Tuesday, January 26, 2021

Maskulina tíðindavalið


Rigmor Dam og Hansa Hansen heittu í morgun í Góðan morgun Føroyum á kvinnur um at sleppa kynshaftinum og siga ja, tá journalistar ringja.

Ja, har var beinleiðis heitt á kvinnur um ikki at biðja um at sleppa at hugsa seg um, áðrenn tær siga ja. (Kanska kundi man eisini ynskt at onkrir menn bóðu um at sleppa at hugsa seg um, áðrenn teir søgdu ja, tað ljóðaði næstan, sum tað ikki kom fyri.)

Frágreiðingin til ójavnan í luttøku millum kynini í tíðindinnsløgnum var í høvuðsheitum sagdur at vera, at kvinnur eru trekari at siga ja. Hetta var næstan sagt sum ein eginleiki, ið kvinnur hava.

Eg gjørdi mær ómak í Pressuna at finna kvinnur, og tað bar til. Útvarpsárið 2019-2020 vóru 42 prosent av gestunum kvinnur. Tó skal eg beinanvegin siga, at har vóru fleiri mannfólkarøddir at hoyra, tí fleiri menn vóru við í fleiri sendingum.

Víst var til eina kanning, sum vísti at 30 prosent av luttakarunum í Degi og Viku fyrra hálvár 2020 vóru kvinnur. Haldi ikki tað ljóðar heilt galið – skuldi sjálvandi verið millum 40 og 60. Men áhugavert kundi verið at hoyrt, um har eru nøkur eyðkenni fyri innsløg við kvinnuligum luttakarum og tey við monnum.

Eg havi upplivað kvinnur vera trekari, so í fyrsta lagi kann tað vera ein frágreiðing, sum eisini er sonn.

Men mín pastandur er, at ein onnur frágreiðing upp á ójavnan er val og snaring av tíðindaevnunum.

Og tá er tað eisini ein strukturellur trupulleiki – ikki bara í miðlaheiminum, men næstan allastaðni.

Evnini vit velja – sum tíðindi - hava ofta meira maskulint snið, tí verður rúgvan at velja luttakarar í ofta ójavnari.

Maskulint snið í hesum høpi kann vera, at valdu evnini liggja í einum heimi, sum framanundan er domineraður av monnum.

Skuldi eg hava ein blaðstjóra, so var rúgvan bara menn.

Lættast er at velja fiskivinnuna – tað krevur sín mann at finna kvinnur at bjóða seg fram – og tá er lætt at hoyra, at hon hevur ikki pissa í saltan sjógv.

Tosa við undirsjóvartunnlar – hópurin av monnum er størstur, giti eg.

Tosa vit alivinnu er sama skil.

Og vit halda at hetta eru evni, sum hava størri týdning enn onnur – kanska tí høg krónutøl ofta skaka fatanina av, hvat hevur týdning í lívinum.

Eg taki undir við áheitanini á journalistar um at royna at finna kvinnur og á kvinnur um at halda seg til, men biði bara um at eisini verður hugsað um tíðindarenslið.

Vit eiga at hugsa um, hvørji evni verða vald og hvussu tey verða snarað – og ikki bara telja kvinnurøddir. Lága talið á kvinnurøddum kann eisini vera eitt mát fyri, hvat redaksjónin heldur vera tíðindini.

Mínar royndir eru eisini, at kvinnur eru nakað trekari, men spurningurin er eisini um evnini sum vit velja og hvussu vit velja at snara teimum. Ofta vera evnini bæði vald og snarað í ein ætt, har flestir menn eru at finna.

Aftur til fiskivinnuna. Ættin, sum fiskivinna verður snarað í, er næstan altíð kvotur, tons, krónur, hestakreftir, hýrur. Fiskivinnan kundi eisini verið matvøruframleiðlsa, orkusparing, familjulív, arbeiðsumhvørvi, burðadygg fiskivinna – giti bara, at so høvdu vit kanska eina løtu flutt okkum eitt sindur frá reinu mannligu rúgvuni at velja í.

Haldi, at bæði Rigmor og Hansa lýstu væl tann partin, ið hevur við skylduna hjá kringvarpinum at fremja javnstøðu, um at kvinnur skulu sleppa haftinum og kasta seg ”upp á rossið”, sum var sagt fleiri ferðir - um enn á donskum.

Javnstøða hevur ikki bara við talið á kvinnum at gera, men eisini nógv at gera við, hvørji tíðindaevni vinna fram, vera vald og hvussu tey vera snarað – ella vinklað, sum vit plaga at kalla tað í journalistikkinum.

Til dømis eru sera nógv tíðindi um prosess – tað vil siga um, hvat onkur ætlar, hvar eitt mál er komið í politisku skipanini, nær onkur freist er, hvør ikki kann møta, hvussu nógvir metrar eru boraðir, nær kanningarnar byrja, nær tær væntast lidnar. Sjáldan eru hetta týðandi tíðindi – tó so onkuntíð. Men júst hetta slagið av tíðindum snýr seg ofta um evni, har tað eru flest menn, sum skulu siga okkurt um prosessina, tí vit raka tíðindaøki, har rúgvan av monnum er størst.

Ja, vandin kann vera, at tíðindalogikkurin gerst, at vit velja evni, sum ganga í takt við verandi kynsstruktur. At tað gerst eitt tíðindakriteri í sær sjálvum.





Friday, September 25, 2020

Pressan: Stroyming hevur gjørt innrás

25-09-2020
Landsstýrismaðurin í mentamálum ætlar at broyta miðlastuðulin, so ein nevnd skal taka støðu til umsóknir frá miðlum.

Stroyming er vegurin inn til ljóð og myndir. Tey gomlu tíma enn at hyggja eftir tí, sum sjónvarpsrásir senda út í stovuna til ávísan klokkutíma, men alt fleiri vilja hava valfrælsið at velja nær og hvar ljóð og myndir skulu koma.

Avbjóðingin er stór, tí stroymingstænasturnar vera alsamt grammari fáa okkum at brúka tíð hjá teimum. Ein lítil sjónvarpsstøð sum Kringvarpið skal so royna at troka seg inn í hesa umfatandi útlendsku miðlamyndina.

Jens av Rana, landsstýrismaður, helt at svarið til útlendsku innrásina er at taka almennu pengarnar frá KvF, so allir miðlar eru javnstillaðir.

Gestir:

Jens av Rana, lansstýrismaður um miðlastuðul.

Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, Hermann Eliassen, miðlafrøðingur og Niels Uni Dam, samskiftisfrøðing

Niðast er leinki til kanningina, sum verður umrødd í sendingini.

Pressan 25/9-2020

Stroymings-kanning


Friday, July 10, 2020

Jenis beyð amerikanska flotanum vælkomnum

Hvat tosaðu  Carla og Jenis um?

