Friday, June 29, 2012

Gerið uppreistur - setið krøv!


Var gestarøðari á pisufundinum í Viðalundini 28. juni 2012:

Góðu pisur!
Eg fari at uppfinna eina nýggja app.
Eina app. til telefonina ella til Facebook, har tað ber til at spyrja, hvat kann eg gera nú?
Hon skal kappast við allar hinar, har til ber at spyrja: Hvussu fái EG best pilka mær í mínum egna nalva? Hvussu væl dámdur eri EG? Hvørjum fái EG vitjan av? Skriva eitt orð um meg, sum byrjar við K! Sig mær, hvat slag av persóni EG eri?
Ja, spurningurin skal vendast frá: Hvat fái EG burtur úr til “Hvat kann eg gera?” ella vit kunnu hugsa enn longri: Hvat kunnu VIT gera?
Hetta er ikki ein ring app at gera, tí svarið er so einfalt:
Hvat kann eg gera? Svarið er: Tú skalt – eg sigi skalt – taka ábyrgd fyri, at hetta landið verður eitt gott land at búgva í!
Og spyrja vit tann stóra spurningin: Hvat kunnu VIT gera, so kemur ein annar spurningurin kanska fyrst: Hvørji VIT? Jú, Vit sum í dag eru so glað tí VIT eru liðug í Hoydølum, Vit, sum eru foreldur hjá tykkum, Vit sum búgva her! Vit sum elska tykkum! Ja tá skal svarið verða – ikki so ringt at rokna út, ha?:
Tit skulu – ja tit skulu øll taka ábyrgdina av at gera hetta til eitt gott land at búgva í!
Vit síggja bert nøkur fá aftur
Av øllum tykkum, sum ætla tykkum uttanlands at taka útbúgvingar, er stórur vandi fyri, at vit bara síggja nøkur fá aftur. Seinastu mongu árini er bert ein komin aftur av hvørjum trimum, sum eru farin.
Giti at fleiri tykkara hugsa beint nú: Ja, eg ætli mær so aftur til Føroya – tað veit eg!
Onnur hugsa kanska longu nú: Eg tími ikki at vera í Føroyum, hetta er eitt lorta land.
Onnur spyrja seg sjálvan: Hvat fái EG burturúr at koma aftur til Føroya?
Tí fari eg at uppfinna nýggju appina – fyri at minna tykkum á at spyjra, hvat kann eg gera ella hvat kunnu vit gera?
Nógv at finnast at
Í Føroyum eru fleiri ting, sum vit kunnu kritisera. Her eru fleiri ting, sum vit vildu havt vóru øðrvísi. Men ábyrgdin at broyta til tað betra er okkara.
Vit sum liva her í dag hava brúk fyri tykkum. Tit hava orkuna og hugskotini.
Vit vilja hoyra tykkara røddir í felagsskapinum: Gerið uppreistur! Setið krøv! Blandið tykkum! Rópið, skrálið, argið og krevjið.
Vit minnast so illa
Fólk í mínum aldri elska at siga við ungfólk, at tey eru nakrir egoistar. Soleiðis vóru vit ikki – nei vit vóru ikki so sjálvupptikin og vit droymdu ikki bara um at vera við í Pardise-Hotel, har egoisman trívist so væl og miðlagreðin er øgilig. Men trupulleikin hjá fólki í mínum aldri er, at vit minnast so illa, hvussu vit sjálvi vóru sum ung og vit vita ikki serliga væl, hvussu nútímans ungdómur er. Helst tí vit ikki duga nóg væl at lurta eftir tykkum.
Tí hevur tað týdning, at tit eru sjónlig og hoyrast. Lærið tykkum aðrar spurningar enn: Hvat fái EG burtur úr?
Ung taka seg saman
Fleiri staðni í Evropa eru ungdómsrørslur, sum seta krøv til samfelagið. Krøv um at vera tikin í álvara, at fáa somu rættindi sum onnur, at fáa arbeiði, at fáa part í ríkidøminum..hetta eru rørslur, sum vit eiga at stuðla ella í hvussu so er læra av.
