Fyri nógvum árum síðani valdu vit í eini sending um millumbylgjusendaran á Akrabergi at vísa eina upptøku við Sólbjørn Jacobsen, táverandi stjóra á Telefonverkinum, har hann blakaði meg og fotografin út. Samrøðan byrjaði sum vanligt og so nevndi eg okkurt pappír, men tá vildi Sólbjørn ikki verða við longur og tveitti okkum á dyr. Kamera koyrdi alla tíðina og øll upptøkan var víst.
Byrjanin til upptøkuna, har fotografurin stillaði kamera í
fokus var eisini send. Fotografturin stillaði fokus – sum fotografar ofta gera –
eftir nøsini á tí sum skal interviewast. Telefonverkstjórin hevði tann dagin eina
reydliga pirru á nøsini og hon endaði tí í fokus eina løtu fyrst í upptøkuni.
Fokus kann hvørva
Eftir sendingin vóru sera ymiskar meiningar um tað var rætt
at senda alla upptøkuna. Summi hildu, at tað var ein beinleiðis roynd at
niðurgera telefonverksstjóran at vísa eina reyða pirru í nærmynd á skíggjanum. Vit
hildu, at við at senda alla upptøkuna, so var øll dokumentasjónin í lagi.
Spurningur stingur seg upp: Hvørji brot á eina vanliga interviewstøðu
kann man gera og hvat er so týðandi, at etikkurin má víkja og hvat hendir við
fokus?
Tí lítið er at ivast í, at hetta gjørdist ikki ein vanlig interviewstøðu,
tí telefonverkstjórin helt, at vit brutu avtaluna, tá vit tóku eitt pappír
fram. Um einki annað er avtalað, so er ein vanlig interviewstøðan tann løtan,
har interviewpersónurin veit, at nú verður tikið upp og nú er liðugt. Eisini
eiga interviewpersónur og journalistur at vita, hvat samrøðan skal snúgva seg
um. Eg haldi, at brot kunnu gerast, men vit skulu alla tíðina seta okkum
spurningin, nær er evnið so týdningarmikið, at vanligur etikkur verður settur
til viks.
Í hesum førum vardi eg rættin hjá einum miðli at brúka
tilfar, har ivi kundi verða um, um tilfarið var komið fram eftir brot á
vanligan etikk í interviewstøðum. Men her
var ein valdspersónur, sum ikki vildi svara einum ávísum spurningi, sjálvt um
avtalan um samrøða var gjørd.
At fokus reyk frá málinum til pirruna, dugdu vit ikki at
síggja tá.
So hendi tað í Degi og Viku í gjárkvøldið. Ein upptøka við
Heðini Mortensen, har hann heldur, at samrøðan er liðug, verður víst, tí
journalisturin heldur, at so álvarsamar hóttanir vórðu sagdar aftaná, at
vanliga interviewavtalan skuldi brótast.
Nú skal eg verða varin, tí kanska havi eg ikki sæð alt, sum
hevur verið um hetta mál í sjónvarpinum, men eg haldi meg hava sæð tað mesta.
Ódokumenterað karaktermorð
Eg kann ikki gera við, at eg siti eftir við einum iva. Eg
dugi ikki greitt at síggja, hvar fokus nú er í hesum málinum. Í sendingini Brandfellurnar var fokus nokk so
breitt á, at vit skulu hugsa okkum væl um, tá vit byggja ella keypa hús. Og at
vit ikki kunnu hava fult álit á góðkenningar frá almennum myndugleikum, tí har
eru so nógvir møguleikar at snúgva sær uttanum. Fokus var eisini á góðkenningina
frá fyrisitingini hjá Tórshavnar Býráð, har Tórshavnar Kommuna so at siga beinleiðis
verður ábyrgdað fyri vanlukkuna. So er fokus á, at býráðið ikki vil viðganga
sína – eftir øllum at døma – skeivu góðkenning. So verður fokus flutt yvir á fyrisitingarnar
í Havn og á Tvøroyri, har hvørgin fyrisiting dugur grundleggjandi notatskyldur.
Men í sama viðfangi verður fokus á – ódokumenterað – at Tórshavnar Býrað royndi
at karaktermyrða ein atfinningarsaman borgara. Tað sum varð dokumenterað var,
at fyrisitingarnar ikki dugdu sítt fyrisitingarliga arbeiði.
So var fokus á, at borgarstjórin hevði sent bræv til hinar býráðslimirnar
um ikki at blanda seg upp í hetta málið og sambært sjónvarpinum i gjárkvøldið
var tað hetta, sum samrøðan skuldi snúgva seg um.
Í gjárkvøldið verður fokus so flutt til, at borgarstjórin
setur fram hóttanir eftir, at samrøðan er liðug. Og rætt er tað, at har eru
hóttanir, tó ikki meiri álvarsamar enn, at ein journalistur kann liva við
teimum. At hótta við fjølmiðlanevndini ella einum advokati er ikki so øgiliga
stór hóttan, um dokumentasjónin fyri høvuðssøguni er í lagi. At hann hóttir við
at kunna steðga innslagnum er sjálvandi ein tóm hóttan – tað veit
journalisturin vónandi. Og hóttanin “..so kann eg lova tær fyri, at tú fært
tína sak fyri!” er at yppa øksl eftir. Eg haldi heldur ikki, at Heðin Mortensen
kann verða so erkvisin. Hann má tola eitt sindur av hvørjum – eisini at ein
journalistur vísir til eitt bræv, sum hann sjálvur hevur skrivað.
Etisku reglurnar mugu víkja
Eg eri ikki 100 prosent sannførdur um, at har sum fokus endaði
í gjárkvøldið var so týðandi, at vanligu etisku interviewreglurnar máttu víkja.
Tvørturímóti tá fokus so ofta verður flutt, verður tað
trupult at síggja, hvat hevur allar størsta týdning í hesum viðbrekna máli og
um hvør partur av hesum málinum er nóg stórur til, at etisku reglurnar mugu víkja.
Eg haldi, at gjørda samrøðan skuldi verið send, sum hon var,
men at parturin aftaná enn einaferð flutti fokus – frá álvarsmálinum til
pirruna, um eg so má siga - og tað verður enn truplari at finna fram til, hvat
tað er, sum hevur allar størsta týdning í hesum máli.