Wednesday, December 7, 2016

Public Service: Út úr egnum ekkó-kamari


Eg eri ein av teimum sum leingi havi argumenterað fyri, at Kringvarpið átti at samstarva við eitt nú áhugafelagsskapir um sendingar og tilfar. Ikki at sleppa meginregluni um redaktørábyrgd, men út frá einum demokratiskum sjónarmiði at lata miðlin upp fyri fleiri.
Hetta er eitt lítið ískoyti til kjakið um tann partin av Public Service-sáttmálanum, sum snýr seg um samstarv ið áhugafeløg.
Mín høvuðsgrund fyri hesum er, at tað kann verða ein máti at viðlíkahalda og uppbyggja álitið á og trúvirðið hjá einum almennum Public Service-miðli.
Í roynd og veru hugsi eg bara um ein máta at lova fleiri sjónarmiðum og áhugamálum framat - ein nýggjur arbeiðsháttur, sum byggir meiri á at lurta uttanfyri egið ekkókamar.
Mín varðhugi er, at álitið á almenna mastodontin, KvF, ikki er so høgt, sum tað kundi verið og sum tað eigur at vera. Og her haldi eg, at ein máti er at venda Public Service-hutakinum eitt sindur, so fólkið kring landið fær eina størri med-eigarakenslu til Kringvarpið.

Vit halda okkum vita
Vandin við einumm miðla-monopoli er, at tey, sum arbeiða har, halda seg vita við vissu, hvat hevur týdning, og hvat fólkið til eina og hvørja tíð vil hava. Tað gera vit kanska, men í Føroyum er ikki rættuliga nakar annar miðil at geva mótspæl.
Tí skal mótspælið koma annan veg, og tað ber væl til at seta tað í system.
Í dag verður samstarvað við privatar fyritøkur, umframt eitt nú Miðlahúsið og Dimmalætting. Ikki ein háttur at lata miðlarnar upp, men ein vegur at elitera miðlarnar og minkað um samlaða fjølbroytni.
Eg giti, at tað eru redaksjonell val, sum eru avgerandi, tá tilfar frá ráðstevnum endar í KvF, har medarbeiðarar verða keyptir sum orðsstýrarar hjá ymsum áhugafeløgum. Tað er so tað. Men hvussu við øðrum áhugafeløgum, sum ikki keypa medarbeiðarar í KvF sum orðstýrarar, spyrji eg bara. Eg kalli tað ikki lobbiismu, men onkuntíð minnir tað um. Eg vænti eisini, at tað verður trupult at sleppa uttanum hetta slagið av tilfari, men at royna at finna onnur mótsvar ger bara fjølbroytni størri.

Deiliga lítið land
Vit hava møguleikan at lata Kringvarpið upp fyri fleiri sjónarmiðum, fleiri fólkum, fleiri perspektivum. Og so haldi eg - sjálvandi - at her er bert talan um eitt neyðugt ískoyti til verandi programlinju.
Og eins og Kringvarpið helst argumenterar í dag, so kann tað gerast við journalistisku dygdunum í hásæti.
Vit eru eitt so deiliga lítið land, at vit kunnu demokratisera mastodontin enn meiri - og tað noyðast vit.
Eg kundi eisini sæð fyri mær, at tað til dømis onkursvegna kring landið vóru umboðsráð, sum eina til tvær ferðir um árið vístu á, hvat tey halda hevði verið viðkomandi at tikið upp í Kringvarpinum. Ella at KvF nakrar ferðir um árið skipaði fyri fundum, ráðstevnum, hugskotskvøldum saman við áhugafeløgum og øðrum áhugaðum. Ella kanska kundi Kringavarpsstýrið verið meiri útfarandi á hesum økinum.
Bara fyri at kroysta seg at lurta uttan fyri egið ekkókamar.

Ikki mála hin versta á veggin
Sjálvandi ber til at mála hin versta á veggin og siga, at nú skal journalistikkur og trúvirði plaserast uttan fyri Kringvarpið. Soleiðis hugsi eg ikki.
Eg veit, at fleiri vilja hava dømi, tí tað kann vera trupult at síggja, at nakað kann verða ørðvísi enn tað er í dag.
Men v
Og eg haldi, at tað í ein vissan mun verður gjørt í dag, men at hugsa Krinvarpið sum ein almennan monopolmiðil, sum í størri mun lurtar eftir tí sum hendir kring landið er eitt fínt mál at seta sær.
At ein sjónligur partur av samstarvinum út úr húsinum í dag er við privatar fyritøkur, sum lata gávur til sendingarnar, er so ikki rætta kósin - haldi eg.
So heldur taka óhefta redaktøristarvið á seg og í størri mun fara út um landið at samstarva við áhugafeløg - fyrst og fremst fyri at byggja upp álit og trúvirði.
Eingin av sendingunum í dag nýtist at skrottast at teirri grund.
Men fyri at sleppa undan misskiljingum, skuldi verið óneyðugt hjá mær at sagt, at eg haldi tað hevur ovurstóran týdning at halda fast um ein óheftan almennan miðlastovn í fólksins tænastu.