"Eg vil gjarna verða við til at týða sendingar og filmar, um eg veit, at tað er ein samlað ætlan um at gera eitt føroyskt sjónvarp. Og eg vil gera tað ókeypis - sjálvandi. "
Haldi, at Kringvarpið kundi sagt sínum trúgvu gjaldarum, hvør avleiðingin verður av, at Danmarks Radio hevur sagt upp sáttmálan við Kringvarpið um, at KvF kann senda sendingar, sum hava verið í DR. Hetta hongur saman við, at Føroyar nú hava egna lóg um upphavsrætt, skilji eg.
Her hanga nógvir ósvaraðir spurningar í luftini.
Tosa í gátum
Eitt er at politikarar tosa í gátum, so politiskir eygleiðarar skulu til fyri at royna at tulka, hvat liggur undir tí sum sagt verður.
Men at størsti miðilin á hendan hátt tosar í gátum, tá tað snýr seg um framtíðina hjá okkara einastu føroysku rás, er ikki í lagi.
DR vil ikki gjalda fyri Krinvarpið
Hvat fevnir sáttmálin, sum DR hevur sagt upp, um? Fevnir hann bert um útlendskt tilfar, sum DR keypir. Í gomlum døgum keypti DR tilfar, sum kundi brúkast í øllum kongaríkinum, tí vóru Føroyar við. Men nú, tá vit eru okkara egna upphavsrættarøki, so ber helst ikki til hjá DR at keypa inn ókeypis eisini fyri okkum - í hvussu so er skal helst samráðast av nýggjum, og kanska tímir DR ikki tað ella verður tað ov kostnaðarmikið.
Tað stendur ógreitt, um ongar sendingar úr DR verða í Kringvarpinum eftir 1. januar. Ella ber framvegis til hjá KvF at keypa sendingar frá DR at senda í Føroyum, kanska sendingar, sum DR sjálvt hevur framleitt. Í sjónvarpinum mánakvøldið, var sagt, at KvF keypir sendingar frá TV2. Hvussu við teimum?
Hvat ætlar Kringvarpið at gera? Er ætlanin at finna onkra skipan við DR og kanska TV2 um kortini at royna at fáa so nógvar danskar sendingar sum til ber hendan vegin?
Ella skal Kringvarpið nú gera egnan sáttmála við allar upphavasrættarhavarnar til allar sendingar, danskar eins væl og aðrar? Í gomlum døgum bar eisini til at keypa BBC-sendingar og týða tær til føroyskt, fer tað at bera til eftir 1. januar?
Norðurlendskt samstarv
Norðurlendsku public-service-stovnarnir hava samstarv í Nordvision (haldi ikki, at Føroyar eru sjálvstøðugur limir har, men veit ikki), er Nordvision eitt samstarv, sum nyttar nakað eftir 1. januar.
Stjórin hevur sagt, at KvF fer at venda sær aðrar vegir. Hvørjar eru ætlaninar við teimum sendingunum? Er tað sendingar framleiddar í hinum Norðurlondum og er ætlanin at tær skulu tekstast?
Hvussu við filmum? Skal KvF út á marknaðin at keypa útlendskar filmir og so skulu teir tekstast til føroyskt?
Hvøjra ávirkan fær nýggja støðan á kostnaðin fyri føroyskt sjónvarp?
Eg haldi, at tað hevði verið fantastiskt um Kringvarpið nú legði seg eftir at fáa fleiri sendingar og filmar tekstaðar til føroyskt. Nú er at gera eitt samstarv við øll, ið kunnu hugsast at vilja verða við at byggja eitt føroyskt sjónvarp: Skúlar, Føroyamálsdeild, Rithøvundafelag, Sprotan, pensjoneraðar lærarar og onnur, sum vilja hjálpa.
Tjóðarbygging í verki
Eg vil gjarna verða við til at týða sendingar og filmar, um eg veit, at tað er ein samlað ætlan um at gera eitt føroyskt sjónvarp. Og eg vil gera tað ókeypis - sjálvandi.
Mítt einasta krav er, at ein ætlan verður gjørd, sum greitt arbeiðir fram móti einum føroyskum sjónvarpi við føroyskum máli.
Gerist ikki kløkkur um eisini onnur bjóða seg at týða ókeypis - tað hevði verið tjóðarbygging í verki.