Fólkaflokkurin hevur avgjørt, at Jørgen Niclasen leggur frá sær sum uttanríkisráðharri, tí uttanríkismál skulu styrkjast og tey hava so stóran týdning.
Eisini hevur flokkurin samtykt, at løgmaður skal seta størsta diplomatin í flokkinum, Jacob Vestgergaard, til landsstýrismann í uttanríkismálum.
Fólkaflokkurin skal profilera seg, tí setir flokkurin ikki ein nýggjan landsstýrismann.
Flokkurin skal skipast av nýggjum, tí fer royndasti løgtingsmaður frá beinanvegin.
Og avgjørt er, at Jørgen Niclasen nú fer í arbeiðsklæði. Hann hevur higartil verið í seingjaklæðum, tí tað eru, sambært Jørgen Niclasen, einastu klæðini, sum fólkaflokkurin eigur afturat arbeiðsklæðum.
No comments:
Post a Comment