Í útvarpinum í kvøld afturvísti Jenis av Rana, at amerikanska sendikvinnan og hann yvirhøvur talaðu um nakað hernaðarsamstarv.
Jenis slapp so til síðst í samrøðuni at skoyta uppí, at hann helt man skuldi tosa við tey, sum høvdu verið á fundinum og ikki tey, sum ikki høvdu verið.
Árni Gregersen á FM1 tosaði við Jenis, sum hevði verið á fundi við amerikansku sendikvinnuna.
Og her havi eg skrivað tann partin av samrøðuni, sum snúði seg um maritiman depil:

Jenis av Rana, landsstýrismaður:
"Hon hevði nógv upp á hjarta.
Tey ynskja uppaftur tættari samband - tað hava tey ynskt í so nógv ár.... men hesa ferð verður tað kanska meira enn tos... eg haldi tað verður meira konkret frameftir.... fyri at tosa um eitt sum er nógv frammi í Føroyum: Føroyar eru portrið inn í Arktis og burdu havt ein maritiman depil.. og tað eru tey ómetaliga áhugað í.
Og tey eru áhugað í, at ikki bara eitt skip frá teimum kemur sleingandi her og nú - annaðhvørt ár kanska og longri ímillum. Men at Føroyar vera brúktar, sum ein maritimur depil fyri amerikanska flotan."

Finnur Jenis bara upp á okkurt ella hevur hann síni, sum hann vil forkela?
Tá Jenis sigur floti og vísir til, at "ikki bara eitt skip frá teimum kemur hendan vegin"... meinar hann so sivila flotan?
Í útvarpinum kallaði hann tað fakenews... man hevur hoyrt okkur líkandi.
Ella misskiltu miðlanir bara alt handan týsdagin?
Gott at kringvarpið fór afturumaftur.
Men eftir stendur, at man skal vera varin at trúgva tí sum Jens av Rana sigur.

Her er samrøðan, sum Árna Gregersen hevði við Jenis á FM1 (frá 00:30):




Tuesday, July 7, 2020

Summarbræv: Taka sær tykni av trælasøguni

Vit liva í eini tyknistíð, har næstan øll vera firtin av onkrum. Eftir drápið á George Floyd í USA stinga sjónarmið seg fram um at reinska almenna rúmið fyri minnismerki, ið heiðra trælahaldi ella rasismu. Hvussu við standmyndini av føroyska nobelvinnaranum Niels R. Finsen í Keypmannahavn – er eingin firtin av, at hon stendur uttan fyri Ríkissjúkrahúsið i Keypmannahavn og ikki í Vágsbotni.

Øssur Winthereig, PRESS

Eg leigaði mær eina súkklu í nakrar dagar í Keypmannahavn. Eina gamla damusúkklu. Veit ikki um tað loysti seg so øgiliga væl. 70 krónur um dagin. Men veðrið hevur verð gott, og einum eldri manni dámar seint tempo ella tempo, sum hann sjálvur stýrir.
Oyrasundskollegiið er eitt av eyðkenninum hjá føroyingum í Keypmannahavn. Bygningar, sum minna føroyingar um føroyingar.
Leygardagin skuldi eg súkkla av Oyrasundskollegium út á Nørrebro at vitja yngru dóttrina og abbasonin.
Inn í Fakta at keypa djús til abbasonin.
Súkklaði inn eftir Amagerbrogøtu. Eg súkklaði 100 prosent spakuligast av øllum.
Hevði júst slept Oyrasundskollegiinum, einum av føroysku eyðkenninum hjá føroyingum í Keypmannahavn. Ikki bara lesandi, men so sanniliga eisini teirra familjum og okkum, sum framleiga okkum ein íbúð eitt skifti.
Súkklaði framvið uttanríkismálaráðnum. Har aftanfyri stendur spegilskupulin hjá Tróndi Patursson – Kosmiska Rúmið. Eisini eitt eyðkenni, men kanska mest eitt sum skal vísa at FærørneFindesFaktisk.

Kosmiska Rúmið hjá Tróndi Patursson stendur við uttanríkisráðið í Keypmannahavn. Enn hava Sea Shepard ella onnur rætthugsandi umhvørvisfólk ikki kravt Kosmiska Rúmið tikið niður.

Súkklaði fram við Gammel Strand á høgru hond og Thorvaldsen Museum á vinstru hond. Og so niðan eftir H. C. Andersens Boulevard niðan móti Ráðhúsplássinum. Ein tann størsti vegurin í Keypmannahavn er H. C. Andersens Boulevard, sum minnir øll í Keypmannahavn um ein av heimsins størstu ævintýrskaparum. Nakað at virðismeta og uppkalla ein veg eftir.
Komin beint framvið Ráðhúsplássinum ansi eg eftir, at eg havi mist mappuna. Fari fleiri ferðir gjøgnum lummarnar – aftanfyri, í síðuni, men eg havi súkklað mappuna burtur úr reyvalummanum.
Frata.

* * *

Nú eru nógvir dagar síðani George Floyd var myrdur í USA, men mótmælini eru ikki hildin uppat. Heldur hinvegin.
Her í Keypmannahavn vóru eini 15.000 fólk og mótmæltu seinasta sunnudag.
Miðlarnir hava lagt stóran dent á, at mótmælisfólkini stóðu øgiliga nær hvørjum øðrum og neyvan hildu koronafrástøðuna. Miðlarnir hava eisini funnist hvassliga at, at talskvinnan fyri Black Lives Matter í Danmark kravdi, at svørt og hvít ikki stóðu síð um síð í mótmælisgonguni, og hon skírdi Amnesty International fyri ein rasistiskan felagsskap.
Høvuðsboðskapurin um rasismu í Danmark og USA, hvarv eitt sindur í fyrsta lagi.
Tað gjørdi boðskapurin í Føroyum ikki á sama hátt, men eisini í Havn var spurningurin reistur, um tey mótmælandi ikki stóðu í so tætt – eftir koronatilmælunum.
Dagin eftir, at eg hevði mist mappuna, súkklaði eg av Oyrasundskolleginum inn á Amalienborg.
Inn á opna plássið har Drotningin plagar at veitra til fólkið. Súkklaði yvir móti tveimum av vaktunum, sum stóðu har í bjarnaskinnshúgvu í hitanum. Eg súkklaði í t-troyggju inn til vinstru fram við vaktunum og beint aftan fyri bústaðin hjá drotningini stóð húsið, sum í dag verður rópt ”Det Gule Palæ”.
Nú verður tað brúkt, sum umsiting hjá kongshúsinum.
Men tað var liðugt bygt í 1762.
Um tað mundi tá Ryberg flutti inn í Vágsbotni í Havn.
Gitni franski arkitekturin Nicolas-Henri Jardin teknaði ”Det Gule Palæ” - og byggiharrin var ríki handilsmaðurin Frederik Bargum.
Og júst hesi stóru húsini beint aftan fyri drotningabústaðin eru drigin fram í ljósið eftir, at George Floyd doyði, tí Frederik Bargum var ein av ríkastu handilsmonnunum í Danmark um tað mundi og hann vann sær bara meira peing.
Byggiharrin av hesum gula bygninginum beint við Amalienborg var Frederik Bargum ein av stóru trælahandlarunum seinast í 1600-talinum. Skuldi ein minnispláta verið fest á bygningin, sum sigur søguna um danska trælakeypmannin.
Hann átti reiðaríið ”Det danske Guineiske Kompagni”.
Og pengarnir tjenti hann við at keypa svørt fólk í Guinea, sigla tey í leinkjum yvir til Vesturindia, sum Danmark ráddi yvir. Tey svørtu, sum ikki vóru deyð á ferðini, fingu eitt lív sum trælir í Vesturindia.
Trælir hjá donskum plantasjueigarum, ið vóru væl stuðlaðir av Fríðrikki fimta, sum var kongur tá.
Vóru hesi stóru gulu húsini eini hús, sum man í dag skuldi vera errin av eru ein partur av donsku kongsborgini.

