Røða á fólkafundi á Doktaragrund á ólavsøku 2011
Gott fundarfólk!
At taka orðið!
At bjóða seg fram!
At gera mun!
Fyri tveimum árum síðani gekk eg fram við ST-bygningin í New York.
Kring bygningin veittrar vælkenda rondin av fløggum hjá øllum heimsins tjóðum.
Men har manglaði eitt.
Veit væl, at nógv hava gjørt gjøldur við hesum – um Merkið uttanfyri ST-bygningin - men eg lúgvi, um eg lati, sum um tað ikki nam við mínar kenslur.
Hendan mei-dagin í New York misti eg skilvísið eina lítla løtu og kenslurnar vunnu.
Og tað var tjóðskaparkenslan.
Væl veit eg eisini, at hetta er viðbrekið. Og vandin fyri misskiljingum er sera stórur.
Men eg tori at standa við, at eg eri tjóðaskaparsinnaður – ja, eg eri nationalur.
Eg eri ikki nationalistur ella nationalistiskur, tó so at eg veit, at markið millum at vera nationalur og nationalistiskur kann sveiggja í mongum oyrum.
Nationalistarnir halda seg vera betri enn onnur – vera omanfyri onnur. Nationalistarnir kunnu í nógvum førum samanberast við rasistarnar.
At vera nationalistur er at ræðast umheimin, at ræðast aðrar tankar, at síggja alt uttaneftir, sum hóttanir móti sínum egna.
Men at vera nationalur – í mínari merking – er at virða tað upphav, haðani vit eru komin, samstundis sum vit virða tað upphav, haðani onnur eru komin. Har er eingin mótsetningur í millum.
Tí er tað eingin sjúka, eingin ørvitshugsan ella vanvirðing at vera nationalur - tjóðskaparsinnaður.
At vera nationalur er at fegnast um, at vit hava okkara egna Merkið, at vit hava mentanvirði, sum eru okkara, at vit hava eitt land, sum eigur at vera ein sjálvstøðug tjóð.
At vera nationalur er ikki at halda seg hava nóg mikið og klikkja niður á onnur.
At verða nationalur er eisini at trúgva uppá, at vit kunnu vera ein tjóð. Ein tjóð sum rúmar øllum, sum her búgva, øllum fólkasløgum og øllum áskoðanin. Hendan tjóðin er ein javnbjóðis partur av heiminum. Av øllum margfedlistjóðum.
Í einum nationalum ljósi ber eisini til at síggja, hvussu øll vit sum liva og virka her, ætla at vinna fram til eitt samhaldsfast samfelag, har øll eru borgarar við sama rætti, somu skildum og somu ágóðum. Nationali hugburðurin styrkir ta samhaldsmegi, sum vit longu hava og sum skal til fyri at byggja land.
Òkvæmisorðini móti Tjóðveldi, sum nationalistiskur romantikkur ella nationalismufjepparar, hava ikki botn.
At ynskja og arbeiða fyri einum sjálvstøðugum Føroyum er ikki nationalisma.
At ynskja einar Føroyar, sum standa á jøvnum føti við aðrar tjóðir er ikki nationalisma.
At ynskja, at føroyingar kunnu taka lut í altjóða ítróttarkappingum undir Merkinum, er ikki nationalisma.
At arbeiða fyri tøttum samstarvi við grannalond okkara og at hava sjálvstøðuga umboðan í altjóða felagsskapum er ikki nationalisma.
At tora at var errin av okkara landi, sum sjálvsagdur partur av øllum heiminum, er ikki nationalisma.
Men eg havi einki í móti at onkur nevnir hetta eina nationala politiska áskoðan.
Ólavsøkan er blóman, sum hvørt ár sprettur við øllum teimum tjóðareyðkennum, ið ein tjóð hevur.
Eisini candyfloss og cowboybuskur – sjálvt um so bæði orðini verða stavað við c í lýsingunum.
Vit eiga og hava loyvi at vera national hesar dagarnar. Hava loyvi at vera errin av okkum sjálvum.
- - -
Men tjóðskaparkenslur byggja ikki nakað land – tær kunnu eggja til at byggja eina tjóð.
Vit kunnu, sum eg gjørdi uttan fyri ST-bygningin í New York – sleppa skilvísinum eina løtu og lata kenslurnar vinna. Men politiskar niðurstøður skulu ikki byggja á kenslur ella trúgv. Kenslurnar eru partar av okkara privata lívi. Tað er við skynsemi og viti, at vit smíða politikkin í almenna rúminum.
Tí verður tað ikki við tjóðskaparkenslum at vit vinna fram til einar sjálvstøðar Føroyar.
Tað er við áhaldandi politiskum arbeiði kring alt landið, í øllum heraðshornum, á arbeiðsplássum, umborð á skipunum, í fakfeløgum, í áhugafeløgunum, skúlastýrum, býráðum og í løgtinginum.
Tjóðskaparkenslan – neyðugi nationali stoltleikin at hjúkla um okkara og nationali stoltleikin at vera tjóð millum tjóðir – er ikki drívmegin, men ein politiskur hugsunarháttur, sum vit halda okkum til og sum fær okkum at halda eina skynsama politisku kós.
At nevna hesa hugmyndina fyri fulveldisromantikk vísir tvørrandi virðing fyri einum politiskum sjónarmiði um einar sjálvstøðugar Føroyar.
Hesa politisku ósemju skulu vit ikki ræðast.
Vit hava ikki rætt, tí vit hava rætt. Vit hava rætt, tí hetta er okkara politiska stevna.
Sambandsflokkurin hevur ikki rætt, tí hann hevur rætt. Hesin flokkurin hevur rætt, tí tað er politiska stevna floksins.
Og tað er í hesum meldrinum, at hvør einstakur og vit sum ein sjálvstøðug tjóð skulu
- taka orðið!
- bjóða okkum fram!
- gera mun!
Tað er í hesum meldrinum, at vit skulu stovna tjóðina og byggja landið, har fólkaræði, samhaldsfesti, tolsemi, opinleiki og framburður eru nøkur av eyðkennunum.
Fólkaræði er, at øll verða vird javnbjóðis.
Stríðið fyri tjóðini er, at Føroyar verða virdar javnbjóðis.
Og í hesum meldrinum havi eg boðað Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag frá, at eg fegin vil bjóða meg fram á listanum hjá Tjóðveldi til næsta løgtingsval.
At taka orðið
At gera mun í stríðnum at vinna tjóðveldi í Føroyum.
Takk fyri og góða ólavsøku!
Heldur tú Poul skoytir um teg?
ReplyDelete