Thursday, October 27, 2011

Filmslist er eisini list

Sakaris Fríði Stórá var í fjør kosin ársins besti nýggi leikstjóri á filmfestivalinum í Reykjavík

Í listini er einki líka. Ymsar listagreinar hava ymiskan tørv.
Skal listin trívast og harvið eisini menniskjuni, so mugu vit síggja, at tørvurin er ymiskur.
Hóast allar listagreinar eru kroystar, so er lættari at nøkta tørvin hjá summum enn hjá øðrum – eitt nú filminum.
Vit skulu ikki standa so ovfarin og halda, at føroyskur filmur júst er dottin niður av himli. Vit skulu ikki standa og bíða, um hatta ikki nokk hvørvur aftur. Tvørturímóti eigur eisini filmslistin at takast í álvara.
Í roynd og veru hava vit í mong ár havt eina vakstrarlind í filmslistini og hava tørv á eini strategi fyri filmsframleiðslu. Her snýr tað seg um at lurta eftir teimum, sum arbeiða við filmsframleiðslu. Vit hava leingi havt møguleikan at gerast eitt land, sum kann gera vart við seg millum onnur lond við filmsframleiðslu.
Men hendan listagreinin hevur ikki verið tikin í álvara.
Filmsverkstaðurin Klippfisk hevur í fleiri ár ment bæði áhugan og framleiðslu av filmi. Katrin Ottarsdóttur og onnur hava eisini víst, at her eru møguleikar.
Ein vegur er at stovna ein filmsgrunn, sum bæði kann ráðgeva og fíggja filmsframleiðslu. Pengarnir kunnu bæði koma úr Føroyum og úr útlandinum gjøgnum altjóða samstarv.
Har eru fleiri altjóða samstørv fyri smáar tjóðir. Samstørv sum snúgva seg um fígging, útbreiðslu og upplæring.
Vit egia at gerast partur av hesum samstørvum.
Um pengarnir koma úr Monako ella Miðvági er líka mikið fyri føroyskan film, bara kreativa arbeiðið er her.

Nei, eg vísi ikki á fígging til okkara vallyfti

At tað nú skal vera forboðið at leggja síni politisku sjónarmið fram uttan samstundis at kunna vísa til, hvussu alt skal fíggjast, gevur yvirhøvur onga meining.

Helst er hetta ættleitt úr donskum politikki, har tað fyri eitt val stendur ein stjórnarmeiriluti klárur og tí kann geva haldbar politisk lyfti, sum so sjálvandi eisini krevja fígging.

Í Føroyum stendur ein – ofta drúgv – samráðingarleið fyri eftir eitt val.

Veljarin hevur yvirhøvur onga trygd fyri, at vallyftini eru meiri sannlík, um víst verður á okkurt ivasamt slag av fígging.
Eitt vallyfti er eitt lyfti um, hvørji mál vit arbeiða fram ímóti og hvørji virði vit byggja okkara politikk á og hvørjar broytingar vit vilja arbeiða fyri.
Politikkur er ikki pragmatisma, har einasta krav er, at okkurt roknistykki skal ganga upp.
Næstu mongu árini skulu vit læna pengar til okkara búskap, men tað er ikki líka mikið, hvussu vit brúka lænta peningin.
Har hava vit nøkur mál, nakrar broytingar og nøkur virði, sum vit lova at arbeiða fyri.
Vit hava sum mál einar sjálvstøðugar Føroyar.
Tjóðveldi hevur eisini sum mál, at ein burðardygg fiskivinna skal verða grundarlagið undir vinnuni. Vit hava sum mál, at Føroya Fólk fær ágóðan av fólksins ogn.
Vit halda hetta er vegurin til at gera hetta til okkara land.
Ongin politikari heldur, at tað skal vera eitt stórt undirskot á fíggjarlógini, men vit hava ikki øll somu mál, um hvussu pengarnir skulu brúkast.

