Sunday, October 20, 2013

Snópisligur grindapartur í Sandavági

Var í grind í Sandavági herfyri.
Ikki kann sigast, at tað hilnaðist serliga væl – og tað var ikki bara mín skyld.
Fóru úr Havn seint fyrrapart og gjørdu okkum vátar á sandinum í Sandavági mitt seinnapartin. Ein politistur í politibúna skrivaði okkum upp.
Men tá vit ongan kendu í Sandavági var einki at gera enn at fara aftur til Havnar at bíða til seðlarnir komu út.
Eftir at hava klikt nakrar hundrað ferðir inn á Vágaportalin sást, at seðlarnir komu út á midnátt. Koyrdu so aftur til Miðvágs, har hvalirnir vóru heysaðir upp.
Har lógu 108 hvalir - tilsamans góð 700 skinn.
Og so kom sýslumaðurin og fór at lesa, hvussu hann hevði skift. Fyrst teir á sandinum segði hann, men mítt navn var ikki millum nøvnini. So bátarnir og so hugdi sýslumaðurin fram fyri seg og sá einar 50 mans standa á keiini – nógvir í termodraktum.
”Hvat gera tit? Vóru tit eisini í grind?” spurdi sýslumaðurin.
”Ja, vit vóru á sandinum”, svaraðu vit – minst annar hvør svaraði.
”So er okkurt galið. Eg skal fara í bilin at vita um eg finni seðilin”, segði sýslumaðurin og fór.
Afturkomin mátti hann staðfesta, at seðilin við okkum minst 50 monnum, umframt nøkrum fáum kvinnum, var burtur.
Eftir eina løtu hoyrdist sýslumaðurin aftur:
”Tit taka hval nummar 65 og 66 – tit finna bara út av tí sjálvir!”
Ja, hetta vóru boðini til okkum umleið 50 mans, umframt nakrar fáar kvinnur, á keiini í Miðvági kl. 02.00 um náttina.
Tað gekk væl at skera upp. Vit býttu okkum so lagaliga, sum gerast kann í grind mitt um náttina.
Haldi eini 20 hvalir vóru merktir til drápspartar – í mesta lagi.
Og hetta gjørdist drápsparturin hjá mær. Ein flá og eitt tvøstpetti.


Tíðliga morgunin eftir lýstu tey í útvarpinum eftir fólki at skera upp á keiini í Miðvági til heimapartar. Seinni lýstu tey eftir fólki – eisini aðra staðni frá – at koma og fáa sær grind.
Uppi á Brandstøðini í Havn lá grind til allar smærru bygdirnar í Suðurstreymoy og í Vestmanna og Kvívík skulu fólk møta, so fingu tey grind.
Og dagin eftir seldu onkrir menn grind í Vágsbotni í Havn.
Eitt sindur snópisligt, haldi eg, at tað skuldi hilnast so illa.