Kl. 20.17 – Mikukvøld 16. november 2011.
Hvat meinar
Portalurin við, at líkið av saknaða manninum ikki er funnið enn?
Enn? Eg havi
ongastaðni sæð nakað vátta um, at maðurin skal vera deyður.
Eg havi sæð, at
politiið hevur skuldsett ein mann fyri manndráp.
Dimma og
Norðlýsið skrivaðu fyrr í dag, at líkið varð funnið.
Árni og kompaní.
Hvussu við grundleggjandi journalistiska kravinum um, at tíðindi skulu
váttast? Og so serliga í so álvarsomum málum.
Hetta er ikki
góður journalistikkur. Í einum sovornum álvarsmáli áttu bløðini at víst sína
professionalismu. Bløðini og tíðinda-portalarnir áttu at havt ein standard, sum
var hægri enn tann á Facebook.
Sera illa
frágingið handverk í einum so álvarsomum máli.
Her er bara at
bíða eftir umberingunum.
Samstundis ikki
eitt orð at hoyra frá politinum.
Hvat billa Jón
Klein Olsen og Bergleif Brimvík sær inn.
At skuldseta ein
mann fyri manndráp í Føroym og einki hava at siga fyri almenninginum.
Og fútin, sum
fyrsta dagin hon var í Føroyum lovaði opinleika.
Gott kvøld frú
fúti! Ert tú ikki til arbeiðis?
Tá sonevndu
porfessionellu miðlarnir ikki halda ein sobran og professionellan standard og
løgreglan, guð hjálpi tú mær, heldur ein enn óprofessionellari standard, ja, tá
stuðla tit og eggja tit til slatur og sleyg.
Tað gerst ókeypis
at siga alt og okkurt – sjálvt tey professionellu gera tað. Tey, sum skuldu
lagt ein standard, sum bloggarar og facebook-brúkarar skuldu hildu seg til.
Offrini í hesum
máli eru ikki haldarar og lesarar – tey fáa undirhald, juhu. Men tað sita onnur
fólk kring landið, sum liva í ótta og stúrni.
Einasti rætti
journalistikkurin í hesum máli er at sitera, hvat politiið sigur og tá politiið
einki sigur, so leggið eftir politinum og syrgið fyri at alt annað er váttað og
ikki leysasøgur.
Púra samdur við tær Øssur!
ReplyDeleteja so púra samd.
ReplyDeletepúra samd!!
ReplyDeletesamdur
ReplyDeleteTú tók mær orðini úr munninum, Øssur. Bæði um journalistikkin og løgregluna. Eg øtist.
ReplyDeleteKatrin
Eisini púra samd við Øssuri. Haldi at man gloymir at avvarandi sita í eini bíði-/sorgarstøðu - tað má kennast forferdiligt, at hoyra og lesa hesi tíðindi. Og ákærdi - sekur ella ósekur - hann er longu dømdur millum fólki.
ReplyDeletePúra samd. Tykist sum Dimma hevur tikið yvir har sum Oyggjatíðindi slepti.
ReplyDeletePúra samdur. Hetta líkist svartasta ongum. Stórur partur av føroysku miðlunum hoyrir heima í reyvini av fjórðu deild - og tað sama kann sigast um politileiðsluna. Reinir amatørar!
ReplyDeletesamd við Øssur
ReplyDeletehvat annað skal man vænta av dimmu?
ReplyDeletePúra rætt Øssur, vónandi verður hetta tikið til eftirtektar!
ReplyDeleteStórt sæð samd. MEN hví skal tann etiski og professionelli standardurin í fjølmiðlunum knappliga vera so høgur? Tað eru bara nakrar fáar vikur síðani, at 6 børn vórðu yvirkoyrd í Havn. Tá bóru fjølmiðlar tíðindini, áðrenn foreldrini vistu nakað serligt. Eg sá, hvussu tað ávirkaði børn og foreldur. Og hvussu við øllum tíðindafólkunum, ið knappliga eru vorðin "politiskir viðmerkjarar", sum sleingja um seg við politiskum sjónarmiðum, gitingum og hálvum sannleikum? Fyri ikki at snakka um tykkum mongu fjølmiðlafólk (tí ert íroknaður Øssur), sum koma út úr skápinum sum politikarar. Er tað álitisskapandi? Har skal ein hundans rúgva av sjálvsrannsakan til, og ein alvorligur etiskur uppstrammari, áðrenn man kann hava álit á fjølmiðlunum her í landinum.
ReplyDeleteJa, Øssur, onki skil á øllum hesum gitingum ! Haldi at Løgreglan skuldi givið borgaranum kunning í hesum sera lítla samfelag, um hvat gongur fyri seg í hesum álvarsmáli !
ReplyDeleteJúst so Øssur!
ReplyDeleteSamdur, Dimma og Portalurin eiga at koma við eini umbering, um skomm er skapt í teimum.
ReplyDeleteHer verður ikki tonkt langt, líkist svartasta ongum, hava hesi fólk hvørki samvisku ella hjarta, ella eru tey milt sagt býtt:(
ReplyDeleteKann so vera. Sjálvt útvarpið hjá Kringvarpinum stendur á tá og lúrir inn gjøgnum garagugluggan hjá IRF á Hagaleiti. Eg skilji ikki argumentið um, at almenningurin hevur krav um kunning niður í minstu smálutir, í slíkum málum sum hesum. Firi mær líkist hettar ongum uttan barnsligum sleygi og slætri. Og tá hettar so verður framborið av fólki, ið alt annað líka, átti at vita betri, antin tey so arbeiða á oyggjatíðindum, dimmu, sosialinum ella kvf, ja so haldi eg álvara tos, at tað er ovboði. Skamm fái tykkum, øllum og einum, fyri slíka skemdska dýnulifting.
ReplyDeleteJohannes Joensen
Rætt hevur tú!
ReplyDeleteeinig við Øssur!!!
ReplyDeleteProfessionelisman eksisterar ikki í Føroyum yvirhøvur! Og so slett ikki innan tað almenna og tænastumanna verkið. Og so absolutt slett yvirhøvur ikki í politikki !
ReplyDeleteHavi bara eina viðmerking, sjálvsagt skal politiði ikki úttalað seg enn, tað eigur tú at vita Øssur.
ReplyDeleteTá dimma veit so væl, hví siga tey ikki politinum frá at tey hava funnið pidda? Tað hevði spart løgregluni eina rúgvu av orku. Eitt nú við at endavenda IRF
ReplyDeleteNú havi eg sjálv sitið í støðuni har ein í familjuni hevur verið horvin, og vit niðri hava fingið boðini úr fjølmiðlunum tá okkurt nýtt er hent, áðrenn familjan úr Føroyum hevur nátt at ringt runt. Tað er als ikki stuttligt!
ReplyDeleteViðvíkjandi politiði kundu teir verið betur at úttalað seg, tó má ein skilja, at teir ikki kunnu koma út við upplýsingum, ið kunnu ávirka kanningina. Vit vilja jú øll at maðurin verður funnin, og at rætti peronur verður ákærdur. Haldi kanska Øssur at tú skuldi bíða til tú aftur vart sissaður at skriva bloggin.
Júst í hesum málinum eru veruliga nógvar meldingar komnar frá ymiskum miðlum, og løgreglan hevur ikki verið serliga góð til at antin at vátta ella avsanna substansin - um altso løgreglan hevur nakran substans. Við øllum teim kanningum, ið nú fara fram, mugu teir hava onkran illgruna - og hendan burdu teir kunna deilt við almenningin. Heldur enn at miðlar, sjálvt teir, ið vit vanliga meta sum seriøsar, gita og sletta rundan um seg við, ja, leysasøgum. Tað er als ikki gott nokk, og tað man vera sera slítandi hjá familju og kenningum hjá Pidda. Ein grundregla í journalistikki er, at søgan skal vera so álítandi og eftirfarandi sum yvirhøvir gjørligt - tað tykist ikki vera tilfeldi í fleiri førum her.