Styrkin í felagsskapinum er, at rúm kann gerast fyri øllum.
Men soleiðis er ikki í øllum londum. Tað hendir eisini í summum londum, at ungfólk heldur velja bara at flyta og venda heimlandinum bakið. Hetta sigst henda í Portugál – og hetta hendir í Føroyum.
Í Føroyum hava vit ikki sama ójavna at berjast ímóti, ikki sama fátækradømi, men vit hava onnur viðurskifti at berjast fyri. Og tí vil eg heita á tykkum um ikki bara at rýma, ikki bara flyta og hvørva.
Hevjið røddina, gevið valdinum mótspæl. Vit hava brúk fyri tykkum!
Mugu ikki tagna uttanlands
Og gerið tað eisini, um tit skulu liva uttanlands eitt skifti. Tit mugu ikki tagna. Alla tíðina krevja at verða eina partur av hesum samfelagnum. Men hetta hendir ikki av sær sjálvum.
Tit eru ikki borin í hendan heim fyri at akta autoritetirnar og fara krúpandi fram við vegginum, sum sligin hundur!
Tit eru borin í henda heim fyri at vera eina partur av felagsskapinum og broyta hann, so rúm verður fyri øllum.
Tit hava fingið eina útbúgving í hesum landi, tí VIT hava brúk fyri tykkum. Verið við til at gera Føroyar til eitt VIT-samfelag og ikki eitt EG-samfelag.
Tað eru eisini nøkur virði til, sum eita samhaldsfesti, tolsemi, viðurkenning, ymiskleiki. Nøkur virði, sum ikki bara eru krónur og oyru. Nøkur virði, sum ikki bara snúgva seg um: Hvat loysir seg fyri meg!
Tað loysir seg fyri Føroyar, at tit eru og verða partur av hesum landi.
Fylg hjartanum!
Tá eg nú hava lagt upp til, at tit skulu velja felagsskapin heldur enn bara EG, so skal eg skunda mær at siga, at tit eisini skulu velja tykkum sjálvi. Tú skalt eisini velja teg sjálva. Tú skal ikki bara taka ábyrgd av at gera hetta landið til eitt gott land á liva í. Tú skal eisini finna títt egna pláss í samfelagnum, fylgja tínum hjarta, taka tíni egnu val og menna teg persónliga. Tit skulu ikki velja tykkum onkra útbúgving, tí onkur annar sigur, at brúk er fyri tí ella tí útbúgvingini. Tú skalt hava teg sjálva við, tá lívsleiðins skal veljast.
Tá eg á hendan loynifulla hátt, sigi, at tit skulu hugsa bæði VIT og EG – bæði felagssskapin og einstaklingin – bæði tað persónliga og tað kollektiva, so er tað tí eg haldi tað ber til og eg haldi vit fáa eitt betri samfelag at liva í, um vit hugsa bæði og. Tit kunnu fáa bæði, men tað skal takast!
Tí skulu tit um nøkur ár ikki bara hugsa: Loysir tað seg fyri MEG at flyta heimaftur? Tað loysir seg fyri okkum øll.
Njótið henda fantastiska dag. Njótið komandi dagarnar, summarið, mánaðirnar. Ja, njótið komandi árini.
Vitjið verðina, heilsa heiminum og livið lívið!
Óneyðugt við spurningi
Og tá tit – um nøkur ár - sita millum vinir onkrastaðni langt av leið. Takið tá telefonina fram. Trýstið á hasa gomlu Føroya-appina. Hon er blivin ordiliga modernað. Tá verður óneyðugt at seta nakran spurning.
Appin svarar heilt av sær sjálvum:
Vit skulu – ja, vit skulu øll verið við til at gera hetta til eitt gott land at búgva í!
Annars! Nú tá so fá børn verða fødd í landinum, so skundið tykkum nú at gera ein rúgvu av børnum. Tað kann eisini verða stuttligt - so frætt minnist eg frá mínum egna ungdómi.
Til lukku øll somul!

