Saturday, September 10, 2011

Mentan er mergurin í stríðnum fyri frælsi

Vit skulu hála mentan og list fram í politiska ljósið, sum mergin í stríðnum fyri frælsi.

Sera forkunnugt at hoyra mentan og list verða tikið í álvara í politikki.

Í løgmansrøðuni á ólavsøku – 49 síður – er ikki ein setningur, sum viðger, hvat ætlanin er at gera við mentan og list.



Um tað eru tey týdningarmestu málini, sum verða viðgjørd í eini løgmansrøðu, ja so liggur eitt stórt arbeiði fyri framman at lyfta mentan og list upp til eitt politisk mál, sum hevur uppiborið at sleppa upp í part.

Mentan og list skapað ikki bara trivnað, men mentan og list bjóða okkum av, eggja til kjak og flyta okkum.

Flokkar allir hava í sínum stevnuskráum nøkur vøkur orð um mentan og list. Vit hava eitt Mentamálaráð, eina mentanarnevnd í Løgtinginum og vit stuðla stovnar og fólk, sum arbeiða við mentan og list.

Men ringt er at fáa eyga á nakran mentanarpolitikk. Tað hevur ikki eydnast at gera mentan og list til eitt raðfest politiskt mál, har politiskar ætlanir liggja á borðinum.

Eg haldi vit kunnu siga tað so einfalt, at góð viðurskifti fyri mentan og list geva okkum eitt betri samfelag, sum eisini kann draga til sín allar tær kreativu kreftir, sum vit hava brúk fyri fyri at liva og anda.

Vit skulu tryggja listaligt og mentanarlig frælsi.

Okkara mentanarstovnar mugu hava best møgulig kor. Tað skal vera armslongd millum millum politisku skipanina tey, sum arbeiða við mentan og list. Hendan armslongdin fæst við at seta fakliga vitan ímillum.

Vit hava brúk fyri bæði áhugalist og professionellari list, men tey skulu ikki í sama pott. Stuðulin úr Mentanargrunnin skal ikki sløðast runt til onkran eftir ókendum kriterium. Áhugalistin skal hava hjálp og stuðul til skeið og framsýningar, meðan professionellu listafólkini skulu fáa stuðul til arbeiðsfrið. Hetta fer at merkja, at størsta peningaupphæddin fer til professionellu listafólkini, men tey eru og verða eisini drívmegin fyri alla aðra list.

Vit arbeiða fram í móti einum frælsum Føroyum, sum virðir føroyska mentan og list meiri enn pynt, ið bert hevur uppiborið hjásetningar.

No comments:

Post a Comment