2013: Glenn Greenwald, sum skrivaði fyrstu greinarnar um avdúkingarnar hjá Snovden í Guardian |
Hví hundin hevur eingin likið
uppskotið til sáttmála millum Landsstýrið og danska
pensjónsfelagið til pressuna?
Er einki so frætt embætisfólk í
Tinganesi ella í Fíggjarmálaráðnum, at okkurt er sum sigur
teimum, at her stendur so nógv upp á spæl, at sáttmálauppskotið
skal út til almenningin?
Kom so!
Lek, lek, lek!!!
Taka øll embætisfólk undir við, at
løgtingið og Føroya fólk ikki skulu vita, hvat Kári P. Højgaard
ætlar at binda allar føroyingar til í eini 50 ár?
2013: Edward Snowden, sum avdúkaði NSA |
Meg lysti at frætt, hvat vit skulu við
embætisfólkum, sum bara sita og klappa, tá undirgravandi virksemi
hendir beint framman fyri teirra eygum.
Føroyski Snowden, hvar ert tú?
Føroyski Manning, hvar ert tú?
Føroyski Glenn Greenwald, hvar ert tú?
Glenn Greenwald er journalisturin, sum
í Guardian, skrivaði avdúkingarnar hjá Snowden, um hvussu
amerikanska fregnartænastan NSA lurtaði og fylgdi við í øllum
telefonsamrøðum og teldusamskifti hjá stórt sæð øllum, stórt
sæð altíð.
Glenn Greenwald helt røðu á eini
ráðstevnu ”Socialism 2013” í Chicago 28. juni í ár.
Í røðuni segði hann tvær søgur,
um journalistikk.
Send hann heim
Fyrra søgan var um amerikanska
krígskorrespondentin David Halberstan. David Halberstan vann sum
bert 30 ára gamal Pulitzer-virðislønina fyri sítt journalistiska
arbeiði undir Vietnam-krígnum.
1964: David Halberstan, sum hvassliga talaði at lygnunum frá amerikansku herovastunum. |
Í 2005 helt David Halberstan røðu á
Kolombia Journalistskúlanum. Ein av teimum lesandi spurdi, hvat var
stoltasta løtan í hansara journalista lívi.
David Halberstan segði, at tað var tá
hann var í Vietnam í 1963-64, sum ein ungur krígskorrespondentur.
Hann hevði verið á hermótinum og sæð, hvar veruliga hendi. Tá
hann seinni sama dag var á tíðindafundi hjá amerikanska herinum
og hoyrdi, hvat herovastarnir søgdu, visti hann, at tað var lygn.
Heldur enn at bera lygnirnar víðari,
reistist hann og við hvøssum orðum beint í andlitið á
herovastunum, segði, at hann visti at tað, sum teir søgdu var
lygn.
Aftaná vendu herovastarnir seg til
leiðsluna á New York Times og kravdu, at David Halberstan var
fluttur úr starvinum, sum korrenspondentur í Vietnam.
Tað var hansara stoltasta løta, sum
journalistur. At hann østi herovastarnar so nógv, at hann var
sendur heim.
Tað hendingina setti Glenn Greenwald
upp í móti eini aðrari søgu, sum hann helt lýsti hin endan av,
hvat journalistikkur er.
Obama dámdi okkum so væl
Tað kom fram í eini samrøðu, sum
Bill Keller, ábyrgdarblaðstjóri á New York Times, hevði við BBC
um, hvussu New York Times gjørdi við skjøl, sum blaðið hevði
fingið frá Wikileaks.
2012: Bill Keller, stjóri á New York times, sum frøddist yvir, at Obama rósti blaðnum. |
Ábyrgdarblaðstjórin vísti á munin millum
New York Times og Wikileaks, sum bara almannakunger ein rúgva av
skjølum.
Bill Keller greiddi frá, at New York
Times fór til Obama-umsitingina við spurninginum: ”Hetta ætlað
vit at almannakunngera. Halda tit, at vit skulu tað?”
Amerikanska stjórnina svarði aftur:
”Hatta skulu tit ikki skriva, og hatta skulu tit ikki skriva og
heldur ikki hatta.” Bill Keller var errin av hesum samstarvi og var
errin av, at Obama-umsitingin fleiri ferðir hevði sagt, hvussu
ábyrgdarfull tey høvdu verið á New York Times.
Glenn Greenwald brúkti hesar báðar
søgurnar til at vísa munin á David Halberstan, sum mátaði góðan
journalistikk eftir, hvussu ill hann kundi gera fólkið, sum sat við
valdið, og Bill Keller mátaði góðan journalistikk eftir, hvussu
stóra vælvild mann kundi fáa frá fólkinum, sum sat við valdið.
Øs valdspersónarnar
Glenn Greenwald endaði hendan partin
av síni røðu við niðurstøðuni:
”Um tú er ein av teimum, sum fær
vælvild frá teimum, ið sita við valdið, so kanska tú dugur væl
títt arbeiði, men tú ert ikki ein journalistur.”
Tíverri hevur ikki borið til, at øsa
tey, sum sita við valdinum. Og tað er uppgávan.
Í hvussu so er hjá journalistum. Um
summi embætisfólk gera tað saman, men meiri stillisliga, so er tað
eisini fínt.
Koma so!
Lek, lek, lek.
(Miðlabroddur í punktum.fo í Dimmalætting 23. august 2013)