Saturday, June 11, 2011

Miðlar heftir av innsendum tilfari


Tað sum liggur í at spyrja, um miðlarnir eru óheftir, er eittans, og tað eru um trúvirði í miðlunum er intakt.
Nógv kann ávirka trúvirði hjá einum miðli.
Bara tað, at ein miðil er ein fyritøka, sum skal hava yvirskot, kann ávirka trúvirðið. Tað vil siga longu her kann fyrstsa bindingina vera, sum gnaðar av trúvirðinum.
Eg seti trúvirði hjá miðlunum sera høgt og so ber til at spyrja, hvat gnaðar av trúvirðinum.
At verða heftir ella bundin at onkrum nýtist ikki at gnaða av trúvirðinum. Tá SMS-blaðið kemur í postkassan, so er blaðið heft - 100 % -, men kortini kann trúvirði verða í lagi. Hetta tí, at vit vita, hvar vit hava SMS-blaðið.

Trúvirði sum ein heild
Trúvirðið er ein nógv breiðari spurningur, sum meiri er ímyndin av miðlinum, sum heild.  Fyri meg er trúvirði ein spurningur um eg kann hava álit á, at eg fái tað, sum miðilin sigur seg geva, sigur seg umboða, sigur seg standa fyri. Trúvirði er ikki bara einstaka greinin og einstaka sendingin.Er her talan um ein miðil, sum eg havi álit á útfrá tí, sum miðilin sigur vera.
Trúvirðið er so avgjørt eisini, at eg ikki hava illgruna um, at okkurt er krógvað ella at eg fari at ivast í, um tað framborna er álítandi.
Tí haldi eg, at trúvirðið hjá SMS-blaðnum er í lagi, tí tað sigur seg verða eitt SMS-blað. So løgið tað ljóðar, so hevði tað skaklað trúvirði hjá SMS-blaðnum, um síða eftri síða rósti Keypsamtøkuni og teirra vørum og handlum. Tá høvdu vit helst spurt okkum sjálvi – hvat hundin er nú áfatt?
Tá spurt verður um miðlarnir bágna undir  lýsarum, spinndoktarum og pressuráðgevarum (sum mær, giti er), so mugu vit skilja millum, um tann einstaki journalisturin bágnar ella um miðilin, sum so, bágnar. Tað er nevnliga ikki tað sama. Einstaki journalisturin kann bágna, tí hann ella hon hevur persónlig áhugamál í onkrum. Áhugamál, sum ikki nýtast at hava nakað við áhugamálini hjá miðlinum at gera.

Bágnar undan ójournalistikki 
Hitt eru um miðilin er heftur og bágnar. Tað vil siga, um har er okkurt slag av redaksjonellari leiðslu, sum krevur okkurt serligt slag av journalistikki. At okkurt verður ført fram ella at okkurt verður hildið aftur – ikki útfrá vanligum journalistiskum raðfestiingum – men út frá áhugmálum, sum skulu tæna blaðnum á ójournalistiskan hátt – um eg kann brúka tað orðið.
Og her er mín fyrsta niðurstøða:
Trúðvirði hjá føroysku miiðlunum bágnar ikki mest – ikki mest – tí journalistar ella miðilin sjálvur er heftur at nøkrum ávísum áhugmálum. Tó so eg dugi dømi, har tað sær soleiðis út. Viðgerðin í Dimmu av útbyggingarætlanin av Tórsvølli. Slíkar rómsgreinar kunnu bara vera skrivaðar av onkrum, sum hevur persónlig áhugamál ella kanska tí Tórshavnar Býráð er á veg við einum stórum lýsingarblaði í Dimmu.

Ófantaliga lítið journalistiskt hondverk
Eg sum brúkari av føroysku miðlunum haldi, at trúvirði bágnar mest undir, at har verður gjørt so ófantliga lítið av vanligum journalistiskum hondverki.
Og so hoyri eg plátuni: vit hava ikki resursir, vit hava so ringa tíð, vit ditt og vit datt. Sum lesari, sum leggi eina 20 krónur fyri blaðið, haldi eg har er ófantliga lítið av vanligum journalistiskum hondverki.
Ein keldu-søgur og óviðgjørt innsent tilfar fylla bløðini.
Høvuðsniðurstøðan um miðlarnar – bløð og kringvarp – er,  at tað, sum gnaðar mest av trúvirðinum er, at har manglar heilt vanligt journalistiskt hondverk.
Tí sær tað fyri meg út, sum at miðlarnir eru heftir.
Ja heftir at innsendum tilfari og heftir at journalistum, sum ikki eru ella í hvussu so er ikki arbeiða sum journalistar og heldur ikki royna tað, men vilja heldur copy og pasta innsent tilfar í teigarnar.

No comments:

Post a Comment