Friday, September 3, 2010

Heini í Skorini og eitt lesarabræv

Allir medarbeiðarar á øllum almennum stovnum – og privatum – hava rætt til alment at siga sina hugsan um øll verðins viðurskifti – eisini sítt egna arbeiðspláss.
Rætturin hjá alment settum starvsfólki, og krøvini til tey eru júst tey somu sum til øll onnur.
Journalistar ella tey sum arbeiða sum journalister ella tey, sum hava frí frá sínum journalistiska arbeiði, hava eisini hesi rættindi, og tey hevur Heini brúkt í eini frálíkari grein í bløðunum.
Hvussu trúvirðið hjá einum journalisti er, eigur leiðslan at meta um í hvørjum einstøkum føri.
Í summum førum – t.d. tá journalistar stilla upp til val, men ikki verða valdir – kann verða nóg mikið at halda journalistarnar burtur frá mikrofonunum ella bara frá tíðindamikrofonunum í longri ella styttri tíðarskeið. Í øðrum førum kann leiðslan meta, at trúvirðið er so skatt, at viðkomandi als ikki skal fram at mikrofonunum. Hetta er ein leiðsluspurningur. Hvat fyri trúvirði vil ein leiðsla hava.
Nú hevur Heini sagt sína hugan hart um nøkur politiskt viðurskifti.
Eg haldi tað er nógv verri við teimum alment settu journalisturnum, sum í loyndum arbeiða fyri fyritøkur ella politiskar flokkar. Tað skuldi lurtarin og hyggjarin eisini vita um, um leiðslan ikki beinleiðis velur at bannað slík “arbeiði við síðuna av”.
So vit vita, hvar vit hava Heina, men vit vita ikki, um onnur eru onkra aðrastaðni.

Lesarabrævið hjá Heina stendur beint niðanfyri.

Her ein viðmerking hjá Solby Eliassen, programleiðara í Kringvarpinum.
portal.fo - Kringvarpið: Heini í Skorini hevur mentan sum arbeiðsøkið.

No comments:

Post a Comment