Ella var ein søga knýtt at húsunum, sum skal sigast hart.
Húsini hava verið eitt eyðkenni um ein framfýsnan danskan handilsmann, sum hann ofta hevur verð róptur. Men hann var trælahandilsmaður og livdi í sokallaði trýhyrningshandlinum.
Keypti trælir úr Guinea í Vesturafrika fyri vápn, brennivín og jarn og silgdu teir vestur um hav til Vesturindia til plantasjueigarar har, sum keyptu trælirnar á uppboðssølu. Afturfyri fingu Frederik Brgun og aðrir reiðarar og handilsmenn sukur og tubakk og onnur ráevni við sær aftur til Danmarkar at selja, og fyri pengarnar bar til aftur at fara til Vesturafrika.
Eftir drápið av George Floyd verður rasisma tikin fram og spurt verður, hvussu nógv minnisverk og standmyndir skulu danir hava eftir trælahandlarum.
Skulu vegirnir hava nýggj nøvn og skal ein serlig pláta setast upp á ”Det Gule Palæ”, sum minnir á, hvat søgan eisini sigur um eigaran og bygningin?

* * *

Frata.
Har var einki at gera. Mappan var vekk. Eg mátti venda súkkluni har á Ráðhúsplássinum og fara aftur sama veg fyri at vita, um eg fann mappuna aftur. Kanska lá hon har onkrastaðni. Har vóru tvey kontokort í og so koyrikort og eitt FK-kort. Men eingin peningur.
Eg var sjálvandi noyddur at koyra í vinstru síðu aftur sama veg, tí eg skuldi leita á súkklubreytini, sum eg hevði súkklað á.
Allan vegin aftur eftir H. C. Andersen Boulevard. Líkt er til, at hansara gøtu sleppur at varðveita sítt navn. Enn havi eg ikki hoyrt nakað um, at okkurt ævintýr er so rasistiskt ella diskriminerandi, at man eigur at umhugsa at geva gøtuni eitt nýtt navn.

Fram við Uttanríkisráðnum aftur og har aftan fyri stendur kubilin hjá Tróndi Patursson. Hann verður helst eisini standandi nakað afturat. Havi ikki hoyrt, at Sea Shepard ella onnur krevja spegilsrúmið burtur.

Súkklaði heilt útaftur á Oyrasund, men har var einki at finna – heldur ikki inni í Fakta.
Eg vendi damusúkkluni aftur og súkklaði sama túr eina ferð afturat.
Fram við Uttanríkisráðnum, sum stendur fyri viðurskiftunum hjá Danmark við onnur lond. Og sum í dag hevði havt sambandið við Vesturindia, um Danmark ikki seldi oyggjarnar í 1917.
Fann heldur onga mappu á vegnum aftur og súkklaði heilt út á Nørrebro, har dótturin býr.
Tað fyrsta eg mátti gera, var at fáa netsamband við mína telefon, so eg kundi sperra kontokortini.
Betri Banki var stongdur, so eg skuldi ringja til donsku fyritøkuna NETS.
Ein fyritøka, sum umboðar føroysku bankarnar.
Ja, sum er blivin eitt nýtt eyðkenni fyri donsku peningaskipanina í Føroyum.

* * *


Í Bristol í Stórabretlandi fóru mótmælisfólk beinleiðis eftir eini standmynd av trælahandilsmanninum Edward Colston. Tey rivu standmyndina niður og tveittu hana á bláman í havnini í Bristol.
Tað var ikki eitt minniseyðkenni, sum mótmælisfólkini vildu hava standandi í Bristol.
Eftir drápið á George Floyd var stundin komin at gera upp við tey, ið høvdu staðið fyri tí ringastu rasismuni í søguni yvirhøvur. Tey skuldu ikki hava minnis- og heiðurspláss í býunum.
Í danska býrarpartinum Holte er ein gøta, sum eitur Frederic de Conincks Vej.
Og Frederic de Coninck var ikki bara onkur, men kanska ein av ríkastu handilsmonnum og reiðarum í Danmark nakrantíð.
Á vegaskeltinum stendur sera vinarlig handelsmand undir navninum.

Í Holte í Danmark eitur ein gøta de Coninck Vej. Frederic de Coninck eitur handelsmand, men var ein av ríkastu monnun í Danmark – og ríkidømi var uppbygd við millum annað trælahandli.
Men felagið hjá Frederic de Coninck var trælahandlarir. Felagið hjá honum De Coninck & Co átti yvir 60 handilsskip og fleiri sigldu við trælum úr Vesturafrika til Vesturindisku oyggjarnar. Hann og hansara reiðarí vunnu nógvan pening við trælahandli.
Frederic de Coninck var hollendari, men var fluttur til Danmarkar. Her var hann væl í øgn við Kongshúsið og fekk nógv frammíhjárættindi, tá tað snúði seg um trýhyrningshandilin.
Enn eitur gøtan í Holte Frederic de Conincks Vej .

* * *

NETS.
Ja, ja, um NETS nú er blivið eyðkenni fyri Betri Banka, so má eg heldur ringja har fyri at steingja kontokortini.
Áðrenn eg ringdi bæð dótturin meg kanna, um onkur kanska hevði skrivað á Facebook, at mappan var funnin.
Nei – eingin hevði skrivað.
Og telfonnummar var einki í mappuni, tí tað kendi eingin, og tað bar ikki til at sláa upp nakrastaðni, tí eg hevði keypt mær eitt danskt talitíðarkort. So einki nyttaði at leita eftir Øssur Winthereig nakrastaðni.
Ringdi til NETS og tað var ein drúgv løta.
Telefonsvararin segði allatíðina: ”Alle vores medarbejdere er optaget”. Eg hugsaði mítt, at har situr garanterað bara ein persónur.
Meðan eg bíðaði so vísti mín nýggja telefon, at onkur ringdi til mín.
Eitt ókent danskt nummar.
Skuldi eg leggja á og ringja hatta nummarð og vita. Men hví tað, eingin hevði mítt nummar.
Bað dóttrina ringja, meðan eg bíðaði eftir onkrum av teimum mongu medarbeiðarunum,sum vóru til arbeiðis hjá NETS..
Nei, hatta var okkurt call-sentur.
OK.
Langt um leingi var hol í gjøgnum til NETS
Torben í hinum endanum.
Torben skilti beinanvegin, hvussu støðan var, tá eg segði, at eg einki CPR-nummar hevði enn. SO spurdi hann beinanvegin um p-tal.
Spurdi, hvar eg búði og so vórðu kortini sperrað.
NET og Betri enn eg hevði trúð.
-Tak!
- Selv tak. Hav en fortsat god dag!, segði Torben áðrenn eg legði á.


