Eftir seinasta tvídráttin millum Heðin Mortensen og Kringvarpið var Heðin aftur miðdepilin í einum innslagi í Degi og Viku í kvøld.
Beinanvegin lúrdi tankin um, hvussu fór hetta at spæla av.
Bara tað ikki fór at standa sum hevnisøka, tí tað tænir ikki okkum, sum eru góð við Kringvarpið.
Innslagið í kvøld var um sjúklingar, sum mugu vera liggjandi á Landssjúkrahúsinum, tí einki pláss er fyri teimum úti í kommununum til umlætting. Niðurstøðan var, at Tórshavnar Kommuna er skálkurin, sum ríkasta kommuna og flestu eru úr Tórshavnar Kommunu ella Suðurstreymoyarøkinum.
Dokumentasjónin, sum var brúkt vóru millum annað tveir grafar.
Fyrsti var hesin, sum stóð á skíggjanum í 4 sekund.
Lisni teksturin var: Tað kann tykjast sum ein andsøgn, men tað er tann ríkasta kommununa - Tórshavnar Kommuna - sum er størsta byrðan hjá Landssjúkrahúsinum.
Giti at grafurin vísir, hvussu nógvir sjúklingar mugu vera liggjandi á Landssjúkrahúsinum. Og her sær út, sum at í 2015 vóru tað 9 úr Tórshavnar Kommunu og 5 úr øðrum kommunum. Tað haldi eg ikki er serliga sannførandi dokumentasjón fyri, at tað serliga er Tórshavnar Kommuna, sum er skálkurin. Tað vísir kanska meiri, at hetta er ein trupulleiki, sum er kring alt landið.
Hin grafturin var hesin:
Lisni teksturin var. Talið á døgum hjá sjúklingum - heimahoyrandi í Tórshavnar Kommunu - sum hava ligið á Landssjúkrahúsinum, eftir at teirra viðgerð er liðug hevur tey seinastu árini verið fleirfalt so stórt, sum í restini av landinum.
Hasin grafurin vísir dagar. Eg lesi tað soleiðis, at í 2015 hava teir 9 sjúklingarnir úr Tórshavnar Kommunu ligið umleið 300 dagar og teir 5 úr restini av landinum ligið í umleið 100 dagar. Havnaborgarar hava ligið 30 dagar í miðal og hini 25 dagar í miðal. Í 2013 var støðan nógv verri uttan fyri Tórshavnar Kommunu, tá lógu 7 sjúklingar gott 400 dagar og tað gjørdi 13 úr Tórshavnar Kommunu eisini. Altso nógv verri hjá hinum kommununum. Í 2014 var nógv ringast í Tórshavnar Kommunu. Men aftur her: meiri ein mynd av, at hetta er ein trupulleiki kring alt landið.
Í innslagnum verður eisini brúkt eitt brot úr nýggjársheilsu hjá Heðini Mortensen, har hann umrøður eldapolitikk, og at Tórshavnar Kommuna hevur yvirtikið eldraøkið og so reypar hann, hvussu væl tað gongur. Men í innslagnum verður ikki sagt við einum orði, at talan er um eldri sjúklingar. Naina Túgvustein, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur at nógv mugu liggja eftir lokna viðgerð, men hon nevnir ikki við einum orði, at talan er um eldri sjúklingar. Tí er tað ivasamt, um tað er rætt at brúka brot úr nýggjársheilsuni, sum snýr seg um eldraøkið - kanska er tað, men tað verður ikki dokumenterað. Har verður eisini brúkt eitt brot úr heilsanini, sum snýr seg um, at sjúk og fólk, sum krevja røkt og umsorgan hjálpir kommuna, so væl til ber. Her er rætt at kritisera Tórshavnar Kommunu, men kritikkurin er eins væl rættaður móti øllum øðrum kommunum - ein landstrupulleiki.
Tá Kringvarpið enn einaferð er vorðin ein mótpartur - hesu ferð mótpartur hjá Heðini Mortensen - so haldi eg, at tey skuldu tryggjað sær, at Heðin úttalaði seg.
Sambært vertinum, so skuldi Heðin Mortensen kanna nøkur tøl, áðrenn hann vildi gera samrøðu við Dag og viku. Haldi - í verandi støðu - at Dagur og vika skuldi bíða ein dag, so Heðin Mortensen slapp at úttala seg í sama innslagi.
So nógv hastaði hatta innslagið ikki.
So hevði verið lættari at uppbygt álitið aftur á Kringvarp Føroya.