Thursday, June 23, 2011

Gott Reyði Krossur ikki arbeiðir við úrreiðslunevtraliteti


Jørgen Niclasen vísti sítt borgarliga lyndi í Degi og Viku í kvøld, har hann segði, at grundin til at eingin millión var sett av til kanning av Eik-grunninum, var, at uppskotið frá landsstýrinum ikki var útreiðslunevtralt. Sambært Jørgeni Niclansen so skuldi Eik-grunnurin ikki kannast, tí uppskotið ikki var útreiðslunevtralt. Hvørja grundgeving hini limirnir í fíggjarnevndini høvdu, vita vit ikki. Vit vita, at Bill Justinussen helt, at ein kanning var óneyðug, tí øll vistu, hvat var hent.
Men hví vildi eingin annar í fíggjarnevndini kanna viðurskiftini í Eik-grunninum?
Í somu sending var innslag um hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi. (ja, har var eisini ein danskari, sum segði, at føroyingar góvu meiri enn danskarar!) Men gott at Reyði Krossur ikki arbeiðir við útreiðslunevtraliteti, so var ikki nógv hjálpt.
Ja, tað er eisini gott, at Sløkkiliðið ikki arbeiðir við útreiðslunevtraliteti.
Niðurstøðan um Eik-grunnin kann lesast í petti 6.4 í frágreiðingini her.
Álitið frá fíggjarnevndini kann lesast (viðmerkingin hjá Bill er á síðu 5) her.
Innslag nr. 2 í Degi og Viku 22. juni 2011 

No comments:

Post a Comment