Sjálvt um eg ikki í dag kann vísa á nakra beinleiðis fígging, so haldi eg, at undirvísing og útbúgving skal fáa meiri av felagskøkuni í sín part – fyri at taka eitt dømi. Meiri av lántu pengunum skulu fara tann vegin.
Tað er ikki minni týðandi við útbúgving, stuðli til tey veikastu ella liviligari kor til barnafamiljur, sjálvt um eingin ítøkilig fígging liggur á borðinum.
Tað er lætt bara at sleingja út: Bank Nordik skal privatisetast og so er alt goldið. Tað ger lyftini einki meiri sannlik.
Valyftini vera einki sannlíkari av, at siga: Næstu ferð selja vit makrelin dýrari.

So tá samráðingar verða eftir valið, so skulu fólk vita, hvørji mál vit hava, hvørjar broytingar vit vilja arbeiða fyri og hvørji virði vit byggja okkara politikk á.

Styrkin millum flokkarnar í Føroyum er avgerandi fyri, hvør politikkur verður rikin.

Mál, broytingar og virði hjá mær kunnu lesast her.

Wednesday, October 26, 2011

Ein virðiligan mentanar- og listapolitikk

Eg havi skrivað eina grein á listablogginum hjá Inger og Kinnu.
Greinin kann lesast her

Tuesday, October 25, 2011

Vit liva ikki tí, at tað loysir seg


Undrist eitt sindur yvir valróp nummar eitt frá Fólkaflokinum: Tað skal loysa seg at arbeiða.
Eg haldi í hvussu so er eisini, at tað skal vera avbjóðandi, spennandi, stuttligt og gevandi at arbeiða.
Eg tími at arbeiða, eg havi góðar arbeiðsfelagar, sum ríka mítt lív.
Eg arbeiði ikki bara tí tað loysir seg.
Ja, vit hava faktisk rætt til arbeiði – eisini tey arbeiðsleysu.
Giti, at nógv tey flestu gjarna vilja arbeiða og verða við til at menna hetta samfelagið, men tað eru eisini nógv sum ikki sleppa og helst eisini summi, ið ikki flyta aftur til Føroya, tí einki arbeiði er.
So kann tað tykjast løgið at hava – sum stórtsæð einasta vallyfti - at tað skal loysa seg at arbeiða, fyri at eggja fólki at arbeiða meiri. Hava tey hugsað um, at tað kanska eisini loysir seg at vera saman við familju, at lesa eina bók, at førleikamenna seg, at íðka ítrótt, at fara á flot ella kanska vitja eina listaframsýning.
Eg haldi tað gevur meiri meining at lova, at vit vilja arbeiða fyri at gera tað biligari at liva her og vit vilja leggja doyðin á fáa arbeiðsloysið niður. Vit vilja arbeiða fyri at steðga spekulasjón í fiskivinnuni og fyri burðardyggari fiskivinnu, so fiskivinnan gevur størri inntøku til alt føroyska samfelagið.
Vit liva altso ikki okkara lív, bara tí tað loysir seg.

Framsókn vil geva teimum vælbjargaðu sosialar veitingar

Framsókn veittrar nú við kontantum krónum - einum barnakekki - til allar barnafamiljur. Sjálvi siga tey, at kekkurin skal verða ein viðurkenning av, at børn eru eitt ríkidømi fyri samfelagið.

Jú, børn eru eitt ríkidømi. Men Framsókn viðurkennir ikki øll eins. Framsókn vil økja um ójavnan, tí tey leggja líka í, hvussu tær ymisku familjurnar eru fyri. Hjá nøkrum børnum merkir tað, at foreldrini fáa eina hjálp til at keypa mat og klæði. Og onnur børn fáa hægri lummapening - goldin úr almennnum kassa. Børn, sum longu merkja ójavnan - skulu merkja hann enn meiri, tí liberalistarnir halda tað gevur dynamikk í samfelagið at geva gávur til tey hægst løntu, um tey tíma at fáa sær børn.

At hjálpa hartraktum barnafamiljum er sosialpolitikkur. Og nú skulu tey vælbjargaðu hava sosiala veiting.
Tað er ójavni í inntøkum, men ein almennur barnakekkur ger ójavnan enn størri - serliga millum børnini.
Vit røkka ikki einum javnari samfelag við at geva teimum vælbjargaðu fíggjarligan fyrimun fyri at fáa fleiri børn. Vit røkka einum betri samfelag við, at allir borgarar hava ráð at liva her - og hava børn.

Monday, October 24, 2011

Hvønn man Framsókn tosa við?

