Við loyvi frá Georg L. Petersen, journalisti, endurgevi eg tvær greinar
úr Dimmu um, hvussu musikkflokkarnir í Tórshavnar Kommunuskúla er
skipaðir. Mín áhugi í hesum er, at nú skúlarnir verða lagdir saman
møtast tvær heilt ymiskar mentanir. Vit sendu okkara børn í ein
kommunuskúla - Venjingarskúlan - og ikki í ein privatskúla, har tey
ríkastu kunnu keypa seg fram um hini. Tí er hetta ein liður í ynskinum
hjá foreldum at børnum í 1. a í Venjingarskúlanum um at biðja
myndugleikar lata skúlarnar fáa frið til nýggi Vesturskúlin er liðugur.
Øssur
Øssur
Keypa
seg av bíðilistanum til musikkskúla
1087 børn standa
á bíðilista at sleppa at spæla ljóðføri við Tórshavnar
Musikkskúla – men tað er ein vegur uttanum bíðilistan. Tað
ræður bara um at velja rætta skúlan til sítt barn og rinda 5000
krónur, so ber til elegant at hoppa upp um bíðilistan
Georg L. Petersen
- Eg dugi væl at síggja at hetta er ein trupulleiki. Men reint pedagogiskt hava vit lært nøkur børn at spæla á einum ávísum støði, og tað hevði verið skeivt at steðga undirvísingini og sett tey aftast á listan. Tá er vandi fyri, at tey missa alt á gólvið.
Tað sigur Bo
Isholm, leiðari á Tórshavnar Musikkskúla, sum er so mikið væl
umtóktur millum tey ungu í kommununi, at 1083 børn í dag standa á
bíðilista at sleppa til undirvísing.
- Hesin trupulleikin var als ikki aktuellur, um musikkskúlin hevði neyðugu játtanina. So høvdu vit kunna undirvíst nógv fleiri. Men vit eru noydd ídag gera eitt væl, sum eg skilji nógv fata sum ódemokratiskt, sigur Bo Isholm.
Tað vóru ikki øll
børnini í Litir og Leiki sum søktu víðari á musikkskúlan og
hoppaðu upp øll hini. Flokkarnar taldu 25 næmingar, og sambært Bo
Isholm søktu tey 15 inn á musikkskúlan og sluppu inn. Soleiðis
verður eisini frameftir so hvørt ein næmingur skal víðari eftir
4. flokk.
Eitt gott tilboð
Tað byrjar við
einum hugskoti frá einum av eldsálunum og undangongumonnunum inn
tónleikaundirvísing í Føroyum, Ólavi Hátún, sum longu í 2007
setir seg í samband við Mentamálaráðið.
Hann leggur eitt
uppskot fram, hvussu skipað tónleikaundirvísing kann byrja longu í
1. flokki í fólkaskúlanum. Hetta ger hann í samatarvi við Hanus
Joensen, skúlastjóra í Tórshavnar Kommunuskúla. Tað byrjar við
eini umsókn til Mentamálaráðið um stuðul til eitt skeið í
London til tríggjar musikkskúlalærarar. Tórshavnar Kommuna og
Mentamálaráðið veittu stuðul.
Tað verður fylgt
upp við skeiðum og ferðum til millum annað Finnlands, og talan er
um eina finsk-ungaraska skipan, har næmingar fáa dagliga
tónleikaundirvísing umframt fólkaskúlagongd. Seinni varð skipað
fyri líknandi ferð til Finnlands, og Sunnleif Rasmussen gjørdist
eisini partur av toyminum at fáa seta ætlanina í verk.
Ætlanin fekk navnið
Litir í Leiki, og Mentamálaráðið fór í 2009 inn í ætlanina
við stuðli, eins og foreldur og kommuna skuldu rinda sín part.
Talan gjørdist um eina trý ára royndarverkætlan, har gransking
eisini var inni í myndini. Fróðskaparsetrið/Læraraskúlin skuldu
millum annað kanna, um børn, sum valdu tónleikin, mentust fakliga
og sosialt.
25 næmingar vóru
skúlaárið 2009/2010 tiknir inn í skipanina. Eftir øllum at døma
hevur skipanin virkað avbera væl.
Talan er ikki um
eina fólkaskúlatilboð burturav, men meira eina samanrenning av
fólkaskúla og Musikkskúla, har lærarar frá Musikkskúlanum
eisini undirvísa í Tórshavnar Kommunuskúla. Skúlin hevði
samstundis ein annan øðrvísi 1. flokk, har dentur varð lagdur á
ítrótt ístaðin.
5.000 krónur
Mentamálaráðið
hevur stuðlað ætlanin, men foreldragjald hevur eisini verið í
myndini alla tíðina. Um ein næmingur skal ganga á hesum serstaka
1. flokki, er luttakaragjaldið 5.000 krónur umframt eitt leigugjald
fyri ljóðføri á 500 krónur árliga.
