Saturday, December 28, 2013

Privatøkonomiskt sniðálop á trúvirðið

Nú vísa kringavarpsstjórin og stýrisformaðurin aftur, hvussu lítil dugur er í teimum, tá ræður um, at halda handilsáhugamál burtur frá sendingum í Kringvarpinum.
Sjálvandi er tað blóðskeivt - eins og tað var í fjør - at lata sendinet, manning og útgerð - til eitt privat felag nýggjársaftan at selja til hægstbjóðandi.
Vónandi er onkur leiðari í Kringvarpinum sum gevur sínum medarbeiðarum greið boð um, at tey skulu ikki leggja navn, andlit og trúvirði til sendingar, har privatar fyritøkur og kommunur keypa sær vælvild á almenna sendinetinum.
Og vónandi eru onkrir medarbeiðarar í Kringvarpinum, sum gera púra greitt, at tilfar, sum tey hava framleitt til Kringvarpið í ár, ikki undir nøkrum umstøðum má brúkast sum søluagn fyri ríkum kommunum og privatum fyritøkum.
Og vónandi eru onkur so fræg i Kringvarpinum, at tey duga at síggja at hetta er ein so óheppin blanding fyri óheftan tíðindaflutning, at tey siga nei og ikki lata seg keypa av eini hægri tímaløn.
At eitt privat felag við einum fyrrverandi leiðara í Kringvarpinum og einum núverandi royndum medarbeiðara klára at fáa einkarætt til føroyska sendinetið nýggjársaftan og sleppa at selja senditíð, ja tað er væl klárað av teimum. At teir kunnu tjena upp á tað er fantastiskt. At teir draga stjóra og nógv onnur upp á tráð er spell. Men eitt vælmeint liberalt til lukku!
Men tað eru júst slík privatøkonomisk sniðálop á trúvirðið, sum eitt alment kringvarp skal klára at standa í móti - annars gevur tað onga meining at tosa um public service - og sum eg havi nevnt so ofta, so ivist eg í um tað gevur meining við tí miðlapolitikki, sum Kringvarpið stendur fyri.
At framleiðslan ikki er boðin út er minsti trupulleikin - trupulleikin er sjálvandi, at har er so lítið skil í.
Men eitt gott nýggjár ynski eg øllum, tí tað hava vit øll uppiborið!

Friday, December 13, 2013

Tey ráðandi siga, at hetta eru tiðindi...so vit trippaðu avstað

 Summi tíðindi enda við at gerast tíðindi, bara tí, at tey ráðandi siga, at tey eru tíðindi.
Dagsins dømi er samanlegging av tveimum kommunufeløgum. Tá hvørki sjónvarpið ella portal.fo megnaðu at gera annað enn skúlablaðsjournalistikk burturúr, so áttu tey at slept hasum tíðundunum ella gjørt okkurt, sum gav meining.
Tað er næstan bara ein viðkomandi spurningur í øllum hasum: Hvønn týdning fær tað fyri borgaran?
Um hvørki nakar journalistur ella nakar borgarstjóri klárar at greiða tann spurningin, so hevur ein slík samanlegging ongan týdning. Og tá eingin heldur spyr, ja, so er tað púra burturvið.
Men tí Heðin Mortensen ella onkur annar hevur kallað pressuna á Hotel Hafnia, ja, so fer pressan trippandi avstað. Tað kundi eins væl verið SMS, sum bjóðaði til tíðindafund, tí eitt nýtt SMS-blað var komið út.

Í Degi og Viku í kvøld vóru tey við á Hafnia til hesa stórhending.

Hetta vóru høvuðssetningarnir í tíðindainnslagi um samanlegging av tveimum kommunufeløgum:

Søguligt. Fyrstu ferð, at allar kommunurnar eru í einum felagsskapi.
Hetta er stovnandi aðalfundurin.
Gamli formaðurin var sorgblíður.
Her er vinningur á øllum frontum.
Tað verður best fyri tær smáu kommunurnar.
Heldur tú fram í tí nýggja felagnum?
Hevði tú ynskt at hildið fram?
Klapp. Klapp.
Í nýggja stýrinum sita bara borgarstjórar.

Ikki ein spurning, tíansheldur nakað svar uppá, hvønn týdning hetta fær. Hvussu fara borgararnir at merkja hetta? Hví verða kommunufeløgini løgd saman?

Og á portal.fo á sama hátt. Bara ein skúlablaðs-konstatering um, at nú eru tvey feløg blvin til eitt.
 Video á portal.fo

Ikki eitt orð um, hvat hetta fer at merkja fyri borgaran. Heðin Mortensen hoyrist siga við útvarpi, at hetta hevur stóran týdning.