Kom til arbeiðis! sigur Framsókn.
Munnu tey siga tað við tey arbeiðsleysu og tey sjúku.
Ella við løgmann ella eru tað eini harraboð til egnar veljarar?

Vit skulu taka Føroyar aftur

Taka valdið frá teimum, sum gloyma tað virðiliga menniskja sýnið – og bara hugsa um búskaparvøkstur og marknaðarkreftir. Vit skulu ikki stýrast eftir neo-liberalistisku tankagongdini, har menniskja er ein forbrúkari.
Í okkara meldri skal menniskja verða fremst.
Bankar og keypsskálar skulu ikki sleppa at seta dagsskránna. Vit skulu seta teimum krøv.
Vit skulu taka sjálvstýrið, har vit seta dagsskránna og hava alla ábyrgd.
Vøkstur tykist vera gandaorðið. Higartil hava vit sæð gjónna millum rík og fátøk vaksa, vøkstur í arbeiðsloysi og vøkstur í misáliti á politisku skipanina.
Tað er hesin vøksturin sum skal vendast til minking.
Tað hevði ført okkum nærri einum vaksnum Føroyum.

Sunday, October 23, 2011

Sandoyggin eigur at verða vinnaraoyggj

Gekk mær ein túr niðan til húsini í Skopun, har eg eri føddur. Og hongdi so eina plakat uttanfyri.

Og eisini omanfyri húsini hjá Diduni


Eg lurtaði nógv á veljarafundi í Sandoynni í kvøld. Men tó so - eg gjørdi vart við, at Sandoyggin eigur at vera ein vinnaraoyggj. Eg ávaraði ímóti at tosa virðið og dygdina hjá oynni niðureftir, so fólk kring landið fóru at halda Sandoynna vera eina taparaoyggj. Skal Sandoyggin draga vinnu, útbúgving ella stovnar til sín, má oyggin gera vart við síni stóru virði. Tí meðan bíðað verður eftir einum tunnli, eiga vit eisini syrgja fyri at almennar íløgur koma útjaðaranum til góðar - eisini Sandoynni.

Friday, October 21, 2011

..og longu nú hava 48.738 valt at búgva í Føroyum




Vit eru 48.738, sum longu búgva her. Og teirra millum eru fleiri, sum eru flutt higar at búgva og ikki hava sin uppruna her.
Nógv skrála eftir vælútbúnum ungum kvinnum. Eg eri so væl fyri, at eg eri giftur við einari vælútbúnari ungari kvinnu – sum forrestin eisini hevur føtt okkum eitt barn. Tað er so +2.
So hon má verða í málbólkinum, sum vit venda okkum til, tá vit siga fólkavøsktur.
Tí var tað heldur ikki so trupult at biðja konu mína - Inger Smærup Sørensen - skriva nakrar reglur um, hví hon býr í Føroyum: 

Hvorfor bor jeg på Færøerne?
Fordi det er et land, hvor det personlige engagement føles vigtigt og hvor den enkeltes ansvar for fællesskabet er stort. Fordi jeg føler, at jeg bidrager til samfundet igennem min uddannelse og ved at bruge mig selv aktivt i den offentlige debat.
Det er en grundlægggende livskvalitet at føle ansvar. Det lille land har en klar fordel ved at dette ansvar føles så tydeligt og man så tydeligt ser ens egen betydning.

Uddannelse
For at fastholde den enkeltes ansvarsfølelse tror jeg det er vigtigt at kæmpe for, at uddannelse bliver taget alvorligt. Her tænker jeg ikke specifikt på akademisk uddannelse, men på al uddannelse. Det er vigtigt at vi alle føler, at det vi, hver i sær, har valgt at bidrage med til dette samfund bliver taget alvorligt og at uddannelse ikke bliver hånet.
Politikere skal altid lytte til de forskellige faggrupper og respektere specialiseringen ellers mister vi engagementet. Jeg vil have at min søn skal føle at det er værd at lære noget og dygtiggøre sig for at kunne deltage på en nuanceret måde i samfundet og spille en rolle. 