* * *

Vesturindiska Pakkhúsið á Lange Linje í Keypmannahavn.
Navnaskeltið í Holte stendur enn, men fleiri eru, sum vilja hava, at gøtan skal hava eitt annað navn. Navnið Frederic de Coninck er eitt eyðkenni fyri nakað, sum vit skulu gera upp við.
Men hesin hollendarin - Frederic de Coninck - sum var endaður í Keypmannahavn og gjørdist ein av ríkastu monnunum í Danmark, arbeiddi eitt skifti saman við einum øðrum – vælkendur í Føroyum - sum eisini eitur handilsmaður – nevnliga Niels Ryberg.
Niels Ryberg fekk í 1766 loyvdi at gera eina umskipingarhavn í Vágsbotni í Havn.
Hendan umskipingarhavnin skuldi brúkast at sleppa undan tolli og avgjøldum, tá vørur skuldu seljast til eitt nú Stórabretland og var í roynd og veru eisini brúkt sum smuglingarhavn.
Skip úr India og úr Vesturindia sigldu til Føroya, har vørurnar vóru umskipaðar og smuglaðar til Stórabretlands.
Ivaleyst eisini skip sum Frederic de Conink átti, hann arbeiddi saman við Ryberg.
Stórabretland og Frakland vóru í kríggi, og Stórabretland hevði hækkað tollin fyri vørur úr India sera nógv. Tí var stórur áhugi at smugla vørur til Stórabretlands.
Flestu skipini í bretska flotanum vóru í kríggi, tí bar væl til at hava ein umskipingarhavn í Havn og sigla til Stórabretlands uttan at vera steðgaður – fyrst og fremst til oynna Man, sum ikki tá var partur av Stórabretlandi.
Meðan Ryberg hevði handil í Havn hevði hann eisini verið uppi í trælahandli við felagnum Ryberg & Thygesen.
Ryberg var sera virkin, men var sambært keldum ikki av teimum ringastu í trælahandlinum, men hann var virkin handilsmaður – eisini á í Vesturinda.

Men Ryberg var eisini sosialt virkin í Danmark og hevði nógv álitisstørv hjá kongi.
Umskipingarhavnin hjá Ryberg var virkin í Vágsbotni frá 1766 og eini 20 ár fram.
Og í Føroyum verður sagt, at júst hendan tíðin flutti Føroyar úr óvitandi bóndasamfelagnum inn í ein nýggja næstan altjóðagjørdan heim.
Rolf Guttesen skrivar í grein í Fróðaskaparrit, at føroyingar stevndu til Havnar og lærdu nýggj hondverk og møttu fremmandafólki og handlaði við tey. Hetta var menninartíð í Føroyum.
Eyðkennið fyri nógvar av stóru handilsmonnunum hetta tíðarskeiðið var, at teir vóru høgt virdir og teir fingust eisini við ymiskt annað vældámt alment virksemi.
Og vert er eisini at minnast til, at í Danmark var eingin mótstøða móti trælahandli ella at handlað var við keypmenn, sum brúktu trælir.
Hinvegin var hesin handil við at seta Danmark á heimskortið.

* * *
Ja, handan mappan var farin í stórbýnum.
Eg súkklaði útaftur á Amager og steðgaði á á Ráðhúsplássinum.
Og meðan eg bara siti har, ringir telefonin aftur.
Sama nummar, sum úti hjá dóttrini.
Jú, tað var Brita frá Tivoli-call-center. Hon stóð var við einari mappu. Har vóru tvey kontokort í. Og har var eisini leigusátmáli fyri ein súkklu í og á sáttmálan hevði hon funnið hetta telefonnummarið, sum hon nú ringdi til.
Eg sprakk teir fáu metrarnar yvir í Tivoli og mín sann um eg uttan at blunka fekk mappuna aftur við øllum í.
Koyrdi mappuna í ein síðulumma við snarlási.
Og so uppáaftur damusúkkluna. Ha? Skrivaði eg damusúkklu?
Eg meinti sjálvandi súkklu.

* * *
Eingin standmynd ella minnisvarði er av Ryberg, sum eg hava funnið. Hvørki í Havn ella Keypmannahavn.
Standmyndin av Niels R. Finsen stendur uttan fyri Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn, men átti at verið tikin niður í hesum tyknistíðum. Eiga føroyingar at vera firtnir av, at Niels R. Finsen situr í Keypmannahavn og ikki í Vágsbotni.
So slepst undan at taka støðu til um nakað skal broytast í býarmyndunum av hansara ávum og hansara verkum.
Ein av teimum, sum fór at sigla og fekk altjóða útsýn í Ryberg-tíðini var Nólsoyar Páll, og Nólsoyar Páll hevur fingið sína egnu standmynd beint uttan fyri gamla Ryberg-handilin í Vágsbotni.
Men tann standmyndin skal eftir øllum at døma nú takast niður.
Í Keypmannahavn stendur ein standmynd, sum eisini er eitt eyðkenni fyri føroyingar í Danmark. Sum Oyrasundskollegiið, sum kubilin hjá Tróndi Patursson.
Tað er standmyndin av Niels R. Finsen, sum stendur til vinstru á veg inn móti høvuðsinngongdini til Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn. Niels R. Finsen situr skeivt á einum stóli og starir niður í gólvið.
Nobelvinnarin, sum ikki verður róptur føroyingar, sjálvt um hann var føddur her. Uttan av okkum sjálvum.
Ja, kanska skuldi tann standmyndin verið tikin niður og flutt til Føroya – kanska í Vágsbotn.
Vit hava eina skirvisliga minnisplátu um Niels R. Finsen á garðinum kring Ríkisumboðið.
Men hví ikki krevja Niels R. Finsen heim í Vágsbotn, tí so kundu, tann standmyndin samstundis verið eitt minnismerki um stórkeypmannin Niels Ryberg.
Tí føroyski nobelvinnarin var uppkallaður eftir Ryberg-keypmanninum.
Niels Ryberg Finsen.


