Tuesday, January 26, 2021

Maskulina tíðindavalið


Rigmor Dam og Hansa Hansen heittu í morgun í Góðan morgun Føroyum á kvinnur um at sleppa kynshaftinum og siga ja, tá journalistar ringja.

Ja, har var beinleiðis heitt á kvinnur um ikki at biðja um at sleppa at hugsa seg um, áðrenn tær siga ja. (Kanska kundi man eisini ynskt at onkrir menn bóðu um at sleppa at hugsa seg um, áðrenn teir søgdu ja, tað ljóðaði næstan, sum tað ikki kom fyri.)

Frágreiðingin til ójavnan í luttøku millum kynini í tíðindinnsløgnum var í høvuðsheitum sagdur at vera, at kvinnur eru trekari at siga ja. Hetta var næstan sagt sum ein eginleiki, ið kvinnur hava.

Eg gjørdi mær ómak í Pressuna at finna kvinnur, og tað bar til. Útvarpsárið 2019-2020 vóru 42 prosent av gestunum kvinnur. Tó skal eg beinanvegin siga, at har vóru fleiri mannfólkarøddir at hoyra, tí fleiri menn vóru við í fleiri sendingum.

Víst var til eina kanning, sum vísti at 30 prosent av luttakarunum í Degi og Viku fyrra hálvár 2020 vóru kvinnur. Haldi ikki tað ljóðar heilt galið – skuldi sjálvandi verið millum 40 og 60. Men áhugavert kundi verið at hoyrt, um har eru nøkur eyðkenni fyri innsløg við kvinnuligum luttakarum og tey við monnum.

Eg havi upplivað kvinnur vera trekari, so í fyrsta lagi kann tað vera ein frágreiðing, sum eisini er sonn.

Men mín pastandur er, at ein onnur frágreiðing upp á ójavnan er val og snaring av tíðindaevnunum.

Og tá er tað eisini ein strukturellur trupulleiki – ikki bara í miðlaheiminum, men næstan allastaðni.

Evnini vit velja – sum tíðindi - hava ofta meira maskulint snið, tí verður rúgvan at velja luttakarar í ofta ójavnari.

Maskulint snið í hesum høpi kann vera, at valdu evnini liggja í einum heimi, sum framanundan er domineraður av monnum.

Skuldi eg hava ein blaðstjóra, so var rúgvan bara menn.

Lættast er at velja fiskivinnuna – tað krevur sín mann at finna kvinnur at bjóða seg fram – og tá er lætt at hoyra, at hon hevur ikki pissa í saltan sjógv.

Tosa við undirsjóvartunnlar – hópurin av monnum er størstur, giti eg.

Tosa vit alivinnu er sama skil.

Og vit halda at hetta eru evni, sum hava størri týdning enn onnur – kanska tí høg krónutøl ofta skaka fatanina av, hvat hevur týdning í lívinum.

Eg taki undir við áheitanini á journalistar um at royna at finna kvinnur og á kvinnur um at halda seg til, men biði bara um at eisini verður hugsað um tíðindarenslið.

Vit eiga at hugsa um, hvørji evni verða vald og hvussu tey verða snarað – og ikki bara telja kvinnurøddir. Lága talið á kvinnurøddum kann eisini vera eitt mát fyri, hvat redaksjónin heldur vera tíðindini.

Mínar royndir eru eisini, at kvinnur eru nakað trekari, men spurningurin er eisini um evnini sum vit velja og hvussu vit velja at snara teimum. Ofta vera evnini bæði vald og snarað í ein ætt, har flestir menn eru at finna.

Aftur til fiskivinnuna. Ættin, sum fiskivinna verður snarað í, er næstan altíð kvotur, tons, krónur, hestakreftir, hýrur. Fiskivinnan kundi eisini verið matvøruframleiðlsa, orkusparing, familjulív, arbeiðsumhvørvi, burðadygg fiskivinna – giti bara, at so høvdu vit kanska eina løtu flutt okkum eitt sindur frá reinu mannligu rúgvuni at velja í.

Haldi, at bæði Rigmor og Hansa lýstu væl tann partin, ið hevur við skylduna hjá kringvarpinum at fremja javnstøðu, um at kvinnur skulu sleppa haftinum og kasta seg ”upp á rossið”, sum var sagt fleiri ferðir - um enn á donskum.

Javnstøða hevur ikki bara við talið á kvinnum at gera, men eisini nógv at gera við, hvørji tíðindaevni vinna fram, vera vald og hvussu tey vera snarað – ella vinklað, sum vit plaga at kalla tað í journalistikkinum.

Til dømis eru sera nógv tíðindi um prosess – tað vil siga um, hvat onkur ætlar, hvar eitt mál er komið í politisku skipanini, nær onkur freist er, hvør ikki kann møta, hvussu nógvir metrar eru boraðir, nær kanningarnar byrja, nær tær væntast lidnar. Sjáldan eru hetta týðandi tíðindi – tó so onkuntíð. Men júst hetta slagið av tíðindum snýr seg ofta um evni, har tað eru flest menn, sum skulu siga okkurt um prosessina, tí vit raka tíðindaøki, har rúgvan av monnum er størst.

Ja, vandin kann vera, at tíðindalogikkurin gerst, at vit velja evni, sum ganga í takt við verandi kynsstruktur. At tað gerst eitt tíðindakriteri í sær sjálvum.