Wednesday, September 28, 2011

Ljótt mistak í tinginum

Royndi at fáa hendingina í løgtinginum í gjár at sodna í nátt, og tað gekk nøkulunda.
Forkláringarnar kunnu vera mangar, burturforkláringarnar fleiri, men eftir stendur, at eitt uppskot um yvirtøkur fall við 2. viðgerð, og tað hevði tað ikki gjørt, um fýra tjóðveldisfólk høvdu møtt á løgtingsfundi.
Vit mugu viðganga, at hetta var eitt álvarsamt mistak.
Sjálvandi skulu tey, sum velja tjóðveldi, vita, at vit taka arbeiðið í álvara og sjálvandi skulu vit atkvøða fyri hvørjum einasta stigi á sjálvsstýrisleið.
Tá tað er sagt, so er kortini ein uggi í hesum, at vit mistu ikki nakra yvirtøku á stokkinum.
Yvirtøkan av eitt nú útlendingaøkinum hevði undir ongum umstøðum komið í gjøgnum eina triðju viðgerð.
Val hevði verið útskrivað áðrenn.
Hetta var eitt mistak, sum sær ljótt út, men sum ongar fylgjur fekk, aðrar enn at seta tjóðveldi í eitt keðiligt ljós beint undan valinum.
Men tí betur hava vit mál, sum kunnu og skulu røkkast.
Tá á stendur svíkja vit ikki.

Sunday, September 18, 2011

Takka fyri okkum á Fólkatingi



Fyri okkum kann hesin salurin gott standa tómur.

Eg haldi, at Tjóðveldi skal sleppa gyklinum um, at ein fólkatingssessur hevur nakran serligan týdning. Tað er ikki í Fólkatinginum, at vit taka fetini á sjálvsstýrisleið.
Júst nú fáa vit undirtøku í Føroyum fyri, hvussu meiningsleyst tað er, at Føroyar skulu velja tvey umboð í Fólkatingið.
Tølini fyri valluttøku seinastu 10 árini síggja soleiðis út:
2001: 79,7%
2005: 72,7%
2007: 67,2%
2011: 58,9%
Meiri enn 6000 føroyingar fleiri á vali fyri 10 árum síðani.
Hetta má vísa, at fleiri og fleiri føroyingar halda tað verða meiningsleyst at velja til Fólkatingsvalið. Sjálvur var eg á vali, men ikki helt eg tað verða stuttligt og enn minni, at eg luttók í eini demokratiskari hending, sum hevði nakað við okkum at gera.
Tá so nógv velja at sita heima, so eru tey sjálvandi úr øllum flokkum. Hvørki Tjóðveldi ella nakar annar flokkur kann siga seg eiga tey, sum ikki atkvøða. Júst tí er tað faktisk eitt gott tekin: alt fleiri duga at síggja, at her er brek í skipanini. Hatta hevur einki við fólkaræði at gera, men er ein leivd úr eini grundlóg, sum vit ikki vilja hava skal galda í Føroyum.

Friday, September 16, 2011

Claus Carstensen í Havn

Í dag lat framsýning upp í Norurlandahúsinum og í Steinprent við danska listamanninum Claus Carstensen. Kinna Poulsen hevur sett framsýningina saman. Framsýningin eitur "Klaksvikaffærer". Hugskotið til heitið stavar frá eini prentmynd, sum listamaðurin gjørdi fyrstu ferðina, hann arbeiddi í Steinprenti í Havn í 2002.





















Posted by Picasa

Thursday, September 15, 2011

Gott dømi: hvítar tenn

Rendi meg í hesar báðar lýsingarnar á Facebook. 
Men tær hoyra ikki saman, sum man kanska kundi trúð.
 

Saturday, September 10, 2011

Mentan er mergurin í stríðnum fyri frælsi

Vit skulu hála mentan og list fram í politiska ljósið, sum mergin í stríðnum fyri frælsi.

Sera forkunnugt at hoyra mentan og list verða tikið í álvara í politikki.

Í løgmansrøðuni á ólavsøku – 49 síður – er ikki ein setningur, sum viðger, hvat ætlanin er at gera við mentan og list.



Um tað eru tey týdningarmestu málini, sum verða viðgjørd í eini løgmansrøðu, ja so liggur eitt stórt arbeiði fyri framman at lyfta mentan og list upp til eitt politisk mál, sum hevur uppiborið at sleppa upp í part.

Mentan og list skapað ikki bara trivnað, men mentan og list bjóða okkum av, eggja til kjak og flyta okkum.

Flokkar allir hava í sínum stevnuskráum nøkur vøkur orð um mentan og list. Vit hava eitt Mentamálaráð, eina mentanarnevnd í Løgtinginum og vit stuðla stovnar og fólk, sum arbeiða við mentan og list.

Men ringt er at fáa eyga á nakran mentanarpolitikk. Tað hevur ikki eydnast at gera mentan og list til eitt raðfest politiskt mál, har politiskar ætlanir liggja á borðinum.

Eg haldi vit kunnu siga tað so einfalt, at góð viðurskifti fyri mentan og list geva okkum eitt betri samfelag, sum eisini kann draga til sín allar tær kreativu kreftir, sum vit hava brúk fyri fyri at liva og anda.

Vit skulu tryggja listaligt og mentanarlig frælsi.

Okkara mentanarstovnar mugu hava best møgulig kor. Tað skal vera armslongd millum millum politisku skipanina tey, sum arbeiða við mentan og list. Hendan armslongdin fæst við at seta fakliga vitan ímillum.

Vit hava brúk fyri bæði áhugalist og professionellari list, men tey skulu ikki í sama pott. Stuðulin úr Mentanargrunnin skal ikki sløðast runt til onkran eftir ókendum kriterium. Áhugalistin skal hava hjálp og stuðul til skeið og framsýningar, meðan professionellu listafólkini skulu fáa stuðul til arbeiðsfrið. Hetta fer at merkja, at størsta peningaupphæddin fer til professionellu listafólkini, men tey eru og verða eisini drívmegin fyri alla aðra list.

Vit arbeiða fram í móti einum frælsum Føroyum, sum virðir føroyska mentan og list meiri enn pynt, ið bert hevur uppiborið hjásetningar.

Wednesday, September 7, 2011

Pragmatiskur: sí opportunist


Nú tá eg ikki stilli upp til fólkatingsvalið havi eg ikki havt so nógv fyri neyðini at lesa í frálíku orðabókini “Ordbog over det danske sprog”.
Men eg rendi meg í orðið “pragmatisk”, sum er vorðið eitt orð, sum onkur brúkar sum valagn.
Um tann, sum roynir at selja seg við orðinum “pragmatiskur” kemur í Fólkatingið, so kann hann sláa upp í “Ordbog over det danske sprog” og síggja, at har stendur “se også opportunist”.

Eg skilji væl, at ideologi kann tykjast strævin at baksa við og lætt er at freistast til bara at finna onkra loysn.
Men “pragmatisma” er ikki nakað gott svar.
Missa vit ideologirnar, so missir fólkaræðið eitt eyðkenni. Politikarar skulu hava áskoðanir og politisku flokkarnir skulu verða trúgvir móti sínum málum og visjónum – tað ger politisku skipanin gjøgnumskygda.
Pragmatikarar ella opportonistar skifta meining eftir tí sum er best beint nú fyri meg og míni.
Tað kunnu vit onnur ikki.

Monday, September 5, 2011

Ræðandi realisma

Hendan myndin frá seinasta valstríðið er so mikið ræðandi, at tað kann ikki vera serliga trupult at vita, hvat man heldur ikki má gera á løgtingsvalinum hesu ferð.