Keldur:
Wikipedia
Rolf Guttesen: Sendingsgods fra Færøerne 1805-1855. Fróðskaparrit nr. 61


Monday, March 23, 2020

Meðan vit bíða

Tekning: Jens Brandur Winthereig

Havi sitið nakrar dagar og biksað við nakrar upptøkur, sum eg gjørdi, tá eg ruddaði bókareolina hjá mær.
Ruddingin er eldri enn korona, men eg fekk hug at seta upptøkurnar saman, nú vit skulu fáa dagarnar at ganga. Og har er eitt hugskot at rudda bókahillar.
Gerið so væl og lurtið, hvussu tað gekk hjá mær og hvørjir tankar og hvørjar søgur runnu fram fyri meg.
Millum annað rendi eg meg i eina upptøku frÁ 1978 av sanginum "Leygarmorgun í Havn" hjá Jóannes Nielsen - forkunnugt.
(Um tað ikki ber til at spæla av her, so ber til at fara inn á : Winthereig Varp

Tuesday, May 1, 2018

Pind heldur enn føroyskt tvass

Greið raðfesting hjá teimum báðu stóru portalunum in.fo og portal.fo hendan altjóða arbeiðardagin.
Ikki eitt orð um 1. mai í Føroyum ella røðurnar (jú eitt orð um at fá fólk vóru á Vaglinum og myndir!), men báðir portalarnir velja at tveita seg yvir, at ein danskur ráðharri í gransking leggur frá sær.
info.fo

portal.fo
Og portalurin kann so eisini kunna okkum um, at fólk eru handtikin í Danmark.
portal.fo
Sama skil á Vágaportalinum.
vp.fo
Men á Vágaportalinum er so eitt lesarabræv - haldi eg - frá Hervør Pálsdóttir, forkvinnu í Unga Tjóðveldi, sum hevur við 1. mai í Føroyum at gera.
Tað er frægari við Norðlýsinum og Kringvarpinum - tey vita, hví tey eru til.
Norðlýsið skrivar um røðuna, sum Absalon Hansen úr Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag helt og tey, sum bara lesa Norðlýsið fáa einki at vita um ein danskan ráðharra - tey mugu sættast við føroysk tíðindi.
nordlysid.fo
Og tey sum skara burturúr er Kringvarpið - á tann góða háttin.
Nón viðgjørdi 1. mai í sendingini í dag - ok ein stutta túr til Danmarkar máttu vit, men ein frálík sending, sum enn einaferð vísti, at Nón so sanniliag hevur lyft seinnapartin í kringvarpinum upp á eitt høgt journalistisk stig.
Og á heimasíðuni fleiri røður, sum eru hildnar 1. mai.
Og heldur ikki har eitt orð um danska raðharran.
kvf.fo

Sigi bara gott, at at vit hava Norðlýsið og Kringvarpið, um áhugin fyrst og fresmt stendur til føroysk viðurskifti á altjóða arbeiðadegnum.

Tuesday, April 24, 2018

Tunnubumba tveitt inn í KvF


Uppgerðin við aktivistiska journalistikkin er neyðug, men tingsins sniðálop er óneyðugt, og mentamálaráðið skuldi samráðst um vápnahvíld heldur enn at bumba.

Misálitið á Rigmor Dam í dag lýsti mest, at verandi andstøðuflokkar yvirhøvur ongan áhuga hava í at bøta um fjølbroytnið og trúvirðið hjá Kringvarpinum. Men royndu at brúka hetta høvið at sáða illgruna og misálit á kringvarpið.
Hetta gjørdi einki gott, at slíkir útspillandi og óndsinnaðir tinglimir skuldu draga kringvarpið gjøgnum tað skitna og dálkaða díkið, sum teir í dag demmaðu í løgtinginum.
Tí hetta er álvarsamari enn so, tá vit hugsa um kringvarpið sum eina verju av fólkaræði og fjølbroytni.

Øll sjónarmið við
Tann seinasti dokumentarurin um skattamálið vísti, hvussu kringvarpið valdi at leggja seg á aktivistisku linjuna hjá Astrup og halda onnur sjónarmið uttanfyri. Og tann, sum helt hondina yvir hesum journalistikki var tíðindaleiðarin. Tey, sum talaðu at - ella spurdu - fingu ikki nógv viðhald. Nýggi stjórin - óroyndur í journalistikki - fekk at vita, at hann skuldi ikki lata sum um hann var stjóri. Har vóru aðrir valdsstrukturar galdandi í KvF - og teir stóðu tíðindaleiðarin og hennara fylgisveinar fyri: atfinningar máttu ikki koma, eftirmeting av sendingini skuldi stýrast, øll uttan onkur úrvaldur skuldu halda seg burtur.
Tá hetta ikki lagaði seg eftir høvdinum hjá tíðindaleiðaranum, so eksploderaði húsið - fór í fleiri partar, sum fóru upp í móti hvørjum øðrum og - sum mær er sagt - førdi til hjartabankan fleiri staðni í húsinum. Tíðindaleiðarin sjálv fór í eitt annað gir, sum eisini Mentamálaráðið í síni niðurstøðu sigur var ov nógv av tí góða og sum ógjørligt var hjá nýggja stjóranum at slúka.

Uppgerð við gamlan valdsstruktur
Hetta var ein uppgerð við ein valdsstruktur og eina journalistiska linju, sum eg havi kallað tann aktivistiska journalistikkin, sum stendur upp í móti tí klassiska journalistikkinum.
Gott vit hava ein skipan, har ein uppsagdur deildarleiðari í Kringvarpinum kann kæra til ein hægri myndugleika. Til ber at ivast í, um Mentamálaráðið er rætti myndugleikin, um armslongdarprinsippið skal galda, men kæran er viðgjørd, og onki - haldi eg - er nakar politikkur blandaður upp í viðgerðina.
Tað sum eg haldi er synd er, at niðurstøðan hjá Mentamálaráðnum er at tveita eina tunnubumbu inn aftur í Kringvarpið, tá tey ikki bara ógilda uppsøgnina, men senda tíðindaleiðaran aftur til arbeiðis. Tá nú Mentamálaráðið er kærustovnur, átti jú Mentamálaráðið best at vita, at vilt tú stovninum tað besta, vilt tú fjálga um arbeiðsviðurskiftini, vilt tú steðga hjartabankanini hjá medarbeiðarunum, so skuldi Mentamálaráðið roynt at funnið eina loysn, sum bæði gav tíðindaleiðaranum tað, sum hon hevði krav upp á og sum vardi kringvarpið, sum eitt vælskipað arbeiðspláss.
Vænti ikki, at har var brúk fyri eini tunnubumbu.
Og heldur ikki teimum eitursálopum, sum andstøðan í dag sprændi inn í Kringvarpið.