Tuesday, June 26, 2012

Keyp Knorr - Keyp føroyskt

Gjørdist eitt sindur skakkur í morgun, tá eg rendi meg í hesi smáu skeltini "keyp føroyskt"
Veit ikki rættuliga, hvussu hendan herferðin er tonkt, men skeltini í mínum handli í morgun hjálptu ikki so nógv.



Her kundi skelti verið flutt nakað til vinstru - har er ein føroysk vøra.

Monday, June 25, 2012

Tá mikrofonslúsan í Rás 2 var latin upp fyri Heðini

Eg ivaðist í fyrradagin í, um tað var rætt at senda upptøkurnar, sum vóru tiknar aftaná, at samrøðan við Heðin Mortensen, borgarstjóra, var hildin at verða liðug. Mín grundgeving var, at tað kundi flyta fokus frá kjarnanum í hesum álvarsmáli.
Men soleiðis, sum Rás 2 í dag gjørdi, har mikrofonin bara var latin upp fyri borgarstjóranum í einar 6-7 minuttir - tað var ikki gott. Men har sigur borgarstjórin so um ikki annað, at hann fegin letur seg interviewa av journalistum, sum eru seriøsir (haldi at hann segði). So har var kanska eitt dømi um, hvat Heðin heldur verða seriøsan journalistikk: Latið mikrofonslúsurnar upp fyri mær!
Fyri tað fyrsta er tað ikki góður journalistikkur í Rás 2 bara at lata mikrofonslúsuna upp uttan mótspurningar og uttan at mótparturin sleppur til orðanna. Og her gerst støðan margháttlig, tí mótparturin er blivin Dagur og Viku. Haldi at tað hevur sjálvur borgarstjórin reist sum ein trupulleika, men nú gottar hann sær saman við Hilmari Jan og válkar sær í einum feili, sum Dagur og Viku kanska gjørdi fríggjakvøldið.
Nú fari eg at halda, at Dagur og Vika vinnur eitt sindur av trúvirðinum aftur, eftir at borgarstjórin og Hilmar Jan royna at sementera hetta álvarsmál til eina trætu millum Dag og Viku og Býráðið. Og nú kann Rás 2 so leggja seg í skjúrtuvelið á borgmeistarapartinum.
Eg vildi ynskt, at Dagur og Viku í kvøld ordiliga setti málið á beint aftur, áðrenn týdningarmiklasta tíðíndasending í landinum fer í summarfrí, tí tað hendir so lítið í Føroyum um summarið.

Saturday, June 23, 2012

Tá fokus verður flutt á pirruna


Fyri nógvum árum síðani valdu vit í eini sending um millumbylgjusendaran á Akrabergi at vísa eina upptøku við Sólbjørn Jacobsen, táverandi stjóra á Telefonverkinum, har hann blakaði meg og fotografin út. Samrøðan byrjaði sum vanligt og so nevndi eg okkurt pappír, men tá vildi Sólbjørn ikki verða við longur og tveitti okkum á dyr. Kamera koyrdi alla tíðina og øll upptøkan var víst.
Byrjanin til upptøkuna, har fotografurin stillaði kamera í fokus var eisini send. Fotografturin stillaði fokus – sum fotografar ofta gera – eftir nøsini á tí sum skal interviewast. Telefonverkstjórin hevði tann dagin eina reydliga pirru á nøsini og hon endaði tí í fokus eina løtu fyrst í upptøkuni.

Fokus kann hvørva
Eftir sendingin vóru sera ymiskar meiningar um tað var rætt at senda alla upptøkuna. Summi hildu, at tað var ein beinleiðis roynd at niðurgera telefonverksstjóran at vísa eina reyða pirru í nærmynd á skíggjanum. Vit hildu, at við at senda alla upptøkuna, so var øll dokumentasjónin í lagi.
Spurningur stingur seg upp: Hvørji brot á eina vanliga interviewstøðu kann man gera og hvat er so týðandi, at etikkurin má víkja og hvat hendir við fokus?
Tí lítið er at ivast í, at hetta gjørdist ikki ein vanlig interviewstøðu, tí telefonverkstjórin helt, at vit brutu avtaluna, tá vit tóku eitt pappír fram. Um einki annað er avtalað, so er ein vanlig interviewstøðan tann løtan, har interviewpersónurin veit, at nú verður tikið upp og nú er liðugt. Eisini eiga interviewpersónur og journalistur at vita, hvat samrøðan skal snúgva seg um. Eg haldi, at brot kunnu gerast, men vit skulu alla tíðina seta okkum spurningin, nær er evnið so týdningarmikið, at vanligur etikkur verður settur til viks.
Í hesum førum vardi eg rættin hjá einum miðli at brúka tilfar, har ivi kundi verða um, um tilfarið var komið fram eftir brot á vanligan etikk í interviewstøðum.  Men her var ein valdspersónur, sum ikki vildi svara einum ávísum spurningi, sjálvt um avtalan um samrøða var gjørd.
At fokus reyk frá málinum til pirruna, dugdu vit ikki at síggja tá.
So hendi tað í Degi og Viku í gjárkvøldið. Ein upptøka við Heðini Mortensen, har hann heldur, at samrøðan er liðug, verður víst, tí journalisturin heldur, at so álvarsamar hóttanir vórðu sagdar aftaná, at vanliga interviewavtalan skuldi brótast.
Nú skal eg verða varin, tí kanska havi eg ikki sæð alt, sum hevur verið um hetta mál í sjónvarpinum, men eg haldi meg hava sæð tað mesta.

