Var biðin at hugleiða um skúlaárini í 70-unum. Men dagurin í dag var eisini annað. Hetta eru orðini, sum eg valdi at siga:
Í
dag er sorgardagur í Pakistan. Í dag er sorgardagur í heiminum.
”Sonur
mín fór í skúla í morgun i skúlauniformi og nú liggur hann í
eini kistu” segði ein pápi, tá hann fann sonin deyðan á einum
sjúkrahúsi í Peshawar.
Í
gjár hendi ein ræðuleiki, sum ikki er at skilja.
Á
einum skúla í Peshawar i Norður-Pakistan tætt við markið til
Afganistan lupu nakrir alvápnaðir talibanar á skúlan og drupu
umleið 130 børn.
Tað
ljóðar, at skúlin fyrst og fremst var ein skúli hjá pakistanska
herinum, men har gingu onnur børn eisini.
Taleban
skal hava sagt, at hetta var hevnd fyri, at pakistanski herurin
síðani í summar hevur framt álop á taleban-deplar við markið
til Afganistan.
Men
meiningsloysi er óskiljandi.
Børn
í sama aldri, sum tey, ið ganga her á Venjingarskúlanum.
Tey
fóru í skúla í gjár og 130 børn komu ikki heimaftur til síni
foreldur.
Sonur
mín – Jens Brandur – fór í skúla í morgun í einum jakka,
sum partú skuldi venda á ranguni.
Eg
slepti honum uttanfyri, tí hann vil ganga einsamallur seinasta
teinin inn í Gula Skúla.
Og
sjálvandi visti eg, at hann kom aftur seinni í dag – ja, nú
situr hann her.
Í
Pakistan vænta tey, at henda andskræmiliga niðurskjótingin av
skúlabørnum kanska fer at venda tí undirtøku, sum taliban hevur
havt í útnyrðinspartinum í Pakistan.
Eg
veit væl, at støðan í Pakistan er torskild, men at skjóta til
deyðis 130 børn, sum eru í skúla – er ófatuligt – ein
devulsins atsókn.
Skúlin
er ein týðandi miðdepil í okkara lívi.
Ikki
bara tey árini vit ganga í skúla, men verður akkersketan, sum vit
restina av lívinum kunnu líta á. Hjá flestu okkara ketan, sum
heldur.
Ein
miðdepil, har vit trygt kunnu og vilja senda okkara børn. Har vit
sjálvi hava kent okkum trygg. Ein miðdepil, har kenslur og minni
venda aftur alt lívið - bæði í gleðistundum og sorgarstundum.
Tveir
næmingar á Venjingasrskúlanum fylgja í hesu løtu teirra
lítlabeiggja til gravar.
-
- -
Eg
eri ikki ordiliga venjingarskúladrongur.
Byrjaði
ikki her í 1. flokki, tí tá búðu vit heilt uppi á fløtuni hjá
Hilmar Kass í Hoydølum.
Vit
fluttu út undir Heyggin í 1968, og í sætta flokki flutti mamma
meg út á Venjingarskúlan, tó ikki heilt út á Frælsið, men
bara í Brúna Skúla, sum skúlin í Fríðrik Petersensgøtu at.
Haldi
har vóru 5. 6. og 7. flokkar. Haldi, at tá gingu tey 1. til 4.
flokk á, tí sum í dag eitur Guli Skúli. So har vóru flokkar,
sum høvdu gingið saman øll árini.
Eg
var tjummaður í ein flokk við argjabørnum, sum vóru komin um
brúnna og heim til Havnar at ganga í skúla og við børnunum
vestanfyri, sum Ólavur Dalsgarð hvønn morgun koyrdi um
Velabstaðháls - tey av Velbastað og úr Kirkjubø.
Og
vit fyltu ein heilan flokk. C-flokkin.
B-flokkurin,
sum hevði verið har áðrenn, var rættur venjingarskúlaflokkur -
helt seg nokk vera meiri enn okkum, men eg minnist tað, sum at vit
skjótt sluppu upp í part í skúlagarðinum. Vit sluppu at sparka
við hinum.
Vit
vóru tikin við í felagsskapin.
Lærararnir
tá fyrst í 70-unum vóru millum aðrar Páll Johannesen, Petur
Martin Danielsen og Jeffrei Hendriksen og Hans Erland í Brekkunum.
Og
tá vit skulu í sjeyna flokk fór gramlið at ganga, at vit skuldu
hava ein nýggjan lærara. Og eg minnist, hvussu lítið eg helt um
tað.
Tí
eg hevði hoyrt – ja, hvaðani ein 12-13 ára gomul drongur hoyrir
slíkt fra veit eg ikki – men vit høvdu hoyrt, at nýggi lærarin
var kommunist – einki vistu vit, hvat tað var, men vit høvdu
hoyrt tað sum verri var – at hann ikki trúði upp á Guð.
Og
hvør tað var, jú, tað var tann maðurin, sum í dag, haldi eg, er
útbúgvin teologur og hevur skrivað søguna um Brøðrasamkomuna í
Føroyum.
Eingin
annar enn Tórður Jóannesarson.
Eg
minnist, at eg hopaði bara ikki, at hann fór at tosa um Guð – og
tað gjørdi hann ikki.
Sjálvandi
– mundi eg sagt - vísti tað seg, at hann var ein frálíkur
lærari.
Ikki
so løgið, at argjabørnini hildu eitt sindur saman, og tey
vestanfyri hildu eitt sindur saman. Eg var so heppin, at eg kendi
børn úr báðum støðum, so eg minnist tað eisini, sum at eg fall
væl til í c-flokkinum á brúna skúla.
Júst
hetta eigur at vera eyðkennið fyri ein almennan kommunuskúla, at
her er pláss fyri øllum.
At
tú í skúlanum møtir nógvum sløgum av børnum – úr øllum
sløgum av heimum. Í okkara føri eisini úr fleiri bygdum. Tað var
loyvi at kalla argjafrensar fyri bygdarfrell, sjálvt um teimum
kanska ikki dámdi tað so væl. Nú – haldi eg – at tey gjarna
vilja verða kalla argjafrensar og bygdafrell.
So
umframt at møta ymsum næmingum, so – ja rendu vit okkum í ein
táverandi guðloysing og kommunist – men sum tók lærarauppgávuna
á seg í so stórum álvara, at fyri okkum næmingar var tað bert
eitt høvi at læra, at vit eru ymisk.
Tað
sum eisini vísti seg longu í sætta flokki í Brúna Skúla var,
hvussu ein skúli knýtir ættarlið saman.
Minnist
ikki rættuliga, um næmingarnir á Læraraskúlanum vóru oftari í
praktikk hjá okkum, sum gingu á Venjingasrskúlanum, men tað haldi
eg. Í hvussu so er tóku ungir læraraskúlanæmingar - um 20 ára
aldur - okkum við í tann undirvísingarheim, sum tey vóru at veg
inn í.
Tey
vístu, hvussu spent tey vóru at útbúgva seg til hetta
ábyrdarfulla starv - at vera lærari og lærarinda.
Vit
lærdu hesi fólki at kenna, sum skulu gerast okkara lærarar í
eldri flokkum, men sum eisini skuldi gerast lærarar hjá okkara
børnum og abbabørnum.
Sjálvt
um vit gingu á Brúna Skúla, so høvdu vit onkrar tímar úti á
Venjingarskúlanum - har vit bardst við 7. a og ræddust
dreingirnar. Men vit sóu eisini aftur læraraskúlanæmingarnar.
Natti
var ein av teimum, hann var eisini granni hjá mær undir Heygnum.
Og
eg helt við NFL - sum var flogbóltsliðið hjá
læraraskúlanæmingum. Eg sat mangan meiri ella minni kleimdur niðri
í fimleikahøllini leygardagar, tá FM var í flogbólti.
Tað
var ein annar lærari á Læraraskúlanum – Árni Dahl – sum
skrivaði ítróttin fyri Dimmalætting, sum hevði funnið uppá, at
volley-ball skuldi eita flogbóltur.
Hetta
hendi alt á mínum skúla.
Eg
dvølji við hetta, tí hetta í mínari tíð gjørdi
Venjingarskúlan til meiri enn ein skúla fyri børn. Hetta var eisini
skúlin har lærararnir vórðu útbúnir, og vit sum børn sluppu at
síggja tey, arga tey og hálova tey, sum skuldu mynda
framtíðarskúlan.
Sjálvur
slapp eg - sum børnini vestanfyri esini gjørdu - at eta døgurða í
kantinuni hjá læraraskúlanæmingunum.
Onkursvegna
kendi eg tað, sum hesi ungu - bara tí tey vóru har - góvu
skúlanum eitt virði - eina tign - sum skaraði framúr.
Og
tað var eisini tí eg í áðni segði, at skúlin knýtir ættarlið
saman.
Tey
ungu fólkini, sum vóru okkara lærarafyrimyndir, tey hava eg rent
meg so ofta í seinni og tíbetur geri tað enn.
Jógvan
Asbjørn Skaale, sum var ein av læraraskúlanæmingunum, sum hurraði
við okkum í sjeynda flokki, gjørdist seinni mín stjóri í
Sjónvarpinum.
Ein
annar, sum gekk í B-flokkin hinumegin gongina í Brúna Skúla –
Tróndur Djurhuus – gjørdist eisini mín stjóri ein skifti.
Kristian
Johansen – Kristan hjá Hanneba – hevur útroknað
streymtalvurnar í Skipalistanum.
Jeffrei
Hendriksen havi eg mangan møtt á Facebook, har hann hevur lagt lag
á tað føroyska.
Á
Hvonn standa floksfelagir hjá eldru døtrum og selja øl.
Næstan
hvønn dag knýta vit traðrir, sum vóru spunnir á hesum skúlanum
– bæði til smábørn og ti gomul.
