Ein fínur filmur,
sum Ferðaráðið hevur latið gjørt.
Veit ikki, um hatta
er endaligi filmurin til útlendingar ella um hann bara er ein
brellbiti til okkum føroyingar.
Í hvussu so er, so
liggur hann á heimasíðuni www.visitfaroeislands.com.
Ikki kann sigast, at
filmurin er serliga orginalur á nakran hátt. Einasti, sum eg
gjørdist eitt sindur kløkkur av, var at ein genta læt seg úr øllum
uttan undirbuskunum, áðrenn hon ætlaði at fara at svimja á einum
vatni. Tað havi eg sæð alt ov sjáldan í Føroyum.
Undiscovered.
Eg elski
tyrlumyndir. Tyrlumyndir vísa okkum heimin úr einum sjónarhorni,
sum vit sjáldan síggja. Men kortini eru myndirnar ikki serliga
orginalar. Ein tyrla, sum flýgur út av eini egg og so verður
bratt.
Filmurin fortelur
nakrar søgur, sum er flættaðar saman til tríggjar minuttir. Men
søgurnar eru nokk so eins. Næstan allar snúgva onkursvegna um
at fara ein túr út í náttúruna. At renna, at ganga, at fiska, at
sigla, at flúgva. Ja, so eisini at giftast – tað gera tey eisini
í Føroyum – unbelievable.
Einaferð hoyrdist,
at ferðavinnan í Føroyum skuldi venda sær til tey, sum vóri 45+
og vóru úr øðrum Norðurlondum. Stjórin í Ferðaráðnum segði
eisini í útvarpinum, at málbólkurin vóru norðurlendingar – og
tí skuldu vit brúka ensk orð, sum høvdu un frammanfyri. Ja, har
eru sambært henni 1800 ensk orð, sum hava un frammanfyri og sum eru
positiv.
Um málbólkurin enn
er 45+ veit eg ikki, men eg ivist eitt lítið sindur í, um filmurin
vendir sær til tey. Gamaní - okkum dámar at síggja ungar kvinnur í berum undirbuksum, men eg haldi kortini, at hann vísir einar spennandi
Føroyar fyri einum eitt sindur yngri aldursbólki.
Tá nú flestu
søgurnar í filminum snúgva seg um at fara út í náttúruna, so
undraði tað meg eitt sindur, hví rennarin so tíðliga í filminum
útihýsir náttúruljóðunum og stappar oyratelefonir í oyruni.
Kanska skuldi rennarin heldur notið ljóðini í náttúruni.
Tónleikurin frá
Eivør kundi kortini verið við og meiri verið at lag afturat
heldur enn eitt hugskot til, hvussu slepst undan at lurta eftir
náttúruni.
Júst hetta við
ljóðinum er mær ikki heilt greitt. Í fyrstani hoyrist motorurin á
bátinum hjá Mortani og fetini frá rennaranum hoyra heilt klárt.
Men so kemur inkonsekvensur í. Har eru onkur fulgaljóð og tað
hoyrist eisini okkurt í rógvipartinum. Men har hoyrist einki vatn,
hvørki tá tey leypa gjøgnum eina á ella tá gentan fyllir
vantfløskuna ella brim, tá tyrlan fer út av eggini. Og ikki eitt
ljóð frá brúdleypinum ella umborð á Norðlýsinum. Í hvussu so
er, var ljóðið sera veikt.
Sjálvandi vita
filmsfólkini hvat tey gera, men eg skilti tað ikki. Hví skal eitt
poeng í filminum vera, at kvala ljóðið frá náttúruni.
Men róligt, eg
haldi hatta var ein fínur filmur. Havi sæð hann ofta longu og tími
væl at hyggja eftir honum. Vóni, at onnur eisini tíma – serliga
onnur enn føroyingar.