Ódokumenterað karaktermorð
Eg kann ikki gera við, at eg siti eftir við einum iva. Eg dugi ikki greitt at síggja, hvar fokus nú er í hesum málinum.  Í sendingini Brandfellurnar var fokus nokk so breitt á, at vit skulu hugsa okkum væl um, tá vit byggja ella keypa hús. Og at vit ikki kunnu hava fult álit á góðkenningar frá almennum myndugleikum, tí har eru so nógvir møguleikar at snúgva sær uttanum. Fokus var eisini á góðkenningina frá fyrisitingini hjá Tórshavnar Býráð, har Tórshavnar Kommuna so at siga beinleiðis verður ábyrgdað fyri vanlukkuna. So er fokus á, at býráðið ikki vil viðganga sína – eftir øllum at døma – skeivu góðkenning. So verður fokus flutt yvir á fyrisitingarnar í Havn og á Tvøroyri, har hvørgin fyrisiting dugur grundleggjandi notatskyldur. Men í sama viðfangi verður fokus á – ódokumenterað – at Tórshavnar Býrað royndi at karaktermyrða ein atfinningarsaman borgara. Tað sum varð dokumenterað var, at fyrisitingarnar ikki dugdu sítt fyrisitingarliga arbeiði.
So var fokus á, at borgarstjórin hevði sent bræv til hinar býráðslimirnar um ikki at blanda seg upp í hetta málið og sambært sjónvarpinum i gjárkvøldið var tað hetta, sum samrøðan skuldi snúgva seg um.
Í gjárkvøldið verður fokus so flutt til, at borgarstjórin setur fram hóttanir eftir, at samrøðan er liðug. Og rætt er tað, at har eru hóttanir, tó ikki meiri álvarsamar enn, at ein journalistur kann liva við teimum. At hótta við fjølmiðlanevndini ella einum advokati er ikki so øgiliga stór hóttan, um dokumentasjónin fyri høvuðssøguni er í lagi. At hann hóttir við at kunna steðga innslagnum er sjálvandi ein tóm hóttan – tað veit journalisturin vónandi. Og hóttanin “..so kann eg lova tær fyri, at tú fært tína sak fyri!” er at yppa øksl eftir. Eg haldi heldur ikki, at Heðin Mortensen kann verða so erkvisin. Hann má tola eitt sindur av hvørjum – eisini at ein journalistur vísir til eitt bræv, sum hann sjálvur hevur skrivað.

Etisku reglurnar mugu víkja
Eg eri ikki 100 prosent sannførdur um, at har sum fokus endaði í gjárkvøldið var so týðandi, at vanligu etisku interviewreglurnar máttu víkja.
Tvørturímóti tá fokus so ofta verður flutt, verður tað trupult at síggja, hvat hevur allar størsta týdning í hesum viðbrekna máli og um hvør partur av hesum málinum er nóg stórur til, at etisku reglurnar mugu víkja.
Eg haldi, at gjørda samrøðan skuldi verið send, sum hon var, men at parturin aftaná enn einaferð flutti fokus – frá álvarsmálinum til pirruna, um eg so má siga - og tað verður enn truplari at finna fram til, hvat tað er, sum hevur allar størsta týdning í hesum máli.

Thursday, June 21, 2012

Barcelona er ein strond


Havi hoyrt nakað av tí, sum Rás 2 hevur sent úr Barcelona.
Og tað er tað man kundi væntað av Rás 2.
Túrurin, sum er sponsoreraður av Atlantic og 62 Norður, verður seldur, sum Spies seldi sinar túrar í 1962: Hygg kom á ramlaðina, strondina og Camp Nou...
Synd, tí faktisk er Barcelona mentanarbýur nummar eitt í Evropa í dag, men tey sum kanska kundu hugsað sær eina mentanarupplíving skulu í hvussu so er ikki lurta eftir Rás 2 og ikki fara handan túrin - skilst.
Kanska er tað hetta, sum sponsorarnir vilja. Nú duga vit eisini at gera kjartertúrar. Tað, sum Atlantic og 62 Norður hava goldið Rás 2 fyri er: Hygg nú duga vit eisini at flúgva suðureftir, har sum tað er heitt...spell, tí Barcelona er so nógv annað.
Vóni at fólk í flogfarinum royna annað enn tað, sum Rás 2 dugdi at borðreiða við.