-Stórar kreftir hava roynt at steðga mær í at seta tænastumannakanning í verk, men eg havi nú gjørt mítt, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður
Soleiðis endurgevur Portalurin løgmann.
Vit tosa um eina tænastumannakanning, sum skal kanna, um tveir av okkara hægstu embætismonnum hava handlað ólógliga, korrupt ella bara skeivt.
Kanningin skal enduskapa álitið á skipaninia, verður sagt.
Men kæri løgmaður. Kanska skuldi tú eisini kanna ”tær stóru kreftir”, sum hava roynt at steðga sjálvum løgmanni. Um tað er sætt, sum løgmaður sigur, so stúri eg fyri, at her eru fólk í skipanini, sum handla ólógliga, korrupt ella bara skeivt. Og líkt er til, at løgmaður veit, hvørji tey eru.
portal.fo - Teir royndu at steðga mær
No comments:
Post a Comment