Eg kenni tárini aftur.
Tey, sum runnu á kjálkanum fyri 14 árum síðani, tá eg saman við Bodil og tveimum smágentum sat á heita asfaltinum uttanfryi húsini, har Aung San Suu Kyi sat í húsarvarðhaldi.
Tað var leygardagur, og tá savnaðust fleiri túsund fólk á gøtuni uttanfyri hennara hús.
Vit - kanska teir einastu evropeararnir tann dagin - vórðu flutt fremst - heilt fram til læsta portrið inn til húsini. Vit sótu á vegnum og øll ferðsla var steðgað.
Framman fyri portrið stóðu eini 10-12 ungir mans við apilsinlittum pannubondum. Teir stóðu við rygginum til læsta portrið. Djarvir ungir menn, sum stóðu á varðhaldi. Í dag eru teir 14 ár eldri.
Og so hendir nakað innanfyri. Aung San Suu Kyi kemur til sjóndar. Hon hevur helst okkurt slag av trappustiga innanfyri. Hendan kvinnan, sum hevur fingið friðarheiðursløn Nobels fyri sítt stríð fyri fólkaræði og menniskjarættindum.
Og hon hugdi eftir okkum, smíltist og nikkaði. Vit sótu fremst. Við frískum blómum í hárinum stóð hon har og sá trúgvu fjøldina, sum hvønn leygardag møttu upp, at síggja hana og hoyra hana og leita eftir vónini. Løtan var so søguligt, so innilig og so ræðsluvekjandi.
Her sótu vit bara tveir metrar frá eini innilæstari kvinnu, sum hevði vunnið eitt demokratiskt val, men sum hernaðarstýrið stongdi inni. Tárini runnu sølt í teimum 30 stigunum og vunnu á sveittanum. Vit skiltu ikki eitt orð, men í eygunum á burmesarunum sást virðingin og vónin. Aftaná kennist ræðslan har. Vit fóru heimaftur tríggjar vikur seinni, men hini vóru eftir saman við einum av harðrendastu hernaðarstýrum í søguni.
Í dag havi eg smakkað somu søltu tár, men hesiferð ikki í nakari kapping við sveitta.
Aung San Suu Kyi er latin leys.
Sjónvarpsmyndirnar vísa sama portur, sum í 1996. Aung San Suu Kyi kom fram við somu styrki og gav somu vón.
Í 1999 doyði maður hennara av krabbameini í Bretlandi, og hernaðarstýrið beyð henni at fara til Bretlands at siga manninum farvæl, men hon fór ikki, tí hon væntaði ikki at sleppa innaftur í Burma. Synirnar hevur hon ikki sæð í eini 20 ár og heldur ikki ommubørnini. Yngsti sonurin er føddur í 1977.
Nú er aftur trýst aftanfyri eyguni.
Hetta er eisini ein dagur, sum eg altíð fari at minnast.
Bara Aung San Suu Kyi kemur livandi út í tað skirvisliga frælsi, sum Burma kann bjóða sínum íbúgvum.
Eg kenni tárini aftur.
No comments:
Post a Comment