Og hetta hava tey trý umboðini fyri fakfeløgini Ingeborg Vinther, Jan Højgaard og Kartni Ravnsfjall tikið undir við.
Fakfelagsumboðini ganga soleiðis á odda at niðurpína tey, sum eru eina ringast fyri.
Tey, sum hava mist arbeiðið.
Asosialur politikkur
Ingeborg hevur sína fiskavirkisskipan, har hennara parttíðarsettu flakafólk fáa gjald, tí tey arbeiða niðursetta tíð. Hví Jan Højgaard tekur undir við hesum veit eg ikki.
Men eg veit, hví Kartni Ravnsjfall tekur undir við hesum asosiala politikkinum.
Hann sigur, at fæið í grunninum minkar, tí má inngjaldið hækka ella útgjaldið lækka.
So víðskygt er hetta fakfelagsumboðið - aðrar møguleikar dugur hann ikki at síggja.
Nei - tað sum eitt fakfelagsumboð skuldi sagt var, at vit kunnu ikki taka undir við, at førdi politikkur hjá verandi samgongu, skal kroysta okkum at skerja hjá teimum, sum eru ringast fyri.
Skal inngjaldið hækkast, so kunnu tey gjalda, sum hava fingið stóru skattalættarnar.
Er nakað forgjørt í at læna?
Fakfeløgini kundu eisini kravt, at tá fulltíðarsett, sum skulu gjalda inn í grunnin noyðast niður í partstíð, so eiga hava tey eisini krav upp á at fáa nakað útaftur.
Fakfeløgini kundu uttan at blunka kravt, at vendir gongdin ikki, so ber til at læna til grunnin - eins og gjørt var, tá hann var stovnaður.
Vit kundu eisini broytt útgjaldið, soleiðis, at tað er hægst fyrstu tíðina og so kanska lækkar so líðandi.
Fakfeløgini kundu spurt, hvat verandi samgonga ætlar at gera fyri stimbra til nýggja arbeiðspláss.
Skal loysa seg at arbeiða, sigur fakfelagsumboðið
Kartni svarar, at útgjaldið má ikki vera so høgt, at tað ikki loysir seg at arbeiða. Haldi meg hava hoyrt hetta fyrr. At tveita illgruna á tey arbeiðsleysu er ikki virðiligt fyri okkara fakfeløg. Heldur hann, at løntakararnir, sum hann umboðar í ALS-stýrinum, hóreiggja sær í ALS-skipanini? At tey taka sær av løttum, tí tey eru arbeiðsleys.
Nú kunnu fólk bara flyta, halda fakfelagsumboðini
Stýrið mælti í 2008 til at hækka útgjald og lækka inngjald. Høvuðsgrundgevingin tá var, at vandi var fyri at fólk fluttu av landinum og man vildi, at arbeiðsleys skuldu klára seg til kreppan vendi. Eru hesar grundgevingar ikki longur galdandi, spyrji eg bara. Halda okkara fakfelagsumboð nú, at tað er í lagi at fólk noyðast at flyta av landinum og annars, at tað ikki ger nakað, um tey ikki klára seg?
Ikki serliga imponerandi arbeiði Ingeborg Vinther, Jan Højgaard og Kartni Ravnsfjall!!
Kjakið á míni Facebook-síðu sæst her: