Saturday, November 27, 2010

Mín deiligi jólakalendari

Ja, kona mín hevur keypt 24 øl, sum jólagávukalendara til mín.
Hon undrar seg yvir, hví til ber at keypa útlendskar øl eina og eina, meðan føroyskar skulu keypast seks og seks.

Tí er bara ein Okkara-øl ímillum - tann einasta føroyska ølin, sum kann keypast einsamøll.

Tuesday, November 23, 2010

Sjáldsama ljótt búmerki

Hetta er skemt í høgum flokki, soleiðis skrivar Portal.fo:
"Búmerkið er millum annað ætlað limunum at nýta í sambandi við teirra marknaðarføring og er eisini gjørt fyri at gera koyrilærarafelagið meira eyðkent.
Búmerkið myndar eina ketu, sum er ímynd fyri samanhaldi. Samstundis er kjarnan í miðjuni ímynd av álvarsemi við ferðslufrálæran í miðdepilin. "


Ímynd fyri samanhald? Millum koyrilærarar ella millum Akstovuna og koyrilærarar ella millum næmingar og koyrilærarar. Og hvat hundin verður sagt um kjarnan í miðjuni. Hon vísir álvarsemið í ferðuslufrálæru, ja Guð viti, hvussu heilarnir á koyrilærarum er skrúvaðir saman.
Og annars skuldu koyrilærarar vita, at ein reyður sirkul er merki fyri forboð ella halt teg burtur. Hyggur tú eina løtu eftir svørtu ketuni, so er Hitler-krossurin ikki langt burtur. Ja, og so stendur Føroya ikki sentrerað, ja og har eru tveir ymiskir fontar í reyða ringinum.
Eitt sum tey eisini kundu skriva fyri at gera hatta totalt meiningsleyst er: hvita flatin við svarta prikkinum skal eisini ímynda eina skotskivu, sum tey ið íðka skískjóting brúka. Hetta minnir okkum um, at tað kann vera hált í kava, og at vit skulu hava eina hálkubreyt.
portal.fo - Koyrilærarafelagið nýtt búmerki

Sunday, November 21, 2010

300 orð

"Tveir ungir grønlendingar hava lisið yvir 300 orð á grønlendskum inn á forritið."
Um tað skal gera mun, so vóni eg, at orðini eru ordiliga lang.
portal.fo - Nú kunnu øll læra grønlendskt

Saturday, November 20, 2010

Vegleiðing til føroysku masokismuna í fýra stigum

1 stig:
“Nei, hvor er her smukt!”
“Takk, takk!”

2. stig:
“Nei, hvor er færinger gæstfrie!”
“Takk, takk!”

3. stig:
“Jeg elsker ræst kød!”
“Takk, takk!”

4. stig:
“Men ellers kan færinger ikke finde ud af en skid!"”
“Takk, takk!”

Friday, November 19, 2010

Astrup, sum trojanskur hestur


Íbúgvarnir í Troja drógu sjálvir tann stóra holaða træhestin inn í býin. Teir hildu seg gera kvettið at fáa hendan fína træhestin. Men inni í hestinum fjaldi fíggindin seg. Hermenninir inni í hestinum sníktu seg út á náttartíð og lótu býarportrið upp fyri griska herinum.
Summi halda, at tað var eitt kvetti at fáa Astrup aftur til Føroya fyri einum mánaði síðani. Men hansara uppgáva var at lata portrið upp fyri danska "Finansiel Stabilitet"-herinum. Tann heruin var her í gjár. Í sendingini í sjónvarpinum segði Astrup "vi" tá hann tosaði um føroyingar. Snilt hjá einum trojanskum hesti. Jú longri føroyingar kunnu dragast upp á tráð, jú effektivari, tá ordiligi herurin slapp inn. Og kann hann so eisini lata sum um hann er ráðgevi hjá landsstýrinum samstundis, ja so kann tað ikki gerast betri.
Og í gjár hevði Astrup so latið hurðarnar upp fyri "Finansiel Stabilitet"-herinum: Nú var klárt hjá umboðum fyri eitt danskt aktieselskap og danska statin at seta treytirnar fyri, hvussu vit skulu leggja vápnini.
Vit mugu leypa upp um trojanska hestin og krevja samráðingar við donsku stjórnina beinanveg. Hatta er ikki nakar virðiligur arbeiðsmáti.

Wednesday, November 17, 2010

...og hví vóru tit so ikki í farloyvi, Sjúrður og Bjørt

Lesi grein hjá Sjúrði og Bjørt. Mest er greinin ein undran yvir, at Sosialurin og Miðlahúsð yvirhøvur undrar seg yvir teirra renniútferð til New York, uttan at spyrja tey. Og tað áttu tey í Miðlahúsinum at gjørt. Men eg haldi, at Sjúrður og Bjørt - nú tey sjálvi velja at svara - kundu svara spurningum um, hvi tey ikki tóku farloyvi frá tinginum, tá tey fóru til New York at renna.

Um svarið er greitt, so átti annar tykkara, at duga at skriva tað.
Tykkara bræv er ikki nakað svar uppá, nær tingfólk kunnu fara uttanlands uttan at fara í farloyvi ella um onkrar reglur - formellar ella óskrivaðar - eiga at vera hildnar.
Og hvat halda tit? Nær skulu løgtingsfólk taka farloyvi úr tinginum?
Ella er tykkara svar bara, at Eirikur ikki er seriøsur?

Greinin hjá teimum báðum á Vágaportalinum

Sunday, November 14, 2010

Tjena pengar upp á tey deyðu - uttan at spyrja tey livandi


Vit journalistar plaga at taka upphavsrætt í álvara - serliga tá tað snýr seg um okkum sjálvi. Nú haldi eg, at Dimmalætting hevur gloymt tað. At finna gomul minningarorð fram og redigera í teimum - uttan at spyrja - og geva tey út í bók fyri at tjena nakrar krónur eyka, ljóðar ikki rætt í mínum oyrum. Skulu vit, sum hava skrivað okkurt hissini lesarabræv ella eina grein, vænta at Pól á Kletti ella onkur annar fer at redigera og geva tað út í bók.
Sum Árni sigur í samrøðuni við útvarpið, so kom hugskotið av eini misskiljing um, hvussu tey gjørdi í Íslandi. Eg haldi Dimma beinanvegin skulu umborið hesa misskiljing og sum tað minsta sagt, at sjálvandi verður eingin nýggj bók gjørd, uttan at tey sum hava skrivað verða spurd og góðkenna redigering og siga eitt møguligt krav um samsýning frá sær.
Samrøða við Árna um minningarorðabókina

Saturday, November 13, 2010

Eg kenni tárini aftur

 Eg kenni tárini aftur.
Tey, sum runnu á kjálkanum fyri 14 árum síðani, tá eg saman við Bodil og tveimum smágentum sat á heita asfaltinum uttanfryi húsini, har Aung San Suu Kyi sat í húsarvarðhaldi.
Tað var leygardagur, og tá savnaðust fleiri túsund fólk á gøtuni uttanfyri hennara hús.
Vit - kanska teir einastu evropeararnir tann dagin - vórðu flutt fremst - heilt fram til læsta portrið inn til húsini. Vit sótu á vegnum og øll ferðsla var steðgað.
Framman fyri portrið stóðu eini 10-12 ungir mans við apilsinlittum pannubondum. Teir stóðu við rygginum til læsta portrið. Djarvir ungir menn, sum stóðu á varðhaldi. Í dag eru teir 14 ár eldri.
Og so hendir nakað innanfyri. Aung San Suu Kyi kemur til sjóndar. Hon hevur helst okkurt slag av trappustiga innanfyri. Hendan kvinnan, sum hevur fingið friðarheiðursløn Nobels fyri sítt stríð fyri fólkaræði og menniskjarættindum.
Og hon hugdi eftir okkum, smíltist og nikkaði. Vit sótu fremst. Við frískum blómum í hárinum stóð hon har og sá trúgvu fjøldina, sum hvønn leygardag møttu upp, at síggja hana og hoyra hana og leita eftir vónini. Løtan var so søguligt, so innilig og so ræðsluvekjandi.
Her sótu vit bara tveir metrar frá eini innilæstari kvinnu, sum hevði vunnið eitt demokratiskt val, men sum hernaðarstýrið stongdi inni. Tárini runnu sølt í teimum 30 stigunum og vunnu á sveittanum. Vit skiltu ikki eitt orð, men í eygunum á burmesarunum sást virðingin og vónin. Aftaná kennist ræðslan har. Vit fóru heimaftur tríggjar vikur seinni, men hini vóru eftir saman við einum av harðrendastu hernaðarstýrum í søguni.
Í dag havi eg smakkað somu søltu tár, men hesiferð ikki í nakari kapping við sveitta.
Aung San Suu Kyi er latin leys.
Sjónvarpsmyndirnar vísa sama portur, sum í 1996. Aung San Suu Kyi kom fram við somu styrki og gav somu vón.
Í 1999 doyði maður hennara av krabbameini í Bretlandi, og hernaðarstýrið beyð henni at fara til Bretlands at siga manninum farvæl, men hon fór ikki, tí hon væntaði ikki at sleppa innaftur í Burma. Synirnar hevur hon ikki sæð í eini 20 ár og heldur ikki ommubørnini. Yngsti sonurin er føddur í 1977.
Nú er aftur trýst aftanfyri eyguni.
Hetta er eisini ein dagur, sum eg altíð fari at minnast.
Bara Aung San Suu Kyi kemur livandi út í tað skirvisliga frælsi, sum Burma kann bjóða sínum íbúgvum.
Eg kenni tárini aftur.

Wednesday, November 10, 2010

Teljararnir klárir

Nú eru vit komin har til á mínum arbeiði, at teljararnir eru til reiðar at fara út at savna spurnabløð inn. Týsdagin fingu teljararnir upplæring, so nú er bara á bíða, um fólk í royndarøkjunum vilja svara.
Manntal

Friday, November 5, 2010

Nýtt mentanartíðarrit komið

Framúrskarandi tiltak.
Inger og Kinna hava skrivað hvønn einasta dag síðani juli og pláss var verri enn so fyri øllum í eini bók.
Men John Dalsgarð langaði til og beyð sær at geva eitt úrval út.
Hetta vísir so væl, hvussu lítið tey bæði stóru bløðini virða hetta slagið av tilfari.

portal.fo - Nýtt mentanartíðarrit komið

Wednesday, November 3, 2010

Hans Pauli Strøm dýrandi fullur í Vestmanna

Fulkomuliga burturvið at draga hetta fram á portalinum við eini loyniligari keldu.
Hetta er reint privatlív, sum eigur at verjast, heldur enn at varpast út.
Um tað hevði havt nakran almennan týdning og um tónleikararnir hildið Hans Paula órógva sína konsert, so kundi tað havt eitt sindur av týdningini.
Men eitt navnleyst gleps eigur ikki at koma her til.

portal.fo - Hans Pauli Strøm dýrandi fullur í Vestmanna