(Mynd lænt frá portal.fo)

Tuesday, December 12, 2017

Stríðið um journalistiska sannleikan

Eg havi vanliga ikki verið so pírin í mínum viðmerkingum til gongdina í Kringvarpi Føroya. Men tað havi eg verið síðani tíðindaleiðarin fekk ætlanarskriv.
Var spurdur av Sosialinum um at viðmerkja í meiri breiðum høpi, men í roynd og veru tordi eg ikki, tí eg hevði ikki fult álit á, hvussu Sosialurin kundi finna upp á at brúka tað, sum eg nú einaferð segði.
Tí Sosialurin hevur lagt seg í kjalarvørrin á teimum, sum við øllum snildum - penum og ljótum - royna at murumyrða nýggja stjóran í Kringvarpinum.
Sjálvur endaði eg í hesum stríðnum millum nýggja stjóran og tey sum eg havi hug at skuldseta fyri at vera murudrápsfólk.
Eg skuldi leiða ein eftirmetingarbólk, ið skuldi eftirmeta journalistiska dekningin av sonevnda skattamálinum. Haldi meg vita, at journalisturin sum gjørdi sendingina um skattamálið, og onnur við, vildu ikki hoyra talan um, at eg skuldi vera við í nakrari eftirmeting. Og grundgevingin var, at eg hevði verið atfinningarsamur móti seinnu sendingini um skattamálið. Eg hevði brúkt orðið manipulasjón um brotið, har Suni Schwartz EIK-stjóri og Eyðun Mørkøre TAKS-stjóri vóru settir upp móti hvørjum øðrum, men brotið var frá eini bókaframløgu á Hotel Hafnia og hevði einki við skattamálið at gera. Hetta haldi eg enn vera manipulasjón.
At summi á tíðindadeildini ikki hildu nakað vera galið í at brúka fólk, sum høvdu róst somu sending og sama dekningi sigur mær so mikið, at tær moralsku reglur, sum tey halda skuldu galda fyri onnur - ikki eru galdandi fyri tey sjálvi.
At journalisturin heldur seg kunna sita í sjónvarpinum og flenna aftaná eina samrøðu við Eyðun Mørkøre kemur honum ikki til hugs, kann seta spurnatekin við hansara egna óhefni. Nei aðrar reglur galda fyri journalistin enn fyri onnur.
Og tað er júst hetta, sum hevur eyðkent journalistikkin í summum av teimum stóru dokumentarunum: Nevnliga, at tey, sum ikki hóska inn í valda sannleikan, skulu ikki hoyrast og í ringasta føri spottast.

Fiskivinnusemja í kringvarpinum
At hetta ikki er nakað eindømi vísti ein hending, ið eg var úti fyri eftir at hava havt Hans í Líðini sum gest í sendingini Afturáaftur. Hans í Líðini tosaði sína søk fyri at loyva fleiri skipum at trola – ella pløga, sum hann kallar tað – botnin. Eg gjørdi vart við í sendingini, at Hans í Líðini framleiðir trollemmar.
At hetta sjónarmiðið var sloppið framat, førdi við sær, at ein journalistur kom í øðini til mín og segði: Tú oyðileggur allan fiskivinnudiskursin hjá okkum.
Hetta gjørdi meg sera kløkkan. At onkur hevði onkra skipaða ætlan, sum eg eftir øllum at døma hevði verið óvitandi um. Ja, ikki hevði eg væntað, at eg skuldi skriva hetta alment, men tað skakaði meg.

Uppgerð um journalistikk
Tað sum hendir í Kringvarpinum í løtuni er ikki nøkur uppgerð við kritiskan journalistikk, men verður kanska ein uppgerð við tað slagið av journalistikki, sum kann nevnast aktivistiskur journalistikkur.
Í kringvarpinum verður nevnliga dagliga gjørdur kritiskur journalistikkur av tí klassiska slagnum, har journalisturin og miðilin ikki gerast partur í einum máli og har ynskið er at lýsa eitt evni gjølla og breitt.
Tíðindaleiðarin og einstakir journalistar hava staðið fyri tí slagnum av journalistikki, har miðilin ger seg til part í málinum og ikki hevur greiða intensjón at lýsa eitt mál so breitt sum til ber.
Tað slagið av journalistikki verður merkt av, at journalisturin hevur rætt, og tað kann lættliga ávirka kelduval, vinklar og blindvinklar.
Hetta slagið av aktivistiskum journalistikki hevur eyðkent Kringvarpið i nøkur ár - eisini áðrenn Johnny í Grótinum tók við sum stjóri.
Skattamálið er dømi um eina aktivistiska journalistiska framleiðslu. Journalisturin heldur seg hava 100 prosent vitan um rættin ella manglandi rættin til ein skattafrádrátt. Og 100 prosent vitan, at EIK hevur villeitt TAKS við vilja.
Og tá er næsta stigið so sjálvsagt: at døma heldur enn at upplýsa og nuansera.
Hetta er eitt slag av journalistikki, sum ikki er forboðin, men sum krevur ómetaliga nógv umhugsni - eisini etiskt umhugsni.
Har haldi eg, at dømi eru um tvørrandi umhugsni, tá td. málið um skattafrádráttin tykist vera lýst at kalla bara frá einari síðu.

Fjølmiðlar skulu ikki døma
Eisini hevði fjølmiðlanevndin rætt, tá hon í sambandi við viðgerð av fyrru sendingini um Skattamálið, nevndi, at fjølmiðlar eiga ikki at døma - tað skulu vit lata dómstólarnar um. Kringvarpið fekk ikki átalu frá fjølmiðlanevndini fyri sendingina, tí bankar og slíkir stórir aktørar mugu finna seg í meiri enn aðrir smærri aktørar.
Sanniliga mugu makthavararnir gjarna rista í buksunum, tá ein so stórur public service-miðil setir tey undir sjóneykuna, sum sita við valdinum. Men eg haldi, at tað eigur at gerast við klassisku fakligu dygdunum, heldur enn teimum aktivistisku.
Tí hinumegin hendan aktivistiska journalistikkin stendur tann klassiski journalistikkurin, har ynskið er at lýsa eitt mál so gjølla, sum til ber við tí greiðu intensjón at lova øllum sjónarmiðum framat. Uttan at gera seg sjálvan til ein aktivistiskan part í málinum.

Vátta egnan sannleika
Tað er trupult beint nú kroysta eitt fakligt kjak inn í tað almenna klandrið, sum er millum stjóran og tíðindaleiðaran.
Men kortini mugu vit royna at flisa persónsútspillingarnar frá.
Sosialurin og Kringvarpið valdu beinanvegin at døma EIK. Um vit nakrantíð fáa fulla greiðu á, um EIK við vilja royndi at villeiða TAKS, er ivasamt, tí vit vita ikki, hvat fútin endar við at gera. Eitt er spurningurin um EIK hevði rætt til nakran frádrátt og hin um EIK við vilja royndi at villeiða TAKS.
Alt bendir á, at Jørn Astrup Hansen hevur verið høvuðskelda til lýsingina hjá Kringvarpinum.
Men tað ger ikki, at skattamálið vendir skeivt í fyrstu syftu. Nógvur kritiskur journalistikkur byrjar við eini ónøgdari keldu, sum kennir seg vrangt viðfarna, og so verður bygt uppá.
Tað er í tí gongdini, at journalistikkurin fer yvir í aktivistiskan journalistikk. Tað er her kelduvalið tódnar og næstan alt bara snýr seg at vátta ta fatan, sum er galdandi millum tey ráðandi á redaksjónini.
Sum fjølmiðlanevndin eisini nevnir um fyrstu sendingina: "sendingin kann tykjast eitt sindur eintáttað, tí talan er um fáar keldur og ongar keldukritiskar spurningar". Men sum fjølmiðlanevnin eisini sigur "Hinvegin er trupult at fáa javnvág í, tá EIK ikki vil viðvirka."
Og tað er júst í hesum førinum, tá ein partur ikki vil vera við, at ymisk atlit - eisini etisk - gera seg galdandi. Í fyrsta lagi skal tað ikki forða journalistum at gera ein søgu, at ein partur noktar at vera við. Í øðrum lagi setur tað stór etisk krøv til journalistin, tá so at siga bara onnur síðan vil úttala seg. Tað setur eisini stór etisk krøv til journalistin, um fleiri keldur eru ónevndar.

