Friday, November 19, 2010

Astrup, sum trojanskur hestur


Íbúgvarnir í Troja drógu sjálvir tann stóra holaða træhestin inn í býin. Teir hildu seg gera kvettið at fáa hendan fína træhestin. Men inni í hestinum fjaldi fíggindin seg. Hermenninir inni í hestinum sníktu seg út á náttartíð og lótu býarportrið upp fyri griska herinum.
Summi halda, at tað var eitt kvetti at fáa Astrup aftur til Føroya fyri einum mánaði síðani. Men hansara uppgáva var at lata portrið upp fyri danska "Finansiel Stabilitet"-herinum. Tann heruin var her í gjár. Í sendingini í sjónvarpinum segði Astrup "vi" tá hann tosaði um føroyingar. Snilt hjá einum trojanskum hesti. Jú longri føroyingar kunnu dragast upp á tráð, jú effektivari, tá ordiligi herurin slapp inn. Og kann hann so eisini lata sum um hann er ráðgevi hjá landsstýrinum samstundis, ja so kann tað ikki gerast betri.
Og í gjár hevði Astrup so latið hurðarnar upp fyri "Finansiel Stabilitet"-herinum: Nú var klárt hjá umboðum fyri eitt danskt aktieselskap og danska statin at seta treytirnar fyri, hvussu vit skulu leggja vápnini.
Vit mugu leypa upp um trojanska hestin og krevja samráðingar við donsku stjórnina beinanveg. Hatta er ikki nakar virðiligur arbeiðsmáti.

2 comments:

  1. Brynhild Thomsen19 November, 2010 17:45

    - Vi opfører os pænt. Det håber jeg, I kan få fornemmelsen af til denne her sammenkomst. Men vi gør det kun kortperiodigt. Det er sådan, at hvis vi ikke får vores vilje, hvis vi ikke kan få gennemført et salg, så begynder vi at skifte karakter. Og så ændrer vi adfærd. Og det er ikke, fordi vi har lyst til at ændre adfærd, men det er fordi vi er forpligtet til at ændre adfærd. Så Finansiel Stabilitet er IKKE, med en meget tyk streg under ikke, hverken en god ejer på langt sigt eller en rigtig ejer på langt sigt eller en mulig ejer på langt sigt. Så derfor er det letsindigt at udtale, lad os bare køre videre. Og det at sidde på hænderne nu, hvis man er en potentiel køber, det er farligt. Lad mig sammenligne det med, at når man springer ud af 72. etage, og når man kommer ned til den 30., ja, så siger man, at det går jo meget godt.

    Henning Kruse Pedersen, formaður í Finansiel Stabilitet á alternativum sølufundi í Eik hósdagin 18. november 2010

    ReplyDelete
  2. Ja, har er einki at ivast í: "Vit hava ongan keypara og kunnu missa nógv, nú mugu tit í gongd!"
    Annars dámdi mær væl oddagreinina í Dimmu í dag og greinina hjá Sveini.

    ReplyDelete