Friday, November 3, 2017

Okkara sannleikar skulu ikki órógvast

Eg havi ikki skrepuna av, um EIK hevði rætt til frádrátt ella ikki. Heldur ikki um EIK royndi at villeiða TAKS. Men seinastu vikurnar benda á, at ræðslan fyri atfinningum at journalistiska dekninginum er øgilig.
Mánadagin 9. oktober ringdi Barbara Holm, blaðstjóri á Sosialinum, til mín og spurdi, hvat eg sum næstformaður í Føroyskum Miðlafólkum helt um, at Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri, hevði vent sær til fjølmiðlanevndina og spurt um nevndin onkursvegna kundi gera eina eftirmeting av dekninginum hjá KvF av skattamálinum.

Men Barbara skrivaði ikki eitt orð nakrastaðni um okkara samrøðu.

Eg hevði skilt á in.fo sama morgun, at høvið hjá kringvarpsstjóranum var skuldsetingar frá Símuni Absalonsen um journalistikkin hjá Kringvarpinum.

Onkuntíð(!) eri eg nokk so sannførdur og bersøgin, men tað var eg ikki hendan fyrrapartin, tá Barbara ringdi.

Men eg svaraði, at tað var ikki so býtt hugskot, sum stjórin hevði fingið. Tí tað vísti ein opinleika, har stovnurin bað fólk uttanifrá eftirmeta í einum so stórum máli. Fjølmiðlanevndin er longu til, og miðlarnir hava so nøkulunda virðing fyri avgerðunum. Eg var eisini greiður yvir, at hetta var ikki so vanligt, men kortini helt eg, at tað var djarvt og vísti ein vilja at gloppa dyrnar inn til miðla-mastodontin.

Gamaní var talan um eina kærunevnd, men kanska kundi hon í hesum føri átaka sær eina eftirmeting, sjálvt um tað strangt tikið ikki var arbeiðið hjá nevndini.

Eg nevndi eisini fyri Barbaru, at eg haldi, at Kringvarpið er blivið ein alt ov stórur risi ella mastodontur í miðlaheiminum. Eingin annar hevur nakran kjans, um Kringvarpið velur síðu og setur allar sína megi aftanfyri. Eg fór so langt at siga, at hetta var Pravda-kent. Pravda var almenna blaðið hjá sovjettiska kommunistaflokkinum, og Pravda merkir sannleikin. Har stóð sannleikin og hann mátti ikki órógvast.

Eg gloymdi at nevna, at tá so eisini Sosialurin velur síðu saman við Kringvarpinum, ja tá verður støðan enn verri. Ja, so álvarsom, at eg haldi tað kann hótta fólkaræðið. Haldi ikki, at Kringvarpið á nakran hátt ella Sosialurin á nakran hátt eru hóttanir móti fólkaræðinum, men haldi, at eitt miðlalandslag, har ein miðil situr at næstan øllum kann hótta fólkaræðið.

Eg helt, at ein roynd kundi verið at býtt tíðindadeildina í Kringvarpinum upp í tvær tíðindaredaksjónir ella kanska tríggjar – eina til netið.

Eg nevndi eisini, at eg havi skift meining og haldi nú, at summar Public-service-uppgávur kunnu leggjast uttan fyri Kringvarpið – í minsta lagi sum ein roynd.

Eg haldi eisini, at vit eiga at umhugsa at gera ein nýggja útvarpsrás uttan fyri KvF, sum fær part av kringvarpspengunum.

Men ikki eitt orð var at síggja aftur nakrastaðni.
Mikudag 11. oktober skrivar Barbara til mín, at hon heldur enn at skriva eina grein til in.fo vil gera meiri burtur út samrøðuni seinni, tí sjónarmiðini vóru áhugaverd.
Og friður veri við tí.
Sjálvur havi eg ofta ringt til keldur uttan at brúka nakað yvirhøvur, so tað knarri eg ikki um.

* * *

Fríggjadag 13. oktober spurdi kringvarpsstjórin meg, um eg vildi leiða eina eftirmeting av dekninginum av skattamálinum í Kringvarpinum.
Tað vildi eg fegin. Eg er fleiri ferðir áður biðin um at gera eftirmetingar av sendingum og sendirøðum í Kringvarpinum – tó ikki á tíðindadeildini.

Kallaði inn til fund mánamorgun 16. oktober. Leiðslan hevði biðið trý starvsfólk á stovninum um at vera við, og stjórin greiddi okkum frá, hvat arbeiðssetningurin skuldi vera.
Eg helt, at hetta sá spennandi út. Hetta var jú bara ein eftirmeting av breiða dekninginum av skattamálinum.

Vit fóru hvør til sítt, og eg kallaði inn til fundar aftur tveir dagar seinni.

Eg visti væl, at eg var nokk so kontroversiellur millum summar leiðandi medarbeiðarar á tíðindadeildini. Men tað skuldi ikki forða mær fyri at leiða eina fakliga eftirmeting – helt eg.Men sama kvøld skrivar stjórin til mín, at hann kortini ikki kann brúka meg í nakrari eftirmeting. Grundgeving fekk eg onga og bað heldur ikki um nakra.Nú skilji eg, at ein dagføring hjá mær á Facebook var grundgeving fyri, at eg ikki kundi vera við.

