg, og har er sera trupult at sleppa framat við føroyskum teksti ella føroyskari talu. Millum annað tí rættindini at selja í Føroyum liggja hjá útlendskum feløgum.

Friday, August 26, 2011

Praktiskur pragmatikari


Í fjørðin


Í morgun hevði verið dagurin at farið í fjørðin. Tíbetur ber enn til at fara á grynnuna at fáa sær eitt kók. Fyri meg er tað ein partur av at liva her, at tað ber til at fara í fjørðin.
Posted by Picasa

Monday, August 22, 2011

Sjónarmiðini í gjár verða snarað til veruleikan í dag

Kann ikki lata vera at hugsa um Sjúrð Skaale, sum herfyri gramdi seg um, at vit hava eina politiska skipan, har veljarin ikki veit, hvat hann fær, tá hann velur til løgtingsval.
    Nú sær út sum, at Sjúrður heldur, at tað ger einki. Ikki er neyðugt við nøkrum politiskum málum - bara man er pragmatikari og tekur sær politiska vinningin har, sum hann er beint nú,
    Hevur man politisk mál undan einum løgtingsvali, ja so tykist dygdin liggja í at duga at snara sjónarmiðunum í gjár til veruleikan í dag.
    Javnaðarformaðurin hevur í dag sagt, at málið hjá Javnaðarflokkinum ikki er fullveldi. Tað er so eitt politiskt sjónarmið.
    Men eg skilji ikki rættuliga, hví javnaðarfólk eru so ovurfegin at fáa fólk, sum nevna seg sjálvi pragmatikarar og har orðið liberalisma tykist vera meiri sigandi enn orðið sosialisma. Pragmatikarar, sum lættliga kunnu snúgva sær undan egnum politiskum sjónarmiðum fyri bara at passa inn í okkurt.
    Eg haldi, at politiskar loysnir skulu byggja á politisk sjónarmið, á vitan og ein vilja at náa málunum og ikki bara á praktisk atlit. So rillar fólkaræðið og løgtingsval vórðu óneyðug. So hevði verið nóg mikið við onkrum slagi av embætisverki - uttan politisk mál.
    Og hetta eru javnaðarfólk eftir øllum at døma so ovurfegin um.

Saturday, August 20, 2011

Bókaútgáva og framsýning

Í dag lat framsýning við verkum eftir Hansinu Iversen upp í Steinprent. Samsundis kom bókin "Hansina Iversen - undurfullur ræðuleiki" út. Inger hevur skrivað bókina, sum eru samrøður, ið Hansina og Inger hava havt seinastu árini.

Wednesday, August 17, 2011

Teir eru ikki handtiknir - bara róligt


Kundi verið tveir italskir mafiabossar, sum júst eru handtiknir, men hatta eru bara ein fyrrverandi føroyskur ministari og ein fyrrverandi føroyskur aðalstjóri - bara róligt - kanska eru teir bara eitt sindur ónøgdir.

Monday, August 15, 2011

Álop á talufrælsið og góðkenning av skilaleysari fyrisiting

Løgmaður skrivaði í gjár fráboðan til øll stjórnmálaráðini, har hann fráboðar teimum  ikki at samskifta ella samstarva við felagsskapin Sea Shepherd Conservation Society
Hetta er heilt burturvið.
Fyri tað fyrsta er hetta beinleiðis álop á talufrælsið. Løgmaður skal ikki avgera, hvønn fólk mugu samskifta við.
Eg eri samdur við løgmann um, at tað nyttar einki at samskifta við Sea Shepard, tí tað verður misbrúkt, men hvørki løgmaður, forsætisráðharrin ella Drotningin, skulu senda fráboðanir út um, hvønn vit samskifta við.
Tað er roynd at avmarkað talufrælsið.
Í øðrum lagi er sera álvarsamt, um vit skulu hava álit á okkara fyrisiting, at løgmaður gevur beinleiðis fráboðan til fyrisitingina um at fyrisita øðrvísi mótvegis teimum, sum hann er ósamdur við.
Fyrisitingin skal arbeiða eftir teimum lógum og reglum, sum eru galdandi og ikki eftir um tað hóskar til meiningarnar hjá løgmanni.
Nú er meiri brúk fyri at uppbyggja eitt álit á fyrisitingina, heldur enn at fráboða og  góðkenna, at fyrisitingarlógir bert er galdandi fyri summi – nevnliga tey, sum løgmaðurin er samdur við.
Í grannskoðaramálinum verða í løtuni kanningar gjørdir móti tveimum av hægstu embætismonnunum í fyrisitingini – júst fyri at hava fyrisitið ymiskt – alt eftir um tað vóru fólk í teirra parti ella fólk í einum øðrum parti.
Tað ber ikki til.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður (myndin lænt av Vágaportalinum)

Brævið frá løgmanni kann lesast her áVágaportalinum.

Sunday, August 14, 2011

Ólavur visir sini drekakynstur

20 krónurs drekin úr BR fleyg, meðan konstruksjónin, sum er gjørd undir Heygnum, meiri er til listarliga flúgving og krevur sína mann....

Saturday, August 13, 2011

Noyðast at hjálpa
















Var inni á loppimarknaðinum á Áarvegnum fyrrapartin. Jóna hevði tikið stig til at savna pening inn til tey, sum líða hungur i Somalia.
Skilji væl, at fólk ikki orka at síggja myndirnar haðani uttan at kunna gera nakað.
Og tí skilji eg eisini sera væl hetta tiltakið. Hetta bæði útvegar pening og hjálpir okkum at hjálpa, tað vit nú einaferð kunnu.
Gott tiltak.
Eg kom heim við tveimum barnabókum.






Posted by Picasa

Friday, August 12, 2011

Býarplanlegging úr Geneve


Borgarstjórin heldur hetta er so pent.
Eg haldi, at UEFA skal ikki standa fyri býarplanlegging í Havn. (Heldur ikki aðrastaðni!)

Thursday, August 4, 2011

Edmund gevur ráð til stuttligari fólkafund á Doktaragrund

Hesi orðini fullu úr munni Edmund Joensens undir viðgerðini av løgmansrøðuni:

Eg vil siga, at um Edmund hevði havt rætt, so hevði tað verið stuttligari á Doktaragrund.
Eingin peikaði og faktisk var eg eitt sindur súrur inn á meg sjálvan, at mín røða var so óstuttlig - og tað vóru hinar so eisini. Eingin kláraði at fáa róp í - og Petur Pólson sang so ikki serliga hart.
Men hetta eru frálík ráð til fyrireikararnar, hvussu tey kunnu skipa næsta fólkafund á Doktaragrund.
So verður tað eitt sindur stuttligari.

Wednesday, August 3, 2011

Kanska ikki so stuttlig, men tó..

...er tað stutligt, tá man verður teknaður (Dimmalætting 3. august 2011)
...og Inger heldur hetta líkist mær, men Jens Brandur haldi eg ivast...

Monday, August 1, 2011

Eg eri betri tjóðveldismaður enn Óli P heldur :-)

Sosialurin í kvøld 1. august 2011
- Eg kann heilsa Óla P, at eg eri so mikið góður tjóðveldismaður, at eg havi verið giftur við TVEIMUM donskum konum:-)