Kommunualu høvdingarnir í Føroyum eitur ein grein á portal.fo. Reint skúlablað.
Kommunalu høvdinarnir - portal.fo

Og portal hevur eina grein afturat, sum eisini skoytar omaná.
Eitt kommunufelag gevur betur tænastu - portal.fo

Heðin Mortensen verður siteraður fyri at siga:
"Hann metir, at eitt samlað sterkt felag fer at vera betri fyri at takla tær stóru avbjóðingar, sum kommurnar fara at fáa næstu árini, nú fleiri og fleiri landsuppgávur verða lagdur út til kommunurnar."

Higartil havi eg ikki skilt, um samanlegging av tveimum kommunufeløgunum hevur nakran sum helst týdning fyri okkum borgarar, men Heðin Mortensen slapp fleiri ferðir at siga, at tað er søguligt.
So vita vit tað.

Tuesday, December 10, 2013

Tað regnaði í Árnafirði, og tað regnaði í Soweto

Sat seinnapartin í kirkjuni í Árnafirði, har systkinabarn mammu mína – Jógvan Svend Joensen – fór til gravar. Hann gjørdist 91 ára gamal.
Samstundis vóru eini 90.000 fólk til minnishátíð fyri Nelson Mandela, sum var deyður 95 ára gamal.
Jógvan Svend og Nelson vóru smádreingir í senn.

Sum prestur – Hanus á Gørðum – segði fyri stúgvandi fullu kirkjuni, so hevur Árnafjørður altíð verið staðið, har Jógvan Svend kendi seg heima og har hann livdi sítt lív. Hann giftist Ketty, og tey fingu fýra børn.
Jógvan Svend hevði í mong ár postsavningarstøðina í Árnafirði og gekk um Áarskarð til Klaksvíkar minst tvær ferðir um vikuna. Hann var eisini við til at stoypa Kósabrúnna og turrdokkina á Skála.
Tá hann fór gjøgnum bygdina, plagdu fólk at biðja hann keypa ymiskt við sær, tá hann kom aftur til Árnafjarðar. Tað gjørdi hann fegin.

Fyrsta ørindi vit sungu ljóðaði:

Takk, Guð, fyri alt, sum hendi,
fyri gávur, tú oss ber,
fyri tíð, sum er at enda,
fyri stundina, sum er!
Takk, Guð, fyri ljósa várið,
fyri myrka, kalda heyst,
fyri hvørt hitt gloymda tárið,
fyri hjartafrið og treyst.

Edmund í Garði týddi sálmin í 1963, árið eftir, at Nelson Mandela var settur í fongsul á Robben Island, tí hann var skýrdur yvirgangsmaður.

Sama árið vóru mamma, babba og eg og vitjaðu í Árnafirði hjá Jógvan Svend. Ongin tunnil var úr Klaksvík, so vit tóku leiðina um Áarskarð.
Vit gistu har nakrar dagar, og hetta er ein túrur, sum eg minnist so sera væl. Nøkur av bestu minnunum saman við pápa mínum og nøkur so góð minnir saman við Jógvan Svend og Ketty. Og so spældu sonurin Símun og eg so væl á køksgólvinum. Ketty hevði telefonstøðina og sat og proppaði allar leidningarnar inn í holini, sum hoyrdu til tey ymsu húsini í bygdini. Símun og eg báðir spældu við pappírsbátar á gólvinum.

Símun vísti mær í ervinum í kappróðraneystinum á ein mann í mínum aldri, sum eg hevði bjargað frá at druknað. Tí verri minnist eg ikki, at eg var ein hetja niðri á brúnni í Árnafirði, árið eftir, at hetjan Nelson Mandela var fongslaður.

Seinastu árini havi eg einki havt við tey í Árnafirði at gera. Kortini kenni eg røturnar aftur til Árnafjarðar og eg kendi við sorgini hjá teimum avvarandi hjá Jógvan Svend.

Mær dámdi so væl hoyra um henda stillføra mannin, sum eg altíð hevði vitað um – ikki altíð kent – men vita um. Prestur vísti á, hvussu trúgvur hann var til bíbliutímarnar í KFUM&K. Hann segði ikki nógv, men var trúfastur. Og at vita, at í Árnafirði stóð vøggan hjá ommu míni, og at í Árnafirði liva menniskju, sum eg altíð fari at vita, eru skyldfólk.

Regnið oysti niður uttanfyri, tá sangarnir fór syngjandi fitta teinin út í Kirkjugarðin við kistuni við Jógvani Svend – strevandi móti hvassa vindinum.

Í kappróðraneystinum vistu øll, at ein góður maður var farin, sum var mettur av døgum.
Tað regnaði í Árnafirði í dag og tað regnaði eisini í Soweto.


Wednesday, December 4, 2013

Ringt veður í Danmark...