26. mars skrivaði eg á Facebook:
”Eg, sum fái áleið hálva mánaðarløn frá KVF fyri sendingina Afturáaftur, kann ikki á nakran hátt taka undir við tí manipulasjón, sum var gjørd í seinnu sending um skattamálið hjá EIK. Hugsi um, at myndir og ljóð av Súna Schwartz og Eyðun Mørkøre frá eini bókaframløgu á Hafnia, verða flættaðar inn í sendingina, sum undirbyggjandi partar. Skulu KvF og kritiskur journalistikkur yvirhøvur takast í álvara má slíkt svans fáa avleiðingar.”

* * *

Í seinni helvt av oktober skrivaði Sveinur Tróndarson tvær greinar á Norðlýsinum um skattamálið. Eitt nú dokumenteraði Sveinur, hvussu SPEKT tók sær æruna av, at talan kanska var um eitt skattligt good-will, sum kundi avskrivast yvir 10 ár, men at EIK skuldi spyrja TAKS fyrst.

Hann dokumenteraði eisini, hvussu SPEKT seinni vendi 180 stig og segði seg kortini ikki taka undir við sínum egna barni.

Í sendingini ”Skattamálið II” var sagt soleiðis um, at onki var nevnt um good-will í roknskapinum 2010-2011: ”Hendan ognin – um goodwill upp á eina hálva milljard – sær tí út til at vera íspunnin eftir almenna roknskapin 2010-2011.”Tað kundi kanska havt áhuga at spurt, um tað júst var SPEKT, sum hevði uppfunnið, ja, ella íspunnið good-will-konstruksjónina aftaná, at almenni roknskapurin fyri 2010-2011 var gjørdur. Hugsi, tá nú tað fleiri ferðir var víst til viðmerkingar frá júst SPEKT.

Eisini var sagt í sendingini: "EIK mótmælti harðliga, tá tað í apríl 2016 kom fram, at bankin í fleiri ár hevði fingið at vita frá sínum grannskoðarum, at bankin ikki hevði rætt til skattafrádráttin."

Sveinur dokumenteraði, at SPEKT í 2013 skrivaði, at bankin neyvan hevði rætt til ein samlaðan frádrátt, men hinvegin kanska til eitt skattligt good-will yvir 10 ár.

Hetta eru sjónarmið, sum ikki høvdu verið heilt óviðkomandi í samlaðu lýsingini, tí tað hevur týdning at vera nuanseraður við sínum skrivligu keldum.

* * *

Vandin við einum Pravda, er at sannleikin verður smíðaður eftir onkrum prinsippum, sum ikki eru journalistisk. Onnur atlit telja meiri. Hjá Pravda var tað atlitið til valdshavararnar – til statin. Men tað kunnu vera nógv onnur atlit, tá journalistisku prinsippini verða slept.

Í leiðreglunum fyri fjølmiðlasið er ein grein, sum umrøður val av heimildum ella keldum, sum vit vanliga rópa tað:
”Tað er góður fjølmiðlasiður at vera vandin í valinum av heimildum, og at eftirkanna, at upplýsingar frá heimildum eru rættar. Eisini er tað góður fjølmiðlasiður at stremba eftir fjølbroytni í valinum av heimildum. Heimildarvandnið herðist, um dulnevndar heimildir verða nýttar, ella um ein heimild gevur fjølmiðli einkarætt.”

Her sær fyri mær út sum, at Sosialurin og Kringvarpið hava valt somu linju í skattamálinum. Ikki fyri at lýsa ymisk sjónarmið, men fyri at gera alt, sum til ber fyri at undirbyggja egnan sannleika.

Og sjálvur havi eg ikki skrepuna av, hvør hevur rætt til frádrátt ella ikki. Heldur ikki um EIK royndi at villeiða TAKS.Men eg eri ikki eiðasørur, tá talan er um journalistisk prinsippir og journalistiskan dekning.

* * *

Í dag hugsi eg:

Kanska vildi Barbara ikki brúka nøkur orð frá mær – hvørki sum journalisti ella næstformanni í Føroyskum Miðlafólkum, tí eg gekk ikki nóg hvassliga í móti ætlanini hjá stjóranum at fáa eina óhefta eftirmeting. Um hon skrivaði nakað, so kundi tað síggja út, sum tað var eitt gott hugskot við eini eftirmeting.

Og kanska var trýst lagt – innanifrá - á stjóran í Kringvarpinum um, at eg skuldi ikki vera við til nakra eftirmeting í KvF, tí eg var kritiskur. Eg hevði jú skrivað á Facebook, at eg tók frástøðu frá manipulasjón. Var eg við, kundi tað síggja út, sum at onkrir spurningar kundu setast um journalistiska dekningin.
Eg giti, at Pravda hevði ikki nógvar journalistiskar eftirmetingar.

Og kanska skuldu greinarnar hjá Sveini Tróndarsyni ikki nevnast við einum orði – hvørki í Kringvarpinum ella Sosialinum - tí so kundi tað síggja út, sum at har vóru onkur sjónarmið í skattamálinum, sum ikki 100 prosent undirbygdu egnan journalistiskan dekning – egnan sannleika.


Øssur Winthereig, journalistur