ReplyDelete15% av árligu játtanini til Kringvarp Føroya átti at farið beinleiðis til óheft útbúgvin tíðindafólk kring allan heim, ið í ávíst tíðarskeið binda seg til at kannað ávís føroysk viðurskifti.
ReplyDeleteHvussu skal standurin verða, tá fjóðra valdið í høvuðsheitum er samansett av reinum amatørum...
Løgreglan man hava annað at gera í hesum døgum, enn at skula vátta ella avsanna sltur og sleyg! Tí slaturin trívist enn fantastiskt í Føroyum, sjálvt um vit eru komin út í 21. øld. Vánaligur jounalistikkur og onki annað.
ReplyDeleteOg deila illgrunan við almenningin?? Ja hvat fanin tá????
Øll klár við steininum!
ReplyDeleteKringvarpið er eisini við. Nú søgdu teir frá um drápsmannin? Politiðið skal koma við onkrum, so ikki óneyðug gitan fer í gongd!
Gott at tílíkt er ókent, so miðlamaðurin bara tosar: at tað er sum í filmum!
eisini
Tað eru ongir jurnalistar í Føroyum. Ikki ein. Tað krevur høgt IQ og etiskt støði at verða journalistur. Í Føroyum eru tað teir sum kalla seg journalistar. Teir hava allir gingi á sokallaða journalistskúlanum í Aarhus, har ein og hvør kann koma inn og klára tað lága støði av examiu teir hava, sovandi. Har eru so lág kriteriir at papírini harífrá eru einkið verd. Einkið. Null IQ og uttan etik. Tí er tað, at ein sum kemur av tí sokallaða journalistskúlanum í Aarhus, ikki er at meta sum ein journalist. Og næstan allir "Journalistar" í Føroyum koma frá hasum skúlanum, hvar teir hava hesa onkið verda "Journalist examiina" Tí er tað eingir journalistar í Føroyum. Ikki ein. Eitt er at verða, eitt anna er at kalla seg. Journalist.
ReplyDeleteGóðan morgun Øssur !!!
ReplyDeleteFyrst skal sigast at eg havi djúpastu samkenslur við teymum avvarandi hjá Pidda.
Journalistiskt er søgan lýst eins flest allar søgur í teimum "viðurkendu føroysku miðlunum".
Nærum einki fakta men mest gitingar, sleyg og slatur. Í hesum føri kann søgan enda sera syrgiliga og tí vekir hetta meira følilsir. Men tað er sera vanligt í Føroyum at søgur eru framførdar á henda hátt, nógv eru dømini um persónligar útheingingar uttan objektivar lysingar ella prógv men bert eina persónliga vandetta frá einum journalisti ella fjølmiðli eftir ávísum persónum. Tá er sum oftast eingin reaktiónin uppá søgunar. Viðkomandi sum verður úthongdur fær ikki vart seg ímóti fjórðu statsmaktini og hann og familjan verða merkt av hesum fyri lívið.
So Øssur, journalistar og eisini tú hava skyldu at lýsa málini so gott, objektivt og etiskt rætt sum gjørligt.
Ja, vit eru vorðin eitt samfelag sum minnir ikki so lítið um Nero'sa Róm - "Gev fólkinum undirhald, so tiga tey!" - hóast vit ikki beinleiðis tiga, men kappast um at oysa Facebook undir í leysasøgum, slatri.
ReplyDeleteMen tá fjølmiðlarnir eru algoystir av viljanum at geva fólkinum (júst) Undirhald og bera uppfunnin tíðindi, slatur og gitingar, tá er tíð at lata seg í húðaskógvarnar og leita gamla, føroyska sinnalagið framaftur.
Høvdu útsendingarnir hjá Dimmu sloppið inn á ruskstøðina í Leirvík, stóðu teir enn og vaskaðu øsku, rotnar bananir og eina flekkuta samvitsku av sær.
PS: Eg havi roynt at koyra kustin eftir trappusteininum heima.
Cool and that i have a nifty offer you: How Much Do House Repairs Cost hgtv home improvement
ReplyDelete