Gloymdir vinklar
Í sendingunum um skattamálið verður ikki granskað í, hví Jørn Astrup Hansen er so grammur at leggja eftir leiðsluni í EIK. Heldur ikki verður granskað serliga væl í leiklutinum hjá SPEKT, sum bæði tekur sær æruna av "goodwill"-modellinum og seinni ikki vil kennast við tað. Astrup er við, men tað merkir ikki, at hann ikki skal viðgerast keldukritiskt. Skjøl frá SPEKT er við, men ikki nógvur keldukritikkur.
Granskað verður heldur ikki serliga væl, um tað kanska er Bankapakki 1, sum er skrúvaður soleiðis saman, at óvissa er um, hvussu hann virkar eftir donskum skattalógum og hvussu hann virkar eftir føroyskum skattalógum. Kanska er hetta eitt torskilt mál, har teir stóru klandast um at fáa rætt, tí eingin púra greitt hevur rætt.
Heldur ikki eru føroyskir - óheftir - serfrøðingar tiknir við.
Hetta er ikki neyðturviliga spurningar, sum høvdu broytt niðurstøðuna, men hetta eru spurningar sum høvdu nuanserað dekningin, so hann ikki var so tætt knýttur at einum sannleika – í hesum førinum tí hjá Jørn Astrup Hansen.
Tíðindaleiðarin og journalisturin hava vart aktivistiska journalistikkin, sum tann einasta rætta. Tað geri eg ikki, tó at eg dugi at síggja at hann kann hava kvalitetir.
Men teir kvalitetirnir hvørva, um høvuðsendamálið er at vátta egnan sannleika.
Eg dugi at síggja, at hetta er eitt stríð um framtíðar journalistikkin í Kringvarpinum - í miðlamastodontinum.

Um nýggi stjórin megnar at venda gongdini - tað veit eg ikki, men eg stúri fyri framtíðini hjá public-service stovninum, um tann aktivistiska linjan verður tann galdandi.

Tuesday, November 28, 2017

Nýggjur mergur blásast í KvF

Tá eitt krov er sundurlimað ber ikki til, sum hjá Tóri í norrønu gudalæruni at ganda tað livandi aftur.
Kringvarpið er í løtuni sundurlimað, har høvur liggur fyri seg og limirnir liggja í tilvildarligari skipan í pappeskjuni.

Tá Tórur og Loki máttu gista hjá einum bóndahjúnum, slaktaði Tórur sínar geitir og bað øll um at tveita beinini aftur á skinnið, tí so reistust geitirnar aftur á lívi. Sonurin í húsinum Tjalvi breyt eitt bein og seyg mergin úr tí áðrenn hann tveitti tað á skinnið. Og tá geitirnar reistust, var onnur halt.
Øði fleyg í Tór - bóndin var harmur – og endin var, at Tórur og Loki tóku bæði Tjalva og systrina Røskvu við sær.

Her er tørvur á Tóri at ganda alt í pappeskuni aftur til eina livandi veru. Men vandi er fyri, at geitin ikki bara fer at halta á einum beini. Sær út sum mergurin er sogin úr fleiri beinum, so geitin als ikki verður gongufør.

Nýmótans djóralæknavísindi má blása nýggjan merg í beinini og leggja lagaligt gips um, so geitin ikki bara verður gongufør, men eisini kann spæla og spela avtstað.

Og verða til ta nyttu sum hon kann og eigur.

Friday, November 3, 2017

Okkara sannleikar skulu ikki órógvast

Eg havi ikki skrepuna av, um EIK hevði rætt til frádrátt ella ikki. Heldur ikki um EIK royndi at villeiða TAKS. Men seinastu vikurnar benda á, at ræðslan fyri atfinningum at journalistiska dekninginum er øgilig.
Mánadagin 9. oktober ringdi Barbara Holm, blaðstjóri á Sosialinum, til mín og spurdi, hvat eg sum næstformaður í Føroyskum Miðlafólkum helt um, at Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri, hevði vent sær til fjølmiðlanevndina og spurt um nevndin onkursvegna kundi gera eina eftirmeting av dekninginum hjá KvF av skattamálinum.

Men Barbara skrivaði ikki eitt orð nakrastaðni um okkara samrøðu.

Eg hevði skilt á in.fo sama morgun, at høvið hjá kringvarpsstjóranum var skuldsetingar frá Símuni Absalonsen um journalistikkin hjá Kringvarpinum.

Onkuntíð(!) eri eg nokk so sannførdur og bersøgin, men tað var eg ikki hendan fyrrapartin, tá Barbara ringdi.

Men eg svaraði, at tað var ikki so býtt hugskot, sum stjórin hevði fingið. Tí tað vísti ein opinleika, har stovnurin bað fólk uttanifrá eftirmeta í einum so stórum máli. Fjølmiðlanevndin er longu til, og miðlarnir hava so nøkulunda virðing fyri avgerðunum. Eg var eisini greiður yvir, at hetta var ikki so vanligt, men kortini helt eg, at tað var djarvt og vísti ein vilja at gloppa dyrnar inn til miðla-mastodontin.

Gamaní var talan um eina kærunevnd, men kanska kundi hon í hesum føri átaka sær eina eftirmeting, sjálvt um tað strangt tikið ikki var arbeiðið hjá nevndini.

Eg nevndi eisini fyri Barbaru, at eg haldi, at Kringvarpið er blivið ein alt ov stórur risi ella mastodontur í miðlaheiminum. Eingin annar hevur nakran kjans, um Kringvarpið velur síðu og setur allar sína megi aftanfyri. Eg fór so langt at siga, at hetta var Pravda-kent. Pravda var almenna blaðið hjá sovjettiska kommunistaflokkinum, og Pravda merkir sannleikin. Har stóð sannleikin og hann mátti ikki órógvast.

Eg gloymdi at nevna, at tá so eisini Sosialurin velur síðu saman við Kringvarpinum, ja tá verður støðan enn verri. Ja, so álvarsom, at eg haldi tað kann hótta fólkaræðið. Haldi ikki, at Kringvarpið á nakran hátt ella Sosialurin á nakran hátt eru hóttanir móti fólkaræðinum, men haldi, at eitt miðlalandslag, har ein miðil situr at næstan øllum kann hótta fólkaræðið.

Eg helt, at ein roynd kundi verið at býtt tíðindadeildina í Kringvarpinum upp í tvær tíðindaredaksjónir ella kanska tríggjar – eina til netið.

Eg nevndi eisini, at eg havi skift meining og haldi nú, at summar Public-service-uppgávur kunnu leggjast uttan fyri Kringvarpið – í minsta lagi sum ein roynd.

Eg haldi eisini, at vit eiga at umhugsa at gera ein nýggja útvarpsrás uttan fyri KvF, sum fær part av kringvarpspengunum.

