Samstundis vóru eini 90.000 fólk til
minnishátíð fyri Nelson Mandela, sum var deyður 95 ára gamal.
Jógvan Svend og Nelson vóru
smádreingir í senn.
Sum prestur – Hanus á Gørðum –
segði fyri stúgvandi fullu kirkjuni, so hevur Árnafjørður altíð
verið staðið, har Jógvan Svend kendi seg heima og har hann livdi sítt lív. Hann giftist
Ketty, og tey fingu fýra børn.
Jógvan Svend hevði í mong ár
postsavningarstøðina í Árnafirði og gekk um Áarskarð til
Klaksvíkar minst tvær ferðir um vikuna. Hann var eisini við til at
stoypa Kósabrúnna og turrdokkina á Skála.
Tá hann fór gjøgnum bygdina, plagdu
fólk at biðja hann keypa ymiskt við sær, tá hann kom aftur til
Árnafjarðar. Tað gjørdi hann fegin.
Fyrsta ørindi vit sungu ljóðaði:
Takk,
Guð, fyri alt, sum hendi,
fyri
gávur, tú oss ber,
fyri
tíð, sum er at enda,
fyri
stundina, sum er!
Takk,
Guð, fyri ljósa várið,
fyri
myrka, kalda heyst,
fyri
hvørt hitt gloymda tárið,
fyri
hjartafrið og treyst.
Edmund í Garði týddi sálmin í
1963, árið eftir, at Nelson Mandela var settur í fongsul á Robben
Island, tí hann var skýrdur yvirgangsmaður.
Sama árið vóru mamma, babba og eg og
vitjaðu í Árnafirði hjá Jógvan Svend. Ongin tunnil var úr
Klaksvík, so vit tóku leiðina um Áarskarð.
Vit gistu har nakrar dagar, og hetta er
ein túrur, sum eg minnist so sera væl. Nøkur av bestu minnunum
saman við pápa mínum og nøkur so góð minnir saman við Jógvan
Svend og Ketty. Og so spældu sonurin Símun og eg so væl á
køksgólvinum. Ketty hevði telefonstøðina og sat og proppaði
allar leidningarnar inn í holini, sum hoyrdu til tey ymsu húsini í bygdini.
Símun og eg báðir spældu við pappírsbátar á gólvinum.
Símun vísti mær í ervinum í
kappróðraneystinum á ein mann í mínum aldri, sum eg hevði
bjargað frá at druknað. Tí verri minnist eg ikki, at eg var ein
hetja niðri á brúnni í Árnafirði, árið eftir, at hetjan
Nelson Mandela var fongslaður.
Seinastu árini havi eg einki havt við
tey í Árnafirði at gera. Kortini kenni eg røturnar aftur til
Árnafjarðar og eg kendi við sorgini hjá teimum avvarandi hjá
Jógvan Svend.
Mær dámdi so væl hoyra um henda
stillføra mannin, sum eg altíð hevði vitað um – ikki altíð
kent – men vita um. Prestur vísti á, hvussu trúgvur hann var til
bíbliutímarnar í KFUM&K. Hann segði ikki nógv, men var trúfastur.
Og at vita, at í Árnafirði stóð vøggan hjá ommu míni, og at í
Árnafirði liva menniskju, sum eg altíð fari at vita, eru
skyldfólk.
Regnið oysti niður uttanfyri, tá
sangarnir fór syngjandi fitta teinin út í Kirkjugarðin við kistuni við
Jógvani Svend – strevandi móti hvassa vindinum.
Í kappróðraneystinum vistu øll, at
ein góður maður var farin, sum var mettur av døgum.
Tað regnaði í Árnafirði í dag og
tað regnaði eisini í Soweto.