Monday, January 12, 2009

1000 krónur aftur og fram til Danmarkar

Øssur Winthereig, journalistur

Atlantsflog dugur at seta inntøkurnar eftir, hvussu stórar útreiðslurnar eru, tí eru ferðaseðlarnir so dýrir. Eg ivist ikki í, at ferðaseðlaprísirnir hóska til útreiðslurnar, men hetta almenna felagið tænir ikki samfelagnum við at spæla privat fyritøka á einum marknaði uttan kapping.

Atlantsflog eigur at gera samfelagsligt gagn. Tað ger flogfelagið ikki ídag. Vit vera flutt millum Vágar og fyrst og fremst Keypmannahavn. Men støðan í dag gagnar ikki samfelagnum – í hvussu so er ikki nóg mikið. Verandi hugsjón aftanfyri Atlantsflog – at tey skulu spæla privat fyritøka – er ein av orsøkunum til eina seiga undirgraving av trivnaði og menning í Føroyum. Atlantsflog er eitt arbeiðspláss, sum gevur løn og uppihald til nógvar familjur í landinum, og tað nýtist ikki at broytast.
Hørð orð.
Eg haldi vit skulu sleppa hugskotinum um Atlantsflog, sum eitt privat felag, ið skal klára seg.
Støðan í dag er so einføld, at hvørja ferð Atlantsflog við dugnaskapi ella av býttleika fær hægri útreiðslur, so vera ferðaseðlaprísirnir bara settir eftir tí. Ferðaseðlaprísirnir vera ikki settir eftir nøkrum marknaði ella tørvi hjá ferðafólki. Prísirnir verða ikki settir í einari kappingastøðu. Men eftir útreiðslunum.

Eksperiment við fólksins trygd

Ongin fylgir við um íløgur hjá felagnum er skilagóðar, eingin fylgir við um nýggjar rutur eru skilagóðar. Gongur tað skeivan veg, so kunnu prísirnir bara setast upp. Hækkar oljuprísurin, ja, so setir felagið bara eitt eykagjald á.
Ferðaseðlaprísir verða stutt sagt settir eftir, hvussu nógvar útreiðslur flogfelagið hevur til flogfør og lønir.
Og eg skilji sjónarmiðið, at Altantsflog skal spæla eitt privat felag, sum skal klára seg.
Men eg eri ósamdur.
Atlantsflog skal broytast til at vera til gagn fyri samfelagið, meiri gagn enn at klára at seta inntøkurnar eftir útreiðslunum.


80 fólk skulu gagna samfelagnum
Samfelagsgagnið skal vera, at almenna flogfelagið savnar eini 80 fólk í hvørjum flogfari, sum øll – hvørt í sínum lagi – gagna føroyska samfelagnum.
Tað gera tey í dag, men vit skulu hava nógv fleiri.
Okkara flogfelag skal vera nýmótans farleiðin millum Føroyar og Meginlandið og ikki nýliberalistiska forðingin, har man roknar útreiðslur og síðani setur krónutal á ferðaseðilin.
Vit skulu byrja við at seta ferðaseðlaprísin eftir heilt øðrum treytum enn krónuútreiðslum.
Ferðaseðlaprísurin skal setast eftir, hvat gagn tað ger føroyska samfelagnum, at 80 fólk eru í flogfarinum til ella úr Føroyum.
At sett ferðaseðlaprísin niður á 1000 kr ella 1500 kr aftur og fram, vildi broytt føroyska samfelagið longu um tveir mánaðar.

Kundu hildið sambandið við líka

Føroyingar uttanlands kundu komið til Føroya til nógv fleiri styttri ella longri arbeiðsuppgávur og á tann hátt hildið sambandið við fólk í Føroyum betur við líka.
Lesandi uttanlands høvdu nógv betur møguleika at halda sambandið við Føroyar við líka og nógv betur møguleikar at arbeitt við føroyskum evnum.
Vit kundu skipa fyri ráðstevnum og messum, har prísurin fyri ferðing als ikki var nøkur forðing. Bara innihald og útboð var nóg gott.
Tey, sum búgva uttanlands, høvdu fata Føroyar sum ein bý í Evropa og ikki sum eina útjaðarabygd.
Sama høvdu vit sum búgva í Føroyum.
Føroyska vinnulívið kundu lættligari luttikið á ráðstevnum, messum, skeiðum og fundum, sum kundu kasta virksemi av sær.
Granskarar kundur lættligari ferðast aftur og fram til kanningararbeiði, til fyrilestrar og undirvísing.

Efturútbúgving ber til

Eftirútbúgving hevði blivið ein natúrligari partur av menningini av einhvørjari fyritøku og ikki fyrst og fremst ein stór útreiðsla. Masterútbúgvingar eru ofta skipaðar sum undirvísing eini td.10 fylgjandi mikudagar. Í dag er hetta mestsum ógjørligt. Tað hevði tað ikki verið um ferðin aftur og fram kostaði 1000 kr.
Ferðavinnan hevði sólað sær í mjørkanum. Føroyar, sum ein býur í Evropa, høvdu ligið í kapping við Berlin, London og Róma.
Og til Gerhard: Tað hevði verið bíligari hjá almennu starvsfólkum at ferðast.
Man tað almenna ikki í dag gjalda ein stóran part av dýrastu ferðaseðlunum?
Og tað er sami kassi.

Tvær døtur í Danmark

Og mín persónligi áhugi. Kundi hugsað mær at tikið masterútbúgving í journalistikki, men tað er ikki hugsingur um. Eigi tvær døtur í Danmark, sum duga føroyskt, og sum kundu verið ein partur av føroyska samfelagnum einaferð, men ferðin til Føroya er so dýr, at sambandið til Føroya fánar so spakuliga burtur. Eg vildi ynskt, at tær høvdu ráð at koma til Føroya einar 4-5 ferðir um árið. Ikki bara at vitja pápa sín, men fyri eisini vera ein partur av føroyska samfelagnum. Fyri at koma samfelagnum nærri.

Sjálvandi skal roknast

Eg veit væl, at her skal roknast. Hvat við ferðaavgjaldinum? Hvat við tí tollfría? Hvat við avgjøldum til flogvallirnar osv. osv.
Men alt hetta førir aftur til at gera farleiðina hjá Atlantsflog til ta “nýliberalistisku forðingina”, sum bara byggir upp á krónu-hugsan her og nú. Partabrævahugsan, grammleika og vinnulívsromantismu.
Vit skulu burtur frá tí hugsunarháttinum, tá vit tosa um almenna flogfelag okkara.
Nú er stundin koma at hugsa um okkum øll.
Ferðaseðlaprísirnir skulu setast eftir, hvørja menning tey 80 fólkini umborð á flogfarinum føra við sær inn í føroyska samfelagið.

Øssur Winthereig

No comments:

Post a Comment