Men ikki eitt orð var at síggja aftur nakrastaðni.
Mikudag 11. oktober skrivar Barbara til mín, at hon heldur enn at skriva eina grein til in.fo vil gera meiri burtur út samrøðuni seinni, tí sjónarmiðini vóru áhugaverd.
Og friður veri við tí.
Sjálvur havi eg ofta ringt til keldur uttan at brúka nakað yvirhøvur, so tað knarri eg ikki um.

* * *

Fríggjadag 13. oktober spurdi kringvarpsstjórin meg, um eg vildi leiða eina eftirmeting av dekninginum av skattamálinum í Kringvarpinum.
Tað vildi eg fegin. Eg er fleiri ferðir áður biðin um at gera eftirmetingar av sendingum og sendirøðum í Kringvarpinum – tó ikki á tíðindadeildini.

Kallaði inn til fund mánamorgun 16. oktober. Leiðslan hevði biðið trý starvsfólk á stovninum um at vera við, og stjórin greiddi okkum frá, hvat arbeiðssetningurin skuldi vera.
Eg helt, at hetta sá spennandi út. Hetta var jú bara ein eftirmeting av breiða dekninginum av skattamálinum.

Vit fóru hvør til sítt, og eg kallaði inn til fundar aftur tveir dagar seinni.

Eg visti væl, at eg var nokk so kontroversiellur millum summar leiðandi medarbeiðarar á tíðindadeildini. Men tað skuldi ikki forða mær fyri at leiða eina fakliga eftirmeting – helt eg.Men sama kvøld skrivar stjórin til mín, at hann kortini ikki kann brúka meg í nakrari eftirmeting. Grundgeving fekk eg onga og bað heldur ikki um nakra.Nú skilji eg, at ein dagføring hjá mær á Facebook var grundgeving fyri, at eg ikki kundi vera við.

26. mars skrivaði eg á Facebook:
”Eg, sum fái áleið hálva mánaðarløn frá KVF fyri sendingina Afturáaftur, kann ikki á nakran hátt taka undir við tí manipulasjón, sum var gjørd í seinnu sending um skattamálið hjá EIK. Hugsi um, at myndir og ljóð av Súna Schwartz og Eyðun Mørkøre frá eini bókaframløgu á Hafnia, verða flættaðar inn í sendingina, sum undirbyggjandi partar. Skulu KvF og kritiskur journalistikkur yvirhøvur takast í álvara má slíkt svans fáa avleiðingar.”

* * *

Í seinni helvt av oktober skrivaði Sveinur Tróndarson tvær greinar á Norðlýsinum um skattamálið. Eitt nú dokumenteraði Sveinur, hvussu SPEKT tók sær æruna av, at talan kanska var um eitt skattligt good-will, sum kundi avskrivast yvir 10 ár, men at EIK skuldi spyrja TAKS fyrst.

Hann dokumenteraði eisini, hvussu SPEKT seinni vendi 180 stig og segði seg kortini ikki taka undir við sínum egna barni.

Í sendingini ”Skattamálið II” var sagt soleiðis um, at onki var nevnt um good-will í roknskapinum 2010-2011: ”Hendan ognin – um goodwill upp á eina hálva milljard – sær tí út til at vera íspunnin eftir almenna roknskapin 2010-2011.”Tað kundi kanska havt áhuga at spurt, um tað júst var SPEKT, sum hevði uppfunnið, ja, ella íspunnið good-will-konstruksjónina aftaná, at almenni roknskapurin fyri 2010-2011 var gjørdur. Hugsi, tá nú tað fleiri ferðir var víst til viðmerkingar frá júst SPEKT.

Eisini var sagt í sendingini: "EIK mótmælti harðliga, tá tað í apríl 2016 kom fram, at bankin í fleiri ár hevði fingið at vita frá sínum grannskoðarum, at bankin ikki hevði rætt til skattafrádráttin."

Sveinur dokumenteraði, at SPEKT í 2013 skrivaði, at bankin neyvan hevði rætt til ein samlaðan frádrátt, men hinvegin kanska til eitt skattligt good-will yvir 10 ár.

Hetta eru sjónarmið, sum ikki høvdu verið heilt óviðkomandi í samlaðu lýsingini, tí tað hevur týdning at vera nuanseraður við sínum skrivligu keldum.

* * *

Vandin við einum Pravda, er at sannleikin verður smíðaður eftir onkrum prinsippum, sum ikki eru journalistisk. Onnur atlit telja meiri. Hjá Pravda var tað atlitið til valdshavararnar – til statin. Men tað kunnu vera nógv onnur atlit, tá journalistisku prinsippini verða slept.

Í leiðreglunum fyri fjølmiðlasið er ein grein, sum umrøður val av heimildum ella keldum, sum vit vanliga rópa tað:
”Tað er góður fjølmiðlasiður at vera vandin í valinum av heimildum, og at eftirkanna, at upplýsingar frá heimildum eru rættar. Eisini er tað góður fjølmiðlasiður at stremba eftir fjølbroytni í valinum av heimildum. Heimildarvandnið herðist, um dulnevndar heimildir verða nýttar, ella um ein heimild gevur fjølmiðli einkarætt.”

Her sær fyri mær út sum, at Sosialurin og Kringvarpið hava valt somu linju í skattamálinum. Ikki fyri at lýsa ymisk sjónarmið, men fyri at gera alt, sum til ber fyri at undirbyggja egnan sannleika.

Og sjálvur havi eg ikki skrepuna av, hvør hevur rætt til frádrátt ella ikki. Heldur ikki um EIK royndi at villeiða TAKS.Men eg eri ikki eiðasørur, tá talan er um journalistisk prinsippir og journalistiskan dekning.

* * *

Í dag hugsi eg:

Kanska vildi Barbara ikki brúka nøkur orð frá mær – hvørki sum journalisti ella næstformanni í Føroyskum Miðlafólkum, tí eg gekk ikki nóg hvassliga í móti ætlanini hjá stjóranum at fáa eina óhefta eftirmeting. Um hon skrivaði nakað, so kundi tað síggja út, sum tað var eitt gott hugskot við eini eftirmeting.

Og kanska var trýst lagt – innanifrá - á stjóran í Kringvarpinum um, at eg skuldi ikki vera við til nakra eftirmeting í KvF, tí eg var kritiskur. Eg hevði jú skrivað á Facebook, at eg tók frástøðu frá manipulasjón. Var eg við, kundi tað síggja út, sum at onkrir spurningar kundu setast um journalistiska dekningin.
Eg giti, at Pravda hevði ikki nógvar journalistiskar eftirmetingar.

Og kanska skuldu greinarnar hjá Sveini Tróndarsyni ikki nevnast við einum orði – hvørki í Kringvarpinum ella Sosialinum - tí so kundi tað síggja út, sum at har vóru onkur sjónarmið í skattamálinum, sum ikki 100 prosent undirbygdu egnan journalistiskan dekning – egnan sannleika.


Øssur Winthereig, journalistur