Tuesday, December 8, 2015

Heðin og Havnin: Gott journalistiskt val, men ikki nóg sannførandi

Valla er nakað journalistiskt evni meiri sjálvsagt enn Heðin og Havnin. Tí er tað so journalistiskt rætt, sum nakað, at viðgera viðurskiftini í høvuðsstaðar kommununi og leiklutin hjá Heðini Mortensen. Tað er journalistiskt rætt, tí borgarstjórin fyri fyrstu ferð í søguni dróg ein meiriluta við sær í býráðið, tí býráðið ger risastórar íløgur, tí borgarstjórin er so sjónligur sum nakar, tí borgarstjórin nú eisini er valdur í Løgtingið, tí borgarstjórin hevur sitið meiri enn 40 ár í býráðnum.  Og so eru tað minst 10 aðrar góðar grundir at velja eitt evni, sum Heðin og Havnin.
Tí hevur journalistiska valið hjá Kringvarpinum sjálvandi einki við flokslit ella øvundsjúku ella forfylging at gera.
Tað er eitt reint fakligt journalistiskt val, ja í roynd og veru ber til at undra seg yvir, at sendingin ikki er gjørd áður.

52 minuttir um Heðin og Havnina
Og í gjárkvøldið sendi Kringvarpið so góðar 52 minuttir um Heðin og Havnina.
Men minuttirnir kundu verið meiri sannførandi.
Sendingin lýsti nøkur úrvald viðurskifti í Tórshavnar Býráð og í ein vissan mun knýtti Heðin Mortensen at teimum.
Fyri mær var tað ikki heilt greitt, hvat journalistiska ætlanin var við sendingini. Sendingin peikaði í ov nógvar ættir.
Sumt var um fíggjarligar avgerðir, ið ikki hava verið serliga skilagóðar. Eitt nú alt málið at keypa frá Bank Nordik og byggja út og um á Vestaru Bryggju. Í fyrsta lagi var ikki nógv nýtt í tí lýsingini og í øðrum lagi var ikki heilt greitt, hvat tað dømið skuldi lýsa um Heðin og Havnina. Var tað fíggjarligt oysl, var tað planloysi, var tað demokratiskt undirskot, var tað einaræðið hjá Heðini, var tað samanblandingur av áhugamálum, var tað brot á lógir um, hvat ein kommuna kann gera, ella var tað okkurt annað.
Og fleiri onnur viðurskifti vóru eisini ivasom eftir sama leisti.

Betri dokumentasjón
Har var lýst, hvørjar uppgávur stjórnarskrivstovan hevur. At vera tænastudepil fyri borgarstjóran og í tí sambandi fekst høvi at vísa myndir av borgarstjóranum í ymiskum høpum. Eitt nú kendu myndirnar av keiini, tá borgasrtjórin stóð fremstur og tók móti manningini á Anitu. Tað virkaði meiri, sum eitt høvi at vísa tað, sum øll eisini vita, at Heðini dámar væl og dugur væl at koma upp á myndir. Heldur ikki her var heilt greitt, hvat tað skuldi vísa um Heðin og Havina, sum vit ikki vistu.
Stjórin í Vinnuhúsinum gjørdi vart við, at Tórshavnar Kommuna ikki bjóðaði øll arbeiði út, men í sendingini var ikki serliga væl dokumenterað at so var. Heldur ikki var dokumenterað, at tað kanska er í stríð við onkra lóg, um kommunur ikki bjóða út. Har var víst á dømið við innspark.fo, sum eftir øllum at døma fekk fleiri arbeiði, uttan at tey vóru boðin út. Men kortini ikki serliga sannførandi, tí  upphæddirnar vóru so smáar og tað ikki var sett inn í, hvørji lógarkrøv eru galdandi á økinum og hvar var íløgur, nýgerð og viðlíkahald. Fólkini aftan fyri Innspark.fo fingu ikki høvi at siga nakað.

Máltalvur og milliónir
Kalda samanberingin av máltalvunum á Tórsvølli og við Løkin var ikki serliga sannførandi. Eru talvurnar eins, eru tær keyptar samstundis, beyð Runavíkar Kommuna talvuna út, eru spurningar, sum ikki vóru svaraðir.
Samanberingin av fyrisitingarligum útreiðslunum við Klaksvíkar Kommunu og Runavíkar Kommunu vóru eisini so sum so. Tað var ikki greitt, hvat kommunal fyrisiting er og um kanska munir eru, hvat krevst av einum høvuðssaði og eini kommunu, sum Klaksvík ella Runavík. Tølini vóru eisini sett upp til kalda samanbering. 78 mill. krónur í Tórshavn, 17 mill. kr í Klaksvík og 13 mill. kr í Runavík. Sjálvandi gevur tað ikki meining bara at seta tølini upp soleiðis. Kanska tað hevði givið eitt sindur meiri meining at samanborið við íbúgvatalið. So hevði úrslitið verið  uml. 3900 kr pr. íbúgva í Tórshavnar Kommunu, uml. 3400 kr. pr. íbúgva í Klaksvík og uml. 5000 kr. pr íbúgva í Runavík. Veit ikki um tað ber til at samanbera soleiðis, men tann spurningurin kundi verið reistur.

21 fólk til Stavanger
Tórshavnar Kommuna sendi nógv fólk á oljustevnu í Stavanger - 21 haldi eg - men hvat vísti tað so, at kommunan í 2013 tók eina skeiva avgerð, ella at kommunan átti ov nógvan pening.
Vit frættu um lønina hjá Heðini Mortensen, men tað var ikki viðgjørt, um tað var rætt ella skeivt, gott ella ringt. Meiri at kalla til forargilsi.
Mest sannførandi í sendingini vóru býráðslimirnir, sum vóru við. Samgongulimirnir, tí teir so týðiliga vístu, at teir hildu einki vera galið yvirhøvur og leppaðu býráðssessirnar í seg. Og Marin Katrina, tí hon týðiliga vísti, at hon ikki dugdi ella tímdi at fylgja ordiliga við, men lat borgarstjóran og meirilutan koyra kommununa.
Eins óskiljandi var, at Kári Mikkelsen, journalistur, var kroystur at svara, hví arbeiði hjá Tórshavnar Kommunu skulu bjóðast úr. Tað má so sanniliga sigast at vera skeivur maður upp móti skeivum veggi.


Valdsmikil ella valdssjúkur
At Heðin Mortensen er valdsmikil er øllum greitt, um hann eisini er valdssjúkur er nakað annað.
Í fyrsta lagi er tað eitt púra greitt tekin um valdssjúku og arrogansu, at hann ikki vildi vera við í sendingini. Ein maður í almennum umboðanarstarvi eigur ikki at nokta - og tað plagar hann heldur ikki. Gott at Kringvarpið gjørdi sendingina kortini.
Í øðrum lagi var tað stutt hugsað av Kringvarpinum ikki at royna tryggja sær, at Heðin vildi vera við. Í eini langtíðarætlan hjá Kringvarpinum - um tey hava eina - at uppbyggja skirvisliga trúvirðið aftur, átti tey í Kringvarpinum at umhugsa at biðið onkran annan gjørt júst hasa sendingina
Samanumtikið eitt sera væl valt evnið, sum so avgjørt er journalistist viðkomandi. Og tað er tekin um forfylging av kringvarpinum, at seta spurningar við, um evnið var journalistist viðkomandi.
At evnið ikki var serliga sannførandi lýst, er nakað heilt annað.
Tað kunnu vera nógvar orsøkir til tað - góðar og minni góðar.
Fakligar sum ófakligar.