Tuesday, April 24, 2012

Sjálvandi skal pressan fylgja Breivik


Hali uttan fyri rættarhølið í Oslo, har rættarmálið móti Breivik er. 800 journalistar fylgja við í Oslo.

Eingin ivi eru um, at pressan skal fylgja væl við í rættarmálinum um Breivik. Hendingin 22. juli hevur ikki bara týdning fyri okkum, tí hetta hendi í einum av okkara grannalondum, hetta hevur týdning og áhuga í øllum heiminum. At hendingin og sjónarmiðini eru óvanliga víðgondd broytir einki.

Eftir yvirgangsatsóknina 11. September 2001 var lætt at tveita alla forkláring í tann pottin, sum eitur svakir muslimar, sum um tað var forkláring nokk. Í hesum førinum var tað ikki ein svakur muslimur, men ein ljóshærdur norðmaður. Hetta tvingar okkum at halda speglið fram fyri okkum sjálvum og vit koma kanska til eina pínifulla viðurkenning: Hvat var hatta sum hendi har í Norra, spyrja vit. Og tað er har, at pressan hevur sína uppgávu.

Yvirgangsfólk – tað veri seg Breivik ella onkur annar – hava gjørt neyva planlegging, so tey vita hvat tey ætla at gera og hvat tey ætla at fáa burturúr.  Tað eru vit, sum standa spyrjandi. Og at geva okkum tey svarini skal pressan hjálpa okkum, samstunis, sum yvirgangsmaðurin ikki fær fríar teymar í pressuni – tað skal eingin hava.

Í hesum førinum hava vit við ein mann at gera, sum hevur eina greiða pressuætlan, um hvussu hansara sjónarmið kunnu sleppa út. Eitt høvuðsendamál í yvirgangsvirksemi er, at fáa pressuna at bera propagandatilfar víðari og tað ger pressan. Tað krevur bara enn meiri av tí partinum av pressuni, sum hevur public service skyldu og tí partinum av pressuni, sum kallar seg professionell.

Higartil hevur Breivik átt høvuðsleiklutin. Kanska broytist hetta nakað, sum rættarmálið líður, men offrini og tey avvarðandi hava higartil ikki fingið nógva umrøðu.

At geva Breivik orðið uttan nakra aðra viðgerð er ikki góður journalistikkur. At skriva hvønn setning hann sigur minutt fyri minutt er ikki góður journalistikkur, tí har er eingin viðgerð yvirhøvur og har eru heilt víst nógvar beinleiðis villur

At hugsa um: Google finnur 47 mill. links um Breivik upp á 0.14 sekund.