Fuldstænding demokrati
Det er også vigtigt for mig, at man som enkeltperson og som fællesskab føler at man er med til at bygge land. At føle at demokratiet er fuldstændigt. At kunne agere i verden på egne præmisser og tage ansvar for sit eget samfund.
En del af den stærke ansvarsfølelse dette land kan vække i den enkelte er afhængigt af, at vi føler, at der er et mål og at vi skal opnå større ansvar for landet indadtil og udadtil. 

Ret at bidrage
Den personlige ansvarsfølelse er betinget af, at vi føler at vi løfter noget i fællesskab. At alle uanset indkomst er sikret undervisning, behandling, pleje og kultur. At alle føler der er et samfund der tager hånd om dem, men også at vi alle har ret til at bidrage. Arbejdsløshed skal være et meget højt prioriteret politisk emne og alles ret til at være med til at løfte samfundet skal beskyttes.
For mig er økonomisk vækst mindre vigtig. Økonomisk stabilitet er vigtigt for at føle sig tryg, men vækst er ikke nødvendigt. En ansvarlig, stabil økonomisk politik er at foretrække.
Når det kommer til stykket kan vi næsten alle sammen frit vælge, hvor vi vil bo i verden og Færøerne vil aldrig blive det ideelle sted, hvis rigdom er det vigtigste.

Thursday, October 20, 2011

Fullveldi gevur fulla styrki


Bæði kenslur og skilvísi eru grundir til, at vit arbeiða fyri fullveldi.
Men fullveldið er eisini vegurin, tí formyndarí riggar ikki og hevur ongantíð riggað.
Formyndarí, kolonialisma og imperialisma snúgva seg um at taka vald frá onkrum. Taka ábyrgdina og taka árræði frá fólki. Tað er at skerja fólkaræðið.
Í einum skerdum fólkaræði minkar álitið á politisku skipanina og uttan hetta álit minkar styrkin hjá fólkinum.
Vit vilja hava fulla styrki - allastaðni.
Tí vilja vit hava fullveldi í Føroyum.

Wednesday, October 19, 2011

Skattur er til skúlar og ikki til bankar


Hetta vóru orðini á einum skelti í mótmælisgongunum í Wall Street í New York móti grammleikanum og vargabúskapinum.
Í Suðurevropa tysja fólk út á gøturnar, tí stórir partar av fólkinum ikki longur vilja gjalda fyri avgerðir hjá ódugnaligum politikarum og spekulantum.
Fleiri og fleiri nokta at góðkenna, at profitturin – ella vinningurin – stjórabónus osv. skal privatiserast, meðan felagsskapurin skal gjalda, tá bankar spekulera og missa pening – okkara pening.
Bara hesir bankapakkarnir vísa, hvussu stórur partar av fólkinum verður bundin niður av grammleikanum hjá nøkrum fáum.
Føroysku bankarnir skuldu yvirhøvur ikki havt so sjálvsagdan rætt til allar lønarkonto. Øll áttu at fingið eina serliga almenna konto, har lønin fór inn og har skattur og øll gjøld  vóru drigin frá. So skulu vit sjálvi avgera, hvar pengarnir fara aftaná. At føroysku bankarnir hava einkarætt upp á pengarnar hjá øllum skattgjaldarum í Føroyum líkist ongum.
Eg haldi vit alvorliga eiga at umhugsa um bankar í eini tjóð sum okkara – onkursvegna – eiga at áleggjast samfelagsligar uppgávur. Tann mátin, sum føroysku bankarnir higartil hava virka upp á er ikki so sannførandi.
Um bankarnir partú skulu spekulera, so má spekulasjónin liggja í einum sjálvstøðugum parti av bankanum, sum kann fara á heysin, men so er tað spekulantarnir, sum missa sín pening. Og ikki sum nú, tá bankarnir koma til okkum onnur – við rentuhækkingum, ómaksgjaldum osv.
Faktisk haldi eg, at vit skuldu havt eitt tilboð til vanligt fólk og vanligar fyritøkur, sum bara vilja hava eitt stað at hava sín pening undir tryggum viðurskiftum, har til ber at læna pengar til tað sum krevst til eitt vanligt lív ella at hava eina vanliga fyritøku gangandi.

Tuesday, October 18, 2011

Djørv sjónarmið byggja á vitan

Politikkur er ikki pragmatiskur, men byggir á sjónarmið. Tað er ein sterk sannføring um, hvussu okkara samfelag best verður ment. Politikkur er, at vit standa fyri visjónum og virðum sum bera fram til batar.

Míni politisku sjónarmið hava støði í heilt grundleggjandi virðum, sum sita djúpt í mær. Virði sum samhaldsfesti. Áskoðanin um, at vit koma longst við at vera felags at bera byrðurnar, og at tey sterkastu hava eina natúrliga ábyrgd mótvegis teimum veikastu. Virði sum tolsemi og viðurkenning. Ynskið um eitt opið samfelag, har pláss er til øll og rúm er til ymiskleika. Virði sum javnrættur. Viljin til, at øll skulu hava somu møguleikar í samfelagnum, sama rætt til útbúgving, til sjúkrahús og lata rødd sína ljóða.
Míni politisku sjónarmið byggja eisini á visjónina um einar sjálvstøðugar Føroyar. Á grundleggjandi sannføringina, at vit sum búgva her, skulu hava evstu ábyrgd í egnum landi. Á tí grundarlagnum byggja vit eitt gott og trygt samfelag.

Bæði áðrenn og aftaná loysingina skulu vit hava eitt land, sum styðjar seg til hesi virði.
Vit skulu í okkara politikki nú vísa, hvat samfelag vit arbeiða fram ímóti í einum frælsum landi.

Meiningar, sannføringar, virði og visjónir eru týðandi fyri hvønn veg eitt samfelag fer. Men vitan hevur eins stóran týdning.
Vit skulu alla tíðina lurta eftir og taka tey við, sum hava vitan. Vitanin verður drigin inn í sjónarmiðini og í politiska arbeiðið. Vit skulu lurta eftir teimum, sum hava vitan um havið og fiskiskap.Vit skulu lurta eftir teimum, sum hava vitan um skúlar og útbúgving. Vit skulu lurta eftir teimum, sum hava vitan um burðardygga orku. Vit skulu lurta eftir teimum, sum hava skil fyri mentan og list. Vit skulu lurta eftir teimum, sum vita um handverk, mál, um sjúkrahús, bygging, ja, um alt hevur við okkara lív at gera.

Hesa vitan skulu vit brúka í arbeiðinum at skipa okkara samfelag eftir okkara politisku sjónarmiðum – bæði á veg til loysingina og eftir loysingina.

Vandin fyri serfrøðingaveldi er ikki til staðar í løtuni. Tá politikkur byggir á sjónarmið, so styrkir tað bara sjónarmiðini at hava vitanina.
Vit skulu vísa teimum, sum taka útbúgvingar og ogna sær vitan, at vit hava brúka fyri teimum og at vit lurta eftir teimum og at tey skulu og at tey sleppa at taka eina ábyrgd í samfelagnum.
Vitan gevur teimum sum taka avgerðir, eitt betri grundarlag og tey, sum hava vitanina, vilja búgva her og flyta higar.
Politisk virði og vitan skulu vera grundarsteinur, tá vit byggja land.

Saturday, October 15, 2011

Ypp øksl: Hanus syngur


Røða: Vit eru tey 99%-ini





Røða á Ypp øksl-tiltakinum hjá Unga Tjóðveldi leygardagin 15. okt. 2011



Góðu tit øll!

Vit øll eru tey 99 prosentini!
Har er eitt prosent eftir, men vit eru tey 99.

Hetta sum eg havi sagt ja til kann gerast upp á nógvar mátar.
Eg kann royna at spæla tann alfaðirligi, eldri, klóki, sum skal siga nøkur vaksin orð um, hvussu alt var betur tá babba var ungur og vit gingu mótmælisgongur og bara ikki vóru so ófokuserað, sum tit eru.
Eg kundi sagt tykkum søguna um, tá eg var handtikin uppi á Nato-støðini, tí eg royndi at greiða yvirsergentinum frá ”Der er vores fjeld!”

Ein annar máti er, at spæla ungur saman við tykkum og lova tykkum okkurt, sum eg i mínum aldri haldi at tit ungu ynskja. Eg kann siga okkurt um, at hetta valið snýr seg um tykkum og tykkara framtíð – og vit vilja gera alt fyri at tit skulu gerast glað.

