Fyri okkum kann hesin salurin gott standa tómur. |
Eg haldi, at Tjóðveldi
skal sleppa gyklinum um, at ein fólkatingssessur hevur nakran serligan týdning.
Tað er ikki í Fólkatinginum, at vit taka fetini á sjálvsstýrisleið.
Júst nú fáa vit
undirtøku í Føroyum fyri, hvussu meiningsleyst tað er, at Føroyar skulu velja
tvey umboð í Fólkatingið.
Tølini fyri
valluttøku seinastu 10 árini síggja soleiðis út:
2001: 79,7%
2005: 72,7%
2007: 67,2%
2011: 58,9%
Meiri enn 6000 føroyingar fleiri á vali fyri 10 árum síðani.
Hetta má vísa, at fleiri og fleiri føroyingar halda tað verða meiningsleyst
at velja til Fólkatingsvalið. Sjálvur var eg á vali, men ikki helt eg tað verða
stuttligt og enn minni, at eg luttók í eini demokratiskari hending, sum hevði
nakað við okkum at gera.
Tá so nógv velja at sita heima, so eru tey sjálvandi úr øllum flokkum.
Hvørki Tjóðveldi ella nakar annar flokkur kann siga seg eiga tey, sum ikki
atkvøða. Júst tí er tað faktisk eitt gott tekin: alt fleiri duga at síggja, at
her er brek í skipanini. Hatta hevur einki við fólkaræði at gera, men er ein
leivd úr eini grundlóg, sum vit ikki vilja hava skal galda í Føroyum.
So hjartaliga samdur!
ReplyDelete