Thursday, July 28, 2011
Spentur til hesa ólavsøkuna
Eri óvanliga spentur til hesa ólavsøkuna, tí eg skal halda røðu á fólkafundinum á Doktaragrund.
Tó er tað ikki, sum ein skrivaði á Facebook, at hann var so spentur sum lundi á jólanátt, men næstan.
Unga Tjóðveldi skipar fyri, og eg sleppi at vera millum røðararnar.
Røðarnir eru Dagfinnur Danbjørg, Kate Sanderson, eg - so er tónleikur við Petur Pólson - og síðani Sjúrður Skaale og síðani Høgni Hoydal. Og eg haldi, at Carl Jóhan Jensen eisini lesur nøkur skjaldur.
So summi av okkum hittast á Doktaragrund ólavsøkudag kl. 19.
Góða ólavsøku!
Leitiorð
Politikkur
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment