Tað sær ikki vandaleyst út at leggja
at træbryggjuni, tí leggja vit bátin fyri kýla og rógva í land
í einum lítlum gummibáti.
Tað er púra kvirt og tómt.
Ringt at síggja fyri sær, at fyri
nógvum árum síðani hava stór frystiskip lagt til bryggjuna og
flutt fleiri túsund tons av flaki og saltfiski til meginlandið. Og
larmandi kranar sveiggjaðu inn og úr saltgoymsluni.
Á landi vóru fleiri hundrað fólk –
summi á flakavirkinum, summi í salfiskinum, summi á
sjómansheiminum, summi í smiðjuni, summi í norska
vælferðahúsinum. Summi í ”Himmelbjerget”, sum skrivstovu- og
handlishúsið var rópt og sum eisini gjørdist eitt eyðkenni fyri
Nordafarstøðina í Føroyinghavnina. Arbeiðsfólkið búði í
barakkunum. Kanska onkur stóð og fekk sær ein pylsu í
pylsuvogninum, sum stóð við smiðjuna.
Nordafar-støðin var bygd í 50-unum,
tá gamla Føroyingahavnin – longri úti á fjørðinum - var
niðurløgd og føroyingar kastaðu saman við norðmonnum og
danskarum.
Har var stór saltgoymsla, flakavirkið
og frystarí, og Føroyingarhavnin virkaði sum inn- og
útskipingarhavn og var eisini týðandi útgerðarhavn hjá
fremmandum skipum í Grønlandi.
Fyrst í 80-unum minkaði virksemið í
Føroyingahavnini, men roynt varð at halda lív í Nordafar.
Løgtingið og Fiskasølan royndu at blása lív í støðina í
80-unum, men tað bar ikki til.
Síðst í 80-unum fór Nordafar á
húsagang. Roynt varð at selja, tað sum seljast kundi.
Síðani 1920-unum hava føroyinar róð
út og fiskað í Grønlandi. Okkurt árið vóru væl yvir hálvt
hundrað bátar í Grønlandi – smáðir útróðrabátar, sluppir,
línuskip og trolarar.
Í 25 ár hevur støðin ongan góðn
átt. Í dag standa bygningarnir tómir og oyddir - sum eitt
søgufrøðiligt prógv um, hvat hendir við einum lítlum býi, tá
øll eru rímd.
Ikki ein rútur var heilur – fleiri
síggja út at vera skotnir í knús - og kanska eitt ella tvey borð
stóðu á fýra beinum.
Eini 18 tons av salti standa enn inni í
saltgoymluni og enn liggur pakningur at L/F Fiskasøluni og sløðist
á gólvinum.
Men í dag er púra kvirt á
Nordafar-støðini.