Thursday, June 23, 2011

Føroyska trýstið hvarv, men gott vit hava Danmark


Nýggja nevndin í Eik ætlar at ógilda fráfaringaravtalurnar við gomlu stjórarnar í Eik, eftir at ein danskur advokatur er komin til, at stjórarnar hava handlað ábyrgdarleyst.
Hvar hevur føroyska trýstið verið at draga stjórar, nevnd og grannskoðarar til svars?
Tykist, sum at gott er, at vit hava danskar advokatar, sum verða tiknir í álvara í Føroyum.
Her hjá okkum mælti landsstýrismaðurin í vinnumálum til at seta 1 mill. kr. av til kanning av viðurskiftunum í Eik-grunninum í eykafíggjarlóg fyri mai.
Men ein samd fíggjarnevnd(!) tók milliónina burtur og harvið hvarv kanningin av Eik-grunninum.
Nú kunnu vit bara vóna, at onkur danskur advokatur tekur seg saman og sigur okkum, hvat vit skulu gera.
Sera flóvisligt, at vit ikki sjálvi hava kravt, mælt til og sett í verk kanning av hesum spekulantunum, sum hava stýrt Eik og spælt sær við peningin hjá 30.000 føroyingum - og so ætlaðu teir sær eyka-milliónir afturfyri.
Eg havi onga grundgeving hoyrt fyri, hví allir flokkar á tingi skóru milliónina burtur til kanning av viðurskiftunum í Eik-grunninum. Bill Justinussen skal hava sagt, at øll vita, hvat fór fram.
- Ja, eg veit so ikki!
Tíðindaskrivið frá Eik kann lesast her
Frágreiðingin um Eik Føroyar

No comments:

Post a Comment