Eg kundi sagt okkurt um, at tað skal vera ókeypis at, ja ókeypis at, ja ókeypis at, ja kundi lova okkurt ókeypis…

Men dagurin í dag – leygardagur 15. oktober 2011 – er nógv størri enn tað.
Í dag savnast fólk kring allan heim i meiri enn 1500 býum at mótmæla ti oyðandi megi, sum bankar og multinationalar fyritøkur hava havt á fólkaræði í heiminum.
Í dag savnast milliónir av heimsborgarum, at mótmæla teimum kreppum, sum verða skaptar í Wall Street í New York. Skaptar kreppur, sum kunnu ávirka okkum í fleiri ættarllið, um vit ikki steðga ørskapinum. Ja ger vit einki, so fara tit at standa her um 40 ár og siga, at nu er nóg mikið.
Hendan rørslan hevur sín uppruna í uppreistrunum í Egyptalandi, Tunesia, Spania, Grikkaland, Italia og Bretlandi.


Hendan heimsrørsla, sum veksur dag fyri dag, hevur til endmáls at vísa, hvussu tað er tað ríkasta eina prosenti av heimsins íbúgvum, sum skriva reglurnar fyri globala búskapin og sum tvinga neoliberalistiskar loysnir niður yvir heimsins íbúgvar – har ójavnrættur er endamálið.

Hetta eina prosenti av heimsins fólki standa í mínum heimi fyri álopi á mannarættindi, har umhvørvi og medmenniskjakensla hvørvur í grammleikans ørðskapi.
Ì vargabúskapinum.

Men í dag standa vit saman við milliónum í London, New York, Reykjavík, Cairo, Tokio og siga, at vit eru tey 99 prosentini, sum krevja fóllkaræði og búskaparligt rættvísi. Broyting og menning, har vit síggja okkum sum borgarar í heiminum, sum stríðast fyri javnari býti av ríkidøminum, sínámillum hjálp, samhaldsfesti, virðing og sjálvsvirðing.

Vit eru og vilja verða ein javnsettur partur av tí rørslu, sum í dag kring allan heim sigur nei til neoliberalismuna og ja til menniskuni á okkara knøtti – og ikki bara ja til tykkum, men til tykkar abba- og ommubørn.

Vit eru tey 99 prosentini, sum stríðast fyri einum heimi fyri øll.
Vit verða eisini tey 99 prosentini, sum vinna Føroyum sjálvstýri og geva okkum okkara sjálvsagda pláss sum ein tjóð í heiminum.

Vit øll eru tey 99 prosentini.

Kom vit gera tað!!

Heilsa til ressingarfund hjá tjóðveldinum fríggjakvøldið


Monday, October 10, 2011

Á passinum stendur, at Føroyar eru dálkaðar við krígsblóði



Tá tú vísir passið á veg inn í Egyptaland, so ert tú borgari úr einum landi, sum er í kríggi í Irak og Afganistan, sjálvt um løgtingið atkvøddi í móti at fara í kríggj.
Tá tú vísir passið, ert tú borgari í einum landi, sum hevur eina av mest harðrendu kósum í heiminum mótvegis útlendingum. Ein politikkur, sum ikki sømir seg einum landi, ið virðir mannarættindi.
Tá tú vísir passið, er tú borgari í einum landi, sum ikki viðurkennir rættin hjá Føroyum at gera sína egnu grundlóg, uttan at hon leggur seg undir ta donsku.
Vit skulu ikki verða borgarar í einum landi, sum snýtti okkum, tá bankarnir vóru koyrdi á heysin í 90-unum. Vit uppdagaðu snýtaríið og fingu endurgjald, men bara tí vit uppdagaðu tað.
Vit skulu ikki vera borgarar í einum landi, sum ikki vil tosa okkara sak í makrelmálinum, tí landið er partur av Evropeiska Samveldinum.
Vit skulu ikki vera borgarar í einum landi, sum loyvir ólógligari flúgving  í føroyskum luftrúmi, uttan at spyrja okkum.
Vit mugu ikki missa málið úr eygsjón.
Vit skulu yvirhøvur ikki vera borgarar í nøkrum fremmandum landi.
Vit skulu taka alt vald í okkara egnu hendur. Tað gevur viðurkenning og sjálvsvirðing.
Vit skulu hava eitt tætt samstarv við danska fólkið og øll onnur fólk í heiminum.