Talan hevur verið
um eina trý ára royndarverkætlan, sum Mentamálaráðið hevur
fíggjað fyri tað mesta, men nú er tann ætlanin av, og nýggjur
leistur skal finnast fyri børnini, sum eru liðug í tilboðnum.
Tað hevur ikki
verið hugsað so nógv um, hvat skal henda við næmingunum, tá
sjálvt tilboðið í fólkaskúlanum hvørvur eftir trimum árum, og
musikkskúlaskipanin skal taka við næmingunum.
Bíðilistarnir at
koma inn á sjálvan musikkskúlan í Tórshavnar Kommunu er langur,
og í dag standa omanfyri túsund børn á bíðilista. Tann skipanin
er sum útgangsstøði ikki samskipað við fólkaskúlan, og børn
kunnu byrja á skúlanum heilt tíðliga ella munandi seinni.
Trupulleikin er, at
tey aftaná tey fýra árini sum útgangsstøði skulu á sama
bíðilista sum øll onnur børn í kommununi og eru í vanda fyri at
undirvísingin steðgar eftir 4. flokk.
Tórshavnar
Musikkskúli hevur í tí sambandi tikið avgerð um at lata hesi
børnini halda fram í musikkskúlanum uttan um allar bíðilistar.
Tískil skumpa tey fleiri onnur til viks, sum møguliga hava bíðað
í áravís.
Bo Isholm, leiðari
á Tórshavnar Musikkskúla, sigur, at skúlin er noyddur at taka
eitt val – antin at ganga tann millimetur demokratiska vegin og
bróta undirvísingina av, ella lata tey halda fram og harvið leypa
bíðilistan um. Skúlin hevur valt tann pedagogiska leistin, so alt
arbeiðið í Litir í Leiki ikki dettur á gólvið.
- Men eg haldi tað er gott at kjakið tekur seg upp, tí hetta er stak óheppið. Var játtanin nóg høg høvdu vit ikki bíðilistan og so var hetta ikki ein trupulleiki, sigur hann.
FAKTA
Bíðilistin við
Tórshavnar Musikkskúla
Klaver: 423
Harmonika: 17
Strikljóðbøri:
127
Fagott: 0
Klarinett: 23
Obo: 6
Saxofon: 23
Tvørfloyta: 62
El-bassur: 15
Gitarr: 280
Slagverk: 9
Trummur: 56
Kelda: Tórshavnar
Musikkskúli
Býráðið
vil halda fast
Skipanin Litir í
Leiki verður í næstum eftirmett, og verður helst ein partur av
nýggja Vesturskúlanum. Forkvinnan í mentamálanevndini lovar
greiðari mannagongdir frameftir
Georg L. Petersen
- Givið er, at tað skulu vera greiðar mannagongdir viðvíkjandi bíðilistanum. Eitt annað mál er so, at kommunan fer at viðgera allan problematikkin í samband við bíðilistan til musikkskúlan í Tórshavnar Kommunu, serliga nú, ið nýggjur skúli verður bygdur. Bíðilistin er alt ov langur, tað hevur verið støðan í áravís, og tað er ikki í lagi, at ein musikkskúlaskipan, sum bæði Mentamálaráðið og kommunan hava ábyrgd av at fíggja um skattin, ikki megnar at tryggja, at musikkskúlatilboð standa øllum børnum í boði, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini í Tórshavnar Kommunu.
Tað er neyvan nakar
ivi um, at tilboðið Litir í Leiki fer at halda fram í Tórshavnar
Kommunu, hóast Mentamálaráðið hevur tikið seg burtur úr
verkætlanin, sum var ein trý ára royndarverkætlan. Trupulleikin
er bara, at pláss er ikki fyri øllum hesum børnum í Tórshavnar
Musikkskúla, tá tilboðið endar eftir 3. flokk, um børnini ikki
skulu leypa upp um øll hini, sum kanska hava staðið á bíðilista
í áravís, men bara ikki hava verið so heppin at hava gingið í
Kommunuskúlanum.
Helena Dam á
Neystabø sigur, at hon ikki kennir til nakað lyfti um at hesi børn
verða tikin fram um onnur. Tað er ein avgerð musikkskúlin hevur
tikið – talan er annars um Tórshavnar Musikkskúla, sum er
kommunalur.
Tann landsfevnandi
Musikkskúlaskipanin tekur sær av at samskipa og hava fakligu
ábyrgdina av musikkskúlaundirvísingini. Upptøkuna blandar
Musikkskúlaskipanin, sum liggur undir Mentamálaráðnum, seg ikki
upp í. Tað er upp til teir lokalu musikkskúlarnar kring landið,
millum annað Tórshavnar Musikkskúla.