Natti,
sum vit høvdu, gjørdist skúlastjóri hjá báðum døtrunum, sum í
nøkur ár gingu á venjingarskúlanum og mín sann, nú tá eg havi
sent ein nýggjan sjeyára gamlan son í Gula Skúla, so er Natti
aftur stjóri og ringir til mín 40 ár eftir eg tók realprógv og
biður meg siga okkum um Venjingasrskúlan, tí nú verðurt hann
niðurlagdur.
-
- -
Kona
mín og eg hava sent okkara drong í Venjingarskúlan, tí sannførd
eru vit um, at tað er rætti skúlin fyri okkum. Hann liggur í
grannalagnum, hann er almennur kommunuskúli, har pláss er til øll.
Lítið
og einki brúkaragjald.
Her
hava verið nøkur virði knýtt at skúlanu, sum vit fegin vildu
varðveita, sum – vit kunnu siga – hava verið góð fyri okkum.
Enn
einaferð kunnu ættarliðini knýtast gjøgnum skúlan. Hann fer at
síggja fólk, sum fara at fylgja honum alt livið ella hann fer at
fylgja onkrum alt lívið. Onkur av teimum fara at enda á sama
arbeiðsplássi, á somu útbúgvin, í sama politiska flokki ella
vera so ósamdur við - ja kanska óvinur við - sum ikki ber til at
síggja fyri sær í dag.
Skúlin
missir ikki hetta eyðkennið - soleiðis eru skúlan.
Men
kortini!
Eftir
nakrar mánaðir fáa vit at vita, at okkara Venjingarskúli er
burtur ella skal hvørva.
Tað
er ein eitt sindur løgin kensla.
Og
nú standi eg her so sigi farvæl við Venjingarskúlan!
Skúlin
er ein so týðandi miðdepil og tí skulu vit stúra um okkara
skúla. Vit skulu bæði stúra og standa saman um skúlan og tey
virði.
Vit
skulu stúra, men vit mugu eisini seta okkara trupulleikar, okkara
ynski og okkara dreymar í tað perspektiv, har tað hoyrir heima.
Her
er trygt hjá okkum at senda okkara børn í skúla.
Tey
koma heimaftur við jakkanum á ranguni og hoyra foreldrini knarra
um, at tey altíð gloyma húgvuna.
-
- -
Fyri
35 árum síðani var eg í Peshawar, sum blaðungur maður. Hetta
var árið eftir sovjetisku innrásina í Afganistan.
Flóttarfólkalegurnar vóru á tremur við vaksnum og børnum, sum
vóru flýdd úr Afganistan.
Pakistan
var eitt land við stórum mannfólkayvirskoti og nógv droymdu um at
flyta til Vesturevropa.
Tá
ein ungu maður – Ali – hoyrdi á hotellinum, at eg hevði danskt
pass, spurdi hann meg um eg kundi hjálpa honum, tí hann hevði
fingið eitt bræv úr Danmark, sum hann skuldi svara, men tað var
skrivað á donskum.
Gaman
í.
So
legði hann eitt útklipp úr Politiken á borðið í matstovuni og
peikaði á eina lýsing á síðuni, har fólk søkja makar og eitt
bilettmerki stóð undir. Hann hevði fingið ein danskara, sum hevði
verið har í arbeiðsørindum í Peshawar fleiri mánðar
frammanundan at sett lýsingina í Politiken:
Á
enskum stóð, at ein ungur pakistani ynskti samband við danska
kvinnur við tí í hyggju at giftast.
Og
nú hevði hann fingið svar – ja, fyri nøkrum mánaðum síðani
– men eingin dugdi at lesa svarið. Men hann var sannførdur um, at
hann nú skuldi giftast til Danmarkar. Tað hevði hann eisini sagt
fyri vinmonnunum.
Teir
sótu einir 6-8 átta ungir menn spentir kring borðið, tá hann gav
mær hondskrivaða brævið. Vit drukku gult te og ótu hetta søta,
søta góðgæti.
Eg
læs og sá beinanvegin, at her var okkurt galið.
Lat
sum um eg las víðari, meðan eg hugsaði, hvat eg skuldi siga við
Ali.
Fyrstu
orðini í brævinum vóru ”Kære Alenepige i Odder!”
Eg
hugdi so nærri eftir hansara lýsing og sá, at Politiken hevði
blandað lýsingarnar. Lýsingin beint undir tí hjá Ali var frá
”Alenepige í Odder”.
Eg
mátti siga honum um misskiljingina.
Hann
og vinmennirnir blivu sjálvandi keddir.
Ali
segði bara: So bíði eg bara – kanska kemur eitt annað svar!
Eg
hugsi um Ali í dag, um hann er giftur í Peshawar – kanska fingið
børn og abbabørn.
Eg
vóni tey kunnu liva eitt lív, har tey sum eg og vit kunnu knýta
ein vælspunnan tryggan tráð aftur í ein av okkara lívsins
miðdeplum.
Almenna
fólaskúlanum fyri øll!
Takk
fyri hesi mongu árini.