Undrist bara yvir, hví alt skal síggjast gjøgnum Danmark - og sum oftast bara Danmark.
Og nú skulu vit í  heilum minnast á, hvussu verðið verður í Danmark.
Hesiferð var tað portalurin. Ikki hevði verið ringt at gjørt eina journalistiska søgu um ódnarveðrið, sum sær út til at raka alt økið sunnanfyri og vestanfyri okkum - og ikki bara Danmark.
Men so skulu tey klikkja longur enn til Danmarkar - og tað tykist ringt.
Portalurin kláraði at klikkja seg inn á Berlingske.
Aftonbladet.se
bbc Skotland
vg,no

Tuesday, December 3, 2013

Kringvarpið tosar í gátum um sendingar eftir 1. januar 2014

"Eg vil gjarna verða við til at týða sendingar og filmar, um eg veit, at tað er ein samlað ætlan um at gera eitt føroyskt sjónvarp. Og eg vil gera tað ókeypis - sjálvandi. "


Haldi, at Kringvarpið kundi sagt sínum trúgvu gjaldarum, hvør avleiðingin verður av, at Danmarks Radio hevur sagt upp sáttmálan við Kringvarpið um, at KvF kann senda sendingar, sum hava verið í DR. Hetta hongur saman við, at Føroyar nú hava egna lóg um upphavsrætt, skilji eg.
Her hanga nógvir ósvaraðir spurningar í luftini.

Tosa í gátum
Eitt er at politikarar tosa í gátum, so politiskir eygleiðarar skulu til fyri at royna at tulka, hvat liggur undir tí sum sagt verður.
Men at størsti miðilin á hendan hátt tosar í gátum, tá tað snýr seg um framtíðina hjá okkara einastu føroysku rás, er ikki í lagi.

DR vil ikki gjalda fyri Krinvarpið
Hvat fevnir sáttmálin, sum DR hevur sagt upp, um? Fevnir hann bert um útlendskt tilfar, sum DR keypir. Í gomlum døgum keypti DR tilfar, sum kundi brúkast í øllum kongaríkinum, tí vóru Føroyar við. Men nú, tá vit eru okkara egna upphavsrættarøki, so ber helst ikki til hjá DR at keypa inn ókeypis eisini fyri okkum - í hvussu so er skal helst samráðast av nýggjum, og kanska tímir DR ikki tað ella verður tað ov kostnaðarmikið.

Tað stendur ógreitt, um ongar sendingar úr DR verða í Kringvarpinum eftir 1. januar. Ella ber framvegis til hjá KvF at keypa sendingar frá DR at senda í Føroyum, kanska sendingar, sum DR sjálvt hevur framleitt. Í sjónvarpinum mánakvøldið, var sagt, at KvF keypir sendingar frá TV2. Hvussu við teimum?

Hvat ætlar Kringvarpið at gera? Er ætlanin at finna onkra skipan við DR og kanska TV2 um kortini at royna at fáa so nógvar danskar sendingar sum til ber hendan vegin?

Ella skal Kringvarpið nú gera egnan sáttmála við allar upphavasrættarhavarnar til allar sendingar, danskar eins væl og aðrar? Í gomlum døgum bar eisini til at keypa BBC-sendingar og týða tær til føroyskt, fer tað at bera til eftir 1. januar?

Norðurlendskt samstarv
Norðurlendsku public-service-stovnarnir hava samstarv í Nordvision (haldi ikki, at Føroyar eru sjálvstøðugur limir har, men veit ikki), er Nordvision eitt samstarv, sum nyttar nakað eftir 1. januar.

Stjórin hevur sagt, at KvF fer at venda sær aðrar vegir. Hvørjar eru ætlaninar við teimum sendingunum? Er tað sendingar framleiddar í hinum Norðurlondum og er ætlanin at tær skulu tekstast?
Hvussu við filmum?  Skal KvF út á marknaðin at keypa útlendskar filmir og so skulu teir tekstast til føroyskt?
Hvøjra ávirkan fær nýggja støðan á kostnaðin fyri føroyskt sjónvarp?

Eg haldi, at tað hevði verið fantastiskt um Kringvarpið nú legði seg eftir at fáa fleiri sendingar og filmar tekstaðar til føroyskt. Nú er at gera eitt samstarv við øll, ið kunnu hugsast at vilja verða við at byggja eitt føroyskt sjónvarp: Skúlar, Føroyamálsdeild, Rithøvundafelag, Sprotan, pensjoneraðar lærarar og onnur, sum vilja hjálpa.

Tjóðarbygging í verki
Eg vil gjarna verða við til at týða sendingar og filmar, um eg veit, at tað er ein samlað ætlan um at gera eitt føroyskt sjónvarp. Og eg vil gera tað ókeypis - sjálvandi.
Mítt einasta krav er, at ein ætlan verður gjørd, sum greitt arbeiðir fram móti einum føroyskum sjónvarpi við føroyskum máli.
Gerist ikki kløkkur um eisini onnur bjóða seg at týða ókeypis - tað hevði verið tjóðarbygging í verki.